leygardagur 1. mai 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tað eigur ikki at forða
øðrum fakfeløgum í
at halda 1. mai, at
dagurin er altjóða ar-
beiðaradagur, heldur
formaðurin í Føroya
Arbeiðarafelag
1. MAI
Edvard Joensen
Ingeborg Vinther, formaður
í Føroya Arbeiðarafelag,
harmast um, at so lítið
verður gjørt burtur úr fyrsta
mai í Føroyum. Hon heldur,
at eisini onnur enn arbeið-
arafeløgini áttu at tikið tátt-
in upp.
Hóast dagurin er altjóða
arbeiðaradagur, eigur hann
eisini at verða hildin sum
altjóða solidaritetsdagur,
heldur Ingeborg Vinther.
Og soleiðis verður hann
eisini vanliga hildin aðra-
staðni úti í heimi. Har
fylkjast øll um hendan dag-
in. Tey gera hann mestsum
til ein veitsludag hjá saml-
aðu fakfelagsrørsluni.
– So tað hevði einki
gjørt, um eisini onnur fak-
feløg enn bara arbeiðara-
feløgini tóku stig til ymisk
tiltøk hendan dagin, sigur
leiðarin í størsta føroyska
fakfelagnum.
Hon harmast um, at tað
ikki eru fleiri 1. maidags-
hald kring landið enn tað
eina, sum regluliga verður
hildið í Havn.
Onkuntíð hevur okkurt
annað verið, men tað tykist
mestsum dottið niðurfyri. Í
ár í hvussu er, sigur hon.
Tó verður eitt selrigt hald
fyri vaskikonur hildið í
Norðurlandahúsinum
í
kvøld, har Ingeborg Vinther
skal halda røðu. Men hetta
er av øðrum slagi enn tey
siðbundnu 1. maidagshald-
ini, sigur hon. Her er talan
um tilmeldað tiltak, har
luttakaranir eisini gjalda
fyri at vera við.
Undirtøkan til 1.
maidagshaldið hjá
arbeiðarafeløgunum
er ov lítil, halda
fakfelagsfólk. Ov
nógv fólk vita ov lítið
um tað arbeiðið,
fakfeløgini dagliga
gera. 1. mai verður
sum vanligt hildin í
Havn seinnapartin
ARBEIÐARADAGUR
Edvard Joensen
Aftur í ár fer Havnar Ar-
beiðsmannafelag at skipa
fyri 1. maidagshaldið á
Vaglinum í Havn. Aðra-
staðni úr landinum er ikki
frætt frá nøkrum slíkum til-
taki.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, sigur, at 1. maidags-
haldið á Vaglinum í ár fer at
líkjast tiemum undanfarnu.
Uttan tað, at hornorkestrið
er skift út í ár.
Trúliga hevur Havnar
Hornorkestur møtt upp
undir Tinghúsinum at spælt
fyri teimum, sum koma
saman at lýða á røður og
tónleik hesa løtuna. Men í
ár er Havnar Hornorkestur í
Skotlandi, har tey luttaka í
europeiskari meistarakapp-
ing fyir hornorkestur, so
teimum berst frá.
Men Havnin er væl út-
gjørd í so máta, so Arbeiðs-
mannafelagið hevur fingið
GHM at spæla ístaðin, sig-
ur hans Joensen.
Sjálvur fer Hans Joensen
at vera ein av trimum røðar-
um á hesum haldinum í ár.
Hinir báðir verða løgtings-
menninir Jógvan Arge og
Kristian Magnussen.
Tað hevur ikki nakra ser-
liga orsøk, at tveir politik-
arar halda røðu fyrsta mai í
ár, sigur formaðurin í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag. Tað er meira av tilvild,
at so er.
Hans Joensen fýlist á, at
luttøkan til 1. maidagshald-
ini hevur verið ov lítil hesi
árini. Tað tykist ikki rætti-
liga, sum fólk leggja nakað
í hendan boðskapin, arbeið-
arafeløgini royna at fáa út.
– Tað er møguliga tí, at
fólk, eisini okkara egnu
limir, vita ov lítið um alt tað
arbeiðið, sum arbeiðarafel-
øgini veuliga gera. Eini 95
prosent av tí, gjørt verður,
er slíkt, sum ikki beinanveg
sæst, vísir Hans Joensen á.
Sjálvur hevði eg heldur ikki
ímyndað mær, tá eg tók við
sum formaður, at tað var so
nógv arbeiði í hesum sam-
bandi. Men so er tað aftur
fyri okkara uppgáva at upp-
lýsa fólk um hetta, soleiðis
at undirtøkan til eitt nú 1.
maidagshaldini gerst betri.
Hann vísir á, at eisini
limir í Havnar Arbeiðs-
mannafelag heldur fara á
flot ein slíkan dag, enn at
fara oman á Vaglið at lurta
eftir røðum. Og fólk í øðr-
um størvum og øðrum fel-
øgum hava vanliga ikki frí
1. mai og eru tískil tarnað
soleiðis.
– Men nú fellur 1. mai á
ein leygardag í ár, og tá
hava øll frí. So kanska tað
er betri hesaferð, vónar
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag.
Ov spakuliga lýsir í eystri
Onnur eiga eisini dagin
Undirtøkan til 1.
maidagshaldini hevur verið
ov lítil seinnu árini, heldur
formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag, sum
skipar fyri haldinum á
Vaglinum. Í ár fer GHM at
spæla undir haldinum tí
Havnar hornorkestur er í
Skotlandi
26
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 • leygardagur • 1. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Lívið sum yrkisleikari
í Arsenal
Ingi Højsted er 18 ára gamal og hevur
síðani summarið 2001 spælt við Arsenal
Lesið síðu 4-5
TÓNLEIKUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyri stuttum kom nýggja fløgan
hjá Lenu Andersen á marknaðin,
og um stutta tíð kemur ein onnur
fløga út. Eftirnavnið er tað sama,
men fornavnið á hesari er Maria.
Tað er mamma Lenu Andersen,
sum fer at geva eina fløgu við
andaligum tónleiki út.
– Meginparturin verður anda-
ligt, men onkur romantiskur
sangur verður tó eisini, sigur
Maria Andersen.
Hon sigur, at løg sum Bert ein
dag og Dalsins hvíta lilja verða á
fløguni. Hetta er sum sagt ein
langtíðar dreymur hjá Mariu,
sum nú verður veruleiki. Hon fer
í upptøkuhølini í komandi viku.
– Eg veit ikki rættuliga, nær
fløgan kemur út, men ætlanin er
ikki, at tað skal ganga so long
tíð, sigur Maria.
Tað er dóttirin, Lena og svigar-
sonurin, Niklas, sum hava eggjað
Mariu til at geva hesa fløguna út.
– Tey hava staðið aftan fyri
meg allatíðina hesum viðvíkj-
andi, og tað verður eisini Niklas,
sum fer at taka fløguna upp og
orna øll tey praktisku viður-
skiftini, greiðir Maria frá.
Altíð sungið
Maria Andersen hevur altíð
sungið. Mamma hennara plagdi
at siga, at hon var longu byrjað
at syngja, meðan hon sat í
barnastóli. Upp gjøgnum barn-
dómin sang hon bæði í kóri og í
smærri bólkum. Hennara familja
hevur altíð havt nógv við tónleik
at gera. Abbi Mariu var við til at
stovna harmoniorkestrið GHM í
sínari tíð. Og Maria greiðir frá,
at mamma hennara er vaksin upp
við, at pápin undirvísti næming-
um í at spæla upp á ljóðføri í
stovuni hjá teimum.
Maria sjálvi minnist eisini væl
aftur á barndómsdagar sínar, tá
hon plagdi at fara til ommu sína
aftan á skúlatíð.
– Omma mín plagdi at syngja
sangir ella søgur fyri mær, og
mær dámdi tað so væl, sigur
Maria Andersen við einum smíli.
Onnur útgávan
Í 1973 gav Maria út eina LP, sum
kallaðist Maria. Hetta er sostatt
fyrstu ferð, at Maria gevur út
fløgu. Á plátuni vóru tveir før-
oyskir sangir, og restin vóru á
enskum. Hesuferð verða tó allir
føroyskir. Tað er ikki ókent fyri
Mariu at syngja á útgávum. Hon
hevur millum annað sungið á
Sangkórsfløguni eisini.
Maria greiðir frá, at nógv er
klárt viðvíkjandi útgávuni, so nú
skal hon bara takast upp.
– Nú er bara at vóna, at for-
kølilsið ella nakað annað býtt
ikki kemur í vegin, sigur hon
spent á málinum.
Maria fer sum sagt í upptøku-
hølini í komandi viku, og so
skuldi ikki gingið so øgiliga long
tíð, til fløgan er á marknaðinum.
Ein langtíðar dreymur
Maria Andersen fer í næstum at geva eina fløgu út. Talan er fyri tað mesta um andalig løg,
og hon sigur, at hetta er ein langtíðardreymur, sum nú verður veruleiki
Seinast Maria Andersen sang alment, var til konsertina hjá dótrini, Lenu, í Norðurlandahúsinum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
27
26