týsdagur 16. juli 2013síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2013
Útlit eru til
nógv fólk á G!
Á G! Festivalinum í fjør hendi tað, at nøkur
stór nøvn ikki sluppu heim til Føroya,
tí flogferðslan legðist lamin av ringum
líkindum í Vágum. Tað er ikki fyrstu ferð,
at slíkt hendir, og soleiðis hevur eisini
verið okkurt árið, tá skipað hevur verið fyri
Summarfestivali í Klaksvík. Tað er næstan
ógjørligt at byrgja upp fyri, at slíkt hendir,
tí veðrið má sær sjálvum ráða.
– Vit fegnast um tey góðu veðurútlit,
sum eru til vikuskifti við lýggjum, turrum
og góðum sólveðri - ja, tað ljóðar mest at
kalla, sum vit fara at fáa eina hitabylgju,
har hitastigini fara at nærkast teimum 20.
Betri skotbráð
Jón Tyril sigur, at tey eisini hava roynt
at skipað soleiðis fyri í ár, at kendastu
nøvnini, sum koma úr útlandinum, koma í
betri tíð enn onkuntíð áður.
– Vit kunnu siga, at tað er betri ”luft” í
skránni í ár enn undanfarin ár, og saman
við góðu veðurútlitunum eru øll tekin í sól
og mána um, at vit - og allir gestir okkara -
hesaferð fara at hava eydnuna við okkum.
Jón vísir á, at G! Festivalurin hevði sína
bestu forsølu í fjør, men forsølan í ár táttar
í søluni í fjør.
– Jú, hetta teknar seg sera væl, og vit
gleða okkum til stóra tiltakið, sum eisini
hevur fleiri nýggj ting við í ár, sum ikki
hava verið áður.
Hjartaliga vælkomin
Jón Tyril sigur, at talið av gestum á G!
Festivalinum plagar at liggja um eini
5.000-6.000, tá øll eru tald við, og hann
ivast onga løtu í, at soleiðis verður eisini
hesaferð.
– Nú veðurútlitini eru so serstakliga
góð, vænta vit, at nógv atgongumerki
verða seld við dyrnar, og vit bjóða øllum -
bæði nær og fjar - hjartaliga vælkomnum
til bygdar, sigur Jón Tyril, sum leggur
aftrat, at fyrireikingarnar til G! Festivalin
ganga upp á stás.
Jón Tyril fegnast um, at veðurútlitini eru serstakliga
góð til festivalin í vikuskiftinum. – Hesaferð verður
tað eisini soleiðis, at kendastu nøvnini úr útlandinum
koma fyrr heim til Føroya, soleiðis at vandin fyri
broytingum í skránni verður munandi minni
Sosialurin
Juli 2013
18.-20. juli
Fotografur Kristfríð Tyril/ momo