Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-16, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. juli 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Juli 2013 11 18.-20. juli Tað eru fleiri nýggj ting á skránni á G! Festivalinum, sum byrjar hósdagin og heldur fram í vikuskiftinum í Syðrugøtu. Eitt av nýggju tiltøkunum er, at skipað verður fyri gudstænastu umborð á Norðlýsinum, sum fer at liggja úti á vánni. Jón Tyril sigur, at við gudstænastuna, sum byrjar klokkan 11, verða tveir prestar, og hann heldur, at hetta er eitt rættiliga áhugavert - og øðrvísi - tiltak. – Tað verður soleiðis, at skipið fer at liggja úti á vánni, og síðan verða fólk, sum ætla sær til gudstænastuna, førd út á Norðlýsið í tveimum árabátum, sigur Jón Tyril. Gudstænasta umborð á Norðlýsinum Fyrireikararnir av G! Festivalinum hava í ár gjørt av, at øll, sum hava hug at vitja festivaløkið, sleppa inn á økið ókeypis til klokkan 16 allar dagarnar, meðan festivalurin er. – Tað er eisini nýtt í ár, at børn til og við 12 ár hava ókeypis atgongd til festivalin, sigur Jón Tyril. Nýtt torg Eitt nýtt torg verður eisini á G! í ár. – Torgið er við Estra, har pallur og stórt tjald við sitiplássum koma at standa. Jón Tyril sigur, at tónleikur verður á hesum palli, og her kunnu fólk koma frá klokkan 12 á degi at hugna sær og stytta sær stundir. 600 armbond Fyri fyrstu ferð í fjør seldi G! Festivalurin serstøk armbond til pottarnar og sauna, og tað vóru ikki færri enn 600 fólk, sum brúktu henda møguleika. – Pottar og sauna er nakað, sum rættiliga hevur vundið upp á seg, og vit hava eisini fingið nýtt sauna í ár. Jón Tyril sigur, at pottarnir eru umleið 40 stig, og tey eru mong, sum brúkar hesar. – Fólk fara úr pottunum og oman á sjógvin - ella sita fyrst í sauna, renna oman á sjógvin og fara síðan í heitu pottarnar, sigur hann. Øll kunnu vitja festiva­l­ økið ókeypis