Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 39 Alfred Klein í Fugla- firði hugleiðir um konfirmatiónina í Gøtu kirkju 2. okto- ber í 1933, um fólk, hendingar og ætt HUGLEIÐINGAR Alfred Klein, um Heyðar, Fuglafjørður Hesa hending, vil eg siga frá, er tá ið eg konfirmerað- ist í Norðragøtu kirkju 2. oktober í 1933, hvar ið kirkjan var vígd 23. sep- tember í 1833. Hundrað ára haldið var sama dagin, sum vit konfirmeraðust, so í ár var tann gamla kirkjan í Norðragøtu 170 ára gomul. Tann prestur, sum hevði minningarhaldið var tann fyrsti presturin, ið koma at búgva í prestagarðinum í Fuglafirði, kallaðist Karl Hvass, eitt ár aftaná kom presturin Hans Egil Sand. Hann kom at hava fyrstu konfirmatiónina um heyst- ið norðuri við Gjógv í 1934, so vil eg siga eitt sindur um húsini, sum eg kom at búgva í, meðan eg gekk at lesa í Norðragøtu, tað var hjá Sámal Jacob við Gil, soleiðis æt húsið tey búðu í. Kona hansara kall- aðist Bergitta, var ættað úr Barbustovu úr Syðrugøtu. Tað var eitt vælsignað heim at búgva í. Tá ið tey vóru blivin eldri, fóru tey til dóttrina at búgva, sum búði í Klaksvík og komu at doyggja út frá dóttrini og liggja grivin í Klaksvík. Hon var virkuliga ein trúgvandi kvinna. Tað vóru smábørn í húsunum, eg má siga, at tey vóru væl vand til tað góða og tað fari eg at siga henni hjartaliga takk fyri. Eg varð eisini mettur sum hennara barn. Nú eru liðin nógv ár síð- ani eg búði hjá teimum, nú eru liðin nógv ár síðan tey fóru undir grønutorvu, sum tikið verður til har ið tey eru komin heim til tann í øllum valdar, hvar ið eg havi nógv at takka teimum fyri sum eg aldrin fari at gloyma, so leingi eg livi. Nú er tað eru liðin 70 ár síðan, kom eg at síggja í einum blað, har ein dóttur teirra hevði ein rundan føð- ingardag, tað var hon, ið búði í Klaksvík, so tað fari eg eisini at ynskja henni jartaliga tillukku og Guds signing framyvir, heilsan frá Alfred Klein, Fugla- fjørður, eg sum búði hjá tykkum í 1933. So vil eg siga eitt sindur um slektina hjá mær úr báðum Gøtunum. Langabbi mín var úr Norðragøtu á Brúnni, langomma var eis- ini úr Norðragøtu. Hanus, sum hann var kallaður og hon kallaðist Gøtelspa, gift við einum manni úr Lamba, fyrra gifta, maður hennara gekk burtur við báti úr Klaksvík til Fuglafjarðar. Hann æt Klæmint, hettar hendi í 1849, kona hansara kom at eiga ein son 2 mán- aðar aftan á at báturin var burturgingin, so at tað kom at vera ein stórur missur fyri hana. Hon tók tað so nær, at hon orkaði ikki at passa barnið, so hann fór til Elduvíkar til eina fastur sína at vaksa upp, hon var eisini úr Lamba, maður hennara kallaðist Anfinnur, og húsið fekk navnið í An- finnstovu. Tey fostraðu hendan drongin upp, hann kom at eita Klæmint eftir pápanum, sum var burtur- gingin í 1849. Tey høvdu verið arbeiðsfólk á bónda- garðinum í Toftum í Fugla- firði, tey høvdu bygt húsini har niðri sum í dag verður kallað á brúnni. Havnið er ikki fyrrenn við seinru giftu, tí at seinri maður hennara var av brúnni í Norðragøtu. Omma mín kallaðist Anna Katrina og beiggi hennara kallaðist Jógvan. Tey vóru við seinru giftu, omma mín giftist við manni av Hellunum, kall- aðist Petur Fr. Jensen var abbi mín, hvar í eg eiti eftir báðum tveimum og eiti Pet- ur Alfred Klein, abbi mín var fyrsta fødda dreingja- barnið, ið var føtt á Hellun- um, pápi hansara var av Kynn úr Lamba, mamma hansara var úr Vági í Klaksvík, tey giftust í 1848 í Klaksvíkar kirkju og fluttu á Hellurnar í 1849. Abbi mín æt eftir abba sín- um innan úr Vági í Klaks- vík. Tá ið man hevur skriv- að so nógv, so vil eg siga frá, at langabbibeiggi mín, sum eisini var slektaður av Kynn úr Lamba, var við at smíða tað gomlu kirkjuna í Norðragøtu fyri 170 árum síðani, hvar í hann um stutta tíð flutti til Fugla- fjarðar at búgva, hvar hann eisini flutti húsini, ið blivu sett niður uppi við garð av fyrstan tíð, blivu so flutt norð á høvda, har sum omma mín og abbin búðu. Nú eru tey flutt fyri 4. ferð og standa nú har tey kalla við Træðarvegin, so tey eru blivin nábúgvi hjá mær, so vónandi verða tey ikki flutt meira. So vil eg siga, at abbi mín og omma, ið fyrst komu at búgva var í 1881 norð á Høvda, tá ið maður til abbasystur mína gekk burt- ur á báti í 1879, vildi abba- systir mín sleppa at flyta húsini frá garði og norð á Høvda, har sum tey stóðu uppi við garð – kallaðist Vestur í Húsi, har ið man nú hopar, at tey ikki blíva flutt meira. Tað var í 1888. So fari eg aftur at siga eitt sindur um familjuna hjá mær úr báðum Gøtunum og við Gøtugjógv. Hans Elia- sen bóndi við Gøtugjógv. Kona hansara var frá Norðragøtu, kallaðist Marthe Johnsdatter, sonur teirra kallaðist Joen Hansen og kona hansra kallaðist Súsanne Joensdatter, bæði búgvandi í Norðragøtu. So koma vit til langabba mín og langommu mína, Alfred Klein, hvar ið bæði búgva í Fuglafirði har tað í dag kallast á Brúnni. So fara vit til langabbabeiggja mín, Jacob Jensen vóru báðir av Kynn úr Lamba. Tey fluttu av Kynn úr Lamba, tað var í 1836, at tey komu til Fuglafjarðar, hevði oldur- omma mín arbeitt sum jarðamóður á øllum Skála- fjørðinum so tað bleiv eis- ini tað sama, tá hon var komin til Fuglafjarðar fekk hon sama arbeiði. So ein dagin komu tveir mans úr Norðragøtu og bóðu hana koma til Gøtu til eina konu, ið skuldi føða. Hon vór avstað við teimum, tað gekk væl at føða hjá konuni, men náttina eftir bleiv konan so ring av mes- lingum, at hon doyði stutt eftir, og so bleiv hon eisini sjúk. Hon sum hjálpti kon- uni at føða fekk eisini mes- lingar og kom eisini at doyggja, hvar ið øll trý komu at doyggja, men so kom tað eisini at henda nakrar dagar aftan á hesa hending við meslingum, at ein grind legði beinini í Norðragøtu, har í langabbi mín fór í grind. Tá búði hann í Fuglafirði, tá var hann ikki giftur, búði hjá systur síni, og tey søgdu við hann, at hann mátti onga- staðni fara inn í Gøtu, tí at meslingar gingu so ringir í Gøtu, hetta var í 1846. Men tá ið hann var komin til Gøtu, kom grindin inn eftir víkini. Gamalt var tá ið grindin kom inn eftir vágni skuldu hurðarnar á torni- num standa opnar og hurð- in á kirkjuni ikki vera læst, men hesa ferð var hurðin læst, tí at hesi sum vóru deyð av meslingum, skuldi eingin sleppa inn at leggja hond á líkini, men áðrenn grindin legði beinini, kleiv langabbi mín upp á takið á kirkjuni og inn ígjøgnum lúkurnar á torninum, fór niður í kirkjuna og legði hon á mammu sína. Hetta mátti eingin fáa at vita, ikki fyrr enn eitt ár aftaná for- taldi hann hendingina, so tað slapp eingin av teimum nærmastu at fylgja teimum til gravar av familjuni, so tað mátti kirkjutænararnir syrgja fyri, tí at øll vóru so bangin fyri sjúkuni. Hettar hendi í 1846. — So vil eg gjarna siga frá um várið 1946, tað var ein sunnudag eg var komin aft- ur av skipi um várið. Eg var staddur á lendingini á Hell- unum, tá kemur ein bátur rógvandi um fjørðin frá Oyndarfirði. Nú hann nærkast landi síggi eg, at teir koma við presti. Teir leggja at, og maður loypur uppá land og spyr meg, um eg ikki vil fylgja presti um skarðið til Fuglafjarðar. Tað er gaman í, eg var væl ílatin eg skuldi bara fara til hús og skifta klæðir, so skuldi eg koma beinanvegin. Vit fóru so til gongu, hann gekk so skjótt, at hann legðist fyri, tá vit vóru komnir har vit kalla á Klyv- ini, vit steðgaðu eina lítla løtu, so sigur hann við meg, um eg ikki eri móður, sigi at eg eri so vanur at ganga, tað bilar ikki, men so for- seta vit gongdina. Tá ið vit koma á skarðið sigur hann við meg, at nú mugu vit hvíla, so fer hann at fortelja fyri mær, hví hann gekk so skjótt, tí hann fekk boð meðan hann var í Oyndar- firði at bera eini deyðsboð til eitt heim í Syðrugøtu. Maðurin kallaðist Símin á Skansa, var útsligin av skipinum ið kallaðist Heyganes uttan fyri Aber- deen, so tað vóru ring boð at fáa. Sama árið um heystið var eg við skipið, ið kallaðist Massepa, har var ein mað- ur, sum var við var eisini úr Syðrugøtu í kallaðist Andrias á Teignum, var pápi Herluf á Teignum. Seinast á túrinum bleiv hann so sjúkur, at hann ikki orkaði at standa við snørið, tað sást á manninum, at hann var blivin so sverrur, at hann orkaði ikki at flyta um, men legðist í koyggj- una, hevði nógva pínu, so ongin fekk blund í eyguni. So fóru vit at sigla heim, so sigi eg við ein av manning- ini, hann kallaðist Andru á Støðini, vit mugu gera okk- urt, tí maðurin hevur so nógva pínu, hann sigur við meg hvat skal tað vera, so sigi eg, skulu vit ikki prøva at leggja umslag á bringuna har pínan stóð, so sigur Andreas við meg,at eg skal fara at heita blikktallerkar, so skalt tú leggja teir á bringuna hjá honum, tú mást hava okkurt um tal- lerkanar ella brennur tú hann. Eg fann eina undir- troyggju undir høvdalag- num, so ballaði eg tallerkin inn í troyggjuna og legði tað á bringuna, tá letur í Andreasi, hvat ið hettar gjørdi gott, so hann misti pínuna. Vit hildu á nakrar ferðir, so sigi eg við Andre- as, nú gevast við hesum, tí nú sovnaði hann, og vit høvdu einki sovið, nú koma vit skjótt á Fuglafjørð. Eg sigi so við ein ungan drong, sum var við, vak meg áðr- enn vit leggja at kaiini, og tað gjørdi hann. Eg hugdi í koyggjuna hjá Andrias og síggi, at koyggjan er tóm, eg fari so upp á dekkið og síggi, at Andrias stendur frammi á bógnum, hann rópar á meg at koma til sín og sigur, at hann aldrin fær takka mær nokk fyri hjálp- ina, eg hann frá mær á heimferðini. – Eg komi aldrin at gloyma teg, eg havi eisini takkað Andru fyri hjálpina. – Alfred, sigur hann, hvat heldur tú, at eg skal gera, skal eg fara til lækna, hvat heldur tú, nú er tað tygum sum bestemma, tí tað vóru tíggju, sum vóru sjúkir. Eg visti so ikki meira, tí eg fór til Hellurnar. Tríggjar dagar aftan á vit vóru heim- komnir, ringdi Andru til mín, vit høvdu telefonstøð- ina, og sigur við meg, at Andrias var deyður, hevði hann ikki verið hjá lækna- num. – Eg veit ikki, hann doyði inni á sjúkrahúsinum í Klaksvík, fert tú til gravar- ferðina? Ja! sigi eg, so skal eg biðja pláss við bili hjá Sofus, so vil eg siga frá, at dóttur Andreas er gift í Skálabotni við Hans Jacob og búgva har, so eg kom at kenna dóttur teirra so væl, hon eitur Tórgerð, er gift við bónda í Norðragøtu, og hann eitur Jóanis Gøthe, sonur til Eyða. Tey eru bæði av fittastu fólkum, sum eg kenni, so eg vil siga Hugleiðingar úr Fuglafirði Høvdahúsini í Fuglafirði. Langabbabeiggi Alfred Klein, sum var ættaður úr Kynn í lamba, flutti húsini til Fuglafjarðar, har hann sett búgv. Húsini stóðu tá uppi við Garð, men vórðu seinni flutt norð á Høvda, har omma og abbi Alfred búðu. Nú eru húsini flutt fyri fjórðu ferð og standa nú í grannalagnum hjá Alfredi – við Traðarvegin eitt sindur um familjuna hjá mær úr Norðragøtu. Líggjas í Jóristovu, hann var bóndi, hann var beiggi ommu mína, tey áttu eina dóttur, hon æt Sára, hon kom at festa eftir pápan. Hon giftist við Joen Paula Gregersen úr Syðrugøtu, sonur teirra kom at festa eftir mammuna, hann kall- aðist Per, og tann eini beiggin kom at eita Odd- fríður, so eg havi ikki gloymt hini systkini, eg fari at takka tykkum øllum systkjum fyri góð minnir eg havi um tykkum øll, so vil eg siga, at mamma mín og tykkara vóru tríminingar, so vit eru øll av sama brot- in, so eg komi at eiga nógva slekt úr báðum Gøtunum, hvar eg kundi skriva um líka til Gøtu Trónda, men tað lati eg liggja á hesum sinni. So vil eg siga frá einum manni úr Syðrugøtu, giftist í 1850 við Fredrikku Hans- datter, bæði úr Syðrugøtu, barn tierra kallaðist Johan Johansen, føddur 21. nov- ember í 1855, búsettist inni á Vágsheygnum norðan fyri Karlsá í Klaksvík, so vil eg eisini siga frá einum øðrum manni úr Syðrugøtu, hann giftist við einari gentu av Skála- toftum, hann æt Heini Jo- hansen, var føddur 25. jan- uar í 1873 í Syðrugøtu, teir vóru báðir systkinabarn við ommu mína. Hesin Heini búsettist í Áninum, tað segðist um hann, at tá ið hann stóð í brattanum skuldi hann kasta ein stein oman ímóti sjóvarmála- num, har sum steinurin steðgaði skuldi hann byggja húsini. Hesa søgu fekk eg frá beiggja hansara Johan, eg var inni hjá hon- um í eini grind, sum doyði inni í Klaksvík í 1935. Eg møtti honum á vegnum, hesin ið fylgdist við mær, sigur við hann, hettar er ein skilmaður tín, og so bjóðaði hann okkum til hús, har vit fingu alt gott at eta. So vil eg eisini siga eitt sindur meira um mína fam- ilju í Norðragøtu – Dorthe Andrea Gøthe andaðist 95 ára gomul, so kom eg at síggja í einum blað aftan á gravarferðina nøvnini á systkjum hennara, tey nevni eg her: Anna, Johan og Sunneva og Eyðin var pápi til Jóanis var beiggi teirra, hann doyði fyri nøkrum árum síðan. So vil eg endiliga nevna son til Sunnevu, hann kall- ast Øssur, sum nú býr á Argjum. Hann kenni eg ógvuliga væl, hvar í vit báðir saman í 1959 í Grøn- landi við Viðoy hvar í vit báðir vóru við til at taka fólkið av einum portugis- ara, sum fór á land á ein boða sunnan fyri innsigl- ingina í Føroyingahavnini, hvar ið vit komu at taka alt fólkið av bátinum, tí hann var blivin vrak, hvar í manningin taldi 96 í tali, hvar ið vit førdu teir inn í Føroyingahavnina, og teir fóru umborð á ein portugis- ara, sum skuldi sigla heim til Portugal. Ja Øssur, so fari eg at takka fyri túrin í 1959 so vil eg siga frá, hvar ið eg kom at tosa við mammu tína at vit báðir vóru í slekt, og tað eri eg ógvuliga glaður fyri at eiga ein so góðan slektning sum teg, eg visti at tú búði suð- uri í Vági, hvar í tú vart so óheldigur at missa konuna, tað sá eg í bløðunum, men nú er tú uppaftur giftur við Karin Kjølbro, og tað fari eg at ynskja tær hjartaliga tillukku við, heilsan frá tín- um vini Alfred Klein. Nú havi eg skrivað so nógv um familjuna hjá mær, men at fara at nevna alla við tað fer at vera ógjørligt, tí eg eigi slekt um alla Føroyar, um eg byrji við Klein familjuni, so skal eg byrjað frá 1700 talinum, tað klári eg ikki, tí tað skal ein góð tíð til tað, men tað hevur ligið væl fyri at skriva hjá mær, tí at eg havi havt eitt fantastiskt minni, men nú fer at bila, men nú er man blivin so gamal, hvar í árini eru blivin so mong. So vil eg eisini siga eitt sindur meira um ta gomlu kirkjuna í Norðragøtu, hvar ið hon fór so illa av illveðri um veturin í 1879, hvar í bátur fór úr Norðragøtu til Klaksvíkar eftir timbur til at hjálpa upp á ta gomlu kirkjuna við tí. Í tí teir fóru úr Klaksvík, brast hann á við illveðri av landsynningi, tað gekst so- leiðis, tá báturin var komin hjálva leið, bleiv so ringt veður, at báturin kom at ganga burtur og allir menn- inir sjólótust. Hettar hendi 23. mai 1879, hettar hendi sama árið, ið bátur gekk burtur í Fuglafirði 10. mars 1879, teir vóru eisini á veg úr Klaksvík, teir høvdu verið í Klaksvík við abba mínum, Alfred Klein, hann skuldi við einum Klaksvíksskipi inn á veg til Klaksvíkar kom illveður á teir, tá teir skuldu aftur til Fuglafjarðar segði abbi mín kortanei at teir skuldu fara avstað aftur úr Klaksvík, tí at veðrið var so ringt. Teir høvdu drigið bátin upp á land og komu eisini at bíða eftir einum manni, ið var farin eini ørindi, nú maður- in er komin til har báturin var settur upp á land, hvar ið abbi mín stóð hjá, sigur hann við teir, tit fara ongan veg, tí veðrið er so ringt, eingin av manningini segði eitt orð, teir stóðu allir við boygdum høvdi niður yvir bátin, so sigur abbi mín, tit fara ongan veg, tí tit vera forseinir á sjóvarfallinum, tá letur úr formanninum, nú draga vit, tað var formaður- in á bátinum, ið kallaðist Johan Joensen, var bóndi í Toftum í Fuglafirði, mað- urin teir høvdu ført til Klaksvíkar var abbi mín Alfred Klein, hann sjálvur æt Hans Klein, var slektað- ur av Strondum, kona hans- ara kallaðist Elin Klein, tey búðu á Høvda í Fuglafirði. Tá ið báturin legði frá úr Kallsoynni koyrdu teir seglið á bátin, tað hjálpti einki, tí veðrið var so ringt. Nakrar dagar aftan á at báturin var burturgingin, legði ein grind beinini í Klaksvík, hvar í ommubeiggi mín var í grindini, tá kom hann at tosa við ein mann av Syðra- dali, hvar í hann kendi hann væl, tí teir høvdu róð út í Íslandi, hvar í teir komu at snakka um hendan bát. Tá sigur Syðradalsmaðurin: – Eg var staddur á galvi- num, tá í bátuin kom forbí Galvin, og teir koyrdu seglið á. Hann skundaði sær yvir um, tí hann vildi ikki síggja hann ganga burtur, hann tonkti við sær sjálvum, at hatta klára tit ikki og so var. Abbi mín visti einki fyrrenn hann komu til hús frá skipi, at bátuin var burt- urgingin. Kona Toftabóndan var góður yrkjari, hon gjørdi ein sang um bátin, tá ið hann var burturgingin, hvar ið eg eigi sangin og havi latið inn á Kunningarstovu- na til Petur M. Petersen. So vil eg eisini siga eitt sindur um bátin í Norðragøtu, eg nevni allar teir við navni, teir vóru hesir: Áttamanna- farið úr Norðragøtu burtur- gingin á heimleið úr Klaks- vík 23. mai 1879, við vóru 6 mans, 5 úr Norðragøtu, ein frá Gøtugjógv, Jacob í Blásastovu, Líggjas í Jacobstovu, Andreas Joen Frederik í Súnastovu, Hans Jacob hjá Glyvrahanusi og Hanus við Gøtugjógv, bát- urin teir vóru við, kallaðist Broje, hann bleiv funnin norð í Kallsoyarfirði og kom aftur til Norðragøtu. Tá fekk hann navnið Kirkjubáturin. Eg kom at arbeiða hjá SEV niðan í móti tunnli- num, kom eg at arbeiða saman við Eyðin og Tumm- as á Fløtum í Norðragøtu. Vit komu at arbeiða kápilin niðan ígjøgnum bergholið, har komu vit at tosa nógv saman, hvar ið mær dámdi væl at lurta eftir teimum, tí teir vóru báðir skilamenn, teir eru báðir farnir undir grønutorvu, hvar ið eg havi nógv góð minnir um teir. Mamma mín og Eyðin vóru tríminingar, so man er av góðari ætt úr báðum Gøtunum og ikki gloyma Gøtugjógv, so um man hevði verið yngri, kundi man skrivað eina bygda- søgu um allar Gøturnar, men tað verður av ongum. Tað kanska onkur annar er betri til, so hopi tit fáa ein góðan lesnað av hesum eg her havi skrivað. Hettar eru teir konfir- mantar í Norðragøtu, sum blivu konfirmeraðir saman við mær 2. oktober í 1933. Eg nevni teir allar her, teir sum eru á lívi: Alfred Klein, búgvandi í Fuglafirði Thurid Samuelsen, búgv- andi í Klaksvík Alfred Lambastein, bú- sitandi í Tórshavn Karin Breiðaskær, Fugla- fjørður Jenhild Juhl, Fuglafjørð- ur Jonhild Samuelsen, búgvandi í Tasmalia Johanna úr Oyndarfirði, búsitandi í Fuglafirði. Úr Leirvík: Gunna Høgnesen Magnus Jacobsen úr Norðragøtu Kala úr Syðrugøtu, búsit- andi í Kollafirði. So vil eg siga øll, ið farin eru undir grønu torvu. Frá Gjógv: Jegvan Kristiansen, búði á Oyrarbakka John Joensen, búgvandi í Tórshavn Inga Veje, búgvandi í Søldarfirði So til Oyndarfjarðar: Adolf Rasmussen, Tinna Dahl, Oyndar- fjørður. So koma vit til Fugla- fjarðar: Harry Hansen Valdemar Hansen Emma Øre Ismar Joensen Fransiska Poulsen Martha Eliasen, búsit- andi í Skopun. So koma vit til Leirvíkar: Erling Hansen, búsitandi í Tórshavn Erik Hansen, búsitandi á Argjum Sanna Johannesen, búsit- andi í Leirvík. So koma vit til Gøturnar: Hans í Køkinum. So til Syðrugøtu Luddi á Dunga, Syðru- gøta Herluf á Teignum. Av Hellunum: Helena Poulsen, búði í Sandvík. Teir fáast við grind í Klaksvík Gøtu Kirkja. 2. oktober varð Alfred Klein konfirmeraður – sama dag, sum kirkjan fylti 70 ár »Máin« í Fuglafirði Fuglafjørður um næstsíðsta aldamót C M Y K 39 38