leygardagur 1. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
tær næstu ferð skuldu verja.
Avgjørt ikki nakað, sum
er fremjandi fyri góðan
hondbóltsdyst og í hesum
førinum so avgjørt ikki
nakað, sum var fremjandi
fyri føroysku vánirnar.
Tríggjar orsøkir
Hesar batnaðu tó alt fyri
eitt, tá farið varð undir
seinna hálvleik. Umframt
ferðina á spælinum, so
tóktust okkara nú eisini at
hava fingið høvdið at
sampakkað við hjartanum,
og við trimum málum á rað
staðfestu tær, at hesin dyst-
urin so als ikki var liðugur.
Skulu fremstu orsøkirnar
til hetta nevnast, so slepst
ikki undan at nevna tríggjar
lutir.
Føroysku
kvinnurnar
fóru nú at gagnnýta skjót-
leikan til kontraálop. Hóast
tað ikki altíð tóktist so lætt
at spæla til leysan leikara,
so varð bólturin at kalla
bara tveittur langt niðan
eftir vøllinum, og so var
altíð ein av okkara, sum var
fyrst á bóltinum og kundi
seta kós móti málinum.
Í verjupartinum fingu
okkara av álvara takið á
mótstøðuni. Við at skifta
Gurið Mortensen og Unu
Olsen inn, fekk verjan
nakað meira av kvikleika,
soleiðis at Freidman ikki
longur slapp nakran veg, og
mitt fyri vóru okkara sear
konsentreraðar, soleiðis at
Greisman ongan møguleika
hevði at koma ígjøgnum.
Og so vísti Helena, at
hon er ein framúr málverji.
At fleiri leikarar ofta fóra á
Greisman, gav henni møgu-
leika at spæla aðrar leysar,
men varð hetta gjørt, so las
Helena aloftast skotroynd-
ina av, soleiðis at talan enn
einaferð kundi gerast um
nýtt føroyskt álop.
Og eru nøvn nevnd, so
skal eingin gloymast. Allar
sum ein góvu føroysku
jarnkvinnurnar seg 100%,
soleiðis at tað til tíðir
mundi øra fyri seintfatandi
mótstøðuni, sum neyvan
mundu vita, hvar okkar
fingu slíka megi frá.
Tokið fekk ferð á
Og so koyrdi tokið av
álvara. 10-15 varð innan
níggju minuttir broytt til
16-16, og so høvdu okkara
yvirtakið. Nógv meira enn
hetta gjørdist tað tó ikki til,
tí hóast vit fleiri ferðir
høvdu
møguleika
at
»drepa« dystin, so tóktist
ferðin eisini hava sett síni
spor hjá okkara, og so
hevði Ísrael altso heldur
ikki nakran serligan hug at
geva skarvin yvir.
Seinastu 20 minuttirnir
gjørdust tí til ein sannur
gysari, har tað ongantíð var
meira, enn tað eina málið á
muni. Eitt skifti spældu
okkara enntá við tveimum
leikarum leikarum í yvi-
rtali, uttan at tað eydnaðist
at skræða seg leysan. Fríða
Petersen kom eina lítla løtu
á vøllin at stórbjarga einum
brotskasti, men hon fekk tó
ikki forðað Greisman av
sjey metrum, tá hendan
legði
Ísrael
á
22-21.
Samstundis vóru okkara
ein í undirtali, men tvey
mál frá Joan og Báru
skumpaðu aftur Føroyar í
oddin.
Ísrael javnaði tó aftur, og
tær hildu seg eisini hava
lagt seg á odda, tá Greis-
man enn einaferð meddaði
til, men júst ta einu ferðina
høvdu dómararnir hoyrt
føroysku bønirnar um nøl.
Floytan ljóðaði í somu løtu,
sum skotið varð latið av, og
hóast ein steðgur mátti til,
har dómararnir máttu sissa
bláa skiftisbeinkin, so stóð
dómurin ikki at vika.
Føroyar fingu aftur lagt
seg á odda, men tá vit
síðani fingu tillutað fimta
brotskastið í dystinumj,
varð heldur ikki hetta sett í
kassan, og so fekk Ísrael
enn ein møguleika. Tær
vunnu eisini brotskast í
seinasta álopinum, men
skotið hjá Greisman brast –
helst av berari møði – niður
í gólvið, og so var tað okk-
ara tørn at taka tað róligt.
Sigurin var tryggjaður, og
okkara høvdu annan dagin
á rað ognað sær tvey stig.
Gull verdur lærdómur
Og sigurin gav helst eisini
nakað nógv meira, enn tey
bæði stigin. Fyrst og fremst
matematiska vissu fyri, at
vit vinna bólkin, og soleiðis
eru í hálvfinaluni, men eis-
ini sálarliga mundi hann
lyfta nærum eins nógv, sum
sigurin mikudagin. Leikar-
arnir fingu prógvað fyri sær
sjálvum, at við knallhørð-
um og miðvísum arbeiði, so
kann sjálvt tyngsta upp-
gávan lyftast, og tann lær-
dómurin kann vísa seg at
gerast gull verdur. Ikki bara
her í Italia, men so sanni-
liga eisini fyri framtíðina
hjá føroyskum kvinnu-
hondbólti í altjóða høpi.
Nr. 70 - 3. apríl 2004
21
Eitt framúr liðavrik
var karvið, men tað
eydnaðist. Føroysku
hondbóltskvinnurnar
vunnu á bæði Ísrael,
sær sjálvum og øllum
áskoðarunum, tá tær
noktaðu at geva seg í
vónleysari støðu, men
treiskaðust fram til
sigurs í einum framúr
spennandi hondbólts-
dysti í Mezzocorona
CHALLENGE-TROPHY
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Mezzocorona, Italia: Før-
oyska
kvinnulandsliðið
staðfesti hósdagin, at tær so
sanniliga ikki bara eru
komnar til Italia fyri at
læra. Higartil hava tær í
øllum førum lært mót-
støðuliðini bæði eitt og
annað, og ikki minst sýndu
tær móti Ísrael, at treiskni
so heilt avgjørt er nakað,
sum loysir seg í hondbólti.
Ferð vs. styrki
Tá farið varð til hálvleiks-
steðgin, sá støðan hjá før-
oyska liðnum nevnliga alt
annað enn góð út hósdagin.
Longu undan dystinum
varð tosað um, at tað fyrst
og fremst skuldi vera við
høgari leikferð, at sigurin
móti Ísrael skuldi tryggjast,
men hetta tóktist kortini
ikki at vera nóg mikið.
Tí tað, sum ísraelsku
leikararnir ikki høvdu í
ferð, tóktust tær so væl og
virðiliga hava í berari rá-
styrki. Samlaða vektin á
liðnum mundi eisini vera
nakað væl meira enn hjá
okkara, og hóast tær strídd-
ust bæði væl og virðiliga,
so tóktist hetta ikki vera
nóg mikið.
Serstakliga stóð nógv á,
tá vælvaksna Irina Greis-
man trokaði seg gjøgnum
føroysku
verjuna,
men
eisini fótfima Aura Fried-
man gjørdi sítt til, at før-
oyska verjan kortini ikki
kundi standa heilt so tætt,
sum tama ísraelska upp-
spælið annars legði upp til.
Og so hjálpti tað heldur
ikki stórt, at okkara at kalla
bara hugsaðu um ferðina,
og í nógv minni mun um
heildina í spælinum.
Óneyðug mistøkini vóru
sera nógv í tali, og rættiliga
tíðliga í dystinum slapp
Ísrael avstað frá okkara við
einum fýra-fimm málum.
Eitt føroyskt time-out
miðskeiðis í hálvleikinum
tóktist tó at bøta nakað um
føroysku vánirnar. Simona
Hansen gjørdi góðan mun,
tá hon í verjuna, har hon
sum ein av teimum fáu
megnaði at halda mótstøðu-
kvinnunum, men fram eftir
vøllinum gekk framvegis
ikki nóg væl. Serstakliga
tóktust okkara hava til við
at skjóta. Hóast tað fleiri
ferðir eydnaðist at krossa,
soleiðis at leikarar vórðu
spældar upp til skot, so
varð valt at tveita bóltin inn
móti strikuni ella út á
vongin – ella í ringasta føri
bara beint til mótstøðuna,
sum so aftur kundi fara
spakuliga í nýtt mótálop.
Armin upp!
Og hetta við spakuliga, skal
skiljast heilt bókstaviliga.
Tí tað er einki at ivast í, at
var talan um dyst í Føroy-
um, so vóru armarnir hjá
dómaraparinum
oftani
havdir á lofti. Líka mikið,
hvussu okkara royndu at
seta ferð á, og líka mikið,
hvussu rópini av føroyska
beinkinum komu, so lótu
dómararnir ikki við seg
koma. Ísrael, sum heilt víst
ikki treivst við nakrari ferð
yvirhøvur, fekk hvørja ferð
loyvi at ganga spakuliga
niðan á miðjuni, tá bólturin
skuldi gevast upp, og álop-
ini kundu koyra í langa løtu
uttan nakra sum helst
hóttan, uttan at markeringin
fyri nøl kom.
Besta dømi um hetta
mundi helst koma sjey
minuttir fyri steðgin. Tá
hevði Ísrael fingið sína
fyrstu útvísing, men hesa
støðu fingu okkara als ikki
gjørt sær dælt av. Eftir at
føroyskt álop mest sum alt
fyri eitt endaði við máli,
sluppu ísraelsku kvinnur-
nar at nýta tveir minuttir til
sítt álop, soleiðis at tær
aftur vóru fullmannaðar, tá
Nr. 83 • leygardagur • 1. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Føroyar-Ísrael 24-23 (10-15):
Stórsigur við einum máli
Dysturin í tølum
Føroyar-Ísrael 24-23 (10-15)
Føroyskir málskjúttar: Katrin á Neystabø 6(1),
Gurið Mortensen 4, Joan M. Djordjevic 3,
Gunnleyg Berg 3, Anna Kristina Samson 3, Una
Olsen 2, Bára Skaale Klakstein 2, Simona Hansen
1
Føroysk brotskøst: Katrin á Neystabø 2/1, Joan M.
Djordjevic 1/0, Gunnleyg Berg 1/0, Annika
Ljósstein 1/0
Ísraelsk brotskøst: 6/3
Gul kort: Nikolina Eyðbjørnsdóttir, Katrin á
Neystabø Bára Skaale Klakstein
Føroyskar útvísingar: Gunnleyg Berg 1, Simona
Hansen 1, Una Olsen 1
Ísraelskar útvísingar: 6
Soleiðis gentur! Sigurin á Ísrael er ein staðfesting, og eisini vit fýra áskoðarar, sum sótu í føroysku leguni, fingu eina fagnaðarheilsan
Serliga í fyrra
hálvleiki hevði
føroyska verjan
trupulleikar av
vælvaksnu Irinu
Greisman
Nr. 83 - 1. mai 2004
21
21
C
M
Y
K
20