týsdagur 16. juli 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Juli 2013
12
18.-20. juli
Barna G! - Ókeypis barnafestivalur
øll børn, ið eru
tólv ár ella yngri,
sleppa ókeypis á G!
Festival í ár. Tey fáa
eitt vovið armband
og fulla atgongd
uttan at gjalda. Angela hevur aftur í ár
lagt eina spennandi barnaskrá til rættis
leygardagin á G! frá kl 12.00. Ponnyríðing
er á skrá allar festivaldagarnar, meðan
leygardagurin er serliga barnavinarligur.
Eitt nú vera vera barnafilmar og verkstøð
fyri børn. Eisini vera Beinir, Jan og
Ásbjørn, Rógvi og Vinurin og sjálvandi
eisini Angela og Hannibal á Barna G!
Spildurnýggir pottar og hitahjallur
At renna beint út í frískan sjógv, spela
niðan aftur í glóðheita saunatjaldið
og síðani seta seg í ein heitan pott.
Hetta er mestsum vorðið fast ritual á G!
festivalinum. Og festivalgestir kunnu
gleðast, tí fýra spildurnýggjar pottar
koma at standa á Gøtusandi ístaðin fyri
hinar tríggjar, ið fórust í brimi fyri jól.
Og í staðin fyri saunatjaldið, verður
tað í ár ein rættilig sauna úr viði,
sum fyrireikararnir hava latið byggja.
Hitahjall, hava tey valt at kalla nýggju
saununa, tí skapið minnir um ein
siðbundan föroyskan hjall.
Torgið - nýggjur pallur
Fyrireikararnir hava lagt stóran dent á
at gera ökið hugnaligari at vera á í ár.
Hetta er partvíst gjørt við at leggja økið
til rættis av nýggjum, flyta sølubásarnar
soleiðis at eitt nýtt torg verður skapt
millum Estra og hoyggjhúsið við Húsgarð.
Á torginum verður ein lítil pallur
við ymiskum framførslum, mest við
fólkatónleiki.
Beduintjaldið - at sleingjast í
Eitt annað nýtt tiltak á G! í ár, er Beduin
tjaldið, sum festivalurin og Hotel Føroyar
í felag hava arbeitt við at fáa hendur
á. Tjaldið verður útgjørt við arabiskum
pútum, teppum, sofum og bæði hóskandi
og óhóskandi tónleiki á skránni. Inni og
uttanfyri tjaldið er lagað manni at sita
ella sleingjast, og útsýni er yvir sandin,
pottarnar og nýggja torgið framanfyri
Estra.
Biografur á G! - Watch that Film
Watch that Film er festivalbiografurin,
sum sá dagsins ljós á G! seinasta ár.
Í ár er mangt forvitnisligt á skránni.
Frumsýningar av føroyskum filmum
og videoløgum. Sýningar av experi
menterandi filmum í samstarvi við altjóða
filmsfestivali úr Orknoyum Papay Gyro
Nights .
Arkitektar og handverkarar
- Detours
Eitt lið av arkitektum og handverkarum
er komið til Føroya at byggja festivaløkið
har við Torgið og Beduintjaldið. Arbeiðs
setningurin er at gera tað hugnaligt
og skapa sitipláss undir taki og opnum
himli. Talan er um Art Detours, sum eisini
bygdu ymiskt uttanfyri Grundina í fjør.
Hesuferð eru tey enn betur mannað, og
komu til landið í betri tíð. Tey byggja
innstalatiónir við Beduintjaldið og Torgið.
Karmakanonen - vistfrøðiligur
tónleikur á hjólum
Tað er í sama andanum, at Karmakano
nen er við á festivalinum. Karmakanonen
er eitt DJ kollektiv, sum hava tikið eina
umbygda Christiania-súkklu við sær til
Føroya. Súkklan er riggað soleiðis til, at
hon verður drivin av sólorku og trað
kiorku. Soleiðis nýtist henni ikki annan
streym, enn tað, sum kemur frá sólpanel
inum og av at traðka í pedalirnar. Tískil
kann hendan rullandi ljóðskipanin ella
annleggið ferðast runt á festivalinum -
frá beduintjaldinum til tjaldingarøkið
osfr. Umframt tilhoyrandi DJ-arnar verða
eisini forkunnugir føroyskir DJ-ar á
skránni sum eitt nú Áðrenn Elvis o.a.
Festivalkirkja, drekkamuður
og fótatváttur
Maria Jørðdal Niclasen, Theodor Eli Dam
Olsen, Arni Zachariassen og onnur hava
tikið stig til at endurreisa festivalkirkjuna,
sum einaferð var fastur táttur á G!
Kirkjan, ið er eitt tvörkirkjuligt samstarv,
heldur til í hoyggjhúsinum á Dunga.
Kirkjan á G! bjóðar m.a. fótatvátt, kaffi,
eitt gott prát ella bara at frið og náðir at
lata tankarnar reika uppeftir ella inneftir
eina lötu.
Gudstænasta og kingosangur
umborð á Norðlýsinum
Leygardagin kl 11 skipar festivalkirkjan
fyri fullflaggaðari gudstænastu við
altargongd og kingosangi umborð
á Norðlýsinum, ið liggur beint útfyri
sandin. Öll eru vælkomin til guds
tænastuna, eisini tey sum ikki hava
festivalarmband.
Bókmentur á G! - Read that Book
Kim Simonsen skipar fyri bókmentatiltaki
á G! við navnframum føroyskum rit
høvundum og yrkjarum. Tey, ið lesa
upp, eru: Jóanes Nielsen - Alexandur
Kristiansen - Sissal Kampmann - Arnbjørn
Ólavsson Dalsgarð - Vónbjørt Vang
- Oddfríður M. Rasmussen - Daniella
Andreassen
Onnur tiltök á G!