Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Juli 2013 10 18.-20. juli Sigmund Seven Sheep Farm Blues er fyrsta útgáva Sigmunds. Og varð hon upptikin og produserað av Rasmusi Rasmussen, tann fyrsta Mei, 2012, í einari gamlari smáttu á eini lítlari tröð. Sum kontrast til ta akustisku flöguna, verða sangirnir at hoyra á G! í einum nýggjum og hörðum blues-rock hami. Spælimenninir Jákup, Rebekka, Sharon & Kristian seta futt, lív og dám á við spælimanstónleiki á torginum á G! Afenginn & Mpiri (DK/FO) Okkara góðu vinir Afenginn koma á G! saman við kórinum Mpiri, og fara at skjóta sjálvt startskotið til teirra nýggju verkætlan Choirnevale. Sun Glitters (LUX) Sun Glitters er einmans bólkur úr Luxenbourg, sum spælir dreymakendan elektron­iskan tónleik, ið dregur íblástur frá greinum sum t.d. dubstep, wonky, chillwave, shoegaze og öðrum. Sun Glitters lýsir seg sjálvan sum eitt hav av blómandi melodium, pitch-skiftum ræddarsamplingum, hulinkendum digi-diva kórum, heitum bass melodium skiftandi millum spent og avslappandi rytmuverk ímilllum downtempo og wonky beats. Tidal Crush (FO) Vit eru illir og vemmiligir. Soleiðis sigur manningin í gjøgnumsúrgaða og pillsvaka garasjubólkinum Tidal Crush, sum byrjaði at spæla í fjør og gjørdist nummar tvey í Sementkappingini í ár. Ert tú til eina fólka og deyðmálms inspireraða samanrenning millum tungmálm og punk, so syrg fyri at hoyra Tidal Crush fríggjadagin á G! Yggdrasil (FO) Í samstarvi við fólkatónleikastevnuna fer okkara navnframi etno-jazz bólkur Yggdrasil at spæla fríggjadagin. Tað er okkara grand old man Kristian Blak, ið stendur á odda fyri bólkinum, sum hann stovnaði longu í 1981. Við sær hevur hann hegnigar menn úr bestu føroysku bólkum - Mikal Blak, Brandur Jacobsen, Kára Sverrison og Heðin Ziska Davidsen.   Earth Divide Bólkurin varð stovnaður í 2011 og spælir progressivan metalcore tónleik, ið er samanrenningin av víðgangandi tungmálmi og beinhørðum punktónleiki. Bólkurin gav eina EP út í vár, og áðrenn konsertina á ársins G!festivali hava teir hitað seg væl og virðiliga upp á víðagitnu Ferðini til heljar, sum teir fóru á saman við íslendska tungmálmsbólkinum Angist. Angist (IS) Rámandi íslendskur deyðsmálmur av óndasta slag og ikki fyri kettlingar. Saman við Earth Divide hevur bólkurin verið á Ferðini til heljar. Bólkurin gav út vælumtókta fløgu í 2011 og hevur spælt á fleiri stórum pallum: eitt nú á Iceland Airwaves, eins og teir gjørdust nummar tvey á íslendska Wacken Metal Battle í 2012. Og nú er bólkurin á veg við nýggjari fløgu, ið kemur út á amerikanska Abyss Records í ár. The Absent Silver King Spildurnýggjur bólkur. Ein spennandi samanseting av royndum tónleikarum og einum feskum skaldi. Tónleikurin kann lýsast sum transurokkur við íblástri úr sjangrum sum noise, blues og djassi. The Absent Silver King vann tónleika­ kappingina Sement 2013 og gevur í august út sína debut útgávu, sum verður ein LP pláta og fløga saman við einum stuttsøgu- og yrkingasavni hjá forsangaranum, Trygva Danielsen. Boys In A Band Superbólkurin Boys In A Band hevur eittans framførslu í Føroyum í summar, og hon verður á G! Festival. Bólkurin Boys In A Band tók øll á bóli, táið hann vann heimsfinaluna í Global Battle of The Bands í London og streyk avstað við teimum 100.000 dollarunum í vinningi. Boys In A Band túraði eftir hetta á fleiri av heimsins størstu festivalum í USA, Kanada og Europa og gav í 2008 út fløguna Black Diamond Train. Men eins brádliga og bólkurin trein in á pallin, soleiðis var hann eisini brádliga burtur aftur. Hetta til týski Waldstock festivalurin, ið hátíðarhelt sítt 20. ár í vikuskiftinum, setti seg í samband við bólkin, og bønaði og bað boysarnar um at koma at spæla, hóast teir ikki vóru til sum bólkur longur. Waldstock hevði bjóðað nøkrum úrvaldum bólkum, sum høvdu gjørt serligt inntrykk hesi 20 árini, at koma til hátíðarhaldið. Boysarnir høvdu sostatt verið eitt av hæddarpunktunum á festivalinum hesi 20 árini, og máttu tí fáast á skránna einaferð enn. Til gleði fyri Waldstock eftirlíkaðu teir, og tá tað regnar á týskan prest, dryppar á føroyskan dekn, sigur einki orðatak. Tað eydnaðist G! at sannføra bólkin um at koma a G! eisini og framføra øll tey góðu løgini, sum eftir ongari tíð gjørdu teir til ein hin best dámda føroyska bólkin nakrantíð. Pushing Up Daisies er ein bólkur, ið er samansettur av systrunum Dortheu og Jensiu Højgaard Dam og systkinabarni teirra, Óluvu Dam. Tær hava sungið saman síðani tær vóru smágentur og hava seinnu árini fingið fótin fyri seg í Íslandi. Tær hava framført fleiri væl fagnaðar konsertir í Íslandi og fyrsta útgáva teirra er á veg. Pushing Up Daisies hava eisini roynt seg sum sangarar fyri Petur Pólson (á fløguni Tokyó í 2009) og á nýggju fløguni hjá Knút, On High. Tær hitaðu eisini upp fyri Knút til útgávukonsert í Perluni tann 11. juli. Tónleikurin er inniligur og droymandi, ektaður og nærverandi, og harmonera røddirnar hjá teim trimum songkvinnunum fyrimyndarliga væl. Fredo (UK) Tour DJ og prodúsari úr Onglandi. Hevur arbeitt og framført saman við nøvnum sum Sir Paul McCartney, Public Enemy, Goldie, Skream, DJ Shadow & Mark Ronson. Hevur túrað nógv ígjøgnum Evropa, Afrika og til Kina og spælt á heimsins størstu festivalum, eitt nú Glastonbury og Creamfields, umframt á enska superklubbanum Fabric og á BBC. Hevur harafturat verið fastur táttur í 5 ár á klubbanum Chibuku, sum er valdur millum heimsins 50 bestu klubbar. Himmerland (DK) Himmerland er ein bólkur av ferðandi tónleikarum, sum hvör hevur sína sögu og mentan í ryggsekkinum. Teir koma frá trimum ökjum í Danmark, Bornholm, Keypmannahavn og Norðurjútlandi – og frá Pólandi og Ghana. Bólkurin ger sín egna tónleik og blandar hann við allar siðvenjurnar, sum eru íbornar. Á ferðum teirra krinv Evropu, Russlandi, Kanada, Suður Amerika, Australia og Ný Sælandi hava tey víst Danmark sum eitt land, har fólk frá öllum heiminum kunnu hittast, liva saman og kunnu geva nakað til samfelagið, so tað verður sum ein lítil grýta við vælsmakkandi greyti. Himmerland hava framfört á nógvum festivalum, eitt nú á The National Folk Festival (Canberra, Australia), Kaustinen Folk Festival í Finnlandi, Summar­tónar í Föroyum, La grand Recontre í Québec í Kanada, Mission Folk Festival British Colombia, Kanada, Urkult Festival í Svöríki, Tønder Festival í Dan­mark, Alkantara Fest á Sisilia í Italia, Koktebel Jazz Festival í Ukreina, Festival Inter­national de Musica Immigrante de Valpariso I Kili og fleiri öðrum londum. Lover Lover Lover Lover er ein nýggj popp-electro- duo. Lover Lover er mannað av Filip Mortensen og Petur Háberg - ið báðir eru kendir frontmenn úr m.a. bólkunum Ladyfire og The Ghost (Filip) og BYAW (Petur). Teir hava sligið seg saman at framföra lekran og droymandi tónleik. Teir hava lítið meira enn ein mánað á baki, men longu nú hevur tónleikurin skapt aldur í föroyska dunnuhylinum. Og uttanfyri, tá bólkurin spældi sína fyrstu konsertin sum upphitari fyri Eivör á hennara konsert í Vega í Keyp­ mannahavn. Budam Sangari, tónleikari, leiktónaskald og sjónleikari. Bæði frumútgávan ”Stories of Devils, Angels, Lovers and Murderers” og seinna flögan ”MAN” eru prógv um hetta. Við íblástri frá tónleikarum sum Nick Cave og Ennio Morricone er Budam ein samansjóðing av ymiskum tónleikarákum, sum best kann lýsast sum Theatrical Indie Pop. Budam umboðar fullkomna hjúnalagið millum leiklistarligan dugnaskap og tónlistarligt fjölbroytni. Við djúpu og lokkandi rödd síni hevur Budam ótamdar og kraftmiklar framförslur. Á pallinum bjóðar hann eitt fullkomið show, sum ein annar Jim Morrison, ið spælir Tom Waits í einari Weimar kabarett. Áðrenn Elvis DJ Áðrenn Elvis varð til seint á vári í 2007. Um 200 tímar av sendingini eru gjørdir. Ein triðingur prát og tveir triðingar tónleikur. Summi kalla tað røtur, tí at tað er røturnar hjá tónleikinum, sum er blivin til síðan Elvis. Aftan á Elvis. Áðrenn Elvis er fyri tað mesta blues, gospel og frumcountry - við túsund frábrigdum - frá 20unum og fram í 50ini, men eisini okkurt nýggjari. Í Beduintjaldinum á G! Holgar & Tórfríð Bólkurin “Tórfríð og holgar” framførdi fyrstu ferð í apríl 2011,tónleikurin í spældur verður er inspereraður av fólkatónleiki við íblástri av Vágatónum, sum síðan verður smeltað til eitt egið ljóð. Tórfríð hevur ikki verið so nógv frammi fyrr enn nú, meðan Holgar hinvegin hevur verið nógv frammi á føroyska tónleikapallinum í mong ár við bólkum sum Villmenn og Tinganest. Nú arbeiðir Holgar mest sum troubadurur við sangi og guitara. Fabio Bonvicini & Francesca Beno (IT) Tveir av mest umtalaðu tónleikarunum tá talan er um enduruppdaging av fólktónleiki í norður Italia. Fokus er sett á tilfar frá 19. og 20 øld úr ymsum sjangrum sum t.d. tarantella, canto a cappella, canta og fleiri. JPFT Soundsystem / Karmakanonen (DK) JPFT SoundSystem er eitt DJ-kollektiv við støð á Christiania. JPFT SoundSystem byggja mobilar ljóðskipanir (sound system) burturúr burturkasti og endurnýtslutilfari. JPFT vera at hoyra í Grundini, í Beduintjaldinum og á tjaldingarökinum. Lula Rose (DE) Lula Rose vaks upp í einum umhvørvi á tremur við djassi og søgum úr Harlem í 1930árunum. Tá hugsar tú kanska um tað nostalgiska ljóðið, men har er einki rust í maskinarínum, tá hennara hjól fara á rull - gólvið er á gosi. Vit tosa 50ára R&B og 60ára popcorn og exotica, sum hon er von at skrúva frá í Bassy Club, Berlin. Beinir Ungi tónleik­ararin Beinir Troest Rasmussen hevur akkurát útgivið sína fyrstu útgávu í juni. Hóast sín unga aldur, so er Beinir als ikki óroyndur í tónleika høpi. Hann hevur virka sum tónleikari og sangari í Kulum Rótum og Óvita Blues Band. Beinir fer at framföra sum partur av Barna G! skránni leygardagin. Bólkarnir