leygardagur 1. mai 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
35
FERÐAFRÁSØGN
Samson Nesá
Eydna Lucia Abrahamsen
At fólki dámar væl at ferðast út í
heim er einki nýtt. Munurin fyrr
og nú er, hvussu tú ferðast og
tíðin, tað tekur. Í dag gevur tú
tær ikki stórvegis far um, hvørt
tú skal til grannalondini ella um
leiðin gongur til meira fjarskotin
lond. Sjónvarpið og alnetið hava
eisini gjørt heimin nógv minni.
At valið fall á Ný Sæland, sum
liggur hinumegin jørðina, vóru
fleiri orsøkir. Ein hevur ofta sæð
og hoyrt, at landslagið er sera
vakurt. Enska málið gevur tær
møguleikan at betra um tín enska
málkunnleika. Eisini skuldu
oyggjabúgvanir vera tiltiknir
blíðir. Til teirra, sum dáma meira
ferð, er eitt hav av tilboðum at
velja í millum, bæði á summri og
vetri.
Tveir ymiskir býir
Á veg yvir steðgaðu vit í Bang-
kok og Singapore í nakrar dagar.
Bangkok við teimum mongu
templunum og áarkanalunum er
heilt vist verdur at vitja. Tað
lívliga fólkið og teir smáu
gøtuseljarnir seta ein serligan
dám á.
Er thailenski høvuðsstaðurin
niðarliga á stiganum yvir rein-
føri, má Singapore sigast at vera
ovast uppi. Tað eru so mong
forboð galdandi, at ein hevur
næstan fingið nóg mikið, áðrenn
ein er komin út úr flogvallar-
bygninginum. Í kinesiska býar-
partinum upplivir tú ferðina á
gøtuni og á kjøt-, fiska- og
fruktmarknaðinum. Úti á frí-
tíðaroynni Santosa kann ein
spæla sær á teimum reinu
strendunum, gjørdar av manna
hondum.
Keyptu bil
Meginparturin av landinum er
býtt sundur í tvær stórar oyggjar,
Norðuroyggin og Suðuroyggin.
Ein kann sigla við ferju í tríggjar
tímar millum oyggjanar ella
flúgva.
Høvdu ætlað okkum at ferðast
við bussi, men funnu skjótt útav,
at tað hava sín egna bil er besta
loysnin, um ein skal verða her í
tríggjar mánaðir, so vit keyptu
ein bíligan bil. Kundu nú koyra
hvagar vit vildu. Sjálvandi í
vinstru síðu.
At gista á vallaraheimi er
rímuliga bíligt. Heimini eru
spjødd sum hundalond kring
landið. Øll eru komin higar fyri
at uppliva landið og hava tað
stuttligt, so lætt er at koma í
samband við fólk. Íbúgvarnir eru
eisini prátingarsamir og altíð
klárir at hjálpa.
Maori og øll hini
At fólkið er í tvíningum, hevur
ongantíð verið sjónligari enn júst
nú. Tað myrka Maorifólkið, sum
kom úr Polynesia til Ný Sæland
1000 ár áðrenn tey hvítu, vilja
gjarna hava síni rættindi aftur og
jørð aftur ella endurgoldnað.
Sitandi stjórn hevur ført ein
góðviljaðan politikk mótvegis
hesum fólki, sum bert telur 15%
av íbúgvunum, men nú tykist
sum um hini halda tað vera ov
nógv av tí góða. Anstøðan hevur
rópt varskó og hevur við sínum
politikki rættuliga fingið vind í
seglini og harvið lagt stórt trýst á
stjórnina.
Seinastu árini eru nógv flutt
higar, serliga úr Eysturasia.
Auckland hevur merkt mest til
hesa tilgongd.
Arbeiða fyri ból og bita
Við einum ferðafólkavisumi, ið
varir í tríggjar mánaðir, hevur ein
ikki loyvi at arbeiða fyri løn. Vit
settu okkum tí í samband við ein
felagsskap, Wwoof, sum hevur
sett saman eina skipan við
familjum, ið gjarna vilja hava
fólk úr øðrum londum at hjálpa
sær við ymiskum, fyri samsýn-
ingina »ból og biti«. Ein hevur
sjálvur ábyrgdina av at seta seg í
samband við tey og gera avtalur.
Fyrsta staðið var á einum
vallaraheimi í Coromandel á
Norðuroynni. Vit gingu til handa
í fýra tímar um dagin. Búðu í
einum íbúðarvogni uttanfyri.
Annað av hjúnunum, sum áttu
vallaraheimið, kom úr Wales.
Tey búðleikaðust her um
»summarið« og heima í Wales
um »summarið«. Hann rópti
okkum hvaladreparar.
Økið er sermerkt við sera
grønum heyggjalendi og vøkrum
strendrum. Góð tíð var at koyra
til tey smærru støðini.
Slaktarin úr Havn
Áhugavert var at møta føroying-
um, sum búgva í Ný Sælandi.
Símun Askham hevur búð í
Tauranga í 40 ár. 19 ára gamal
og útbúgvin slaktari kom hann
higar at arbeiða. Fann sær konu
og setti búgv. Á røttum havnar-
máli segði hann frá um landið,
fólkið og um sítt egna slátur-
virki. Tað kom meir enn so fyri,
at føroyingar komu á gátt. Ser-
liga minnist konan dagarnar, tá
Durita Holm á sínu ferð kring
jørðina, átti dóttrina Freyu her á
staðnum og dagarnar saman við
familju hennara.
Eisini hittu vit Jannhild Olsen
úr Klaksvík. Aftan á nøkur ár í
Wellington búgva tey nú í
Aucklandi. Hon hevði eisini alt
gott at bera Ný Sælandi.
Vatnflóðin
Næstað staðið vit arbeiddu var á
einum bóndagarði í Tolaga Bay
norðan fyri Gisborne, har James
Cook, sum fyrsti hvíti maðurin,
setti fótin á land í 1769.
Bóndahjúnini, sum vóru um
tey sjeyti, høvdu stríðst fyri seg.
Á várið í 1988 førdi herviliga
Bolaódnin til stóra vatnflóð.
Garðurn varð so at siga lagdur í
oyði og einasta farleið, brúgvin,
ið tey høvdu stríðst so nógv fyri,
fór í stóru ánna. Bóndin segði øll
seks arbeiðsfólkini upp og konan
fór til Auckland at vinna sær
pening, har hon búði í einum
íbúðarvogni í seks ár.
15 ár seinni, náttina til 15.
februar, vaknaðu vit við kaldan
dreym. Onkur bukaði á vindeyg-
að. Bóndahjúnini vóru burtur-
stødd, so vit lupu á føtur.
Dóttirin, ið búði í einum skúri
við síðuna av, bað okkum koma
at hyggja at sjáldsama toruljós-
inum á klára himmalinum.
Neytini beljaðu sum ongantíð
áður. Vøkur, men samstundis
ræðandi sjón.
Vit trúðu ikki okkara egnum
eygum, tá ið vit á middegi dagin
eftir, settu okkum at hyggja eftir
tíðindasendingini. Glopraregn og
vatnflóð í stórum parti av landin-
um. Bóndin ringdi og spurdi um
vit høvdu tað gott. Vit søgdu
sum var, at her var ikki dropin
komin niður. 1500 ha stóri garð-
urin varð ikki raktur hesaferð.
Nakrar vikur eftir ódnina var
mett, at hon hevði kostað yvir
eina milliard kr. Serliga vóru
fleiri bøndur hart raktir, tí teir
ikki høvdu ráð at tryggja seg
ímóti vatnflóð.
Wellington eigur Filmanna
Harra
Høvuðsstaðurin Wellington hev-
ur, við sínum 400.000 íbúgvum
ein tríðing av íbúgvatalinum í
Aucklandi. Tað er eyðsæð, at
kappingin at vera tann mest
spennandi býurin, er stór. Í
Aucklandi stendur hægsti bygn-
ingur á sunnaru hálvkúlu, 328 m
høga tornið, Skytower. Welling-
ton breggjar sær av at eiga
heimsins besta forngripasavn, Te
Papa Museum. Savnið lat upp í
1998 aftan á fimm ára arbeiði og
kostaði 1,3 milliard kr!
Eitt eigur høvuðsstaurin, sum
býurin og landið hava notið gott
av, ein mann sum dugir at gera
film. Harra Peter Jackson hevur
seinastu mánaðirnar tikið ímóti
virðislønum og rósi. Lítillætni
maðurin við frísuta hárinum og
ópussaðu svartaskónum er skjót-
ur at takka sínum landsmonnum.
Bill Murray helt fyri undir stóru
virðislønahandanini, at nú vóru
ikki fleiri at takka í Ný Sælandi.
Sjeyndi hvør íbúgvi hevur á
ein ella annan hátt verið við í
filmunum um Ringanna Harra.
Einki sjónvarp og 10 børn
At koma til fjarskotnu bygdina,
Port Ligar í Marlborough Sounds
norðast á Suðuroynni, er ikki
bara sum at siga tað. Antin mást
tú koyra í egnum bili í 2-3 tímar
á vánaligum vegi ella sigla langa
túrin við postbátinum, sum bert
siglir eina ferð um vikuna.
Stóra familjan, sum telur tólv
fólk, hevur altíð úr at gera. Sjey
av teimum tíggju børnunum frá
1-24 ár búgva heima. Haraftrat
hava tey fólk uttan úr heimi at
hjálpa sær við ymiskum.
Meðan vit vóru har, vóru 17
fólk í húsið. Níggju húsfolk og
átta hjálparfólk úr Týsklandi,
Svøríki, Ísrael, Japan og Føroy-
um. Ein kann siga við vissu, at
har tað er hjartarúm, er húsrúm.
Inni fór mesta tíðin við at
rudda, gera mat og ansa børnum.
Úti skuldu teir 1000 seyðirnir og
300 slaktineytni ansast. Sjálvt
um arbeiðið av at hava kræk-
lingaæling var munandi lættari
enn djórahaldið, hevði ælingin
seinastu árini hildið húsarhald-
inum uppi fíggjarliga. Báta-
brúgvin skuldi gerast í stand, so
trø máttu høggast í skóginum.
Veiðan á landi og sjógvi fór øll
til húsarhaldið.
Einki sjónvarp, eingin avís og
útvarpið var bert skrúða frá
onkra hendinga ferðina.
Um kvøldið varð prátað um
tey ymisku londini og teirra
mentanir. Børnini kláraðu seg
avbera væl og vistu nógv uttan
úr heimi. Jú, mamman kom væl
frá sínum læraraarbeiði.
Klintran á ísinum
Ein av mongu góðu upplivingun-
um, var túrurin niðan eftir Fox
Jøkli. Ein av døtrunum í stóru
familjuni var ferðaleiðari á
jøklinum. Vit vóru so heppin at
sleppa við henni og nøkrum
vinfólkum á ein túr, ið vardi í
tveir dagar.
Fyrra dagin gingu og klintraðu
vit í 8 tímar á jøklinum, í áum og
í fjallasíðunum omanfyri, fyri at
koma niðan til eina smáttu í
1600 m hædd, har vit skuldu
sova um náttina. Útlúgvaður var
ikki ringt at sovna, hóast tað var
kalt í smáttuni.
Túrurin omanaftur var væl
lættari, serliga vektin á rygg-
sekkinum gjørdi munin. Ein túr-
ur, sum vit seks vóru sera væl
nøgd við.
Báðar dagarnar var ógvuliga
skiftandi veðurlag, sum tað so
ofta er her á oyggjunum. Ta einu
løtuna skein sólin, stutt eftir
oysti regnið niður og um kvøldið
lá pollamjørkin so vakur á
ísinum.
Bóndi og ítróttarmaður
Í Goughs Bay á vøkru Banks
hálvoynni sunnan fyri Christ-
church býr familjan Masefield.
Nossligi bóndagarðurin liggur
niðast í dalinum tætt við strond-
ina og bjørgini báðumegin.
Garðurin hevur gingið arv í arv í
150 ár. Bóndin vil ikki siga hvat
vinnulívs- og frítíðarfólk hava
bjóðað honum, men heldur
brosandi fyri at »pengar eru ikki
alt«. Sonurin og dótturin, sum
enn ganga í barnaskúla, vóru
eisini áhugaði at taka yvir.
Vit máttu flenna, tá ið skemt-
ingarsami bóndin fortaldi okk-
um, hvat hann fekk tíðina at
ganga við. Tey bæði, bóndahjún-
ini, íðkaðu renning, súkkling,
rógving og hann vandi eitt lið í
rugby. Til endans nevndi hann, at
teir 1500 seyðirnir og 500 neyt-
ini eisini skuldu røktast, hann var
jú bóndi.
Fingu seinni at vita inni í
býnum, at hann hevði tiltikið
gott kjøt og góða ull. Eisini var
hann sum ungur mettur at vera
ein av bestu rugbyleikarum í
landnum og hevði meira enn
einaferð takkað nei til venjara-
starv hjá besta liðnum í Ný
Sælandi.
Ein øðrvísi bóndi, má sigast.
Nógv at bjóða
Fólkið í Ný Sælandi er lítillátið
og vinarligt. Taka tað sum tað
kemur, men áræðið er stórt.
Serliga í ítrótti hava teir gjørt seg
galdandi. Hvør hevur ikki hoyrt
um Sir Edmond Hillary, sum var
fyrsta fólkið, ið náddi toppin á
Mount Everest, og um Sir Peter
Blake, siglaran og vinnaran í
Americas Cup.
Í dystinum millum meistara-
liðini Crusaders úr Ný Sælandi
og Brumbies úr Australia, sóu vit
veruliga hvussu hógt tey ganga
upp í tjóðaríttróttin, rugby.
Stemningurin áðrenn, undir og
aftaná dystin var fantastiskur.
Fótbóltspælara er bert nakrir
dukkudreingir, sum alt fyri eitt
høvdu verðið bornir av vølli í
hesum heldur harligu ítróttar-
grein. Tá prátað varð um týdn-
ingin á ítróttinum, helt tann eina
bóndakonan fyri: »New Zealand
is governed by sport«.
Fleiri ferðir vóru vit spurd um
Føroyar veruliga vóru minni enn
Ný Sæland. Tey halda at teirra
land er lítið, tí tey samanbera seg
altíð við grannan Australia. Vit
máttu bara smílast og søgdu, at
okkara oyggjar eru 200 ferðir
minni enn Ný Sæland.
Av útflutningi kann nevnast
neyta- og lambakjøt, mjólkar-
úrdrættir, fiskur, timbur, frukt,
grønmeti og ull. Ferðafólka-
vinnan hevur seinastu árini
rættuliga tikið dik á seg.
Djóralívið er ríkt á oyggjunum
og ein nýtist ikki at fara langt
fyri at síggja alskins sløg av
djórum, m.a. pingvinir, kóp,
hval, albatross og ikki at gloyma
kenda veingjaleysa fuglin, kiwi.
Tað eru umleið 60 mill. seyðir,
so teir sær ein allastaðni. Visti
ein ikki um innflutta pelsdjórið,
possum, áðrenn, so hevur ein
sæð tað í ríkiligt mát, tí tey
sløðast allastaðni á vegunum.
Roynt verður at halda talið niðri
við at skjóta, seta fellur og leggja
eiturevni, tí tey eta av trøunum
og oyðileggja harvið skógar-
vøkstrinum.
At arbeiða og ferðast vísti seg
at rigga sera væl. Ein lærir fólkið
og landið at kenna frá fleiri
síðum. Mong vinarbond eru
knýtt. Fýra sera ymiskar familj-
ur, men við einum til felags.
Gestablídni, so tað forslær.
Spennandi verður hvat
Australia, Fiji og Los Angeles
hava at bjóða.
Gestablídni hinu megin jørðina
Samson Nesá og Eydna Lucia Abrahamsen í Ný Sælandi
Meginparturin av Ný Sælandi er býtt sundur í tvær stórar oyggjar, Norðuroyggin og Suðuroyggin. Ein kann sigla við ferju í tríggjar tímar millum
oyggjanar ella flúgva
Økið í Coromandel á Norðuroynni er sermerkt við sera grønum heyggjalendi og vøkrum strendrum. Góð tíð var at koyra til tey smærru støðini
Stóra familjan í fjarskotnu bygdina Port Ligar í Marlborough Sounds norðast á Suðuroynni telur tólv fólk. Tey hava
altíð úr at gera. Sjey av teimum tíggju børnunum frá 1-24 ár búgva heima. Haraftrat hava tey fólk uttan úr heimi
at hjálpa sær við ymiskum
C
M
Y
K
35
34