Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2004 23 Gurið Mortensen vildi fyrst og fremst prógva, at hon var til meira enn bara at siga á beinkinum. Og hetta eydnaðist so bæði væl og virðiliga hósdagin CHALLENGE-TROPHY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mezzocorona, italia: Utt- an at taka nakað av stolt- leikanum hjá Gurið Mort- ensen, so var hon kanska einasti av føroysku leikar- unum, sum ikki av álvara markeraði seg, tá Føroyar byrjaðu Challenge-Trophy kappingina við sigri á Belgia. Hósdagin, tá Ísrael stóð á skránni, var tó annað lag á. Fyrra hálvleik var hon at kalla als ikki á vøllinum, men í seinna hálvleiki, tá venjararnir settu álit á hana, staðfestu hon av álvara, at hon er ein av teimum, sum roknast skal við, tá mest stendur á. Eitt er, at hon við fýra málum gjørdist næstbesti føroyski málskjúttin, og sjálvandi hjálpti hetta væl til í royndunum at fáa Ísrael aftur. Annað var, at hon eis- ini í verjupartinum skaraði framúr. Annars fótfima Aura Freidman, sum í fyrra hálvleiki hevði volt før- oysku verjuni alstórar trupulleikar, fekk nú ikki fótin fyri seg. Saman við fyrst og fremst Báru og Unu snøgt sagt læsti Gurið fyri freistingunum til mál- skjóting, og var hon soleið- is partur av hornasteininum í velduga come-back’inum hjá føroyska liðnum. Sum fjøll Og tá vit prátaðu við Gurið eftir dystin, duldi hon ikki fyri, at dysturin mikudagin hevði tikið eitt sindur fast. - Eg vildi fyrst og fremst vísa, at eg ikki bara skal sita á beinkinum. Í gjár fekk eg bara á leið eitt korter tilsamans í spælitíð, og tí var tað ikki so galið, at eg nú veruliga slapp at royna meg. Og sum sagt, so spældi tað bara væl av. Og so kann leggjast afturat, at umframt avrikið í verjuni og í skjót- álopunum, so hevði Gurið eisini fleiri ferðir dirvi til at fara í nærdyst við væl- vaksnu ísraelsku miðspæl- ararnar. Nakað sum als ikki bara var sum at siga tað. - Ja, tær vóru pína doy sum fjøll mitt fyri. Men hvat. Tað er bara at prøva, tók hon bragdliga til at enda. Og hví ikki. Roynd- irnar og dirvi vístu seg í øllum førum at geva úrslit at enda, og tað man í øllum førum vera nakað, sum ikki bert Gurið fegnast um. Mynd av einum vinnara: Gurið Mortensen var millum teir heilt avgerandi faktorarnar í føroyska sigrinum hósdagin Anna Kristina Samson ásannaði, at talan var um ein sera harðan dyst ímóti stóru ísraelsku leikarunum CHALLENGE-TROPHY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Mezzocorona, Italia: - Hatta var ein ræðuliga harður dystur! Soleiðis fullu fyrstu orð- ini frá Onnu Kristinu Sam- son, tá vit eftir sigurin á Ísrael fingu orðið á hana. Ikki minst helt Anna Kristina, at føroyska liðið í fyrra hálvleiki gjørdi tilver- una óneyðuga trupla hjá sær sjálvurm. - Vit gera alt ov nógv mistøk. Serliga í fyrra hálv- leiki gongur illa, men eisini í seinna hálvleiki er talan um mistøk, soleiðis at vit ongan tíð sleppa frá teim- um. Viðvirkandi til hetta var helst eisini, at mótstøðu- liðið alla tíðina royndi at taka ferðina av dystinum. Nakað sum okkara miðvíst stríddust ímóti, og Anna Kristina helt eisini, at hetta var nakað av tí strævnasta í dystinum. - Vit høvdu sett okkum fyri, at ferðin mátti ikki fara niður, men tað er hart at halda henni uppi, tá hinar spæla soleiðis. Vit máttu alla tíðina royna at heppa og stuðla høvrja aðrari, og eg haldi eisini, at hetta kanska gjørdi, at vit meira virkaðu sum eitt lið. Tí vit máttu alla tíðina standa saman. Rósa, tá nakað gott varð gjørt, og rópa upp- aftur, tá tað gekk minni gott. Bonkurin avgjørdi Spurd, hvat tað var, sum eftir steðgin av álvara vendi dystinum, helt Anna Krist- ina, at tað fyrst og fremst vóru tær broytingarnar, sum tá vórðu gjørdar í verjuni. - Una og Gurið koma inn, og tær gera eitt fantastiskt arbeiði. Ikki minst í verjuni fingu tær fatur á hasum báðum hjá teimum, sum gjørdu nakað um seg, og so steðgaði teirra spæl. Og frameftir vøllinum gjørdi Gurið so sanniliga eisini sítt. - Og so fingu vit eisini kontra’ini at koyra. Vit skora kanska ikki upp á øll, og heldur ikki brotskøstini eru nóg neyv, men tað gekk so tíbetur hóast alt. - Hetta vísir eisini, at vit hava ein sera sterkan bonk. Vit hava alla tíðina leikarar at seta inn, soleiðis at ferðin kann haldast, og tað var kanska tað týdning- armesta í dag, segði Anna Kristina Samson at enda. Hóast tapið, so sýndi ísraelska liðið ein framúr ítróttaranda, tá tær ferðast aftur til gistingarhúsið saman við føroyska liðnum FAIR-PLAY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Andalo, Italia: Eitt, sum serkennir fyrireikingarnar til dystirnar her í Chall- enge-Trophy kappingini er, at mótstøðuliðini til ymsu dystirnar ferðast í sama bussi til og frá kappingini. Onkur hevur havt á munni, at tað tykist eitt sindur margháttligt, at ferðast skal soleiðis, men ivaleyst er hetta einamest gjørt av praktiskum ávum, nú øll liðini kortini halda til í Andalo, nakað uttan fyri Mezzocorona. Tað er tó einki dulsmál, at úrslitini av dystunum kunnu ávirka, hvussu hug- urin er at ferðast heimaftur saman, og eitt nú kundu føroysku kvinnurnar miku- dagin staðfesta, at belgiska liðið als ikki kom við í bussinum, tá koyrast skuldi aftur á hotellið. Ljódlig bussferð Nú høvdu tær belgisku kanska ikki so øgiliga nógv at vera misnøgdar um, tí tann dystin var í øllum før- um greiður munur á liðun- um báðum. So var øðrvísi við Ísrael, sum altso varð knógvað við einum máli, men hetta tóktist tó ikki merkja lagið í hópinum, tá tær komu í bussin. Allan vegin niðan gjøgnum kringlutu fjalla- vegirnar, rómaði sangurin í bussinum, har føroyska og ísraelska liðið royndu at yvirdoyva hvørtannað. Sanniliga var hetta fair- play í orðsins rætta týdn- ingi, og eisini undir náttúr- anum, fingu vit enn eitt dømi um hetta. Ísraelski venjarin kom nevnliga brádliga yvir til føroyska borðið og takkaði okkara fyri ein framúr góðan hondbóltsdyst, áðrenn hann gav Flemming Raben ein vimpul úr sínum felagi sum eitt lítið minni um dystin. Hava vunnið bólkin Klokkan 15.30 før- oyska tíð skal føroyska hondbóltslandsliðið spæla triðja dystin í bólkaspælinum í Chal- lenge-Trophy. Hesin er móti Letlandi, sum higartil hevur tapt fyri bæði Ísrael og Belgia, so á pappírinum er føroyska liðið uttan iva favrittur at vinna dyst- in. Tað er heldur einki at ivast í, at okkara fegnar vilja hava fult fyri teir tríggjar dyst- irnar í bólkaspælinum, men hinvegin skal hav- ast í huga, at okkara nú longu hava tryggjað sær fremsta plássið í dystinum. Næst eftir stigunum eru tað nevn- liga innanhýsis dystir- nir, sum eru avgerandi fyri plaseringina, og her eru Føroyar so longu betri enn bæði Ísrael og Italia, sum skulu kappast um annaðplássið klokkan 13.30 fríggjadagin. -jm Støðan í bólki B eftir tvey umfør: Land stig mál- munur 1 Føroyar 4 +9 2 Ísrael 2 +4 3 Belgia 2 -2 4 Letland 0 -11 Kanska í sjón- varpinum Føroysku kvinnurnar verða kanska partur av beinleiðis sending hjá stóru italsku sjón- varpsrásini, Rai. Rai Uno fer nevnliga at senda beinleiðis, tá italia spælir sína hálv- finalu, og so er spurn- ingurin, hvørt hendan verður móti Føroyum ella ikki. Føroyar skulu nevnliga spæla móti tvey’aranum í bólki A, og ikki fyrr enn fríggjakvøldið varð avgjørt, hvørt hetta verður Finnland ella Italia. Saman við Føroyum verða hesi bæði liðini søgd at vera favorittarnir í kappingini, og undan dystinum teirra mill- um tykist vera vón- leyst at siga, hvør er favoritturin at vinna bolkin, og harvið sleppa undan at spæla móti Føroyum í hálvfinaluni!. -jm Fair-Play Vildi av beinkinum Hart arbeiði Hóast troytt, so var tað ein fegin Anna Kristina Samson, sum vit fingu orðið á eftir dystin 23 22 Nr. 83 - 1. mai 2004 Slitnir limir Katrin á Neystabø hevur verið fastur gestur hjá Maluni Klakstein á ferð- ini. Serliga var tað at byrja við skotarmurin, sum gav trupulleikar, men spakuliga eru eisini aðrir smærri skaðar kom- nir afturat. Eftir dystin mikudagin byrjaði knæið at geva nakað av trupulleikum, og undir dystinum mátti hon so eisini út at hvíla, tá hon hevði skeiklað eitt sindur á fótinum. Hon megnaði tó at koma aftur í dystin, og hon gjørdist eisini enn einaferð før- oysku toppskjútti, men tað man tó vera lítil ivi um, at hon verður millum tær báðar, sum verða valdar at sita yvir fríggja- dagin. Blátt eyga Nikolina Eyðbjørnsdóttir byrjaði aftur millum tær fyrstu sjey á føroyska liðnum hósdagin, men tað var tó ikki so langa tíð, sum hon fekk á vøll- inum. Í eini gjøgnumbrots- roynd, sum so eisini gav tveir minuttir til ísraelska liðið, varð hon heldur illa viðfarin. Eitt blátt eyga og nakað av eymleika í síðuni gjørdist úrslitið, men hetta skuldi so ikki verið nakað, sum forðar henni í at taka lut víðari í kappingini. -jm Beinið helt Til tað seinasta var tað eitt ivamál, hvørt Helena Dam Poulsen fór at verða før fyri at verja føroyska málið í dystinum móti Ísrael hósdagin. Ein skaði í fótliðinum hevði argað í tveir dagar, men tá evstamark var at siga frá, hvørjar 12 skuldu á dómaraseðilin, segði Helena seg vera til reiðar. Og lukkutíð fyri føroyska liðið. Helena stóð nevnliga ein branddyst í málinum, har hon átti stóran part av æruni fyri føroyska sigrinum. A v trygdarávum, so er tó einki at ivast í, at tað fríggjadagin verða Tomma og Fríða Petersen, sum fara at verja føroyska málið. Og so kann leggjast afturat, at talan við hesum helst verður um debut til Tommu. -jm Venjararnir hjá før- oyska liðnum tykjast leggja stóran dent á at røkja sálarliga partin av hópinum, soleiðis at hugurin til strævnu dystarskránna skal vera so stórur, sum yvir høvur gjørligt CHALLENGE-TROPHY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Andalo, Italia: Lagið í før- oysku landsliðsleguni tyk- ist vera upp á tað besta hes- ar dagarnar í Andalo og Mezzocorona í Norður- italia. Spenningurin, sum tókt- ist eyðkenna hópin undan fyrsta dystinum, tykist nú vera avloystur av gleðini um tað, sum longu er kom- ið til høldar, og venjararnir báðir tykjast eisini gera sítt, til tess at røkja hesa gleð- ina. Sostatt er venjingin týs- kvøldið framvegis einasta veruliga venjing, sum hevur verið, og hetta tykist vera nakað, sum hóvar leik- arunum væl. Ikki so nógv tí tær hava nakað ímóti at venja, men meira tí venj- ingarhøllin er ein tíma í bussi burturi frá hotellin- um, og so er munandi meira ómaksleyst at hava nakrar lættar venjingar í túninum framman fyri hotellið, soleiðis at vødd- arnir kunnu loysast. Venjararnir fyri skotum Bæði hós- og fríggjamorg- unin var tað soleiðis fyrst og fremst rørslur og spæl, sum stóðu á skránni, og serstakliga kom lív í, tá farið varð undir at spæla stikkbólt. Hetta var tó eisini harður kostur hjá venjarunum báð- um, sum tóku lut í spælinum. Mest sum allar tóktust leikararnir hava sett sær fyri, at teir báðir í øllum førum skuldu niður við nakkanum, og meira enn ta einu ferðina máttu teir eisini síggja deyðan í eyðuni, tá bóltarnir vórðu tveittir at teimum. Og so kann eisini leggj- ast afturat, at tað helst ikki bara vóru føroyingarnir á staðnum, sum hugnaðu sær hesa løtuna. Ísraelsku trygdarvørarnir, sum altíð tykjast standa til reiðar, hugdu eisini at venjingini, eins og onkrir av italsku starvsfólkunum á hotellinum. Nú er tað ikki so nógv, sum útsendi blaðmaðurin skilir av málunum, sum verða tosað her sunnan fyri alpurnar, men orðið »blon- dino« var í øllum førum fleiri ferðir at hoyra í bak- grundini, og tað man nú ikki vera so øgiliga trupult at skilja týdningin av hes- um. Føroysku venjararnir vóru ikki í góðum skørum í steðginum, men nøkur væl vald orð, og flott avrik frá leikarunum fingu tó broytt um hetta CHALLENGE TROPHY Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Einki er at siga til, at før- oysku venjararnir vóru fegnir, tá dómarin hevði bríkslað seinasta bríkslið í dystinum móti Ísrael. Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum, so gjørdist talan jú um før- oyskan sigur í einum óvan- liga spennandi dysti, men í hálvleikinum sá tó ikki so ljóst út. Rógvi Nielsen, sum er annar av venjarunum hjá Føroyum, viðgekk eisini, at teir als ikki vóru nøgdir við avrikið fyri steðgin. - Eg má nokk siga, at har varð tosað við stórum stavum í steðginum. Fyrst og fremst, so var boðskap- urin, at tá tú spælir á lands- liðnum, so mást tú tora at skjóta. Uttan skot fært tú einki mál, tað er so sera einfalt. - Og so gjørdu vit eisini nakrar justeringar í verju- partinum. Vit settu Unu og Gurið inn, tí tær kanska betri megnaðu at fáa fatur á hasari nummar 17 hjá teimum, og tað riggaði framúr. Tað eiga tær eitt velduga stórt heraklapp fyri. Men tit tykjast framvegis at hava trupulleikar við brotskøstunum. Nú í tveim- um dystum hava tit bara skorað sjey av fimtan brotskøstum. Er tað nakað, sum tú kanst arbeiða við? - Tað veit eg ikki. Vit kunnu ikki gera stórt annað, enn at lata fleiri leikarar royna seg, og tað hava vit so eisini gjørt. Kanska eru tað bara nervarnir, sum gera um seg, tí leikararnir enn hava ov fáar royndir, men tað fæst so ikki at vita enn. Men hvat. Tað skal jú eisini vera spennandi at hyggja at, segði ein flennandi Rógvi Nielsen at enda. Broytingarnar hjálptu Einki er at siga til, at Rógvi Nielsen var ein fegin maður eftir dystin. Og hesaferð syrgdi hann so fyri at fáa nokk av vætu Stikkbóltar á skránni Tær hugnaðu sær óført, tá uttandura venjing stóð á skránni hós- og fríggjamorgunin C M Y K 22