Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 25 Hjá bæði NSÍ og ÍF hevur tað stóran týdning at fáa góða úrtøku burturúr oyggjauppgerðini í Fuglafirði ÍF–NSÍ Jóannes Hansen Fyri fyrstu ferð í næstan fimm ár verður 1. deildar fótbóltur í landskappingini í Fuglafirði í morgin. Hesar næstu dagarnar fara ÍF viðhaldsfólkini rættuliga at kenna smakkin av, at teir nú aftur eru har, sum tað gong- ur fyri seg. Leygardagin verður tað aftur álvari, tí tá skal ÍF á heimavølli spæla fjórðingsfinalu í steypa- kappingini ímóti KÍ. Tá ið ÍF í 1999 segði far- væl við bestu deildina, var støðan einki serlig. Í 17. umfarinum spældu teir síðstu ferðina á heimavølli, og tá taptu teir 5–1 ímóti GÍ. Hóast ÍF sunnudagin tapti tepurt á útivølli ímóti GÍ, so er fótbóltslagið í Fuglafirði framvegis gott. Venjarin hjá teimum, Sig- fríður Clementsen, vísti fyrr í vikuni á, hvussu týdn- ingarmikið tað er ikki at verða liðið, sum vísir hampuliga gott fótbólts- spæl, men sum ikki vinnur. Tað er sjálvsagt, at mest upplagda høvið at fáa stig og vinna sigrar hjá ÍF er á heimavøllinum í Fugla- firði. Har fer NSÍ at vitja í morgin. Í 1999 endaðu báðir dystirnir millum tey bæði Eysturoyar feløgini javn. 0–0 í Runavík í fyrsta umfarinum og 1–1 í 10. umfarinum í Fuglafirði. Hóast kappingin bara er eitt umfar gomul, so er NSÍ undir ávísum trýsti, tá ið teir fara til Fuglafirðar. Venjarin hjá teimum stað- festi eftir 1–1 á heimavølli ímóti VB, at tað var ikki nóg gott ikki at fáa fult í sovornum uppgerðum. Tað fer at kennast eyka meint, um teir einki fáa burturúr í morgin, og tað hevði verið sera kærkomið, um teir høvdu megnað at fingið øll stigini. Hjá ÍF er sama fólkið tókt, sum spældi í Gøtu sunnudagin. Magni á Lakj- uni noyddist út, tí hann hevði trupulleikar við fót- liðnum. Hann vandi ikki mitt í vikuni, men tað varð roknað við, at hann skuldi venja aftur í gjárkvøldið, og teir ivast ikki í, at hann fer at spæla í morgin. Undan síðsta vikuskifti varð roknað við, at Ian Højgaard skuldi vera á NSÍ miðvøllinum ímóti VB. Tað var hann ikki. Spæliloyvið var ikki komið úr Vejle. Nú er hetta komið upp á pláss, og Ian verður í morgin við í kappingini um miðvallar- plássini. Aleksandar Jove- vic átti eisini at verið ein av nógvum, sum kappast um plássini á NSÍ miðvøll- inum. Hann var ikki við ímóti VB orsaka av vødda- skaða, og hóast tað hevur gingið rætta vegin hjá honum, so er hann neyvan í nóg góðari venjing at spæla. Hátíðarhald verður á Svangaskarði, tá ið tað fyri fyrstu ferð fer at verða spælt á nýggja graslíkinum B68–GÍ Jóannes Hansen Nýtt graslíkið er lagt á Svangaskarð, har gøtu- menn í morgin fara at vitja B68. GÍ vitjaði B68 í síðsta dystinum, áðrenn gamla graslíkið varð tikið av. Tað var í bólkaumfarinum í steypakappingini. GÍ vann bæði í Gøtu og á Toftum við einum máli. Hetta at B68 og GÍ eru fyrstu feløg- ini, sum spæla á nýggjum graslíki er einki nýtt. Tá ið graslíkið í Gøtu varð tikið í nýtslu í fyrraárið, vóru tað hesi bæði feløgini, sum spældu. Í morgin fer samansetta kvinnuliðið B68/GÍ at spæla klokkan 12.15 ímóti FS Vágum. Undan 1. deild- ardystinum á mannfólka- síðuni fer hornorkestrið at spæla. Marjun Gaardbo, bygdaráðsformaður í Nes kommunu, fer at siga nøkur orð, og Símun Johannesen, formaður í mentunarnevnd- ini í Nes kommunu, fer at geva bóltin upp. Eftir dystarlok fer Símun at handa vinnandi partinum steyp, sum Nes kommunu hevur latið B68 og GÍ at kappast um í morgin. Tær seinastu ferðirnar hevur tað roynst hampuliga væl hjá B68, tá ið GÍ hevur vitjað. GÍ hevur ikki vunn- ið á Svangaskarði síðani 2000. Í 2001 og í 2002 var javnt, og í fjør vann B68 fyri fyrstu ferð á GÍ á heimavølli síðani 1989, tá ið úrslitið var 1–0. Í fjør var úrslitið 3–2 til B68. GÍ hevur verið partur av bestu deildini síðani 1980, og B68 hevur verið í 1. deild síðani 1981. Saman- talda úrslitið í teimum 23 landskappingardystunum, sum tey higartil hava spælt á Svangaskarði, er tað, at GÍ hevur vunnið tólv ferðir, sjey ferðir hevur verið javnt, og B68 hevur á Svangaskarði bast gøtu- monnum fýra ferðir. Mál- munurin er 28–58! Hjá GÍ er stór kapping um plássini. Afturat øllum teimum, sum kappaðust síðsta vikuskifti, er Poul Henning Jacobsen komin afturat. Hann var leik- bannaður ímóti ÍF. Vitus Kofoed hevur nú vant saman við nýggju liðfeløg- unum, og tað kann roknast við, at hann í morgin fer at fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Á Toftum er sama fólkið tókt, sum sunnudagin legði rygg til 1–0 tap í Klaksvík. Afturat teimum er Jákup Eli Olsen komin. Tað sigur seg sjálvt, at tað er ávíst trýst á toftamonnum, sum tað fer at kennast eitt sindur keðiligt hjá, um teir næstu ferð skulu út at ferðast við ongum á kontini. John Petersen verður millum B36 spælararnar, meðan fleiri av hinum royndu B36 monn- unum framvegis ikki eru førir fyri at spæla. Tað sama er galdandi fyri Allan Joensen hjá KÍ, sum nú skal til Dan- markar B36–KÍ Jóannes Hansen Eftir ikki serliga sann- førandi 1. hálvleik og kortini stórsigur á EB/ Streymi í fyrsta umfarin- um, eigur B36 aftur heimavøll í øðrum um- fari. Gestirnir úr Klaks- vík fingu fulla úrtøku á heimavølli ímóti B68. Men heldur ikki hjá teimum segðist leikliga avrikið at vera so ógvu- liga sannførandi. B36 og KÍ vóru saman í bólkaumfarinum. Í síðsta umfarinum endaði tað 1–1 í Gundadali. Hjá KÍ var talan um nógv meiri sannførandi avrik, enn tey vóru ímóti B36 í fjør. Tá løgdu klaksvík- ingar rygg til fleiri eyð- mýkjandi tap ímóti B36. Eitt nú taptu teir lands- kappingardystin í Gundadali 7–1. Hjá B36 er tað komið væl við, at teir hava nógv fólk at taka av. Fleiri veteranar havva verið skaddir, og tað tykist sum um, at tað verður ein løta, áðrenn fleiri teirra fara at vera við í kappingini um plássini. John Petersen hevur vant seinnapartin av vikuni. Fyrrapartin í gjár tóktist tað sum um, at hann verður partur av B36 liðnum í morgin. Um hann verður førur fyri at spæla alla tíðina var ógreitt. Jóhannis Joensen, All- an Mørkøre og Jens Kristian Hansen eru framvegis skaddir. Teir eru ikki farnir at venja saman við hinum. Ímóti EB/Streymi varð vete- ranurin Jens Erik Ras- mussen tikin út, tá ið seinna umfarið var hálv- runnið. Tá varð Áki Mørk settur á vøllin. Hóast hann bara hevði vant í fjúrtan dagar, so var Áki rættuliga væl upplagdur, og hann skor- aði tvey mál. Tað kann væl vera, at hann í morg- in verður ímillum teir fyrstu ellivu. Hjá KÍ er tað greitt, at Jacob Bymar, sum skor- aði sigursmálið ímóti B68, ikki verður við í morgin. Orsaka av vøddaskaða noyddist hann at taka seg burturúr ímóti B68. Tað er iva- samt, um hann verður førur fyri at spæla fjórðingsfinalu ímóti ÍF um eina viku. Norski álopsspælarin, Stig Ed- vin Aksnes, hevur verið uttanfyri. Fyrst tí hann var skaddur og so tí hann ikki slapp framat fyri Jacob Bymar og Erlingi Fles. Í morgin fer hann ivaleyst at fáa møgu- leikan at vísa, at hann eigur rætt til eitt av álopsplássunum. Mið- vallarin Símun Joensen er eitt sindur ivasamur. Hann hevur trupulleikar við fótinum og hevur ikki vant við fullari ferð í hesi vikuni. Í Klaksvík hava teir vónað, at veteranurin og liðformaðurin seinastu árini, Allan Joensen, var við at koma fyri seg aftur. Tað vóna teir framvegis, men nú er greitt, at tað neyvan verður hesu- megin summarsteðgin. Norðlýsið visti í gjár at siga, at Allan nú skal til kanningar og skanningar í Århus. KÍ venjarin, Ove Flindt–Bjerg, hevur um- vegis gamla felagið hjá sær, AaB, fingið sam- band við serlæknan Ulrik Fredberg, sum skal finna út av, hvussu støðan er, og hvat møguliga kann gerast við hælsinuna, sum síðani í 1996 hevur verið orsøk til, at Allan Joensen so at siga ikki hevur verið førur fyri at spæla við fullari ferð. Fleiri veteranar sita uttanfyri Men vágbingar, sum í morgin hava heima- vøll á Sevmýri, hava skrivað sær aftanfyri oyrað, at Skála gjørdi av við meistararnar VB–SKÁLA Jóannes Hansen Tað verður forkunnug vitj- an á Tvøroyri í morgin. Fyri fyrstu og ivaleyst einastu ferð í ár verður landskapp- ingardystur í bestu deildini á Sevmýri. Tað eru vág- bingar, sum eiga heima- vøllin. Gamla graslíkið er tikið av vøllinum á Vágs- eiði. Nýggja undirlagið rokna teir við verður lagt á í næstu viku, tá ið týsk- ararnir koma suður, eftir at teir nú eru lidnir á Toftum. Vágbingar eru væl kunn- aðir um, at Skála megnaði at gera av við HB í fyrsta umfarinum. Hesi trý liðini – VB, Skála og HB – vóru í sama bólki í steypakapp- ingini. VB vann 4–0 og tapti 6–0 ímóti HB, og VB vann báðar uppgerðirnar ímóti Skála. Á Skála var úrslitið 6–3 til VB, og á Sevmýri vann VB 4–0. HB vann tvær ferðir við einum máli ímóti Skála. Út frá hesum staðfesta teir í Vági, at tað skal ikki leggjast so nógv í úrslitini, og at talan verður um heilt nýggja avbjóðing í morgin. Allir VB spælararnir vóru tøkir undan venjingini í gjárkvøldið. Vongskerdir Á Skála siga teir seg hava bæði beinini á jørðini, og tað halda teir seg hava orsøk til, sjálvt um teir vunnu trý stig ímóti HB. Í tí dystinum vóru vongverjar- nir báðir, Bárður Danielsen og Iulian Florescu, rættu- liga eyðsýndir, men tað er ikki so víst, at teir fara at fáa møguleikan at endur- taka avrikið í morgin. – Hvørgin teirra hevur vant í hesi vikuni. Iulian hevur trupulleikar í ryggin- um, og Bárður hevur trupulleikar í lærkrikanum. Tað er rættuliga ivasamt, um teir verða tøkir í morg- in, men vit vóna tað besta, verður sagt av Skála, har teir ikki fjala yvir, at tað hevði verið eitt gott úrslit, um teir høvdu fingið eitt stig við til hús aftur. Skála hevur spælt tvær ferðir spælt landskappingardyst á Vágseiði. Í fjør vann VB 2–0, og í fyrraárið endaði tað málleyst. VB hevur havt takið á Skála B68 og GÍ aftur á nýggjum vølli Longu nú liggur ávíst trýst á Lesið meira á s. 51 C M Y K 25 24