leygardagur 1. mai 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
NORÐURLANDAHÚS
TILTØK MAI 2004
Framsýningin „Veiðimentan“ er á Etnografisk Museum í
Stockholm
LEYGARDAGUR 01. MAI
Kl. 10.00
Vaskikonudagur (FO)
- fyriskipari er Tora Tourist v/Sámal Bláhamar
SUNNUDAGUR 02. MAI
Kl. 16.00
Konsert við manskórinum ERNIR frá
Vestfjørðinum í Íslandi
Ókeypis atgongd, øll eru vælkomin. Kórið brúkar høvið
til at takka føroyingum fyri hjálpina í samband við
skalvalopið á Flateyri í 1995.
Kvartettin Kamerata luttekur. Ernir hava verið so
hepnir at fingið Tórshavnar Manskór at syngja nakrar
sangir til konsertirnar.
Bjarni Restorff stjórnar Tórshavnar Manskóri.
Maria Jolanta Kowalczyk sjórnar, og Elzbieta Anna
Kowalczyk spælir klaver
TÝSDAGUR 04. MAI
Kl. 09.00
Ráðstevna (FO) „Faroe Islands
Exploration Conference 2004“
- fyriskipari Jarðfrøðissavnið
MIKUDAGUR 05. MAI
Kl. 09.00
Ráðstevnan (FO) „Faroe Islands
Exploration Conference 2004“
HÓSDAGUR 06. MAI
Kl. 20.00
Orfeuskonsert
Anna Klett (FO) klarinett, Peter Morrison (DK) sello og
Jóhannes Andreasen (FO) klaver.
Atgongumerki á 80.- fáast í Húsinum
FRÍGGJADAGUR 07. MAI
Dýri Biðidagur - húsið er opið sum sunnudag
LEYGARDAGUR 08. MAI
Kl. 14.00
MenTón (FO) Aðalfundur.
MÁNADAGUR 10. MAI
Kl. 08.30
Javnstøðuráðstevna (FO)
- 10 ára hald fyri javnstøðulógini í Føroyum. Røðarar
verða m.a Vígdis Finnbogadóttir, Ísland. Sí nærri á
okkara heimasíðu. Fyrireikari er Javnstøðunevndin.
SUNNUDAGUR 16. MAI
Kl. 16.00
YNDI (FO) Balletframsýning.
Árliga næmingaframsýningin. Atgongumerki vaksin 70.-
/ børn 30.-kr eru at fáa í Húsinum.
HÓSDAGUR 20. MAI
Kristi himmalferðardagur - húsið er opið sum sunnudag
LEYGARDAGUR 22. MAI
Kl. 19.30
Stjørnubreytin 2004 (FO) , evnarík
ungfólk framføra tónleik og sang.
Fyrirskipari er Pegasus. Atgongumerki á kr. 125.- eru
at fáa í Húsinum og Kunningarstovuni í Havn.
LEYGARDAGUR 29. MAI
Kl. 16.00
Konsert við Siloa Kórinum í Fuglafirði.
SUNNUDAGUR 30. MAI
Hvítusunnudag er stongt.
MÁNADAGUR 31. MAI
2. Hvítusunnudag er stongt.
Norðurlandahúsið er opið gerandisdagar kl. 10.00-18.00
og sunnudagar kl. 14.00-18.00
NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM
Telefon nr. 317900. Telefax nr. 319790
www.nlh.fo e-mail: nlh@nlh.fo
Leygarkvøldið 22. mai
verður eitt nýskapandi
og áhugavert tiltak í
Norðurlandahúsinum,
har íðin og talentríkur
ungdómur fer á pallin
Tiltakið er skipað sum ein
samanhangandi leiksýning,
sum gevur úrmælingum í
aldrinum 13 til 18 ár ein
serstakan møguleika at
trína fram innan tónlist,
sang, kór, dans, undirhald,
gittarspæl, hornblástur,
rytmiskan og klassiskan
tónleik.
Tað er Studio Pegasus í
Klaksvík, sum skipar fyri
Stjørnuroki í Norðurlanda-
húsinum 22. mai. Tiltakið
verður á einum breiðum
mentanarligum grundarlagi
og fyrireikararnir siga seg
vóna, at tað fer at skapa
eitt nýtt og hóskandi forum,
har ljós verður varpað á
ungu føroysku kjarnuna í
dag og kann frameftir ger-
ast ein týdningarmikil pallur
hjá tannáringum í Føroyum,
sum hava sett sær bjørt
mál fyri framtíðina.
Ætlanin er at pallseta
tvær til fýra konsertir, har
ljóðgóðska og pallmyndir
ganga upp í eina hægri
eind, sum ikki byggja á
kapping, men har øll tey
luttakandi kunnu standa
fram sum sigursharrar við
sínum egnu evnum og íðin-
skapi.
Samskipari av tiltakinum
er Steintór Rasmussen og
Fróði Vestergaard umboðar
Norðurlandahúsið. Sigrid
Sivertsen er kór og sang-
leiðari, Jonleif Thomsen
fyriskipar tónleikin og Jóna
K. Thomsen tekur sær av
koreografi og pallmyndum.
Á pallinum í
Norðurlandahúsinum verða:
· Heiðrun Petersen, violin
· Kristina Dalsgarð og
Hilmar Kass, klaver
· Steingrímur Joensen,
breakdans
· Brandur Enni, Connie
Kass, Heini Gilstone
Andersen og fleiri
solosang
· Benjamin Petersen, gittari
· Tónleikararnir í Paradox
· Ung Stjørnuskot, sang og
kór
· Jóannes Lamhauge,
kendur frá sangleikinum
Josef, sang & gittar,
· Ung blásarakvintett við
m.ø. Dáva Juul
Magnussen
UNGDÓMLIGT STJØRNUROK
SIÐ TILTØK MAI 2004
Tíggju ár eru liðin, síð-
an javnstøðulógin við
tógvi stríð kom í gildi í
Føroyum. Í hesum sam-
bandi verður skipað
fyri stórari javnstøðu-
ráðstevnu, ið ger støð-
una upp, lítir aftur og
frameftir
Tað var við bit og sam-
gonguslit, at javnstøðulógin
loksins kom í gildi í 1994,
og tað í sær sjálvum er
prógv fyri, at javnstøða
millum kynini ikki er nøkur
sjálvfylgja. Men hví skulu vit
hava javnstøðu, hvussu
langt eru vit komin, og
hvussu skulu vit koma víð-
ari, eru millum mongu
spurningarnir, sum javn-
støðuráðstevnan tekur upp.
Millum navnframu gestir-
nar er Vígdis Finnbogadótt-
ir, fyrrverandi forseti Ís-
lands, ið hevur verið ein al-
tjóða ímynd av javnstøðu,
politiskt og arbeiðsliga.
Í Føroyum var Marita
Petersen, sála, Føroyar
fyrsti kvinnuligi løgmaður,
og hon verður mint og heið-
rað á ráðstevnuni. Hennara
floksfelagi Vilhelm Johanne-
sen flytir fram røðu, og løg-
tingsformaðurin fær hand-
að málning av Maritu Pet-
ersen, sum Eyvindur Mohr
hevur málað.
Annars vera nógvar síður
av javnstøðu málaðar.
Henning Dyremose, stjóri í
Tele Danmark, umrøður
góða kvinnuliga leiðslu í
TDC. Bjørt Samuelsen,
journalistur, umrøður
strævna burðin, tá ið javn-
støðulógin varð til. Og Jó-
hanna Berg, sølustjóri á
Kósini, tosar um dreymin,
sum gjørdist veruleiki, tá ið
hon fekk leiðarastarv í fiski-
vinnuni.
Av øðrum tættum kunnu
nevnast líkaløn, javnstøðu-
visjónir, framtíðar javnstøða
og javnstøða út frá einum
kristnum sjónarmiði, og
sjálvandi verður landsstýr-
ismaðurin við javnstøðumál-
um, Hans Pauli Strøm, eis-
ini við á stevnuni.
Eivør Pálsdóttir vísir við
sínum sangi, hvussu yvir-
legnar kvinnur í grundini
kunnu vera, áðrenn Annika
Wardum Joensen dregur
saman um við spurningi-
num „Skulu vit taka lógva-
tak“.
Ráðstevnan byrjar 10.
mai klokkan 8.30, og fyri-
reikari er Javnstøðunevnd-
in.
Altjóða arbeiðaradagin
verður skipað fyri ein-
um serligum vaksi-
konudegi í Norður-
landahúsinum
Um Norðurlandahúsið verð-
ur vaskað upp og niður
hendan dagin skal vera
ósagt, men 1. mai skipar
Tora Turist Traffic fyri ein-
um heilt serligum vaski-
konudegi í Húsinum.
Skipað hevur verið fyri
fleiri líknandi tiltøkum ser-
liga ætlað konufólkum
seinnu árini, og felags fyri
tiltøkini hevur verið, at und-
irtøkan hevur verið góð. Nú
er tørnið komið til vaskikon-
urnar, og dagurin byrjar
spakuliga klokkan 9 um
morgunin, tá ið Norður-
landahúsið letur upp. Fólk
hittast og fáa sær ein
drekkamunn, áðrenn skráin
byrjar klokkan 10 við fyri-
lestrum og undirhaldi.
Givist verður klokkan 14.
Altjóða arbeiðaradagurin
verður virdur, og tí er
skráin løgd soleiðis til rætt-
is, at allar vaskikonurnar
eisini kunnu fara á felags-
fundin, sum er á Vaglinum
klokkan 15. Fleiri handlar í
býnum hava hendan dagin
eisini serlig tilboð til vaski-
konur, ið eru við til tiltakið.
Um kvøldið verður hugna-
kvøld á Hotel Føroyum við
skemti, undirhaldi og góð-
um vinningum. Fyrireikarar-
nir leggja afturat, at menn
sjálvandi eisini eru væl-
komnir.
Á LEIÐINI TIL JAVNSTØÐU
ORFEUS
Beethoven, Lutoslawski og Brahms eru á skránni, tá ið
Orfeus skipar fyri konsert í Norðurlandahúsinum hós-
dagin 6. mai klokkan 20. Tað vera Anna Klett, klarinett,
Peter Morrison, sello, og Jóhannes Andreasen, klaver,
sum spæla á konsertini.
Eftir Ludvig van Beethoven (1770-1827) verður tann
sonevnda „Gassenhauer-trioin“ spæld. Talan er um Trio
fyri klarinett, sello og klaver B-dur, opus 11. Stykkini
eru Allegro con brio, Adagio og Thema: Pria ch’io
l’impegno (Allegretto).
„Dance Preludes“ fyri klarinett og klaver eftir Witold
Lutoslawski (1913-1994) verður síðan framførd.
Stykkini eru Allegro molto, Andantino, Allegro giocoso,
Andante og Allegro molto.
Síðan verður stegður og eftir stegðin er Johannes
Brahms (1833-1897) á skránni. Spæld verður Trio fyri
klaver, sello og klaver a-moll, opus 114. Stykkini eru
Allegro, Adagio, Andantino grazioso og Allegro.
Konsertin verður í Klingruni 6. mai klokkan 20, og at-
gongumerkini kosta 80 krónur.
ÍSLENDINGAR SYNGJA
FØROYINGUM TØKK
Karlakórið Ernir vitja Føroyar næstu dagarnar, og
sunnudagin 2. mai eru allir føroyingar bjóðaðir væl-
komnir í Norðurlandahúsið at lýða á
Íslendingar hava ikki gloymt føroyingum dyggu gávuna,
sum varð latin eftir skalvalopið á Flateyri í 1995, og við
konsertferð í Føroyum vil Karlakórið Ernir við sangi
takka fyri hjálpandi bróðurhondina.
Karlakórið Ernir varð stovnað í 1983, tá ið tvey kór
vóru løgd saman. Tey vóru Karlakórs Ísafjarðar og
Karlakór Ægis úr Bolungarvík, og sostatt hevði Ernir 20
ára dag í 2003. Í 2003 kom Karlakór Tineyrar uppí, og
á føroyaferðini telist Karlakórið Ernir 40 mans.
Karlakórið Ernir kemur til Føroya 30. mars, teir fara
avstað aftur 3. mai og hava tvær konsertir. Fyrra kon-
sertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin
1. mai klokkan 20, og ta konsertina hevur Stranda
Ítróttarfelag fingið í lag.
Seinna konsertin verður í Norðurlandahúsinum, og tá
eru allir føroyingar vælkomnir at hoyra takkarsong fyri
hjálpina í 1995.
Kvartettin Kamerata syngur við báðar konsertirnar,
og Ernir hava eisini verið so hepnir at fingið Tórshavnar
Manskór at syngja nakrar sangir. Bjarni Restorff
stjórnar Tórshavnar Manskóri. Maria Jolanta Kowalczyk
stjórnar Karlakórinum Ernir, og Elzbieta Anna Kowalczyk
spælir klaver.
Konsertin í Norðurlandahúsinum verður sunnudagin 2.
mai klokkan 16 og er ókeypis.
YNDISLIGIR NÆMINGAR
Árliga balletframsýningin hjá Yndi, har næmingar sýna
fram tað, teir hava lært, verður í Norðurlandahúsinum
sunnudagin 16. mars klokkan 16.
Atgongumerkini kosta 70 krónur fyri vaksin og 30
krónur fyri børn og eru at fáa í Húsinum.
KONUR VIÐ SÁPU OG SPANN Á ARBEIÐARADEGNUM
C
M
Y
K
29
28