hósdagur 18. juli 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 82 · 19. juli 2013
5
Mynd: eydbii myndir
Bermuda, var Rannvá í veruleikanum
meldað til fyri bæði Áland og Føroyar,
tí tað vísti seg, at meðan hon sjálv
hevði meldað seg til fyri Áland, høvdu
føroyingarnir meldað hana til fyri
Føroyar.
– Men lat meg so siga, at eg vildi
helst skotið fyri Føroyar, um tað skuldi
verið, sigur hon.
Heldur við Mariusi
Lennart er ein hin mest royndi skjúttin
á oyggjaleikunum, tí hann var fyrstu
ferð á Oyggjaleikunum í Isle of Man
í 2001, og síðani hevur hann verið við
allar hinar ferðirnar, so tað er blivið til
14 heiðursmerki tilsamans.
– Í Hetlandi í 2005, tá eg fyrstu ferð
møtti Mariusi, var tað eg, sum vann
tvey gullmerki í skeet, akkurát sum
hann nú hevur gjørt, og hann vann tá
bronsu. Í dag er hann avgjørt verdur
gullheiðursmerkini, tí hann hevur
skotið ótrúliga væl hesa vikuna. Tað
hevur verið stuttligt at sæð, hvussu
væl tað hevur gingist hjá honum, sigur
Lennart Åkerblom.
Og tá tað kemur til, hvørjum
Rannvá eigur at halda við, tá ein av
bestu skjúttunum er maður hennara
og ein annar barndómsvinurin, er tað
ikki so trupult hjá henni at finna út av
tí allíkavæl.
– Eg hevði ikki so blandaðar kenslur,
tí innast inni helt eg við Mariusi, sum
hevur skotið betri enn Lennart, so hann
átti sjálvandi at vinna. Eg eri øgiliga
stolt av Mariusi, og tað er stuttligt, at
hann er komin so langt, sigur Rannvá,
áðrenn Lennart leggur uppí við einum
bláum stempli:
– Hetta er slett eingin trupulleiki
fyri meg, tí hon hevur jú kent Marius
nógv longri enn meg, so tað fær ikki
verið øðrvísi. Og eg føli eisini sjálvur,
at tað er deiligt, at Føroyar fáa gullið
nú, heldur enn onkur annar, tí Føroyar
standa eisini mínum hjarta nær, sigur
fryntligi álendingurin.
Stór framgongd
Yvirhøvur er Lennart sera fegin um tey
framstig, hann sær í føroysku skjót
ingini, og hann dylur ikki fyri, at hann
sær eina stóra menning tey seinnu
árini.
– Eg vil siga tað soleiðis, at um eg
hevði búð í Føroyum og skuldi skotið
fyri Føroyar, so dugi eg at síggja, at
tað hevði ikki verið lætt at kvalifiserað
seg til liðið, tí tit hava nógvar góðar
skjúttar í Føroyum nú, tí teir hava tikið
seg nógv fram, sigur hann.
– Aftan á leikirnar í Rhodos í 2007
vóru eg og Bengt-Olof Lindgren, sum
eisini er við her á Bermuda, í Føroyum
og skutu saman við teimum føroysku
skjúttunum. Har vit royndu at geva frá
okkum nakað av tí, vit høvdu lært okk
um, og eg trúgvi, at tað var eitt slag av
byrjan til ta menningina, sum nú hevur
verið, og síðani hava eisini danskir
instruktørar verið og lagt føroyingum
lag á, sigur Lennart.
– Nú er vent í holuni, haldi eg, tí
vit hava í Álandi havt traditión fyri
skjótikappingum, men nú haldi eg, at
vit síggja, at føroyingarnir hava yvir
hálað okkum.
Trívist og ikki
Rannvá, sum nú hevur búð í Álandi
skjótt hálvtsætta ár, heldur tað ikki vera
so torført hjá einum føroyingi at búgva
í Álandi, tí samfeløgini líkjast nokk so
nógv upp á fleiri mátar, men eisini eru
ólík upp á fleiri mátar.
– Tað er nokk so nógv øðrvísi enn
heima í Føroyum, tí tú sært ikki ordiliga
grannahúsini, tí her eru jú trø allastaðni,
so einastu hús tú sært, eru tey, sum
standa fram við vegnum. Men annars
líkist samfelagið nógv tí føroyska upp á
tann mátan, at øll kenna øll, tí her eru
smá viðurskifti, sigur hon.
Tá fólk spyrja, hvussu henni dámar
og hvussu hon trívist, hevur hon tó sítt
heilt egna og erliga svar:
– Ja, tá plagi eg at svara, at eg trívist
væl í Álandi viðhvørt, tí har er øgiliga
pent og gott veðurlag, men tey, sum eru
mær nær, eru ikki har, so tí er tað eitt
sindur keðiligt viðhvørt. Men vit búgva
upp á ein máta nærri fastlandinum, og
tí er lættari hjá okkum eitt nú at vitja
skyldfólk niðri í Danmark.
Í gerandisdegnum starvast Rannvá
Eiriksdóttir Åkerblom sum pedagogur
við menningartarnaðum, og tað hevur
hon gjørt alla tíðina, síðani hon kom
til Álands.
– Eg eri útbúgvin teknmálstulkur
eisini, men tað er danska útbúgvingin,
og hana fái eg ikki brúkt í Álandi, tí
teknmálini eru ikki líka, sigur hon.
Rannvá Eiriksdóttir Åkerblom, lítli Marius og Lennart Åkerblom eru lítla familjan, ið stóðst av, at Marius
F. Joensen á oyggjaleikunum á Rhodos fyri seks árum síðani førdi Rannvá og Lennart saman