Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin Nr. 83 - 1. mai 2004 3 2 Sosialurin Nr. 83 - 1. mai 2004 N Á T N Á T T Ú R T Ú R U V Í S I N D I U V Í S I N D I N Á T N Á T T Ú R T Ú R U V Í S I N D I U V Í S I N D I N Á T N Á T T Ú R T Ú R U V Í S I N D I U V Í S I N D I Lis Mortensen, natúrgeografur Jarðfrøðisavnið Vandin fyri omanlopum kann økjast Skriðulopini hendan heystardag fyri góðum 3 árum síðan raktu nógv øki í norðara parti av Føroyum. Tað mest skelkandi av teimum øllum mundi uttan samanbering vera hendingin í Klaksvík, tá regnið loysti fleiri hundrað tons av steinum og runu undir Kjøli á eystara armi av Klaksvíkini. Runualdan, sum bóltaði oman av hamrinum, rakti eini hús á Kjalarvegnum serliga meint. Tey, sum vóru inni í húsinum megnaðu at koma til bjargingar, og eingin mannskaði hendi, tó at tað var sera nær við. Vandin fyri omanlopum økist Væntast kann, at vandin fyri omanlopum økist í Føroyum komandi árini. Hetta merkir, at neyðugt er at taka størri fyrilit fyri jarðvágum á landi. Í granna- londum okkara er hetta eitt kent fyribrigdi. Við at hesi londini eru størri og hava fleiri økir við brattlendi, eru tey nakað harðari rakt av økta vandanum fyri omanlopum. Tann økti vandin kemur ikki so nógv av, at fleiri omanlop henda nú í mun til seinastu 100 árini. Orsøkin er heldur, at fólk í størri mun eru farin at búgva, arbeiða og ferðast í brattlendi. Hetta merkist ser- liga væl í Føroyum, tí landið er so lítið, at útbygging av húsum og vegum nógva staðni bert kann fara út í brattlendi. Neyðugt verður tí at liva við hesum økta vága við fyriliti, sum er hóskandi fyri vandan. Ógvuslig náttúrumegi Hendingar sum omanlopini í september fyri fáum árum síðan eru við til at vekja tilvitanina um náttúrumegina, har menniskju gerast smá. Tað er einki ókent fyri føroyingar at vísa náttúruni, kanska serliga havinum, virðing og ótta. Sjálvt í hesum tøkniligu nútímans tíðum liggur ansni fyri náttúruni djúpt hjá nógvum fólk- um. Økti vanding fyri oman- lopum merkir, at hugtøk sum "jarðvági" og "jarðvágis-tilbúgv- ing" eiga at fáast til Føroyar og tillagast føroysk viðurskifti, áðrenn mannskaði stendst av næsta omanlopinum. Spurningarnir í løtuni eru tí, hvørji omanlop eru talan um, og hvørji fyrilit eru møgulig at taka í mun til økta vágan fyri oman- lopum. Nógv sløg av omanlopum Føroysku oyggjarnar eru smáar og mjáar og reisast so brádliga úr havinum, at miðalhæddin yvir havið fyri allar Føroyar røkkur uppá 300 metrar. Brattlendi er serliga eyðkent fyri norður- og vesturstrendurnar, umframt allar Norðoyggjarnar. Í hesum bratta lendi fáa náttúrukreftirnar fasta- tøkur í klettin við regni, kulda og brimi. Omanlop av nógvum ymiskum slag eru tí vanlig fyri- brigdir í Føroyum. Á føroyskum kenna vit til hugtøk sum eitt nú berglop, grótlop, skalvalop, skriðulop og áarlop. Omanlop eru vanlig í fjallaøkjum um allan heim, og eitt av hesum kann lættliga elva til bæði skaða fyri bygt øki eins og vanlukku, um fólk eru stødd í omanlopinum. Berglop eru alt árið Tey ymsu sløgini av omanlopum hátta seg ymiskt. Berglop eru vanlig í bjørgunum framvið norður og vestur strendurnar í Føroyum. Her hevur brimið frítt fyri at máa fótin undan bjørgun- um, sum daga steyrrætt nógvar hundrað metrar upp úr sjónum. Við jøvnum millumbilum leypur úr berginum. Hesi lop venda aloftast út ímóti opnum havi, so lopið ger vanliga lítlan skaða á fólk, eins og aldan aftaná lopið sjáldan rakar bygt øki. Okkurt undantak er tó. Norðantil á Kals- oynni leyp í berginum mið- skeiðis í 1950’unum. Lopið elvdi til eina aldu, sum skolaði tvørt- urum Djúpini og breyt upp í lendingina í Gjógv og oyðilegði fleiri bátar. Bæði berg- og grótlop eru sermerkt við, at lopini loysna í rivum í bjørgum og homrum yvir langa tíð. Hvat tað er sum at enda elvir til lopið kann vera ilt at siga, tí berg- og grótlop eru eyðkend við, at tey kunnu henda allar tíðir á degnum allar tíðir á árinum óheft av veðrinum, með- an tað loypir. Hesi lop kunnu vera stór og sjáldsom, og tí ser- liga vandamikil. Ein máti at vísa slíkum hendingum fyrilit kann vera fylgja við útvíðkanini av rivum yvir eina tíð. Skalvalop um várið Kavin í Føroyum kemur og fer allan veturin, og hetta minkar um vandan fyri at vandamiklir skalv- ar byggja seg upp yvir langa tíð. Størsti vandin fyri skalvalop- um tykist í løtuni at vera eftir stórkava í februar og mars mánaða. Kavin fellur við høgætt, soleiðis at kavin vanliga er mestur í norðaru økjunum í Føroyum. Við norðanvindinum fýkur kavin suðureftir og kann savnast saman, so tungir skalvar hanga omanyvir suðurvendar líðir. Í Fuglafirði vóru eini hús á henda hátt rakt av einum skalva- lopi í 1998. Í Klaksvík stendur minnisvarðin um vanlukkurnar úti í Grøv, tá húsini vórðu rakt av skalvalopum tvær ferðir í 1700’talinum. Hesar hendingar benda á, at líðir sunnanfyri eina fjallarøð ella háslætta eru í serligum vanda fyri skalvalopum. Áarlop í toybili Áarlop eru vanlig, tá tað regnar illa. Runa og steinar skola við vatninum oman ígjøgnum ánna í størri nøgdum enn áin megnar at bera, og skola útyvir áarbakkan og út á vegir. Vandin fyri oyði- leggjandi áarlopum er størstur, tá nógvur kavi bráðnar í nógvum regni, men annars kunnu slíkar hendingar henda alt árið. Nógvar áir eru kendar fyri at vera ringar at leypa í ávísum veðri, og slíkur kunnleiki ger tað lættari at vísa neyðuga fyriliti. Frammi við Gjónni við Leyna- vatn hevði niðursetibóndin í 1800-talinum ringar royndir av áarlopum úr Gjónni. Hann flutti húsini nakrar metrar úr farleiðini fyri áarlopini og laðaði ein grót- garð úr stórum klettum við munnan til gjónna, sum hereftir skuldi venda framtíðar áarlop burturfrá húsunum. Roynd hans- ara má hava eydnast, tí húsini Frammi við Gjónna standa enn á grundini, og eru í dag summar- hús hjá sparikassanum. Skriðulop í regni Skriðulopini, sum tey sum raktu Kalsoynna, Saksun og Klaksvík tann 18. september 2000, hendu aftaná at einir 100 mm av avfalli fullu innanfyri bert einar 4 til 6 tímar. Økið, sum varð serliga hart rakt av tí nógva avfallinum rakk úr Borðoyarvík, tvørturum Kals- oynna við Syðradal, norðara part av Eysturoynni við Fuglafjørð og Oyndarfjørð til Saksun á Streym- oynni. Skriðulop og áarlop hendu innan alt hetta økið, og fleiri staðni kom regnið í so stórum nøgdum eina løtu, at allar áir floymdu yvir, og allar fjallasíður og brekkur lógu undir í vatni. Flestu skriðurnar hendu nakað uppfrá sjóvarmálanum og bert fáar hendu uppi í teimum ovastu fjøllunum. Í rakta økinum var ilt at siga, hvørjar fjallalíðir vóru í mesta vanda fyri skriðulopum, samstundis sum greitt varð, at økini vóru sera ymiskliga rakt. Skriðulop kunnu væntast at vera tað slagið av omanlopum, sum komandi árini fara at elva til alsamt størri skaða av tí einføldu orsøk, at alsamt fleiri hús verða bygd í brattlendi, og at ferðslan økist eftir øllum vegum, eisini teimum í brattlendi. Tað er tí neyðugt í komandi tíðini at um- hugsa neyðug fyrilit og tilbúgv- ing móti omanlopum, sum eru hóskandi til núverandi búset- ingar- og ferðslumynstur. Trupult at kanna omanlop Nakað av tí, sum ger jarðvágan serliga vandamiklan í Føroyum er,at búsetingar- og ferðslu- mynstrið er tætt, samstundis sum títtleikin av omanlopum er lut- falsliga lágur. Hetta viðførur, at eitthvørt omanlop er lutfalsliga vandamikið fyri fólk og ferðslu, samstundis sum fáu hendingar- nar bert treyðugt avdúka greið mynstur í eginleikum. Søgulig og forsøgulig omanlop Fyri at skapa grundarlag fyri tilbúgving móti omanlopum er tí neyðugt at fáa til vega størri kunnleika um omanlopini á ymiskan hátt. Ein máti at leita eftir upplýsingum er at líta aftureftir og kanna omanlops- hendingar í Føroyum langt aftur í tíðina. Nógv ár aftureftir fáast við tosa við fólk um omanlop, nær og hvar tey hendu, og upplýs- ingar um útbreiðslu og títtleika av omanlopum nøkur túsund ár aftur í tíðina kunnu fáast við at grava í jarðløgunum í oman- lopsraktum økjum. Samstarv við útlond Søguliga vitanin um omanlopini má sameinast við einum førleika til at skilja náttúruna í omanlop- unum. Hvørjir táttir hava stóran og minni stóran týdning fyri omanlopini, og hvussu kann hesin kunnleiki frægast koma til ítøkiliga nyttu? Í hesum spurn- ingum er hjálp at fáa í útlondum, sum hava víðari fjallaøkir enn tað føroyska og tí størri títtleika av ymsum sløgum av oman- lopum. Fyrilit móti omanlopum Í Noregi hevur arbeitt verið við skriðulopum í nógv ár, og hend- an vitan er í stóran mun komin útbyggingini til góðar við at kunna vísa á økir, sum mugu tilsíðusetast vegna omanlop. Nógvar lagnusøgur eru í Noregi um vanlukkur eftir berglop, skriðulop og áarlop. Ein av syndarligu hendingunum fór fram í Tafjorden í Miðnoregi fyri umleið 80 árum síðan, tá ein stórur partur av einum bergi leyp. Berglopið rakti niður innaliga í ein av djúpu norsku firðunum og elvdi til eina ovurstóra flóðaldu, sum skolaði partar av bygdini nærhendis burtur. Nógv fólk doyðu í hesi vanlukku. Tað bleiv greitt fyri øllum á leiðini, at slíkt kundi henda aftur og neyðugt var at umhugsa, hvussu slíkar van- lukkur kundu fyribyrgjast, og hvussu fólk á staðnum á bestan hátt lærdu at liva við vandanum. Skalvalopið í Suðavík Vanlukkan í Suðavík í Íslandi, tá ein skalvur leyp og drap nógv fólk, bæði vaksin og børn, var skakandi og ørkymlandi. Ís- lendingar hava lært seg at liva við dagligum jarðskjálvtum og vandamiklum eldgosum. Við Suðavík bleiv skalvalop og omanlop lagt afturat røðini av jarðvágum, sum íslendingar taka fyrilit ímóti. Tilbúgving í Føroyum Føroyar hava verið brattlendi sum í dag í nakrar milliónir ár, og alla hesa tíðina hava skriðu- lop, berglop og nógv onnur sløg av omanlopum verið vanlig. Orsøkin til at tað í dag er neyð- ugt at vísa hesum størri ans enn higartil, er at búsetingarmynstri og ferðslumynstri noyða fram- tíðarútbyggingin inn á brattlendi og vandamikil omanlopsøkir. Hendingarnar á Kalsoynni og í Klaksvík í september 2000 var kanska tann skelkurin sum skuldi til fyri at byrja arbeiðið við at lýsa jarðvágar í Føroyum, so kunnleiki og hóskandi tilbúgving fæst í lag. Jarðfrøðisavnið hevur gjørt kanningar av skriðulopum nøkur støð í Føroyum, millum annað í Klaksvík og hevur ætlanir at halda fram við kanningunum til várs, tá fólk frá Norsk Geologisk Undersøgelse við serligum før- leika í omanlopum fara at lut- taka. Endamálið við hesum kanningum er at geva íkast til, hvussu vit í Føroyum kunnu liva við jarðvágum, tá vit einki annað val hava enn at búgva og ferðast í brattlendi. Eitt øgiligt rokilsi var, tá ein partur av høvuðsvegnum saman við háspenningslinju og verjustokkum endaðu í havinum í áarføri og skriðulopi á Kalsoynni 18 september 2000. Í Klaksvík vóru skriðurnar ógvusligar og stórur skaði stóðst, tá ein runualda bóltaði oman á eini hús. Hendingarnar í 2000 vísa á, at vandin fyri omanlopum má takast í álvara og tørvur er á tilbúgving Í Klaksvík leyp ein skriða omaná eini hús tann 18.september 2000 Loftmynd yvir Klaksvík. Skriðulopið frá 2000 er víst á við píli. Skriðulopini í Klaksvík í 2000 vístu á tørvin at kenna betur jarðvágar í Føroyum. Berglop í Hvalba fyri nøkrum árum síðani Eitt áarlop er farið tvørturum ein veg og hevur skrætt upp verjustokkarnar C M Y K 31 30