leygardagur 1. mai 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
13
Frode Jensen kom av
Bornholm til Føroya
sum sersjantur tann
3. mai í 1964. Hann
skuldi vera her í tvey
ár. Men hann fann
konu sína her og fekk
familju. Mánadagin 3.
mai flyta tey til
Danmarkar at búgva
– júst 40 ár seinni
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Frode Jensen var 20 ára
gamal, tá hann kom til
Føroya við Tjaldrinum í
1964. Hann skuldi arbeiða í
Mjørkadali í tvey ár, og so
var ætlanin at fara aftur til
Danmarkar.
Men lagnan vildi tað øðr-
vísi. Frode hitti eina gentu,
tey gjørdust góð og seinni
giftust tey.
Hann setti búgv í Havn
og saman fingu tey trý
børn, sum øll eru vaksin í
dag.
Frode og konan hava
onkuntíð tosað um at flyta
til Danmarkar, men tað er
ikki blivið til nakað fyrr
enn nú.
Og púra tilvildarliga vildi
tað soleiðis til, at tey flúgva
úr Føroyum 3. mai. Júst 40
ár eftir, at Frode kom til
landið sum blaðungur sersj-
antur.
Øll familjan flytur
Børnini hjá Frode og Gun-
vør eru øll vaksin. Hóast
tað so flyta øll niður.
– Tað er faktiskt børnini,
sum gera, at vit eisini fara.
Eldri sonurin býr niðri,
dóttirin við familju flytur,
og tann yngsti skal niður í
lestrarørindum, so vit fara
aftaná, kann sigast sigur
Frode við einum smíli.
Vit eru stødd upp á hotel
Føroyum til ein kaffimunn
og prát. Frode hyggur út
gjøgnum vindeygað og nýt-
ur útsýnið yvir Havnina.
Helst fyri seinastu ferð frá
hotellinum, meðan hann er
búsitandi í Føroyum.
Tey gleða seg nógv at
koma upp á pláss í Dan-
mark. Tey hava keypt eini
hús í Bording, sum liggur í
millum Ikast og Silkeborg.
Um 6.000 íbúgvar búgva í
Bording, so Frode og konan
flyta í ein minni bý saman-
borið við Havnina. Men tað
stúrir hann ikki fyri. Bor-
ding hevur alt, sum tey
halda seg hava tørv á. Og
um okkurt annað skuldi
verðið átrokandi, so er ein-
ans eitt korter til Silkeborg.
Kokkur
Eftir at hava arbeitt í Mjør-
kadal í nøkur ár, fór Frode
út at sigla. Hann slapp við
einum rækjutrolara, og tá
varð hann spurdur, um
hann vildi verða kokkur.
Og honum dámdi so mikið
væl sjómanslívið, at hann
helt á í meira enn 20 ár. Í
1980 fór hann umborð á
Smyril at arbeiða eisini
sum kokkur.
Har var hann í trý ár. Og
seinni var hann ikki minni
enn 18 ár umborð á Bliki
og Lómi sum hovmeistari.
Frode fór í land at ar-
beiða sum kokkur í 2001,
har hann millum annað ar-
beiddi í Galluni á Sjómans-
heiminum eitt tíðarskeið.
Og ta seinastu tíðina ar-
beiddi hann í handlinum
hjá Jóhannes Andreasen á
Grønlandsvegnum,
har
hann takkaði fyri seg fyri
nøkrum døgum síðani.
Frode sigur, at hann
hevur fingið avtalur niðri til
samrøður, har hann hevur
søkt arbeiði sum kokkur.
– Onki liggur fast enn,
men eg vænti ikki, at tað
verður so torført at fáa
arbeiði, sigur hann.
Nógv broytt
Frode tosar um, hvussu
nógv Føroyar eru broyttar,
síðani hann kom higar fyri
40 árum síðani.
– Tað er ótrúligt, hvussu
stór Havnin er blivin, sigur
hann og yppir øksl.
Hjúnini síggja tað sum
eina stóra avbjóðing at flyta
til Danmarkar, men tey
gleða seg avbera nógv.
Frode ásannar, at tað
verður løgið at koma aftur
til Danmarkar at búgva.
Hann hevur systkin niðri,
sum hann hevur havt nógv
samband við. Foreldrini
misti hann sum barn, og tað
var eisini tað, sum gjørdi, at
hann vildi royna at arbeiða í
Føroyum í eina tíð.
– Eg var so ungur, og eg
bleiv biðin at verða sersj-
antur. Tað kann man ikki
nokta, so eg helt, at eg
kundi tað sama uppliva
nakað. Og tað vísti seg so at
verða ein týdningarmikil
avgerð, sum eg tók tá,
greiðir hann frá.
Gomul í Danmark
Kaffikoppurin er við at
tømast nú, og Frode ressast
í stólinum. Hann má heim
at pakka víðari. Bingjan í
túninum skal fyllast, og
hóast mest sum alt er fylt í
flytikassar, so er framvegis
nógv eftir at tøma í húsin-
um.
Gunvør helt fyri, at ein
sær ikki, hvussu nógv ein
eigur fyrr enn ein skal flyta.
Tey hava búð í húsinum á
Fjalsgøtu í 19 ár, men
mánadagin 3. mai gongur
leiðin til Danmarkar, har
tey skulu búgva framyvir.
38 ár seinni enn Frode sum
20 ára gamal hevði hugsað
sær.
Spurdur um tey koma
aftur, sigur Frode, ja, púra
avgjørdur.
– Men bara at ferðast, vit
koma neyvan aftur at búgva
í Føroyum, er eitt tað sein-
asta hann sigur, áðrenn
hann fer út úr hotellinum.
Tvey ár gjørdust til fýrati
Mánadagin flytur Frode Jensen av landinum til Danmarkar eftir at hava búð her í 40 ár. Hann skuldi upprunaliga bara vera í Føroyum í tvey ár
Frode Jensen sigur, at av øllum tí góða, sum er í Føroyum, verður tað náttúruna, hann mest fer
at sakna. Hinvegin sigur hann flennandi, at hann ikki fer at sakna veðurlagið
Mynd: Álvur Haraldsen
Týsdagin 30. apríl 1974
kom eitt Boeing 737 ferða-
mannaflogfar frá enska
flogfelagnum
Britannia
Airways til Føroya.
Ferðin úr Kastrup til
Vágar tók tveir tímar, og
við flogfarinum vóru um-
leið 30 starvsfólk og tek-
nikarar hjá SAS, Mærsk
Air, Danair og ferðslu-
myndugleikunum.
Flogfarið var tað størsta,
ið nakaratíð hevði lent í
Vágum. Tað hevði tveir jet-
motorar og kundi taka 130
ferðafólk.
Endamálið við ferðini var
at gera eina royndarflúgv-
ing og vita, hvussu væl
hetta flogfar klárar lending
og start á flogvøllinum í
Vágum, og um tað møgu-
liga kundi nýtast til fram-
tíðar flúgving upp á Føroy-
ar.
Áðrenn
flogfarið
fór
avstað aftur, vóru tríggjar
royndir gjørdar viðvíkjandi
fráfaring og lending undir
ymsum umstøðum. Roynd-
irnar eydnaðust sera væl.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
80 ár
Mánadagin 3. mai
verður Jona Johansen,
Tvøroyri, 80 ár. Hon
er burturstødd.
Brúdleyp
Í dag, 1. mai, kl. 15.00
giftast í Havnar kirkju
Brynhild D. Hellisdal
og Heri Ellendersen.
Veitslan verður fyri
innbodnum
í
kan-
tinuni í Hoydølum.
Dagurin
Mai, Nevndur eftir rómversku gudinnuni Maju, sum
var gudinna fyri gróðri og grøði. Summir halda, at
navnið kemur av latínska orðinum majores, teir
gomlu, ið var navnið á gamla senatinum í Róm.
1. mai. Valborgarmessa. Hildin til minnis um enska
kongsdóttur og nunnu, sum seinni gjørdist abbadissa
í kleystrinum Hildesheim í Týsklandi. Hon doyði í
779. Valborgarnátt varð hildin mikil várveitsla í
Norðurlondum, og tað er ta náttina, at trøllkonur ríða
at Bloksbjørgum.
Germanskt navn, ið merkir vald og vernd.
1. mai er arbeiðaradagurin, sum varð hildin á fyrsta
sinni í París í 1889.
2. mai. Atanasius, deyður í 373. Patriarkur í
Aleksandria. Var kendur kirkjulærari, og hevur sett
saman eina trúarjáttan, sum varð samtykt í Nikæa í
323, og sum ber navn hansara.
3. mai. Krossmessa. Var hildin til minnis um, at
keisarinnan Helena, mamma Konstantin keisara, fann
kristi kross. Hon doyði í 329.
Krossmessusnertur er knappligt illveður, sum kann
bresta á um hetta mundið.
Í 1943 var eitt fólkatingsval í Føroyum, sum varð
rópt krossmessuvalið.
Símun av Skarði var føddur hendandaginí 1872.
Fríggjadagin 30. apríl læt
ein listaframsýning upp í
Smiðjuni í Lítluvík. Talan
er um málningar, vatnlits-
myndir,
keramik
og
collage.
Tað er Arngerð Joensen í
Hoyvík sum stendur fyri
framsýningini. Tey sum
sýna fram eru umframt
Arngerð eisini næmingar í
Hoyvíkar Listaskúla, tey
eru: Hervør Hergudóttir,
Inga Samuelsen, Vilhelm
Andreasen, Ólavur Reinert,
Ankey Joensen og Susanne
Nielsen
Arngerð hevur arbeitt við
list í umleið 40 ár. Hon er
útbúgvin innandura arki-
tektur og lærari og hevur
privata undirvísing í list
ymsastaðni í Føroyum.
Í eini 20 ár hevur búði
hon í Danmark. Hon hevur
spesialiserað seg í inn-
rætting av køkum og hevur
arbeitt innan hetta øki bæði
í Danmark og í Føroyum.
Framsýningin er bert
opin
í
vikuskiftinum,
fríggjadag, leygardag og
sunnudag, allar dagarnar
frá kl. 14-20
Listaframsýning í Smiðjuni í vikuskiftinum
1. mai 2004 hevur Sonja Dalsgaard
í Skálavík 25 ára starvsdag á
Eirargarði B 16 í Havn.
Sonja, f. Hansen, er úr Havn og
vaks upp í Sandavági. Sum 15 ára
gomul fór hon til Skopunar at tæna
hjá Andreasi Johannesen (Andreasi
í Hvannasundi).
Hon giftist við Tønner Dalsgaard
úr Skálavík og búsettist har. Tey
eiga trý børn: Axel, sum býr í
Hirtshals, Erla, sum býr á Ny-
købing Falster, og Terji, sum býr á
Sandi.
Sonja arbeiddi á flakavirkinum
Sólarris í Skopun, áðrenn hon 1.
mai 1979 fekk starv á Eirargarði.
Sonju verður ynskt hjartaliga
tillukku við starvsdegnum.
Børnini
Nøkur av listafólkunum sum sýna fram í Smiðjuni: f.v.Vilhelm Andreasen, Susanne Nielsen, Ólavur Reinert, Arngerð Joensen,
Durita Hansen og Ankey Joensen
Mynd: Jens Kristian Vang
Sonja Dalsgaard, Skálavík:
25 ára starvsdag á Eirargarði
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri stóru samkenslu og hjálpsemi,
tá ið okkara elskaði maður, pápi, verfaðir, abbi,
sonur og bróðir
Jacob Wang Andreasen
doyði og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Erla og børnini
Fyri 30 árum síðan:
Størsta flogfar sum nakrantíð hevði lent í Vágum
Propellflogfarið hjá Mærsk
Air (v.m.) og Boeing 737
flogfarið hjá Britannia
Airways, ið var størsta
flogfar, sum nakrantíð hevði
lent í Føroyum í 1974.
Fremst á myndini síggjast
tveir bilar, ein Wolseley og
ein Toyota Crown.
Kelda: Myndaárbókin –árið ið fór
1974
C
M
Y
K
13
12