Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2004 19 Bárður Nielsen, fíggj- armálaráðharri, og Føroya Landsstýri hava verið fyri atfinn- ingum, nú uppskot er lagt fyri tingið við- víkjandi eigara- og kapitalviðurskiftun- um í Føroya Banka. Bárður Nielsen sigur, at politiska semjan er tað týdningarmesta í hesum málinum, og hann leggur afturat, at partur av uppskoti- num er eitt politiskt signal meira enn nak- að annað FØROYA BANKI Hans Kárason Mikkelsen, hans@sosialurin.fo - Eg haldi, at Jørn Astrup Hansen yvirtulkar eitt sind- ur, tá hann sigur, at eg biði um heimild í Løgtinginum til at niðurkapitalisera bankan. Í veruleikanum gevi eg Fíggingargrunni- num frá 1992 heimild til at skipa fyri "frægasta lutfalli- num millum egin- og fremmandakapital" í Før- oya Banka. So stendur víð- ari í uppskotinum "við nið- urskriving av kapitalpørt- um grunsins í P/F Føroya Banka." Tað kann væl vera, at hasin setningurin eigur at verða strikaður, tí tað er upp til Fíggingargrunnin saman við bankanum at gera av, hvussu kapital- viðurskiftini skulu skipast. Eg varði av Fíggingar- grunninum, og tískil gevi eg honum eitt tekin um, hvat tað er, sum Landsstýr- ið ynskir. Síðani er tað ein uppgáva hjá Fìggingar- grunninum at fara víðari til Føroya Banka, sigur Bárður Nielsen, fíggjamálaráð- harri. Bárður Nielsen leggur afturat, at um mann kallar tað vinningsbýti ella niður- skriving av kapitalpørtum, tað hevur ikki so stóran týdning. Tað skal Fígging- argrunnurin nokk finna út- av, sigur hann. - Tann týdningarmesti parturin av hesi tilgongdini er, at allir partar eru samdir. Nú tá mann hevur eina rímiliga politiska semju, so er tað týdningarmikið at fáa gongd á, sigur Bárður Niel- sen. Er 20% rætt? Men ein annar spurningur er, um 20% er rætti talið, tá hugsað verður um sølu av partabrøvum í Føroya Banka. - Hetta er startskotið upp á einskiljingina, sum hevur verið á veg í fleiri ár. Og tí hevur mann mett, at tá semja er fingin í lag um at fara hóvliga til verka, so halda vit, at uppskotið er í lagi. Men tað er ongin ivi um, at stóð tað til mín, so skuldi mann havt eitt upp- skot, sum loyvdi eini sølu av upp til 100% av parta- brøvunum , til dømis yvir 10 ár. Tað uppskotið legði eg eisini fram á landsstýris- fundi, men tað varð ikki semja um uppskotið, sigur Bárður Nielsen. Men átti landsstýrismað- urin ikki at greitt lands- stýrinum frá, at tá mann bert ætlar at selja 20% av partabrøvunum, so fer prís- urin helst at verða lægri. Hetta kemst av, at íleggjarar vita ikki rættuliga, um Før- oya Banki verður privatur banki, ella um tað almenna ætlar at halda fast um meirilutan, sum tað hevur gjøgnum Fíggingargrunn- in. Tískil fer tann ótrygg- leikin hjá íleggjarum helst at virka fyri, at eftirspurn- ingurin verður minni og prísurin tískil lægri. - Tað eri eg púra samdur í, men politisk semja varð ikki um at selja meira enn 20%. So nú meini eg, at tá mann hevur fingið eina semju í lag, so má mann byrja upp á tilgongdina, sigur Bárður Nielsen, fíggj- armálaráðharri. Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri, um Føroya Banka: -Politiska semjan er tað týdningarmesta Tann týdningarmesti parturin av hesi tilgongdini er, at allir partar eru samdir. Nú tá mann hevur eina rímiliga politiska semju, so er tað týdningarmikið at fáa gongd á, sigur Bárður Nielsen, fíggjarmálaráðharri. Ljósið í miðbýnum annað árið á rað Í mai í fjør royndi Fimleikafelagið Ljósið á fyrsta sinni at hava marknaðartiltak í miðbýnum, og gekst hetta so mikið væl, at felagið bjóðar upp á tiltakið enn eina- ferð. Ætlanin við degnum er bæði at fáa felagnum pen- ing til rakstur og at seta Ljósið við tess stóra ungdóms- arbeiði í miðdepilin eina løtu - serliga í huganum hjá fólki, tí uttan stuðul/undirtøku er trupult at reka fel- agsarbeiði. Leisturin frá fjør verður endurnýttur, og á skránni er aftur káti køkur, gloyp við glúpi (slag av fiskibrunni við ordiligum vatni), vørutombola, sigling við fjarstýrdum bátum, andlitsmáling, sneisabreyð, heitar vaflur og kaffi. Fólk fáa høvi at royna seg og dirvi sítt á høga klintri- vegginum, og aftur í ár vera tvær skreiðiborgir: onnur er eitt megastórt, spildurbrannýtt sjórænaraskip, með- an hin er til smærri børn. Gongur væl hjá Kaupthing Bank Kaupthing Bank hevði eitt yvirskot eftir skatt á 223 milliónir DKK í fyrsta ársfjórð- ingi av í ár Sammet við fyrsta ársfjórðing av 2003 er hetta ein vøkstur á 92,6%. Fíggjarinntøkurnar vuksu 41% til 818 milliónir DKK, meðan rakstrarútreiðslurnar vuksu 15,6% til 431 milliónir DKK. Javnin vaks 7,6% til 51,5 milliardir DKK, harav útlán til kundar er 35,5 milliardir DKK. Eginpeningurin er góðar 4 milliardir DKK og solvensurin er 11,2% 56% av samlaðu fíggj- arinntøkunum hjá bankanum, stava nú frá virksemi uttanfyri Ísland. Landsfelag Sløkkiliðs- manna, LFS, skrivar við hesum út kapping um nýtt búmerki til felagið. Til kunningar um felagið kann sigast, at endamál Landsfelag Sløkkiliðs- manna er at knýta saman sløkkiliðsfólk um alt land- ið, at loysa felags áhuga- mál, og at fremja góðan felagsskap limanna mill- um. Øll áhugað, ið eru ella hava verið knýtt at einum sløkkiliði, kunnu gerast limir í Landsfelag Sløkki- liðsmanna. Dómsnevnd og virðislønir Ein dómsnevnd velur mill- um innkomnu uppskotini, og latast kunnu tríggjar virðislønir. 1. virðisløn 5.000 krónur 2. virðisløn 2.000 krónur 3. virðisløn 1.000 krónur Um dómsnevndin heldur, at einki av uppskotunum er nýtiligt sum búmerki, verð- ur eingin virðisløn latin. Krøv og ynski Ætlanin er, at búmerki fel- agsins í framtíðini skal prýða brævpappír og ann- að, Landsfelag Sløkkiliðs- manna letur úr hondum, umframt heimasíðu felag- sins. Búmerkið skal vera einfalt og nýtiligt til mong og ymisk endamál. Stytt- ingin av navni felagsins er LFS, og skal henda stytting helst onkursvegna vera partur av búmerkinum. Støddin á tekningini skal vera umleið 29 x 21 senti- metrar (svarandi til A4- síðu). Búmerkið skal í mesta lagi vera í trimum lit- um á hvítari bakgrund. Tað skal teknast einfalt í strik- uni, so tað kann minkast í stødd til umleið 1,5 x 1,5 sentimetrar, uttan kortini at missa síni sereyðkenni. Harumframt skal búmerkið vera egnað at prenta í svørt- um/hvítum. Mannagongd við innsending Tekningarnar skulu ikki vera signeraðar, men eitt eyðmerki skal setast aftan- fyri á tekningini. Navn, bú- staður og telefonnummar verður lagt hjá í afturlatn- um brævbjálva, sum hevur sama eyðmerki sum tekn- ingin. Øll kunnu vera við í búmerkjakappingini. Upp- skotini skulu vera Lands- felag Sløkkiliðsmanna í hendi innan týsdagin 18. mai klokkan 12. Adressan er: Landsfelag- ið Sløkkiliðsmanna, Post- boks 215, 600 Saltangará. Búmerkjakapping 19 18 Nr. 83 - 1. mai 2004 Hús í Runavík Við hesum verður sethúsaognin matr. nr. 113, Toftir, lýst til sølu. Byggiár: 1958 Stødd á grundøki: uml. 550 m2 Húsastødd: 2 hæddir á uml. 55 m2 Húsini eru innrættað soleiðis: Niðara hædd: gangur, køkur, stova og fýrrúm. Ovara hædd: gangur, stórt kamar, hjúnarúm, 2 smærri kømur, baðirúm. Á grundøkinum er hjallur og lítil urtagarður. Húsini standa væl fyri við fótbóltsvøllin. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Nærri upplýsingar um ognina fáast frá undirritaðu –––––––––– Hús í Hoyvík Við hesum verður sethúsaognin Kristiansgøta 40, 188 Hoyvík, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst. Grundøkið, matr. 1 tp, Hoyvík, er 536 m2. Húsini eru í einari hædd á 137 m2 við lágari reising. Húsini eru innrættað soleiðis: Gangur, køkur, vaskirúm, baðirúm, 2 kømur, hjúnarúm við wc/brúsu og stór stova. Trappa er upp á loftið, kamar og rúm úti á lofti er gjørt í fjør. Pláss er fyri einum kamari afturat. Húsini eru bygd í 1990, takið er skift fyri 2 árum síðani. Ventilatión er í húsinum. Stórt bilhús er á grundøkinum. Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi ovast á Løgmannabreyt. Nærri upplýsingar um ognina fáast frá undir- ritaðu. Advokatskrivstovuna Fr. Petersensgøtu 9 100 Tórshavn · Tlf. 311145 Fríða Patursson, adv. teldupostur: frp@jura.fo C M Y K 18 VIÐMERKING Rúni Rasmussen Hann varð føddur í einum fjósi. Hann var timburmaður. Hann vaks upp í lítlu bygdini Nazareth í Galilea og ferð- aðist ikki víða. Hann hevði ikki nakra útbúgving, men tó lærdi hann við slíkum vís- dómi, at áhoyrararnir vóru hugtikinir av orðum hansara. Hann skrivaði onga bók, tó eru óteljandi bøkur skrivaðar um hann. Hann virkaði al- ment í einans trý ár. Í hesum tíðarskeiði hjálpti og grøddi hann óteljandi menniskju, sum vóru í vónloysi og hjálparloysi. Hann var væl umtóktur millum manna, men hann varð svikin av mongum tá ið tey vildu hava hann krossfestan. Hann varð dømdur til deyða hóast hann var ósekur. Hann endaði sítt lív á einum krossi millum tveir brotsmenn. Maðurin er Jesus. Jesus og heimssøgan Eingin persónur í søguni kann samanberast við Jesus. Øll, sum hyggja at heimssøg- uni við einum ærligum hug- burði, koma til ein felags niðurstøðu. Niðurstøðan er, at Jesus hevur havt nógv størri ávirkan á mannaættina enn aðrir stórir søguligir persónar. Hesin persónurin er nakað fyri seg, hann er í serflokki. Hvør er hesin per- sónurin, sum hevur hugtikið og broytt so nógv menniskju í næstan 2000 ár? Ymiskar fatanir Næstan øll, sum hava hoyrt um Jesus, hava eina meining um hann. Onkur heldur, at hann var ein góður morallær- ari, sum gav góð ráð í lívsins viðurskiftum. Jesus vísti jú á, at vit skulu elska okkara næsta sum okkum sjálv og læra at fyrigeva. Onnur halda, at hann var ein góð menniskjalig fyrimynd, tí honum tykti hjartaliga synd í teimum, sum sjúk vóru, og hann hjálpti teimum. Eisini var hann saman við teimum, sum samfelagið ikki virðis- metti. Hann var jú javnan í veitslu saman við tollarum og syndarum. Summi halda, at Jesus var ikki einans ein góður morallærari og góð fyrimynd. Hann var ikki eitt vanligt menniskja; hann var sonur Guds. Spurningurin er: hvør er Jesus í veruleikan- um? Jesus var menniskja Jesus var á ein hátt eitt van- ligt, men tó eitt óvanligt menniskja. Jesus var eitt menniskja. Hann var føddur av Mariu og vaks upp sum aðrir dreingir. Jesus hevði likamligar tørvir. Hann var svangur, tysti, gjørdist móð- ur sum vanlig menniskju. Hann syrgdi, hevði sam- kenslu og gleddist eisini. Jesus doyði eins og øll menniskju. Mátin hann doyði var tó ikki vanligur. Óvanligur vísdómur Staðfest er, at Jesus var eitt menniskja. Men hann var eitt óvanligt menniskja. Jesus lærdi fólkið við slíkum vís- dómi, at fólkið var hugtikið av orðum hansara, tí hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði, og ikki sum hinir skriftlærdu teirra. Tey vóru ovfarin og spurdu: Hvaðani hevur hann henda vísdóm? Jesus og syndarar Tað vóru menniskjur á Jesu døgum, sum ikki vóru virðis- mett. Hesi menniskju vóru útskot í samfelagnum; tey vóru á ein hátt vrakað. Hvørja støðu hevði Jesus til hesi menniskju? Hann fylgdi ikki ráðandi hugburðinum, nei, hann gekk ímóti streym- inum. Hann dróg tollarar og syndarar til sín. Hesi fólk komu til hansara og hann fór til tey. Honum dámdi væl at vera í veitslu saman við teimum, sum samfelagið hevði vrakað. Hann dømdi tey ikki, men hann tók ikki lut í syndum teirra. Hann vísti á vegin burtur úr synd- ini. Jesus og tey sjúku Tey spitalsku vóru roknað sum órein. Tey frísku hildu seg burtur frá teimum. Ein dagin kom ein spitalskur til Jesus og fall á knæ fyri hon- um og segði við hann: "Vilt tú, so kanst tú gera meg rein- an!" Jesusi tykti hjartaliga synd í honum og nam við hann og segði:"Eg vil; verð reinur!" Og hann gjørdist reinur. Legg til merkis, at Jesus nam við hin spitalska! Eingin hevði funnið uppá at nema við ein spitalskan; hann var jú óreinur og kundi smitta. Hvat gjørdi Jesus? Hann gjørdi tað, sum eingin annar hevði gjørt; hann nam við hann. Ferð eftir ferð lesa vit í evangeliunum, at Jesus tykti hjartaliga synd í teimum sjúku, og hann grøddi tey. Tey blindu fingu sjónina, lamin gingu, deyv fingu hoyrnina aftur o.s.fr. Eisini grøddi hann ein hóp av fólki, sum vóru sálarsjúk. Hesi verk kunnu ikki verða gjørd av vanligum menniskjum. Jesus var eitt óvanligt menniskja. Heldur ikki eg dømi teg! Einaferð komu teir skift- lærdu og Fariseararnir til Jesus við eini kvinnu, sum tikin var í hori. Teir freistaðu hann og vildu hava, at hon skuldi steinast sambært lógini. Hann svaraði teimum ikki. Men teir hildu á at spyrja hann; tá segði hann við teir hesi væl kendu orð:"Tann av tykkum, sum er uttan synd, kasti fyrsta steinin!" Tá ið teir hoyrdu hetta fóru teir avstað, ein fyri og annar eftir. Jesus var einsamallur við kvinnuni. Hann segði við hana:"Heldur ikki eg dømi teg; far avstað og synda ikki longur!" Henda hending vísir, at Jesus gjørdi, við sínum guddóm- liga vísdómi, teir skriftlærdu til skammar. Eisini vísir Jesus á, at einki menniskja er syndafrítt. Hendingin lýsir á hugtakandi hátt fyrigevandi sinnalag Jesusar. Hann dømdi hana ikki, men gav henni fyrigeving og kraft til at sleppa burturúr syndini. Jesus er fullkomin Tað verður ofta sagt, at eing- in er fullkomin. Øll hava onkuntíð gjørt okkurt skeivt. Og so er. Tó er eitt undantak. Jesus gjørdi ongantíð nakað mistak, hann bar seg ongan- tíð skeivt at. Jesus spurdi, um nakar kundi vísa á nakra synd hjá sær. Eingin kundi vísa á nakran skeivleika í lívi hansara. Hann varð ofta ákærdur fyri ymiskt, men var altíð ósekur. Jesus var full- komin. Evangeliini staðfesta greitt, at Jesus var fullkomin. Deyðin Jesus doyði ósekur 33 ára gamal. Hann varð ákærdur fyri gudsspottan. Hann varð húðflongdur, bardur av og háðaður og spottaður. Síðani var hann krossfestur. Hann var ikki beiskur, tá ið hann hekk á krossinum. Ei heldur var hann fyltur av hevndar- hugi. Hann fyrigav teimum, sum húðflongdu, háðaðu og krossfestu hann. Jesus var fyltur av kærleika til tey, ið voldu honum eina ólýsandi píning og líðing. Uppreisnin Tá ið Jesus var deyður, varð hann lagdur í eina grøv. Stórur klettur varð settur fyri gravarmunnan. Rómverskir hermenn vóru settir til at halda vakt við grøvina. Høvuðsprestarnir bóru ótta fyri, at lærisveinarnir fóru at stjala líkið, og síðani siga, at hann er risin upp. Tí varð vakt sett við grøvina. Eftir sabbatin komu Maria Magdalena og Maria út at hyggja at grøvini. Steinurin var veltur burtur og Jesus var ikki at finna. Hann var risin upp. Tær skundaðu sær burt- ur frá grøvini við ótta og stórari gleði og lupu avstað at siga lærisveinum hansara tað. Uppreisn Jesusar er størsta prógvið fyri, at hann ikki bara var eitt vanligt menn- iskja. Uppreisn frá teimum deyðu er eitt undur; eitt stórt undur. Deyðin kundi ikki halda honum í grøvini. Hvør er Jesus? Jesus segði, at hann var Gud. Hetta er ein óvanlig og djørv útsøgn. Fyri eitt menniskja, sum einki merkisvert hevur at vísa á í sínum lívi, er tað púra ørt at siga, at ein er Gud. Støðan er øðrvísi, tá ið ein persónur sigur seg vera Gud og kann vísa á ymiskt í sínum lívi, sum einans Gud kann gera. Við støði í oman fyri nevndu lýsing av Jesusi, kunnu vit ikki annað enn staðfesta, at Jesus er í ser- flokki. Hann er meir enn eitt vanligt menniskja, tí at hann gjørdi tað, ið vanlig menn- iskju ikki kunnu gera. Jesus gjørdi tað, sum einans Gud kann gera. Tí viga orð Jesusar, at hann er Gud, sera tungt. Fyri eitt ærligt hugs- andi menniskja er tað trupult at koma til nakra aðra niðurstøðu enn at Jesus hevði guddómligan uppruna. Tríggir møguleikar Hvør er Jesus? Tað eru tríggir møguleikar. Antin var Jesus lygnari, sinnissjúkur ella Gud. Um Jesus var ein lygnari, so vitsti hann, at hann var ikki Gud. Var hann ein lygn- ari, so var hann eisini ein hyklari, tí at hann lærdi, at tað var týdningarmikið at vera ærligur. Um Jesus var ein lygnari, so var hann eisini ein býttlingur, tí at hann doyði vegna tað, ið hann vitsti var ein lygn. Hvussu kann ein lygnari, hyklari og býttlingur vera upphavsmaður til eina slíka moralska vegleiðing sum Jesus gav. Hansara moral- læra er oman fyri allar aðrar morallærur, sum heimurin hevur sæð. Hvussu kann ein lygnari liva eitt so fyrimynd- arligt lív sum Jesus livdi? Jesus hevur kanska verið sinnissjúkur. Hann helt seg vera Gud, men var tað ikki. Hann var ikki vitandi um, at hann ikki var Gud, tí hann var sinnissjúkur. Tað er av- gjørt einki, sum bendir á, at Jesus ikki var ein sálarliga frískur persónur. Triði møguleikin er, at Jesus er Gud opinberaður í holdi. Prógvini fyri hesum møguleika eru mong og sannførandi. Greitt er, at Jesus er í serflokki, eingin er sum Jesus. Einans Gud kann gera tey verk, sum Jesus gjørdi, og tað er bara Gud, sum kann reisa eitt menn- iskja upp frá hinum deyðu. Einki vanligt menniskja kann liva eitt fullkomið lív. Tað er bara ein persónur við guddómligum uppruna, sum kann liva eitt fullkomið lív. Eitt slíkt lív livdi Jesus. Tað hava verið nógvir stórir og kendir persónar í søguni: Móses, Platon, So- krates, Paulus, Martin Luth- er, George Washington, Winston Churchill, móðir Theresa…Listin er langur. Tað er eitt navn, sum skínur fram um øll onnur nøvn. Tað er Jesus Kristus. Jesus hevur verið ljós heimsins í 2000 ár. Jesus fer framhaldandi at vera ljós í einum myrkum heimi. Jesus segði:"Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins." Hvør er Jesus?