leygardagur 1. mai 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
17
Álvarsamir
arbeiðsskaðar í Havn
Tveir mans duttu av einum byggipalli
seinnapartin hósdagin. Báðir fingu álvar-
sama skaða. Á Norrønu misti ein maður
vitið, tá ein talja loysnaði.
ARBEIÐSSKAÐAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tveir timburmenn í Havn vóru so óhepnir at detta av
byggipallinum, meðan teir seinnapartin hósdagin um-
vældu eini hús í Jákup Nolsøe gøtu. Fallið var góðar
seks metrar og báðir fóru á landssjúkrahúsið.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at annar mað-
urin breyt báðar hælarnir, meðan hin breyt annan hæl-
in og koykti ein rygggeisla. Maðurin, sum breyt báðar
hælarnar, varð fríggjamorgunin sendur niður á Ríkis-
sjúkrahúsið í Keypmannahavn. Arbeiðseftirlitið kann-
ar nú málið gjøllari.
Taljan loysnaði
Á Norrønu var eisini ein arbeiðsskaði hósdagin. Menn
vóru í ferð við at spenna eina talju, tá hon brádliga
loysnaði. Ein maður fekk taljuna í nakkan og varð alt
fyri eitt fluttur á Landssjúkrahúsið. Av løgreglustøðini
í Havn verður sagt, at maðurin er við vit aftur, og at
Skipaeftirlitið kannar nú málið.
Ferðaseðlasølan gongur
betri enn í fjør
Í dag byrjar summarsiglingin hjá Norrønu. Fyrsti túrur
er úr Hanstholm til Føroya. Við nýggjum stásiligum
skipið hevði Smyril Line eina framgongd upp á góð
30% í summarsiglingini í fjør sammett við undanfarin
ár.
Stjórin á Smyril Line, Óli Hammer, sigur, at sølan av
ferðaseðlum til summarsiglingina í ár gongur væl.
–Tað er talan um eina framgongd sammett við í fjør,
men tú fært meg ikki at siga, hvussu stóra framgongd
talan er um, sigur Óli Hammer.
-páll
Álit um rækjuflotan
handað Bjørn Kalsø
Undanmaðurin hjá Bjørn Kalsø, Johan Dahl, setti í
januar-mánað ein skjótt arbeiðandi bólk at gera eitt álit
um støðuna í kreppurraktu rækjuvinnuni og hvussu
vinnan skal skipast í framtíðini.
Bólkurin er nú liðugur við arbeiðið, og hósdagin fekk
landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum álitið um
rækjuflotan. Við Dimmalætting sigur Sólja í Ólavs-
stovu, deildarleiðari í Fiskimálaráðnum, at Fiskimála-
ráðið fer ikki at kunna um innihald í álitinum fyrr enn
týsdagin.
-páll
Hon orkar ikki fyri tí
borgarliga lívinum,
og tí valdi hon at ger-
ast pornostjørna. Um
vikuskiftið vitjar
fyrrverandi heims-
kenda pornostjørnan,
Katja Kean, í Føroy-
um
KATJA K. VITJAR
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Í Føroyum er ikki loyvt at
selja pornografiskan lesnað
ella filmar. Kortini bendir
nógv á, at føroyingar kenn-
ast við navnið Katja Kean.
Katja Kean varð fødd á
Frederiksberg í 1968. Hon
vaks upp í Avedøre í sjeyti-
og áttatiárunum, og sum 27
ára gomul gjørdi hon av at
royna seg í pornofilmi. Í
sjálvævisøguni, sum varð
nógv umrødd og seld í
Danmark
fyri
smáum
tveimum
árum
síðani,
greiðir Katja Kean frá, at
hon undir upptøkunum av
fyrsta pornofilminum í
Malmø í 1996 varð doypt
fyri aðru ferð.
Navnið, Katja Kean, varð
eitt navn, sum skuldi koma
at ekkóa innan pornovinn-
una nógvu næstu árini. Við
rúkandi ferð vann hon seg
fram
millum
fremstu
pornomodellir í heiminum,
og hennara avrik á filmi
vóru rættiliga væl umtókt
millum tey, sum hava áhug-
að fyri slíkum filmum.
Kortini gjørdist lívsleiðin
sum pornomodell stokutt,
og í 2000 gjørdi hon av at
gevast. Í dag er Katja Kean
mest kend sum skrivstovu-
kvinnan, Lisa, í væl um-
tokti sendirøðini, Langt fra
Las Vegas.
Um vikuskiftið vitjar
Katja Kean oyggjarnar.
Fríggjakvøldið skal hon
verða gestabarrvørur á
Eclipse, og um vikuskiftið
er ætlanin, at hon skal ferð-
ast runt oyggjarnar, so hvør
veit um ikki onkur gamal
drongur á bygd fer at renna
seg inn í sín lívs kærleika
ein av døgunum.
Søkir avbjóðingar
-Eg havi ongantíð veruliga
hvílt í mær sjálvum og eg
leitaði altíð eftir nýggjum
avbjóðingum. Í 1996 hevði
eg hug at royna meg í ein-
um nýggjum umhvørvi og
tað varð so innan pornoídn-
aðin, svarar Katja Kean, tá
hon verður spurd, hvør or-
søkin var, at hon valdi at
royna seg sum pornomo-
dell.
Hon greiðir frá, at hon
ongantíð hevði ætlanir um
at verða partur av einum
vanligum borgarligum lívi,
tí tað borgarliga lívið er ein
avmarking av møguleikum,
sum lívið hevur at bjóða
-At liva sum porno-
stjørna gav eitt ávíst frælsi
frá tí vanliga lívinum. Eg
slapp at ferðast, liva lívið
og vinna eina rúgvu av pen-
ingi, greiðir Katja Kean frá.
Millum
manna
eru
skoðsmálini til fólk, sum
arbeiða innan pornoídnað-
in, alt annað enn góð. Í
sjálvævisøguni
greiðir
Katja Kean frá, at hon held-
ur, at fólk eiga at verða tol-
lynt, tá tað kemur til
pornoídnaðin.
-Tað eru ein rúgva av for-
dómum um fólk í porno-
ídnaðinum. Porno verður
av fleiri framvegis mett at
verða hálvgum kriminelt. Í
mínum føri setti eg eitt
mark alt fyri eitt og eg kom
tískil ongantíð í óførið. Eg
vil ikki beinleiðis verja
vinnuna, men eg eri so eitt
dømi um, at tú kanst vera í
vinnuni, uttan at taka skaða
av tí, vísir Katja Kean á.
Steðgar á tindinum
Eftir 30 pornofilmar og
fleiri heiðurslønir fyri síni
avrik á lakinum gevst Katja
Kean brádliga í 2000 í
pornovinnuni. Hon kennir
tað seg hava rokkið síni mál
innan pornovinnuna. Innan
góð trý ár vinnur Katja
Kean seg fram millum
fremstu pornostjørnurnar í
heiminum og tá hon kemur
á tindin, tímir hon ikki meir
-Lívið sum pornostjørna
var ikki spennadi longur.
Eg setti mær nøkur mál, og
tey rakk eg. Áhugin fyri
porno var eisini dalandi, og
tí gavst eg, sigur hon
Lívið sum pornostjørna
hevur Katja Kean lagt aftur
um seg. Spurd um hon
angrar, at hon gjørdi av at
gerast pornostjørna, svarar
hon avgjørd, at tað ger hon
als ikki
-Tað
kann
onkuntíð
kennast eitt sindur undar-
ligt at síggja seg sjálvan í
sølubúðunum,
men
eg
angri einki. Hasin partur av
mínum lívi hoyrir fortíðini
til, sigur hon.
Undirklæðir
Seinastu trý árini hevur
Katja Kean verið við væl
umtóktu sendirøðini, Langt
fra Las Vegas við Casper
Christensen á odda. Hon
hevur leiklutin sum skriv-
stovukvinnan Lisa.
-Leikluturin í sendirøðini
kom ógvuliga væl við.
Sendirøðin gjørdi sítt til, at
eg ikki varð stemplað eftir
eg gavst í pornoídnaðinum,
tí fólk kunnu síggja meg í
einum
øðrvísi
leikluti,
sigur Katja Kean.
Í vár vóru seinastu send-
ingarnar við Langt fra Las
Vegas gjørdar og Katja
Kean er longu farin undir
næstu verkætlanina. Á jól-
um verður hon á marknaði-
num við undirklæðum við
undirheitinum Katja K.
Porno gav mær frælsi
Sambært formanni
Tjóðveldisfloksins er
sannleikans tími
komin fyri føroysku
tjóðina, nú nýggja ES
grundlógin flytir
málsøki, danir umsita
vegna føroyingar, til
ES háborgina í
Bruxelles. – Uttan
fullveldi og nakran
sjálvsavgerarrætt
verður føroysku tjóð-
in drigin inn í ES, og
tað sindri av fólka-
ræði, vit enn hava,
hevur ongantíð verið
í størri vanda, sigur
Høgni Hoydal
ES
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
Formaður Tjóðveldisflok-
sins rópar av álvara varskó,
nú nýggj ES grundlóg er á
veg, sum danir eftir øllum
at døma vera partur av. Ikki
orsakað av grundlógini,
men orsakað av teimum av-
leiðingum, hetta fær fyri
Føroyar. Fleiri og fleiri
donsk
felagsmál
verða
væntandi flutt til ES at um-
sita, og av tí at danir enn
umsita fleiri málsøki vegna
okkum føroyingar, verður
føroyska tjóðin – uttan at
verða spurd – automatiskt
umsitin úr ES háborgini í
Bruxelles.
Uttanríkismál, rættarmál,
gjaldoyramál og verjumál
eru í løtuni málsøki, danir
umsita vegna føroyingar, og
um t.d. hesi mál verða út-
delegera til ES, er stóri
spurningurin fyri Høgni
Hoydal, hvørjar avleiðingar
hetta fær fyri Føroyar.
Tvinnir eru kostirnir
- Vit eru fyrst og fremst alt
ov seinir á sjóvarfallinum at
viðgera henda spurning, tí
hetta er í veruleikanum
størsti fólkaræðisligi spur-
ningurin og trupulleikin
fyri føroysku tjóðina í
nýggjari tíð, sigur Høgni
Hoydal. Hann vísir á, at
tvinnir eru kostirnir.
- Uttan ræði á egnum
landi fylgja vit við dønum
inn í ES samstarvið og ger-
ast ein dupultur útjaðari
bæði í ríkisfelagsskapinum
og í Europasamveldinum,
ella mugu vit loysa og har-
við fáa møguleikan sjálvi at
velja, í hvønn mun vit vilja
luttaka, sigur Høgni Hoy-
dal.
Formaður
Tjóðveldis-
floksins vísir á absurda og
mótstríðandi trupulleikan,
t.d.
Sambandsflokkurin
hevur í sínum grundgeving-
um fyri ES.
- Skulu vit vera partur av
europeisku integratiónspro-
sessini, er tað fyrst og
fremst ein fortreyt, at vit
hava ognað okkum tjóðar-
frælsi, tí uttan fullveldi ger-
ast vit bert partur av ES
gjøgnum Danmark, og tá er
fólkaræði av álvara í vanda,
vísir Høgni Hoydal á. Á
henda hátt mangla vit sam-
bært honum at taka grund-
leggjandi stigið, sum yvir-
høvur ger okkum før fyri at
avgera, hvussu vit skulu
fyrihalda okkum til ES.
Høgni Hoydal heldur, at
kjakið um ES higartil hevur
verið merkt av naiviteti, tí
uttan sjálvsavgerarrættin
kunnu føroyingar á ongan
hátt gerast ES limir, og tí-
skil verður tað bert ígjøgn-
um danir og sum útjaðari í
danska ríkinum, vit gerast
partur av ES samstarvinum.
- Talan er í veruleikanum
um eina absurda støðu.
Hvussu skulu danir lata ES
umsita t.d. gjaldoyramál og
uttanríkismál, samstundis
sum teir skulu umsita somu
mál vegna okkum, spyr
Høgni Hoydal. Hann vísir
við spurninginum á, at ant-
in kemur ES at umsita mál
vegna okkum, ella yvirtaka
vit sjálvi málsøkini.
Drukna í
altjóðagering
Høgni Hoydal ber ótta fyri,
at
føroysku
sambands-
flokkarnir ikki fara at taka
henda trupulleika í nóg
stórum álvara.
- Um vit vegnu donsku
ES luttøkuna verða drigin
við inn í eitt ES samstarv,
er tað seinasta sindri, vit
hava av fólkaræði, av álvara
í vanda, heldur Høgni Hoy-
dal. Formaður Tjóðveldis-
floksins sigur, at okkara
leiklutur verður á sama
støði sum ein dansku lands-
lutur, og sostatt koma vit
ikki til orðanna og drukna í
globaliseringini
millum
stórveldini í ES.
- Uttan sjálvsavgerðar-
rættin hava vit ikki hægri
status enn hetta, og so
kunnu vit enda sum fleiri
bretsk kreppurakt oyggja-
samfeløg við sera høgum
arbeiðsloysi, slær Høgni
Hoydal fast.
Hann vísir á Hetland,
Orknoyggjarnar og fleiri
skotskar fiskivinnubýir á
meginlandinum, sum hava
verið raktir av júst hesum,
og sum í dag einki ræði og
ongan rætt hava í Europa-
samveldinum.
- Tí mugu vit tryggja
okkum tjóðarfrælsi, um vit
ikki skulu enda sum ein
gloymdur
útjaðari
í
Europasamveldinum, slær
Høgni Hoydal fast.
Føroyar uttanfyri EBS
Uttan stórvegis úrslit arb-
eiddi undanfarna samgonga
fyri betri føroyskari at-
gongd í innara marknaði-
num í ES, men sambært
Høgna Hoydal var sjón fyri
søgn, at okkara rættindi
sum partur av Danmark er
avmarkaður. EBS avtalan
(europeiska búskaparliga
samstarvið) krevur nevni-
liga, at luttakandi londini
hava tjóðarfrælsi.
- Bæði Noreg og Ísland
eru partur av innara markn-
aðinum uttan at vera ES
limir, men Føroyar lúkaðu
ikki treytirnar at luttaka í
EBS avtaluni, vísir Høgni
Hoydal á. Skulu vit tí lut-
taka í einum alt meiri glo-
baliseraðum og tætt saman-
knýttum Europa, har natio-
nalstaturin fánar í kjalar-
vørrinum av einum europe-
iskum samveldi við einari
felags stjórn, mugu vit
sambært Høgna Hoydal
fyrst yvirtaka tey málsøki,
sum enn eru felagsmál.
Krevja fólkaatkvøðu
Tjóðveldisflokkurin krevur
tí eina fólkaatkvøðu, so
staðfestast kann, hvat fólk-
ið vil viðvíkjandi ES spurn-
inginum. Um einki verður
gjørt, er vandi sambært
Høgna Hoydal fyri, at vit
enda í einum samstarvi, vit
als ikki hava valt at luttaka
í, har Føroyar – so hvørt
sum danir lata lata frá sær
sín suverenitet til ES – utt-
an ávirkan verða stýrdar úr
Bruxelles.
- Hetta er tí størsti før-
oyski fólkaræðisligi spurn-
ingurin í nýggjari tíð, slær
andstøðuleiðarin
Høgni
Hoydal fast.
Formaður Sambands-
floksins gleðir seg til
hol verður sett á ES
kjakið í Føroyum í
kjalarvørrinum av
nýggju ES grundlóg-
ini, danir væntandi
taka undir við. –
Hóast felagsmál
møguliga verða flutt
úr Keypmannahavn
til Bruxelles, er talan
um eina framhald-
andi menning í ríkis-
felagsskapinum uttan
nakran vanda fyri
føroyska fólkaræðið,
sigur Kaj Leo Jo-
hannesen. Hann
undirstrikar, at før-
oya fólk skal avgera
ES spurningin
ES
Heini í Skorini,
heini@sosialurin.fo
- Eg varð glaður at lesa við-
merkingar løgmans í Sosi-
alinum í gjár, tá løgmaður
bað føroyskar politikarar
fyrireika seg til kjak um av-
leiðingarnar av eini ES
grundlóg, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen, formaður Sam-
bandsfloksins.
Tað er eingin loyna, at
eitt aðalendamál hansara í
politiska yrkinum hevur
verið tættari samstarv við
ES, og hevur hann eisini
sett hol á kjakið fyrr á pol-
itiska leikpallinum við fyri-
spurningum um ES.
ES grundlógin
broytir einki
- Eg gleði meg til kjakið, tí
Føroyar
vera
sjálvsagt
ávirkaðar av integratións-
gongdini í Europa í løtuni,
og tí mugu vit gera okkum
greitt, hvat vit vilja, heldur
Kaj Leo Johannesen. Með-
an Høgni Hoydal úr Tjóð-
veldisflokkinum
ávarar
møguligar avleiðingar, um
danir taka undir við eini ES
grundlóg og flyta felagsmál
í
heimastýrislógini
úr
Keypmannahavn til Brux-
elles, sær Kaj Leo Johanne-
sen á ongan hátt vandar,
sum kunnu seta fólkaræðið
føroyinga í vanda.
- Einasta fyrisitingarliga
broytingin er geografisk, at
danir møguliga koma at
umsita føroysk mál úr
Bruxelles, og tí er einki ótt-
ast, heldur nýklakti for-
maður Sambandsfloksins.
Kaj Leo vísir á, at danska
grundlógin ikki verður
broytt við einum komma,
hóast nýggj ES grundlóg
verður samtykt, og tískil er
talan um framhaldandi før-
oyska funktión í einum
mentum ríkisfelagsskapi.
Formaður
Sambands-
floksins undirstrikar mót-
vegis tjóðveldismótstøðu-
monnum hansara eisini, at
føroyingar hava fullan av-
gerarrætt sum partur av
ríkinum, og at tað er
íspunnið tvætl, at fullveldi
má fáast í lag til tess at lut-
taka í europeisku integra-
tiónsgongdini.
- Vit kunnu í prinsippi-
num melda okkum inn í ES
sum partur av ríkinum nær
sum helst, og einastu av-
markingarnar er nationali
yvirvaldsrætturin, vísir Kaj
Leo á.
Nationalstaturin
revurderast
Kaj Leo Johannesen sigur,
at týdningurin av national-
statinum í einum alt meiri
integreraðum og savnaðum
Europa eigur at vera revur-
deraður av føroyingum, og
sjálvur er hann ikki í iva
um, at ES einki er at ræð-
ast.
- Um danir velja at flyta
nøkur málsøki til ES at um-
sita, er tað tí, teir eru trygg-
ir við hesum, og eg óttist á
ongan hátt avleiðingarnar
av hesum fyri føroyingar,
sigur Kaj Leo. Hann held-
ur, at talan er um vinnulig-
ar, handilsligar, uttanríkis-
politiskar og trygdarpolit-
iskar fyrimunir við einum
tættari ES samstarvi, og um
vit á henda hátt gerast størri
partur av samstarvinum,
tænir hetta føroysku tjóðini.
Kaj Leo sigur, at við
tveimum føroyskum um-
boðum í danska fólkatingi-
num hava vit føroysk um-
boð og allar møguleikar at
fylgja við í gongdini, og við
hesum
fólkatingslimum
umframt einum kjaki í Før-
oyum kunnu vit fyrireika
okkum til sjálvi at taka
støðu uttan automatiskt at
verða drigin við "ígjøgnum
bakdyrnar", sum Høgni
Hoydal hevur víst á.
Formaður
Sambands-
floksins vísir í hesum sam-
bandi á, at Føroya fólk til
eina og hvørja tíð skal av-
gera, í hvønn mun vit skulu
luttaka í ES høpi.
- Mótvegis Tjóðveldis-
flokkinum, sum ikki tordi
at spyrja Føroya fólk á
sinni, eru vit ikki bangnir at
spyrja føroyingar um sína
meining viðvíkjandi ES á
fólkaatkvøðu, men hetta er
nokk longri frammi í tíðini,
slær sambandsformaðurin
fast.
Einføld grundlóg
ES grundlógin er sambært
Kaj Leo ein roynd at savna
allar tær traktatir, sum hig-
artil eru gjørdar, og sostatt
verða spælireglurnar ein-
faldari við eini felags
grundlóg. Hetta er sambært
honum eitt framstig fyri
europeisku gongdina og
integratiónina, og sigur
hann, at við eiga at fyri-
halda okkum realistisk til
altjóða gongdina.
- Taka vit Tjóðveldis-
flokkin, so vil hann ikki
vera partur av ríkisfelags-
skapinum, og hann vil held-
ur ikki vera partur av ES.
Vit mugu tí spyrja okkum,
hvat Tjóðveldisflokkurin í
veruleikanum vil, og í
hvønn mun hann ynskir at
luttaka í altjóða samfelag-
num, sigur Kaj Leo Jo-
hannesen, sum heldur vil
vera partur av integratións-
gongdini og samveldinum
við støði í teimum fyrimun-
um, vit fáa í tættari sam-
starvi við ES.
Høgni Hoydal:
ES ella loysing
Kaj Leo Johannesen:
Fólkið skal avgera ES spurningin
C
M
Y
K
17
16