hósdagur 18. juli 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 82 · 19. juli 2013
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Hilmar Jan Hansen
hilmarjan@sosialurin.fo
Marius F. Joensen og Lennart Åkerblom
hittust fyrstu ferð á oyggjaleikunum í
Hetlandi í 2005, har teir kappaðust
í skeet, men annars eisini dugdu at
hugna sær í fríløtunum og at hava tað
stuttligt saman meðan skjótingin var á
skránni, so teir blivu mestsum vinmenn
og kendust væl.
– Tá vit so hittust aftur á leikunum
á Rhodos í 2007, sá eg, at hann hevði
eina flotta damu við sær, sum eg helt
vera øgiliga fitta, pena og góða. Eg
byrjaði at práta eitt sindur við hana,
og tað var ikki frítt, at eg royndi at egna
eitt sindur, sigur Lennart Åkerblom, tá
vit hitta hann eftir finaluna í skeet,
har hann endaði sum bronsuvinnari
aftan fyri gullvinnaran og vinmannin
úr Føroyum.
– Tað lukkaðist eisini, tí vit blivu gift
og hava nú okkara egna, lítla Marius,
sum er uppkallaður eftir honum, vit nú
rópa gamli Marius.
Henda flotta daman, sum Lennart
sipar til, var Rannvá Eiriksdóttir av
Norðskála, sum við giftuni eisini hevur
fingið sær Åkerblom aftur at eftir
navninum.
– Ja, eg minnist væl agnið hjá
Lennarti, tí hann spurdi øgiliga pent
Marius, um eg var systir hansara.
Hann tordi ikki at spyrja Marius, um
eg var daman hjá honum, tí so visti
hann, at har var eingin kjansur. Marius
svaraði honum tá, at hetta bara var ein
barndómsvinkona, fortelur Rannvá.
– Hann skjeyt væl og sá gott út, og
so bleiv tað til tað, at vit komu saman.
Síðani flutti eg til Álands árið eftir
leikirnar á Rhodos, og í 2009 blivu vit
gift og búgva í Álandi.
Skjýtur fyri Føroyar
Sjálv er Rannvá ikki sør til skjóting, og
hon var eisini við á oyggjaleikunum
á Isle of Wight sum umboð fyri
Føroyar.
– Eg skjóti mest skeet, men eri
eisini til kappingar í sporting og trap
til stuttleikar viðhvørt. Ætlanin var, at
eg skuldi skjóta í Álandi, tá leikirnir
vóru har í 2009, men tá bleiv kappingin
avlýst, og tað sama var í ár, tí tað var
bara eg, sum var tilmeldað. Men eg var
so við í Isle of Wight, sigur hon.
– Vit mugu so bara vóna, at onkrar
kvinnur koma við frá bretsku oyggj
unum, tá leikirnir næstu ferð verða
á Jersey. Eg veit ikki, hvussu tað er
við føroyskum kvinnum, tí tá eg havi
roynt at spurt, hevur tað ikki verið tann
stóri áhugin, men kanska onkur kundi
komið við allíkavæl. Tað hevði so verið
stuttligari, um fleiri konufólk vóru.
Til oyggjaleikirnar, sum nú eru á
Gullvinnarin
førdi
tey saman
Oyggjaleikir hava ført til annað enn sigrar og heiðursmerki, tí
tað er meiri enn so komið fyri, at pør hava funnið saman, og eitt
gott dømi um tað eru føroyska Rannvá Eiriksdóttir og álendski
Lennart Åkerblom. Og so var tað enntá nýkosni gullvinnarin, Marius
F. Joensen, ið førdi tey bæði saman á leikunum á Rhodos í 2007
Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom, lítli Marius og Lennart Åkerblom eru
lítla familjan, ið stóðst av, at Marius F. Joensen á oyggjaleikunum á
Rhodos fyri seks árum síðani førdi Rannvá og Lennart saman
Mynd: eydbii myndir