týsdagur 16. juli 2013síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Juli 2013
2
18.-20. juli
Savna góð minnir saman
Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan
Christiansen, er leirvíkingur, men hevur
ættarbond í Gøtu. Konan Elsubeth er úr
Kunoy. Tey eiga tvær gentur, 6 og 9 ár, og
familjan býr í Leirvík.
– Jú, okkum dámar væl at vera á G!,
og tað eru eisini bólkar við í ár, sum
okkum dámar at hoyra. Tá festivalurin
er, vitja vit fólk, sum vit kenna í Gøtu,
og síða fara vit gjarna saman oman á
festivaløkið, sigur hann.
Mong tøk takast
Jóhan Christiansen fegnast um góðu
veðurútlitini, sum eru til festivalin hesa
ferð, men hann fegnast ikki minni um, at
kommunan eigur fólk, sum við hegni og
áræði brúka nógva tíð og orku til tess at
fáa hetta stóra tiltak á føtur ár undan ári
- vitandi um, at tey eru mong, sum taka
tøk, tá so stór tiltøku skulu fyrireikast og
fyriskipast.
– Vit, sum umboða Eysturkommunu,
eru øll fegin um G! Festivalin, sum dregur
nógv fólk til bygdar, sigur hann.
Stuðla undir
Borgarstjórin í Eysturkommunu sigur, at
kommunan stuðlar undir G! Festivalin á
ymiskan hátt.
– Vit lata eisini bygningar til tiltakið,
og eitt nú hava tónleikarar búð í
dagstovninum við Gjáir í Gøtugjógv, eins
og Valhøll í Syðrugøtu líka sum hevur
verið ein miðstøð hjá fyriskiparunum,
meðan festivalurin er.
Jóhan Christiansen sigur, at kommun
an annars ikki er ein aktivur partur av
tiltakinum.
– Vit gera tað, sum líka sum er okkara.
Vit syrgja fyri fløggum og royna at halda
bygdina í nossligum standi, tá teir mongu
gestirnir koma, sigur hann.
Hjartaliga vælkomin
– Sum borgarstjóri vil eg vegna Eystur
kommunu bjóða øllum hjartaliga væl
komnum á G! Festivalin. Veðurútlitini eru
góð, og vit gleða okkum at síggja gestir
í stórum tali úr ymiskum heraðshornum,
nú stóra tónleikatiltakið enn einaferð
verður í bygdini, sigur Jóhan Christiansen,
borgarstjóri.
Vælkomin á G! Festivalin 2013
– Vit, sum umboða Eysturkommunu, eru øll fegin um G! Festivalin,
sum dregur nógv fólk til bygdar, sigur borgarstjórin, Jóhan
Christiansen, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til bygdar
Jóhan Christiansen, borgarstjóri