Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-18, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 82 · 19. juli 2013 6 VIKUSKIFTI Samrøða Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen er ikki í iva um tann føroyska verts­skap­ in í 2019. Bermuda hevur ikki ser­liga gott netsamband nógva staðni kring lítlu oynna, og tí verður at syrgja fyri hjá Føroyum at hava allar hallirnar, og allar vallirnar klárar við »Wi Fi« net­ sambandið, sum riggar optimalt. – Tað næsta er karmarnir, sum eru rundanum leikirnar. Har standa Føroyar munandi sterkari enn Bermuda. Hetta síggja vit eisini aftur í avrikinum hjá føroysku fimleikarunum. Tey úrslitini eru komin eftir, at høllin »Fimi« er komin upp at standa í Gundadali. Karmarnir hava veruliga munað, slær Heðin fast. Golf er avbjóðingin Tað verður golf, sum verður tann stóra avbjóðingin í 2019. Heðin undirstrikar, at tað er neyðugt, at kommuna og land standa saman um golfvøllin. Heðin Mortensen sigur, at kostnaðurin fyri golf­vøllin kemur at liggja um tær 70 miljónir krónurnar. Ferðaráðið eigur avgjørt eisini at spæla ein leiklut við­víkjandi tí nýggja golfvøllinum í Føroyum. Nýggi golfvøllurin fer eisini at verða gagnnýttur av ferðavinnuni. – Vit eiga at ofra okkum, fyri at fáa hendan golfvøllin upp at standa, undir­ strikar Heðin Mortensen. – Um vit ikki fáa golfvøllin, so fáa vit heldur ikki oyggjaleikirnar, so einfalt er tað, sigur Heðin Mortensen. – Eg vóni saman við løgmanni og lands­stýris­manninum í mentamálum at finna eina loysn fyri hesum, slær borgar­stjórin fast. Shuttlebussarnir eisini í Føroyum Oyggjaleikirnir á Bermuda hava havt eina framúrskarandi tænastu við shuttle­bussum, har ítróttarfólkini, leið­ararnir og miðlafólk verða koyrd til hallirnar og vallirnar, har kappingarnar á oyggjaleikunum fara fram. Heðini Mortensen dámar væl hetta konseptið, sum hann heldur koyrir einastandandi væl. – Skulu vit hava eina líknandi tæn­ astu, so mugu vit seta eyka bussar inn, og tað dugi eg ikki at síggja nakran trupuleika við. Vit hava somikið góðar vegir í mun til Bermuda, har tað er av­ markað við gongubreytum. Buss­rutan koyrir væl her, men tað er nakað, sum vit í Føroyum fara at gera minst líka væl, sigur ein vónríkur Heðin Mortensen, sum ikki so sjáldan fær sín vilja. Cruiseskip er loysnin Heðin Mortensen hevur sítt boð uppá hvussu vit kunnu loysa trupuleikan við innivist. – Tað sum vit uppliva við mjørkanum nú, sum darvar flogferðsluna er nakað, sum vit ikki høvdu kunnað livað við, um vit vóru vertir fyri oyggjaleikunum. Vóru vit vertir nú, so høvdu vit veru­ liga havt ein stóran trupuleika. Mítt besta boð er, at vit skulu hava eitt stórt cruiseskip, sum skal sigla úr London, Bergen ella einum øðrum sen­tralum staði, har øll savnast, og øll koma til Føroya við tí sama skipinum. Ítróttar­ fólkini skulu búgva umborð, tí tað hevði verið tann mest trygga loysnin, sum vit kunnu brúka. Hetta kem­ur at kosta okkum meir, men vit eiga at satsa uppá hesa loysnina. Talan hevði verið um eina loysn, har vit høvdu loyst allar trupuleikar á ein prak­tiskan hátt. Vit mugu ikki fáa oyggja­leikirnar til Føroya, og verða púrasta tengd at, um tað er mjørki ella ikki mjørki vesturi á flog­ vøllinum í Vágum. Hetta er ein vandi, sum hinar oyggj­arnar eisini spyrja um, staðfestir borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen. – Tí er tað best, at vit miðsavna alt á einum staði, og fáa eitt cruiseskip til Føroya. Hendan loysnin var roynd á oyggjaleikunum í Hetlandi í 2005, og tað riggaði eisini framúr væl. Lat okkum so, tá fólkini búgva væl umborð fáa oyggjaleikirnar á landi so góðar, sum møguligt, har vit ikki eru so tengd at floglíkindunum vesturi í Vágum, sigur Heðin Mortensen. Cruiseskip skal útvega seingja­ pláss til 2019 Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen er ikki í iva um, at Havnin megnar uppgávuna at taka ímóti túsindtals ítróttarfólkum úr øllum heiminum. Eitt cruiseskip skal útvega seingjarplássini tilvildarlig mynd