hósdagur 18. juli 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur effo-deildin upptakt
Nógvar broytingar í miðverjunum
Jóannes Hansen
Síðani 28. juni hevur verið
friður av landskappingini í
fótbólti. Nú fer bólturin á
rull aftur í heimligu kapp
ingini. Seinastu vikurnar
hava bestu liðini frá í fjør
verið upptikin av europeisku
avbjóðingunum.
EB/Streymur og Víkingur
eru framvegis partur av
altjóða kappingunum. Tey
skulu í næstu viku spæla á
heimavølli – EB/Streymur
týskvøldið á Tórsvølli og Vík
ingur hóskvøldið á Svanga
skarði. Fyri at geva møgu
leikar hjá felagsliðunum at
fyrireika seg so væl, sum tað
á nakran hátt ber til, hevur
Fótbóltssambandið gjørt av,
at landskappingardystirnir,
sum hesi bæði liðini skuldu
verið partur av, verða fluttir.
Orsaka av hálvfinalu og
finalu í steypakappingini og
landsdystum er skráin so
mikið trong, at dystirnir eru
fluttir
til
mikudagin
18.
september. Talan er um EB/
Streym-NSÍ og 07Vestur Vík
ing.
Resta verjuspælarar
Í Gundadali verður gamli
klassikarin millum HB og KÍ
á skránni. Tá ið HB flaggdagin
síðstu løtuna vendi hóttandi
tapi í Klaksvík í síðstu løtu
til 4-3 sigur, kendist tað
sum um, at luftin fór úr
klaksvíkingum.
Síðani
tá
hevur KÍ bara vunnið eina
ferð – á heimavølli ímóti
07Vestur.
Tá ið Eyðun Klakstein og
hansara menn seinnapartin
sunnudagin fara í Gundadal
verður tað fyrst og fremst
fyri at halda tætt í verjuni.
Fyritreytirnar eru ikki tær
bestu. Eitt er, at klaksvík
ingarnir, sum vóru í Gunda
dali hóskvøldið, sóu, at HB er
sera væl fyri, hóast tað
endaði við 1-0 tapi ímóti
íslendska ÍBV. Eitt annað er,
at KÍ er illa fyri, tá ið tað
ræður um miðverjar.
Tað er greitt, at talan
verður ikki um sáttmála við
Andreas Damgaard Jensen,
danska spælaran, sum hevur
vant í Klaksvík og var við í
venjingardystinum
ímóti
Skála síðsta leygardag (6-2).
Jógvan Isaksen er framvegis
plágaður av vøddaskaðanum,
sum hann fekk undan sum
marsteðginum,
og
John
Hammer er ikki tøkur. Ein
astu KÍ miðverjarnir eru
Sørmund Kalsø og Oddmar
Marsten.
Hjá KÍ er málverjin Mein
hard Joensen við aftur eftir
leikbann.
HB spældi framúr væl
fyrsta hálva tíman ímóti ÍBV.
Í síðstu løtu misti HB euro
peiska plássið. Tað var stórt
vónbrot, men hetta fer ikki
at darva HB í landskapp
ingini:
-Vit hava hildið frí í nakrar
dagar eftir sera stóra vón
brotið hóskvøldið. Nú hava
vit fokus fult og heilt á
landskappingini, har vit fara
at arbeiða hart fyri at varð
veita fremsta plássið og
harvið fyri at vinna FM
heitið, sigur HB venjarin
Oddbjørn Joensen.
Hjá HB er Andrew av Fløt
um tøkur aftur. Miðverjin
Gunnar Haraldsen er leik
bannaður.
HB-KÍ: Anders Gjermshus
sunnudagin kl. 15.00
Stór kapping í
Fuglafirði
Albert Ellefsen og ÍF hava
ikki mist móti um, at tað skal
eydnast at røkka toppinum
og at vinna FM heitið. Tað
eru sjey stig fram til HB, men
tað er áður sæð, at oddaliðið
er farið í aldudal.
Sunnudagin fær ÍF vitjan
av TB, og tað er stór kapping
um plássini á ÍF liðnum, eftir
at Dánjal á Lakjuni er komin
úr
Íslandi
og
Fritleif
í
Lambanum er komin úr
Danmark. Ari Ó. Ellingsgaad
er við aftur eftir leikbann, og
Poul N. Mikkelsen verður
miðverji í staðin fyri Bartal
Eliasen, sum er á Bermuda.
Jákup Johansen, sum fyri
tað mesta hevur verið á
beinkinum, er farin aftur til
barndómsfelagið á Skála.
Hjá TB er setningurin at
varðveita plássið í deildini.
Fýra tær seinstu ferðirnar
hevur tað ikki eydnast at
vinna fulla úrtøku. Tá ið ÍF
flaggdagin var í Trongisvági,
var TB framanfyri 2-0, inntil
tað restaðu sjey minuttir.
Úrslitið varð 2-2. Hetta er ein
av fleiri javnleikum, sum teir
í TB iðra seg um, tí teir kenna
seg at hava mist á stokkinum.
Fleiri av TB spælarunum
hava verið burturstaddir í
summarfrí, men teir eru
tøkir aftur. Í summar hevur
TB havt framrættaða Sea
mus Bartholdy, sum hevur
spælt við Brabrand IF í
donsku 2. deild vestur, til
royndarvenjingar, men tum
mulin vendi niður hjá Hans
Fróða Hansen og tískil er
spælarin farin til hús aftur.
ÍF-TB:
Petur
Reinert
sunnudagin kl. 15.00
Gott lag á Argjum
Eftir einki stig at hava fingið
í seks teimum fyrstu um
førunum, hevur AB rættuliga
fóta
sær.
Burturúr
fýra
teimum síðstu umførunum
undan
summarsteðginum
var úrtøkan tíggju stig, og nú
er ikki so langt frá AB og upp
um niðurflytingarstrikuna.
Sunnudagin verður granna
uppgerð
uttanfyri
ánna
ímóti B36, sum AB flaggdagin
vann fyrsta stigið ímóti við
1-1 javnleiki í Gundadali. Hesa
ferð verður Dmitrije Jan
kovic fyri fyrstu ferð í AB
miðverjuni.
Hann
hevur
áður m. a. spælt við B36.
Leivur Holm Joensen er
tøkur aftur eftir leikbann, og
Kári Nielsen er evni til
miðvallarpláss. Síðsta hálva
tíman í 3-1 heimasigrinum
ímóti NSÍ var hann fyrstu
ferð á AB liðnum.
Í B36 skal plássið tippast í
miðverjuni eftir Martin Ped
ersen, sum er farin aftur til
Danmarkar. Hørður Askham
hevur loyst uppgávuna væl,
og ein annar av ungu B36
monnunum, Robert Heðin
Brockie, hevur eisini staðið
seg væl, tá ið hann hevur
fingið møguleikan. Tí er
sannlíkt, at tað verða teir
báðir, sum skulu hava Keita
og hinar framrættaðu AB
spælararnar í stuttum tjóðri.
Í fyrrakvøldið skrivaði
Evrard Blé, sum higartil í ár
hevur verið í 07Vestur, undir
sáttmála við B36, og hann
verður fyrstu ferð í hópinum
sunnudagin.
Rasmus Dan Sørensen
hevur
verið
smáskaddur,
men annars eru allir B36
spælararnir tøkir, nú teir
fyrireika seg at fara út á
Argir, har AB skal spæla
tríggjar tær næstu ferðirnar.
AB-B36:
Lars
Múller
sunnudagin klokkan 17.00
AB hevur nýggjan miðverja, meðan
B36, HB og KÍ eru uttan týdningar
miklar miðverjar, tá ið lands
kappingin sunnudagin eftir stuttan
summarsteðg – og í skerdum líki –
verður aftur á skránni
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB
15
10
4
1
36
14
+22
34
2
ÍF
15
7
6
2
30
23
+7
27
3
EB/Streymur
15
7
4
4
30
18
+12
25
4
B36
15
4
9
2
23
16
+7
21
5
NSÍ
15
5
5
5
21
23
-2
20
6
KÍ
15
4
7
4
30
27
+3
19
7
TB
15
3
7
5
13
20
-7
16
8
Víkingur
15
4
4
7
17
27
-10
16
9
AB
15
3
3
9
17
32
-15
12
10 07 Vestur
15
1
5
9
14
31
-17
8
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir eftir avloysara til
byggi- og umhvørvisdeildina, at viðgera um-
hvørvismál. Starvið, verður sett skjótast til ber,
er eitt fulltíðarstarv fram til 1. januar 2014, ella
eftir nærri avtalu.
Førleikakrøv
• Hóskandi útbúgving og royndir innan økið
• Góð samstarvsevni og kunna arbeiða sjálvstøðugt
• Lætt at orða seg munnliga og skrivliga á
føroyskum
• Teldukunnleika á brúkarastigi
• Royndir innan almenna fyrisiting er ein fyrimunur
Setunarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarð-
andi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn, saman við upplýsing um útbúgving,
royndir og møgulig viðmæli, skal verða Tórshavnar
kommunu í hendi í seinasta lagi 7. august 2013.
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við
Marius Müller, deildarleiðara, ella Jákup Egholm
Hansen, tekniska stjóra, á telefon 302010.
MÁLSVIÐGERI