leygardagur 1. mai 2004síða 17
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 83 - 1. mai 2004
SAMRØÐA
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Lívið í Arsenal
– Gerandisdagurin hjá mær er
sjálvandi munandi øðrvísi, enn
hann er hjá mínum javnaldrum í
Føroyum. Eg venji hvønn morg-
un frá kl. 10 til 12 og spæli dyst
hvønn leygardag. Mánadag havi
eg tveir skúlatímar á venjingar-
stadion áðrenn venjing, og
mikudag gangi eg heilan dag í
skúla inni í London, greiðir Ingi
frá. Teir kunnu sjálvir velja
lærugreinirnar, og Ingi hevur valt
at taka matematik, fysikk og
kemi á studentaskúlastøði.
– Sjálvandi hugsi eg viðhvørt,
um eg ikki havi mist okkurt. Eg
havi jú ikki havt heilt vanlig
tannár, og havi ikki upplivað
ungdómslívið, sum mínir vinir
har heima hava. Men eg havi
fingið so nógvar aðrar góðar og
spennandi upplivingar við
fótbóltinum, so tað er absolutt
einki sum eg angri, sigur Ingi.
Í løtuni er hann tó skaddur, so
hann fær ikki vant við hinum.
Undir eini venjing skaddi hann
sær eitt liðband í knæðnum so
mikið illa, at hann ikki fær
sparkað ein bólt. So hann venur í
vøddarúminum og gongur til
fysioterapeut í staðin.
– Her er eingin umbering fyri
at verða burtur frá venjing. Ert tú
skaddur, skal tú venja í vødda-
rúminum. Ert tú sjúkur, skalt tú
møta til venjing, so at fysiotera-
peauturin kann hyggja at tær. Og
kemur tú ov seint til venjing bara
eina ferð í eini viku, so missir tú
tær tvær fríbillettirnar, sum tú
annars fært til heimadystirnar hjá
Arsenal, sigur Ingi.
Ingi heldur sjálvur, at hann er
mentur nógv sum fótbóltsspæl-
ari, tíðina hann hevur verið í
Arsenal.
– Eg haldi sjálvur, at eg eri
vorðin nógv betri, síðan eg kom.
Eg havi bara verið sera óheppin
við nógvum skaðum. Hevði eg
ikki verið so nógv skaddur,
kundi eg verið enn betri, sigur
hann. Hann greiðir frá, at teir av
og á venja saman við besta
liðnum hjá Arsenal, so venjingin
er á absolut hægsta stigi.
Liðfelagarnir
Arsenal hevur bert eitt u-19 lið,
so kappingin um plássini er sera
hørð.
– Tú ert altíð í vanda at missa
plássið. Tað eru eitt ótal av spæl-
arum og royndarvenja allatíðina,
og um teir finna onkran, sum teir
halda vera betri enn teg, so ríkur
tú út. Tí mást tú altíð geva títt
allarbesta, serliga undir dystum.
Teir vænta, at vit vinna hvønn
einasta bólt, sigur Ingi. Sum er,
er hann tó tryggjaður í Arsenal
til endan á næsta kappingarárið,
tá núverandi sáttmáli gongur út.
– Tað er tó rættiliga torført at
koma inn á liðið. Tølini vísa, at
bert 1 út av hvørjum 1500, sum
eru og royndarvenja við Arsenal,
fær kontrakt. So eg var ógvuliga
heppin, sigur hann smílandi.
Men hóast kappingin millum
leikararnar er hørð, so er vinar-
lagið millum spælararnar gott.
– Tað er ikki so, at vit við vilja
takla hart undir venjing, fyri at
tryggja okkum plássið á liðnum.
Tað havi eg hoyrt, at ungdómslið
í t.d. Italia gera. Vit fylgjast sera
nógv uttanfyri vøllin eisini. Um-
leið helvtin av liðnum eru
útlendingar, og vit finna sera væl
útav tí saman. Vit eru allir í
somu støðu, langt heimanífrá,
greiðir Ingi frá.
Hann heldur, at støði á u-19
liðnum man vera nakað tað sama
sum á føroysku 1.deild.
– Tekniskt er støðið ógvuliga
høgt. Og vit gera nógv við at
venja skjótleika og fimleika. Í
Føroyum eru spælararnir sera
tungir og seinir, samanborið. Um
føroyskur fótbóltur skal koma
upp á støðið her, so mugu teir
gera nógv meira við at venja
skjótleika, heldur Ingi.
Spurdur um hann gerst ríkur
av at spæla við Arsenal, flennir
hann og sigur, at hann kann ikki
klaga.
– Men um tú veruliga vil liva
av fótbóltinum, mást tú spæla
við bestu deildini, sigur hann.
Sum er býr Ingi hjá eini familju,
har hann hevur búð síðani hann
kom til Onglands.
– Eg havi hugsað um at keypa
mær eina íbúð, men London er
ein sera dýrur býur at búgva í, so
eg veit ikki, sigur hann. Ein av
fyrimununum við at búgva hjá
familjuni, er, at har býr eisini ein
svenskari, sum kom til Arsenal
somu tíð sum Ingi.
– Tað hjálpir sera væl at hava
góðar vinir her yviri. Eg var so
ungur tá eg kom, og tá var tað
eitt sindur ringt. Men nú dámar
mær væl, og eg stórtrívist.
At liva fótbólt
Men er tað ikki skjótt at gerast
troyttur av fótbóltinum, tá tað
meira ella minni er einasta
innihaldið í gerandisdegnum?
– Um eg skal vera heilt erligur,
so dámdi mær betur fótbólt,
áðrenn eg kom higar. Eg kundi
vera einsamallur niðri í Gunda-
dali við einum bólti í fleiri tímar.
Eg spældi fótbólt allan dagin.
Fyrstu tíðina í Arsenal hugsaði
eg eisini, at hetta var dreymurin
sum gekk út. Nú er dreymurin
vorðin til veruleika og fótbólt-
urin er vorðin eitt arbeiði, sum
skal gerast hvønn dag. Ikki tí,
mær dámar tað sera væl enn,
men ikki heilt á sama hátt sum
fyrr, greiðir hann frá. Hann sigur
víðari, at tað hevur verið ringt at
verið so nógv skaddur.
– Fótbóltur er suverenur, tá alt
gongur gongur sum tað skal. At
spæla dyst er altíð stuttligt,
serliga tá tað gongur væl hjá
mær og vit vinna. Men at síggja
allar hinar fara til venjingar,
dystir og viðhvørt til kappingar
uttanlands, er rættuliga súrt, tá tú
ikki sleppur við sjálvur, sigur
hann.
– Tá kanst tú lættliga gerast
eitt sindur troyttur av tí heila og
bara vilja sleppa heim. Ingi
viðgongur, at fótbóltur fyllir
meginpartin av lívinum. Hann
kennir nærum eingi fólk í
London, sum ikki á onkran hátt
eru knýtt at fótbóltinum.
– Vit venja fótbólt, tosa um
fótbólt, og hyggja at fótbólti í
sjónvarpinum. Men fyri at royna
okkurt nýtt eri eg farin at spæla
golf. Tað er mín nýggja hobby,
sigur hann og flennir. Men hann
heldur allíkavæl ekstrema fót-
bóltsumhvørvið vera gott, tí
hann lærir nógv av tí. Teir á u-19
liðnum skulu t.d. eisini møta til
allar dystirnar á Highbury, fyri at
"hyggja og læra".
Lívið sum yrkisleikari í Arsenal
Ingi Højsted er 18 ára gamal og hevur síðani summarið 2001 spælt við
Arsenal. Tá hann var 15 ár, varð hann sæddur av einum talentskóta í eini
altjóða ungdómskapping, sum varð hildin í Gundadali. Sosialurin møtti
honum til eitt prát um lívið sum yrkisleikari í London
Ingi Højsted til arbeiðis í London
mynd: savnsmynd
Sosialurin Nr. 83 - 1. mai 2004
5
Men hóast teir eru yrkisleik-
arar, so merkja teir, at teir "bara"
eru eitt ungdómslið. Tó ikki í so
stóran mun sum undanfarin
ungdómslið gjørdu.
– Fyrr skuldu yngru leikararnir
busta fótbóltskógvarnar hjá besta
liðnum, men tann reglan varð
tíbetur avtikin árið fyri, at eg
kom. Nú skulu vit bara feiða
bólt/keylu-rúmið regluliga. Og á
jólum skulu vit syngja jólasálmar
fyri 1.liðnum, venjarum, fysio-
terapeutum, kostráðgevum og
øllum hinum sum hava nakað við
felagið at gera. Tað plagar at
vera øgiliga stuttligt -og falskt,
við nógvum røddum sum eru í
yvirgang.
Tað eru tó ikki bara ungling-
arnir, sum merkja mun á sær og
besta liðnum. Eisini besta liðið í
kvinnudeildini merkir munin.
– Eg var heilt ótrúliga yvir-
raskaður, tá eg sá okkara kvinnu-
lið spæla fyrstu ferð. Tær eru
heilt fantastiskar, og tær plaga
eisini at liggja millum bestu
liðini í deildini. Tær spæla góðan
fótbólt, men tað fáa tær ikki
serliga stóra løn fyri. Haraftur-
ímóti fáa tær løn fyri at vaska
okkara klæði og syrgja fyri, at
tey eru klár og samanløgd, tá vit
skulu nýta tey. Tað er teirra
arbeiði í felagnum, sigur Ingi við
einum skeivum smíli. So mikið
fyri javnstøðu.
Framtíðin
Hóast kappingarneytarnir hjá
Inga á 1. liðnum hjá Arsenal eru
so kendir menn sum Viera og
Silva, so hevur Ingi vónir um at
fáa pláss á miðjuni einaferð í
framtíðini.
-Vónirnar hevur man altíð.
Tær ert tú noyddur at hava. Teir
11-12 leikararnir á mínum liði
eru útvaldir og hava fingið
kontrakt, tí teir verða mettir at
kunna klára seg á 1. liðnum. Tað
er tó ikki vanligt at fara frá
ungdómsliðnum beinleiðis uppá
1.lið. Flestu leikararnir fara í
onnur feløg ella á eykaliðið
aftaná ungdómsliðið. Um eg
verði ein av teimum, sum ikki fái
nýggja kontrakt, tá hendan
gongur út, so havi eg nógvar
fyrimunir av at hava spælt við
Arsenal, sigur Ingi.
Hann sigur, at tað altíð eru
nógvir talentskótar og hyggja at
dystunum hjá teimum, tí støðið
er so høgt. Tað vil siga, at tað er
lættari at verða sæddur, enn tað
hevði verið í einum av teimum
smærru ensku feløgunum ella í
t.d. Danmark. Tað merkist, at
áhugin fyri teirra liði er stórur, tí
eftir so at siga hvønn dyst er
onkur, sum kemur og prátar við
teir um at koma í onnur feløg.
– Tú mást ansa tær eitt sindur.
Teir lova allir gull og grønar
skógir, um man bara ger sum teir
siga. Men teir flestu hugsa
kanska meira um seg sjálvan enn
um teg, sigur Ingi. – Teir vilja
bara hava fatur á tínum pengum.
Tað er tó ikki bert møguleikin
at verða sæddur av øðrum góð-
um feløgum, sum er ein fyri-
munur hjá Inga. Bara tað at hava
Arsenal standandi á pappírunum
gevur honum fyrimun. Eisini
hóast møguligir keyparar aldrin
hava sæð hann spælt. Arsenal
verður jú skýrt at vera heimsins
besta felag, við sera høgum
støði. Teir leikarar, sum hava
fingið kontrakt við Arsenal, hava
líkasum fingið eitt dygdar-
stempul.
Og um illa vil til, so heldur
Ingi seg hava lært so mikið nógv
um fótbólt hesa tíðina, at tað
skuldi ikki verið so heilt torført
at fingið eitt gott venjara starv.
Hvat krevst?
Ingi dylur ikki, at hann hevur
verið óvanliga heppin. At ein
talentskóti frá Arsenal er og
hyggur at eini u-16 kapping í
Gundadali, er ikki heilt vanligt.
At hesin so bað júst Inga, millum
allar leikararnar í kappingini, um
at koma og royndarvenja var sera
heppið. Og møguleikarnir at
sleppa ígjøgnum nálareygað og
fáa kontrakt eftir at hava roynd-
arvant í Arsenal eru sum sagt
1:1500. Men afturat góðu
eydnuni er eisini óalmindiliga
nógv venjing. Og stríðsvilji.
– Tað besta ráðið eg kann geva
øðrum, sum ganga við hesum
dreyminum, er at venja. Venj-
ingin hevur alt at siga. Eg trúgvi,
at tú kanst alt tú vilt, bara tú
venur miðvíst. Tað hjálpir sjálv-
andi at spæla á einum góðum liði
við einum góðum venjara, so tað
mást tú kanska leggja teg
miðvíst eftir, heldur hann.
Ingi sigur, at hann onkuntíð
hevur sæð onkrar góðar leikarar
her heima, sum saktans kundu
spælt við Arsenal-liðnum.
– Tað eru nógvir ungir, góðir
spælarar í Føroyum. Men teir
flestu gerast óseriøsir tá teir
gerast eldri og velja onnur ting
framum fótbóltin. Tá hava teir
ongan kjans. Høvdu teir í staðin
hildið fram við miðvísari venjing
og lagt seg eftir at sloppið á
landsliðið, so høvdu teir økt
nógv um møguleikan at gerast
yrkisleikarar. Landsliðið er ein
góður sýnisgluggi, tað var í
øllum førum soleiðis, at eg varð
sæddur, sigur Ingi.
Hann leggur eisini dent á,
hvussu nógv karmarnir hjá
ungum spælarum eru batnaðir
seinastu árini.
– Nú er t.d. Jákup í Stórustovu
farin at arbeiða við okkum. Hann
er ein føroyskur agentur burtur-
av, sum kennir føroyskar leikarar
og veit alt um føroyskan fótbólt.
Hann hevur góðar kontaktir
uttanlands, so tað er eitt stórt
framstig. Hann fær hjálpt leik-
arunum víðari, men grundina
mugu teir sjálvir leggja. Og hon
kemur bara við venjing, venjing
og meira venjing, sigur Ingi
Højsted at enda.
Ingi er í løtuni skaddur í knænum, og fær tí hvørki vant ella spælt.
mynd Eydna skaale
Highbury stadion, har Ingi og liðfelagarnir av og á spæla dystir. Pláss er fyri 40.000 áskoðarum. Teir skulu eisini
hyggja at øllum heimadystunum hjá 1. liðnum.
Mynd Eydna Skaale
C
M
Y
K
33
32