leygardagur 1. mai 2004síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 1. mai 2004
37
8
Sosialurin Nr. 83 - 1. mai 2004
Sosialurin hevði eina góða
oddagrein 28. apríl; ein dani,
ið hevði verið í 3-2 ítróttar-
sendingini, varð bjóðaður
vælkomin til Føroyar. Danin er
kendur í føroyska talvheim-
inum, hevur verið dómari í
sambandi við føroysk talv-
tiltøk mangar ferðir, og hevur
seinastu mongu árini hjartaliga
stuðlað føroyskari telving.
Hann hevur avgjørt at pakkað
niður í Danmark og flyta til
Føroyar.
Oddagreinin nevnir at danin
hevur bjóðað seg fram í sínari
frítíð at menna telvingina á
klettunum, sum er ein funnin
frensur fyri føroyska telving.
Sjálvandi skal hann bjóðast
vælkomin til Føroyar, og
væntandi fær talvítrótturin
nógv burturúr honum.
Men her steðgar hitt góða
føroyska gestablídni. So skjótt
talan er um ein ikki-ES-
borgara, ella útlending sum
heild, ið nærkast Føroyum,
byggir núverandi samgonga,
við einum ávísum landsstýris-
manni á odda, verjumúr upp.
Vit kenna jú til aktuella málið
við útlendsku ítróttarfólkini.
Nýggi landsstýrismaður í
innlendismálum sær trøll á
alljósum degi. Hann er tíverri
ikki tann einasti.
Talan er um undir 100
ítróttarfólk, sum geva góðan
góðan íblástur til føroyska
ítróttarheimin. Tað eru mong
ítróttarfeløg sum brenna eftir
at fáa styrk, og hjá hesum
feløgum er útlendsk megi
alneyðug fyri at varðveita eitt
ávíst støði og sjálvt felags-
grundarlagið.
Hesi fáu ítróttarfólk tørva
helst arbeiði við síðuna av
ítróttinum til dagligt breyð,
men landsstýrismaðurin - við
trøllum í eygunum - ger hetta
til eina nærum ómøguliga
uppgávu. Útlendingarnir stjala
eftir øllum at døma føroysk
arbeiði.
Meðan ES opnar seg upp við
útvíðkanum í hópatali, har eitt
nú Turkaland møguliga innan
ikki ov langa tíð gerst limur,
ætlar samgongan at búra
Føroyar inni og senda ræðu-
myndir út til føroyingar um
hesar stakkals óseku útlend-
ingar, sum í roynd og veru
vilja koma hendanvegin at
gera sítt ítarsta fyri nýggju
feløg síni og samfelagið.
Tak eitt nú navnframa Piotr
Krakowski, ið kom til Føroyar
og B71 í 1989. Hesin maður er
sanniliga ein styrkur fyri
samfelagið. Tað eru sandingar
í øllum førum samdir um. Ein
arbeiðshestur sum fáur.
Skulu vit veruliga útihýsa
fleiri av hesum persónum
orsakað av ræðslu og
tápuligum fremmandaótta,
sum tað veruliga botnar í?
Vit eiga sjálvsagt at yvirtaka
útlendingalógina frá dønum
sum skjótast. Uttan at koma
nærri inn á politiska vígvøllin,
so er spurningurin um hesir
útlendingar taka nakað frá
samfelagnum, ella hinvegin
eru eitt positivt íkast fyri
føroyar. Eg eri ikki í iva.
Føroyskt gestablídni..
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Carl Eli Nolsøe Samuelsen, carl_eli@hotmail.com
Til: post@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Um tú ikki tekur røddina sum
eitt ljóðføri, so... nei
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Ja eg elski at spæla piano. Eg
spæli eisini onnur ljóðføri men
ikki professionelt.
Syngur tú undir brúsuni?
– Nei. Tó murri kanska eitt
sindur, tá eg havi okkurt nytt lag
koyrandi inni í høvdinum.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja - tá eg sá Beatlarnar og
Little Richard í sjónvarpsglugg-
anum fyrstu ferð.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Sjúkliga nógv -mín sálarhirði.
Eg droymi tónleik, til dømis havi
eg fleiri fløgur enn bøkur
liggjandi á náttborðinum. Eg
skrivi tónleik, framføri tónleik
og burtursæð frá tí, so eri eg
eisini »freak« á tann hátt, at eg
keypi flestu tónleikabløð, kanni
hitlistarnar hvørja viku í USA,
Bretlandi og aðrastaðni....skal eg
blíva við?
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Veit ikki, men eitt runt skot:
væl yvir 1000 fløgur, 300 lp'ir,
100 singlir, 20 maxi-singlir, væl
yvir 1000 kassettubond, Ein
rúgva av vhs-bondum, 20 dvd'ir,
nakað DAT og Mini-Disc.
Hvat er tín yndisfløga?
– Havi ein Top 10, sum varierar
hvønn mánað. »Captain Fantasic
And The Brown Dirt Cowboy«
frá 1975 hjá Elton John hevur
havt ótrúliga nógv at siga fyri
meg tónleikaliga sæð.
Akkordirnar, orðaspælið hjá
Taupin, klaverspælið og frálíku
melodiirnir. Annars... Abbey
Road hjá Beatles. Klaverkonsert
nr.2 hjá Rachmaninov, klaver-
konsertirnar hjá Beethoven
(serliga 5), Grieg, Mozart,
Thelonius Monk, Keith Jarret,
Stevie Wonder, »Something
Magic« hjá Procul Harum,
Lillebjørn o.s.fr. Umramt eina
rúgvu av føroyskum útgávum
sum hava havt nógv at siga fyri
mín tónleikaliga uppvøkstur.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Hvussu nógvar pengar tosa vit
um?
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Hmm.....Onkur hjá mær
sjálvum.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Veit ikki. Eg eri so irriterandi,
at eg dámi allan tónleik.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Veit ikki. Havi ongantíð roynt
at sungið karaoke og vil helst
sleppa undan.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Norah Jones kanska. Tað veldst
um, hvussu hugnaligt, tað er.
Kanska Farmers Market.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Ein byttur spurningur...Hvat
fyri tónleik vilt tú hoyra týs-
morgun?.... Eg veit ikki ring til
mín sunnumorgun! Eg skal svara
tær, um eg ikki havi spælt
kvøldið fyri.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Illa spældur tónleikur, har
sokallaðir »tónleikarar«
disrespektera tónan og løtuna.
Eisini tónleikur, har tað standa
tveir og spæla til dans og eitt illa
programmerað keyboard spælir
trummur, bass og annað, sum
kundi havt givið arbeiði til ein
erligan tónleikara.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Eingin. Eg dugi ikki at dansa.
Kanska ein vísa kundi fingið
meg út á dansigólvið.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »Heart Of Glass« hjá Blondie.
Eg man hava verið eini 6-7 ár.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Tad var deiligt at »Heimið"
bleiv so væl móttikin. Tað var
ein outsidari í mínum bunka av
sangum, sum Steintór
Rasmussen setti orð til og
Brandur Enni framførdi.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Havi tíbetur ikki hugsað so
langt enn, men ókey, hvat vid
aria úr »Zaide« hjá Mozart. Tað
eru eisini so ótrúliga nógvir
flottir sálmar til.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Fyrstu ferð, eg sá mína
tónleikahetju Elton John, var
fantastiskt. Eisini King Crimson
í Forum 2003. Annars vóru tað
nógvar góðar konsertir á
Tórshavnar Jazz Fólka og Blues
festivalinum, til dømis við
harmonikuleikaranum Sivuka.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– John Lennon.
Kim Hansen, tónleikari
UTTAN ÚR HEIMI
ES-víðkanin er ein
risastór avbjóðing
fyri tað norður-
lendska samstarvið,
heldur aðalskrivarin í
norðurlendska
ráðharraráðnum
ES OG NORÐURLOND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Allar tær norðurlendsku
marknaforðingarnar mugu
beinast burtur. Vit mugu
skipa eitt felags norður-
lendskt
granskingarum-
hvørvi, har tey einstøku
londini sleppa sínum egnu
áhugamálum. Gera vit ikki
tað, kunnu vit gloyma alt
um Norðurlond sum ein
orkudepil
í
tí
nýggja
Evropa.
Tað sigur aðalskrivarin í
norðurlendska ráðharraráð-
num, Per Unckel, sum kort-
ini heldur, at Norðurlond
hava eina góða støðu í tí
broytta Evropa, nú tey mið-
og eysturevropeisku lond-
ini eru komin upp í ES.
Hann heldur ikki, at tey
baltisku londini fara at
sleppa samstarvinum við
Norðurlond, sjálvt um tey
nú eru komin upp í Evro-
pasamveldið. Sjálvt um tey
í hesum døgum venda
eygunum ímóti Bruxelles,
fara tey aftur at venda sær
ímóti Norðurlondum, sigur
Per Unckel við Aftenpost-
en. Hann heldur, at sam-
starvið við tey baltisku
londini kann geva Norður-
londum møguleikar at økja
samstarvið við Póland.
Per Unckel vísir á, at á
nýggjárinum
næsta
ár
koma tey baltisku londini
upp í tað norðurlendska
samstarvið ígjøgnum lima-
skapin í norðurlendska
íløgubankanum, og at sam-
starvið verður víðkað tey
næstu árini. Harafturateru
fleiri ætlanin, har Russland
eisini er uppií, og alt hetta
kann geva Norðurlondum
nógvar og stórar møgu-
leikar, heldur hann.
Aðalskrivarin sigur tað
hava skund at lata tann
"innara innara" marknaðin í
Norðurlondum upp.
Kerry fyri
atfinningum
Demokraturin
Jessie
Jackson fýlist á, at teir
amerikonsku minnilut-
arnir eru ov illa umboð-
aðir í tí hópinum, sum
skal hjálpa floksfelagan-
um John Kerry at vinna
forsetavalið í heyst.
Jessie Jackson, sum er
svartur, sigur, at at kalla
bara hvítir amerikanarar
eru í valhópinum hjá
Kerry, og hann væntar, at
hetta kann koma tí demo-
kratiska valevninum aft-
ur um brekku. Men tals-
maðurin hjá John Kerry,
Paul Rivera, er ikki heilt
samdur
við
Jackson.
Hann sigur við tíðinda-
stovuna AP, at av teimum
sjey fólkunum í hópinum
eru fýra hvítir amerikan-
arar, tveir eru svartir, og
ein er av latínskum upp-
runa.
Hinvegin
viðgongur
Paul Rivera, at í tí ráð-
gevarahópinum,
sum
vegleiðir Kerry í fjøl-
miðlaspurningum,
er
myndin ein onnur. Har
eru øll hvít, men tals-
maðurin heldur kortini
ikki, at hetta fer at ávirka
sjálvt valið.
Fleiri fáa astma
Ein norskur granskari
hevur í einari umfatandi
kanning staðfest, at talið
á astmatilburðum í No-
regi er trífaldað tey sein-
astu 30 árini. Niðurstøða
hansara er, at astma er
vorðin ein fólkasjúka í
Noregi.
Jan
Brøgger
hevur
kannað
títtleikan
av
astma í Noregi í árunum
frá 1972 til 1998, og við
norsku
tíðindastovuna
NTB sigu hann, at tað er
sannlíkt, at tíggju prosent
av øllum norðmonnum
hava astma. Men tað er
trupult at finna orsøkina.
Jan Brøgger sigur, at
hóast luftin í býunum er
reinari nú enn fyrr, og
hóast færri fólk roykja nú
enn fyrr, eru tað altsamt
fleiri, sum fáa astma. At
astma og ovurviðkvæmi
hava samband við hvørt
annað kann ikki vera
orsøkin, sigur hann.
Ein kanning, sum Jan
Brøgger
gjørdi
fyri
nøkrum árum síðani,
vísti, at títtleikin av
astma í Oslo tvífaldaðist
í árunum frá 1985 til
1998.
Eingin royking á
strondini
Mikudagin samtykti bý-
ráðið í Los Angeles at
banna fólki at roykja á
strondini, á busssteðgi-
støðum og á fleiri brúm í
býnum.
Bannið umfatar einar
tjúgu
klilometrar
av
strondini
við
Los
Angeles, har nógv fólk
plaga at hugna sær í
summarhitanum, og tey,
sum kortini festa sær í,
kunnu vænta at fáa 1500
krónur í bót. Sambært
borgarstjóranum í Los
Angeles, Richard Bloom,
hevur
bannið
trinni
endamál. Tað skal verja
umhvørvið,
tað
skal
verja
tey,
sum
ikki
roykja, og so skal tað
virka við til at halda
strendurnar reinar, sigur
hann.
Tað er ikki óhugsandi,
at somu reglur verða
settar í gildi í Noregi.
Tann 1. juni fáa norð-
menn eina nýggja royki-
lóg. Hon bannar ikki
royking á strondini, har
fólk hugna sær, men
blaðið VG skrivar, at tað
kann væl hugsast, at
lógin fer at umfata
baðistrendurnar seinni.
Øll lík skulu
brennast
Myndugleikarnir
í
norska býnum Tromsø
hava gjørt av, at tey bæði
næstu árini skulu øll,
sum doyggja, brennast.
Orsøkin er, at tað er
ikki pláss fyri teimum í
kirkjugørðunum. Leiðar-
in í kommunalu umsit-
ingini,
Irene
Valstad
Simonsen,
sigur
við
Nordlys, at býráðið hev-
ur ikki annað í at velja,
men hon uggar seg við,
at fleiri aðrir norskir býir
hava sama trupulleika.
Býráðið hevur gjørt av at
gera ein nýggjan kirkju-
garð. Har verður pláss
fyri 8.000 gravum, men
tann kirkjugarðurin verð-
ur ikki liðugur fyrr enn
um tvey ár.
Í
eldrafelagnum
í
Tromsø eru tey sera
hørm um boðini frá
kommununi.
Formað-
urin, Bjørnar Østgård,
heldur, at tey flestu vilja
verða jarðað í einum
kirkjugarði, og at tað
verður torført at fáa fólk
at skilja, at tað ikki skal
lata seg gera. Tí verða tað
mong, sum fara at fáa
stórar sálarligar trupul-
leikar hesi bæði árini,
sigur
eldraformaðurin
við Nordlys.
Irakar halda, at tað
var rætt at koyra
Saddam Hussein frá,
men samstundis siga
teir, at teir høvdu tað
líka gott tá
IRAK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
61 prosent av irakunum
halda, at tað var ómakin
vert at koyra Saddam Hus-
sein frá, sjálvt um tað hevur
elvt til ruðuleika í landin-
um og hevur kostað nógv-
um irakum lívið. Tað sæst í
einari kanning, sum Gallup
hevur gjørt, og sum er tann
størsta av sínum slagi
síðani innrásina í fjør.
Men
samstundis
eru
irakar ósamdir um, hvørt
teir hava tað betur nú enn
undir Saddam Hussein. Í
kanningini siga 42 prosent
av teimum 3.444 spurdu
irakunum, at støðan í land-
inum er betri nú enn undan
krígnum, men onnur 42
prosent halda, at hon er
verri. Spurdir, um innrásin
hevur gjørt størri gagn enn
skaða, svara 33 prosent ja,
meðan 46 prosent siga nei.
Kanningin vísir, at irakar
hava ikki álit á amerikan-
arum og bretum. 54 prosent
siga, at USA ætlar sær at
stýra irakska búskapinum,
og 57 prosent vænta ikki, at
USA fer at lata irakar av-
gera sína politisku framtíð.
55
prosent
vænta,
at
amerikanararnir fara ikki úr
Irak, fyrr enn irakar noyða
teir at fara haðani.
Stjórnarráðið, sum USA
hevur mannað, er heldur
ikki væl umtókt ímillum
irakar. Bara 20 prosent
siga, at stjórnarráðið eigur
at taka við valdinum tann
30. juni. 58 prosent vilja
hava ST at manna eitt ráð,
sum skal stýra landinum.
Ein langustund fyri
Norðurlond
Tað var líka frægt við
við Saddam Hussein
Irakar eru fegnir um, at Saddam Hussein varð koyrdur frá, men teir halda seg kortini ikki hava fingið tað betri
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
37
36