Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 1. mai 2004 15 Útróðrarbáturin hev- ur ein skjøldur við línuspælið, sum fer út, tá ið línuspælið verður lagt út av síðuni. Hetta ger, at maðurin, sum stend- ur við rulluna, kann standa turrur NÝGGJUR BÁTUR Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Ein nýggjur 36 fót stórur útróðrarbátur av slagnum, Gáski 1100d, kemur til Skopunar í summar. Eigari er Hans Marius Joensen, og tað er Jens Mortan Rasmussen á Skála, sum umboðar hesar bátarnar í Føroyum. Gáski 1100d er av somu stødd, sum báturin hjá Pet- uri í Dali á Argjum. Skrokkurin og stýrhúsið eru eins, men afturparturin á bátinum hjá Hans Mariusi er øðrvísi. Báturin, sum kemur til Skopunar, er í út- sjónd rættiliga líkur báti- num, Ægir, sum Torleif Samuelsen í Havn, eigur. Nýggi báturin er tó ein fót styttri og ein fót smalari. Ferðin verður einar 25-30 míl, tá ið hann er tómur. Væl útgjørdur Báturin hjá Hans Mariusi hevur alla nútímans útgerð, sum bátar av hesi støddini hava í dag. Hann hevur eisini nýskapandi møgu- leikar, sum eitt nú lætta um, tá ið línan verður drigin. Báturin hevur síðuskrúvu, sum hjálpir til at flyta bátin, tá ið ferðin er niðanfyri 3 míl. Fer línan undir bátin undir draging, flytir báturin seg av línuni eftir síðuni. Tí er ikki neyðugt sum vanligt er at sigla línuna undan aft- ur. Tað er P/F Radiobúðin, sum hevur gjørt hesa skip- anina, og tað er eisini Radiobúðin, sum hevur le- verað alla ta nautisku útgerðina. Nautiska útgerðin er av merkinum, Furuno. Skip- anin kann hava fleiri skíggjar, har tilber at skifta myndina á øllum skíggjun- um – alt eftir, um tað er ekkolodd, radari, plottari ella øll trý tólini í senn, sum verða nýtt. Sjálvstýrar- in arbeiðir eisini saman við plottaranum. Skipanin er hon, at tú kanst velja eitt punkt, eitt nú eina boyðu. Báturin siglir aftur á boyð- una, siglir rundan um hana, og síðan gevur skipanin – við alarmi - boð um, at bát- urin er hjá boyðuni. Turrur við rulluna Nýggi útróðrarbáturin, sum kemur til Skopunar, hevur ein skjøldur við línuspælið, sum fer út, tá ið línuspælið verður lagt út av síðuni. Hetta ger, at maðurin, sum stendur við rulluna, kann standa turrur og draga. Hetta er ivaleyst eitt ynski hjá nógvum útróðrarmonn- um. Nýggjur útróðrarbátur til Skopunar Útróðrarbáturin, sum kemur til Skopunar, er í útsjónd rættiliga líkur bátinum, Ægir, sum Torleif Samuelsen í Havn, eigur. Nýggi báturin er tó ein fót styttri og ein fót smalri. Ferðin verður einar 25-30 míl, tá ið hann er tómur Hóast vøksturin í bú- skapinum er steðgað- ur, væntar Suðuroyar Sparikassi, at úrslitið í 2004 verður nøkt- andi ÁRSÚTSLIT Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Ársúrslitið hjá Suðuroyar Sparikassa var í 2003 stív- liga 2,2 miljónir krónur fyri skatt. Hetta er nakað minni enn í 2002, tá ið úrslitið var stívliga 3,3 miljónir krónur. Skatturin av ársúrsliti- num fyri 2003 er stívliga hálv miljón, og hetta saman við vøkstrinum í skatta- aktivinum og einari javning frá undanfarnum árum, gevur Suðuroyar Spari- kassa eitt nettoúrslit í 2003 uppá slakar 2 miljónir krónur. Suðuroyar Sparikassi væntar, at hóast vøksturin í búskapinum er steðgaður, verður roknað við einum nøktandi úrslitið fyri 2004. Nevndarbroyting Á aðalfundi í Suðuroyar Sparikassa herfyri, vórðu Rógvi Thomsen, Hvalba og Malfrid Danberg, Vágur, vald í nevndina fyri Jacob P. Magnussen og Any Strøm. Stjóri í Suðuroyar Spari- kassa, er Mikkjal Sørensen. Óheppið við skiftandi niðurstøðum - Tað, sum er avgerandi, er, at mistøk verð- ur rættað, um komið verður eftir, at mistøk eru gjørd, sigur Bjørn Kalsø, landsstýris- maður í fiskivinnumálum FISKIVINNA Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo Í mars mánaða gav Fiskimálaráðið línuskipunum, Ågot og Váðasteini, fiskiloyvi til botnfiskaveiðu á Føroya Banka. Ivi hevur verið sáddur um avgerðina, tí skipini í fleiri ár ikki hava fingið útskrivað fiskiloyvi á banka- num. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, bað tí Fiskivinnustovuna um at greina grund- gevingarnar fyri, at skipunum varð noktað bankaloyvi frá 1998 og frameftir. Í tíðindaskrivi, sigur Fiskimálaráðið, at Fiskivinnu- stovan hevur gingið øll viðkomandi skjøl í málinum ígjøgnum. - Staðfestast kann, at Ågot og Váðasteinur í 1995 søgdu íslandsloyvi og loyvi at fiska í Barentshavinum frá sær, tá tey í staðin fingu loyvi til garnaveiðu eftir svartkalva. Bæði í 1996 og 1997 høvdu skipini loyvi at fiska á Føroya Banka. Í november 1997 sýtir lands- stýrið (Fiskivinnudeildin) at útskriva bankaloyvi. Grundgevingarnar benda á, at hetta verður gjørt í teirri trúgv, at bankaloyvið var eitt av serloyvunum, ið skip- ini hava latið frá sær í 1995. Hava aðrar grundir verið fyri at nokta skipunum fiskiloyvi á Føroya Banka, eru hesar ikki skjalfestar í málunum. Sagt verður, at tá ið Fiskivinnustovan í mars mánaða í ár viðger umsókn, sum er dagfest 6. februar 2004, har reiðaríið hjá Ågot søkir um fiskiloyvi á Føroya Banka, verður staðfest, at línuskipini, Ågot og Váða- steinur, sum í 1995 fingu loyvi at veiða svartkalva við gørnum, ikki hava givið frá sær rættin at fiska á Før- oya Banka. Landsstýrið hevur heldur ikki kravt reiðar- íini eftir øðrum loyvum enn undir Íslandi og í Barents- havinum. - Eg taki frágreiðingina hjá Fiskivinnustovuni til eftirtektar og vóni, at hetta málið nú er lýst til fulnar. Tað er óheppið, at fiskivinnumyndugleikarnir koma til skiftandi niðurstøður í sama máli, men tíverri koma mistøk fyri av og á. Tað avgerandi í hesum máli er, at mistakið verður rættað, tá komið verður eftir tí, sigur Bjørn Kalsø í viðmerking, sum Fiskimálaráðið hevur sent fjølmiðlunum. Fiskimálaráðið upplýsir, at landsstýrismaðurin fer at heita á Fiskirannsóknarstovuna og fiskidaganevndina um at koma við tilmælum um fiskiskapin á Føroya Banka. Tilmælini verða tikin við í lógaruppskotið um fiskidagar fyri komandi fiskiár. Raskur drongur Norski drongurin, Mats Johansen, sum býr í Myre í Noregi, tjenar 500 norskar krónur um tíman við at skera toskatungur. Bert í ein dag skar hesin raski norski drongurin heili 82 kilo av tungum, ið vórðu seld fyri ein kiloprís, sum var 45 norskar krónur. Hetta gav honum eina dagløn eftir sjey tímar við knívinum, sum var 3.690 krónur. Mats Johansen, sum byrjaði at skera toskatungur í 2003, hevur tjent sær nógvar túsund krónur, síðan hann fór undir hetta virksemi, skrivar Lofotposten. -v- Suðuroyar Sparikassi yvirskot Suðuroyar Sparikassi hevði í fjør eitt ársúrslit fyri skatt uppá stívliga 2,2 miljónir krónur, sum er ein góð miljón minni enn árið fyri 15 14 Nr. 83 - 1. mai 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Andlát 22. apríl Viggo Zachariassen, ættaður úr Streymnesi búsitandi á Eiði, 66 ár. Gerda Hovshólm, ættað úr Ollerup á Fyn, búsitandi í Tórshavn, 55 ár. Hjalmar Johannesen, Norðskála, 85 ár. 24. apríl Emma Kruse fødd Poulsen, ættað av Vatnsoyrum, 90 ár. Sjúrður Højgaard Eliasen, ættaður ú Klaksvík búsitandi í Havn, 49 ár. 28. apríl Jónathan Andreasen, ættaður av Húsum búsitandi í Klaksvík, 70 ár. 22. apríl fingu Óluva á Lofti og David Nordandal eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4050 gr. 22. apríl fingu Annika Wenningsted Jacobsen og Jens Sørensen, Hoyvík, ein son. Hann var 46 cm langur og vigðaði 2700 gr. 23. apríl fingu Lív og Rúni Lindberg, Hoyvík, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3900 gr. 23. apríl fingu Mai og Marni Simonsen, Argjum, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3400 gr. 24. apríl fingu Kristianna S. Lamhauge, Streymnesi, og Johnny S. Johannesen, Oyrarbakka, ein son. Hann var 46 cm langur og vigaði 2400 gr. 25. apríl fingu Hildur Krossteig Mortensen og Petur Martin Poulsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2850 gr. 25. apríl fingu Heidi Skoubo og Mikkjal Godtfred, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3700 gr. 25. apríl fingu Lena Ziskason og Erland Jensen, Tórshavn, ein son. Hann var 47 cm langur og vigaði 2850 gr. 26. apríl fingu Olof og Laila Rajani Færø, Tórshavn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3600 gr. 26. apríl fingu Frida og Steffan Kunoy, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 4200 gr. 26. apríl fingu Frida M. og Poul Johannes Reyná, Elduvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3700 gr. 27. apríl fingu Jóna Hansen og Jóannis Joensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og vigaði 2285 gr. 27. apríl fingu Sigrun og Hans Jákup Mikkelsen, Tórshavn, tvíburðar, gentur. Onnur var 52 cm long og vigaði 2900 gr gr, hin 54 cm long og vigaði 3250 gr. 28. apríl fingu Dagbjørt og Hjalmar Johannessen, Toftir, eina dóttur. Hon var 42 cm long og vigaði 1135 gr. 28. apríl fingu Sunniva Østerø og Jan Ljósá, Strondum, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4100 gr. 29. apríl fingu Karin og Pauli Olsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4000 gr. 29. apríl fingu Katrin Bjarnadóttir og Ólavur Gunnarsson, Tórshavn, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3350 gr. Føðingar 4. mars fekk Annika eina lítlasystur, sum fekk navnið Elin. Hon var 53 cm long og vigaði 4068 gram. Foreldrini eru Eyrit og Fróði Petersen, og tey búgva í Keyp- mannahavn. Ikki heilt óvæntað komu boðini um at Magnhild var farin eftir langa og stranga sjúkralegu 74 ára gomul. Hjá okkum, sum eru knýtt til felagið JAVNI kennist tómligt, nú ein sovorðin "kempa" ikki longur er millum okkum. Magnhild hevur í meira enn ein mannsaldur verið aktiv í felagnum, bæði í sjálvari nevndini í landsfelagan- um og í økisnevndini fyri Eysturoynna. Sjálvur kom eg at sita í nevnd saman við Magnhild. Hon var ein fyrikomandi kona. Gløggskyggd og góð í ráðum. Hon var ongantíð óhøvusk, men kundi vera hvøss, tá tað galt um at verja tey minni mentu. Tað var líkamikið um tað var á nevndarfundi ella á fundi við landsstýrið úti í Tinganesi. Hon møtti væl upp. Eg síggji hana fyri mær enn koma saman við sínum trúgva fylgi- sveini, manninum Sofus, sum hon onkuntíð skemtandi kundi kalla "mín privatsjaførur". Hon aktiveraði eisini onnur av sínum næstu. Dótturin Anna sat eitt skifti eisini í nevndini og vit minnast tær mongu festligu løturnar Juul maður hennara hevur undirhildið við harmonikkuni. Tað lá henni nær at tað skuldi henda nakað fyri tey menningartarnaðu í Før- oyum og sjálvandi eisini í Eysturoyni. Tað var tí ein stórur dagur fyri hana og hennara, tá tá komið var somimið langt at sonurin Jan slapp at arbeiða á verk- staðnum í Runavík. Í Frítíðarklubbanum vóru tey bæði eisini við at stuðla við virksemi. Aftur her var Sofus "trúgvur sum trøllið" Hann pussaði meðan hon dekorereaði hornini. Tey dugdu væl at gerða burtur úr tí, sum var fyri hendurnar. Heldur ikki lagnan spardi hana. Synirnir tann elsti Ólavur og tann yngsti Jan blivu, í manndómsárum, tiknir frá henni. Tað munnu vera tyngstu boð fyri eina mammu. Men Magnhild fall ikki í fátt. Hon setti sítt álit á hin Alvalda. Rørandi varð at hoyra elsta sonin lesa yrkingina hjá Magnhild, sum hon yrkti stødd niðri á Ríkishospitalinum. Vit í Javna lýsa frið yvir minnið um Magnhild á Toftina og vóna at sami maður hon setti sítt álit á, má troysta tykkum í døgunum sum koma. Sálina hann til sín tekur, hýsir henni hjá sær væl. Alla angist burtur rekur, tá hann endar dagatal. Lønin liggur búgvin til, sum Guð sínum geva vil. Hann tey vann av deyðadíki, heim at arva himnaríki. Vegna JAVNA Jens Jensen, fyrrv. formaður Minningarorð um Magnhild Pouline Sofie á Toftini fødd 13. oktober 1929 deyð 18. februar 2004 Á aðalfundi týskvøldið 27. apríl 2004 varð nýggj nevnd vald í Neistanum. Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Jón Krage- steen formaður, Dánjal Pauli Mohr næstformaður, Maria á Lava skrivari, Eirikur Magnussen kassa- meistari og Sigvør Matras nevndarlimur. Sum eyka- limir vóru valdir Bogi Sim- onsen og Bjartur Brekk- stein. Neistin hevur um 400 íðkandi limir og eini 30 lið, sum luttaka í hondbólts- kappingini. Hóast hond- bóltur er vetrarítróttur burt- urav, so er felagið Neistin eisini virkið um summarið, síðani miðskeiðis í nítiár- unum hava yngru liðini vant til út í juni mánaða, og so hevur verið endað við hondbóltsskúla í Føroyum annaðhvørt ár og annað- hvørt ár einari ferð til hondbóltskapping í býnum Partille í Svøríki. Í ár verð- ur farið avstað við størsta ferðalagnum nakrantíð, nevniliga um 200 fólkum. Neistin nýggja nevnd Jón Kragesteen er formaður í hondbóltsfelagnum Neistanum Neistaáskoðarar aftaná væleydnaða ferð í Vestmanna Konfirmatión Í dag, 1. mai, verður Høgni Mikkelsen, sonur Inger Lise og Jan Mikkelsen av Toftum, fermdur í Christianskirkjuni í Århus. Adr.: Lystruplund 68, 8520 Lystrup. C M Y K 14