Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Juli 2013 8 18.-20. juli HOGNI Høgni Lisberg letur í næstum frá sær sína fyrstu EP við løgum á føroyskum. Fyrsta lagið, sum er í umfari í útvörpunum, eitur "Fólkið í Sprekkunum". Tónleikurin hjá Høgna livir sítt egna lív úti í heimi og á netinum. Hyggja vit at hagtölum av Youtube, so sæst, at tónleikurin hjá Høgna er serliga væl umtóktur í USA, Kanada, Stóra Bretlandi, Australia og Týsklandi. Seinastu fýra mánaðirnar er Høgni vorðin spældur upp til 250.000 ferðir um mánaðan á síni egnu youtube- kanal (youtube.com/hognilisberg). Eisini er tónleikurin hesa tíðina spældur yvir 100.000 ferðir um mánaðin á Spotify. Á G! fer Högni at spæla bæði nýggj lög á föroyskum, og tríva í tey væl kendu lögini frá undanfarnum útgávum. Við sær á G! hevur HØGNI Jan Rúna Poulsen (trummur) og Knút Háberg Eysturstein (Synth). Benjamin Benjamin er millum tey föroysku listafólkini, sum hava havt mestan vind í seglunum hetta seinasta árið. Eftir sína framförslu á G! í fjör fekk hann plátusáttmála við týska felagið Pop-up Records og teirra bookingfelag Pop-up Booking. Benjamin vann eisini "Væl á veg prísin" hjá Atlantic Airways, um­ framt at hann spældi á m.a. Iceland Airwaves festivalinum í november. Flögan "Ghost with skin" var givin út í januar í Týsklandi, Eysturríki og Sveits. Benjamin hevur verið nógv spældur í týskum út­ varpi og fleiri av stóru blöðunum hava havt rósandi ummæli av flöguni. Teirra millum er týska Rolling Stone, sum eisini hevði lagið hjá Benjamin "Inner Beast" við á savningsflöguni "New Noises", sum fekst við blaðnum. Benjamin gevur nýggja flögu út komandi ár og kemur at framföra nakað av nýggja tilfarinum umframt bestu lögini frá undanfarnu útgávu á G! Hamferð Við seigligum og tryggum áratökum hava Hamferð eftir ongari tíð sligið navn sítt rimmar fast sum ein hin fremsti bólkurin í landinum. Samanrenningini av eksplosivum dómadagsmálmi og serkendum föroyskum sorgblídni talar onkursvegna til ein fjölbroyttan lurtaraskara, og tónleikurin hevur vunnið fjepparar í mongum av heimsins hornum. Hamferð trína pallin á Götusandi í myrkastu nátt og borðreiða nýggjastu lög teirra. Knút Knút Háberg Eysturstein, ið eisini kallar seg bara Knút, gav í juli mánaða út sína triðju plátu á plátufelagnum Tutl. Nýggja plátan eitur On High, og stakløgini ‘The Road’ og ‘Growing Old’ hava í seinastuni verið at hoyrt í útvarpi og á netinum. Knút tók síni fyrstu seriøsu fet innan tónleikin sum partur av virkna umhvørv­ inum kring tónleikasamtakið Grót, og hevur gjøgnum árini spælt tangentar í verkætlanum sum t.d. Gestir, Marius, Petur Pólson, Høgni Lisberg, Høgni Reistrup, Allan Tausen Project o.ö. Sam­ stundis hevur hann hesi árini verið virkin í egnari solo verkætlan, og nú er triðja Knút útgávan á gáttini. Kári Sverrisson við Bendum Spónum Ein av fremstu lagskrivarum og sangarum okkara, Kári Sverrisson hevur sligið seg saman við bólkinum Bendar Spónir og geva teir í hesum døgum út plátuna ”Nøkur fá fet aftrat”, sum er lög hjá Kára, sum hann hevur skrivað til yrkingar eftir Jóannes Nielsen. Dánjal Dánjal hevur júst givið út nýggja stak­ lagið ”Raindrops”. Sangirnir verða sleptir út á netið ein fyri ein og kulminera í eini stakfløgu, sum útkemur 1. oktobur. Hetta er fysta útgáva Dánjals síðan sera nógv rósta og 6 falda DMA nominer­ aða ”The Bubble”, sum útkom í 2012. Ein útgáva sum veruliga setti Dánjal á Europa­kortið. Seinasta árið hevur Dánjal spælt sera nógv, bæði á stórum festivalum og pallum kring Europa. Í løtuni eru festivalar á skránni, har Dánjal hevur spælt á festivalum í Norra, Svøríki, Tjekkínum og Danmark. Sostatt er Dánjal í toppformi tá hann trýnir pallin á G! Sakaris Bæði áskoðarar og ummælarar vóru á gosi um framførsluna hjá SAKARIS á G! 2012, har ið SAKARIS m.a. fekk hesi orð við sær frá Wired UK: “the highlight for me was a fantastic electronic act called SAKARIS”. Og frá bretska The Arts Desk: “Best of all are electro-poppers SAKARIS... A great band” og frá írska State: “Complete brilliance from start to finish”. Talan er um stórslignan electro tónleik við íblástri frá 80ara synthpoppi, telduspæltónleiki og nútíðar klubbtónleiki. Tónleikurin er melodiskur, dansutur og merktur av sterkari og øðrvisi framleiðslu. Við á pallin hevur SAKARIS fýra gávuríkar tónleikarar, ið leika í við trummu­ maskinum, synthum, samplarum og keytars. Frumútgávan verður givin út í Europa á týska Cargo Records í summar. Frostfelt Frostfelt er vakra og dreymakenda soloprojektið hjá Líggjas Olsen, sum gav út debutfløguna "I Have A Tv Set" í 2011 við Sakaris Joensen sum framleiðara. Líggjas er helst best kendur sum annar av oddamonnunum í Deja Vu. Við sær í Frostfelt hevur Líggjas tikið nógvar av somu dygdunum, sum vóru til staðar í Deja Vu, m.a. vökru melodiirnir og sorgblídni, men hansara samleiki er styrktur í Frostfelt soleiðis at tónleikurin hevur fingið meira kant og kropp, og tað, ið onkur kundi hildið vera eitt sindur vatnut, er burtur. Stílurin er eitt væleydnað bland av klaverbaseraðum singersongwriter tónleiki við tí meira elektroniskt grundaða, sum Sakaris umboðar. Den Sorte Skole (DK) Talan verður um eina heilt serliga framförslu í Grundini á G! tá Den Sorte Skole fara at framföra nýggju útgávuna, Lektion #3. Í meira enn tvey ár hevur dj- og komponistakollektivið, Den Sorte Skole, klipt og klistrað seg ígjögnum gamlar vinylplátur í túsundatali úr öllum heimsins heraðshornum. Eftir stendur eitt tónlistarligt ódjór av eini útgávu, ið dregur sína slóð ígjögnum tónlistarsöguna, fer út um hana og peikar frameftir í framtíðina. Vit tosa um franskt elektronika, ið blandast við libanesiskt surf og guitarriff frá Mali. Feltupptökur av tibetanskum munkum ganga hond í hond við týskt industrial og amerikanskan psykadeliskan rokk. Í vikuskiftinum summar fært tú hövið at hoyra teir í Grundini á G! MRC Riddims (US) MRC Riddims er DJ/framleiðslu toymið hjá Alap Now og Merc Yes frá Harlem, New York. Teirra einasta mál er at gera tað so stuttligt sum gjörligt á dansi­ gólv­inum. Teir rúma sjangrum heilt frá minimal techno til dancehall til house og alt harímillum. Uttan mun til hvat teir gera, skapa MRC Riddims altið serliga New York huglagið. Herr Gott Herr Gott er búksparkandi disklingurin, ið kann spæla lekran og tendrandi tón­ leik, men sum heldur ikki er bangin fyri at fara beint til grundar og vísa tenn. Hann spældi á G! fyrstu ferð í 2010 og hevur verið virkin síðan. Hann hevur skipað mangt eitt ball frá lítla pall­ inum í Sirkus í Havn. Og í løtuni syrgir hann fyri at tendra upp í íslendska nátt­klubbanum Boston, sum liggur í Reykjavík. Brynjolfur Brynjolfur man vera ein av landsins royndastu og ídnastu diskarum. Hvørt einasta vikuskifti stendur hann stílsikkur onkrastaðni í danska náttarlívinum og fær tannhjólini at mæla og fólkið at gnístra. Síðani seinasta G! hevur hann millum annað produserað EP'ina ”I love you”, sum kemur út 25. juli á stóra belgiska plátufelagnum Eskimo. Gleð teg til at hoyra feskan og gjøgnumførdan elektroniskan tónleik frá ein av best umtóktu diskarunum í kongaríkinum leygarkvøldið. Anaconda Aftanfyri navnið Anaconda stendur plátusnillingurin Tóki Hoydal. Í fleiri ár hevur ungi havnamaðurin brýnt sær vápnini í Sirkus og er mentur at bombardera Grundina við spikafeitum hip hop tónleiki. Broseph Stalin & Funkmeister Nice Tveir lívsglaðir menn, ið eru kendir fyri at spæla pepputan og dansigóðan tónleik í býarlívinum í Havn. Tvey­ manns­toymið fer at borðreiða við feel good-funk, nu-disko og deep house. Hoyr Broseph Stalin og Funkmeister Nice Í Grundini fríggjadagin. (Ingvard Poulsen og Hallur Kárason) Sugardaddy & Honeypie Gleði og disco hava sama týdning tá Sugardaddy & Honeypie diska í Grundini. Tey bæði hava trálurtað og valt út gamlar disco-plátur, og úrslitið er eitt fantastiskt og neyvt úrval av perlum, sum bera við sær lívs- og dansigleði, seta ferð á dansigólvið, og kitla bæði oyru og iljar. Disco-settið, ið tey bæði fara at spæla í Grundini, fevnir um løg frá 70unum og víðari til slíkt, ið ljóðar sum kemur tað úr framtíðini. Góðar grundir til at fara í grundina Bólkarnir