Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 11 Í dag er fyrsti mai, og hesin dagur er sum øllum kunnugt altjóða verkamannadagur. Um allan heim verður hesin dagur hildin við fundum, kravgongum og ymiskum tiltøkum alt eftir umstøðunum. Upp- runaliga var fyrsti mai ásettur av altjóða verka- mannarørslu til tess at minnast offrini fyri harðskapi myndugleikanna mótvegis verkamonnum. Tey sein- astu stórthundrað árini hevur dagurin verður nýttur til at minna á krøv verkfólksins, at vísa samhalds- festi og styrki. Nógv er broytt síðan verkamannarørslan av álvara tók seg fram. Upprunaligu krøvini vóru átta tíma arbeiði, átta tíma frí og átta tíma hvíld. Í framkomna ídnaðarheiminum eru hesi krøv langt síðan rokkin. Nú eru tað onnur krøv og onnur mál, sum eru á dagsskrá hjá altjóða verkamannarørsluni, tó so at lønarkrøvini enn sum áður eru frammaliga í huga- num. Men krøv um heilsugott arbeiðsumhvørvi, ávirkan, samhaldsfesti við Triðja heimin, javnstøða millum kvinnur og menn, eftirútbúgving og serstak- liga eftirlønarmál eru nú ovast á dagsskrá hjá verka- mannarørsluni í nútímanssamfelagnum. Altjóða verkamannarørslan hevur eisini markerað seg við at sýna samhuga og samhaldsfesti við demo- kratisku kreftirnar í teimum pørtum av heiminum, har einaræði og harðræði valdar. Í mong ár vóru norðurlendsku verkamannarørslurnar á odda í stríð- num móti apartheid og rasismu. Innan altjóða verka- felagsskapin ILO eru hesar rørslur framvegis í fremstu røð, tá tað ræður um at tryggja gott arbeiðs- umhvørvi og sjálvsøgd rættindi hjá verkafólki í Triðja heiminum. Samantikið kann tað staðfestast, at hóast nógv broyttar umstøður og eitt støðugt batn- andi vælferðarsamfelag er enn sum áður tørvur á verkamannarørsluni. Eisini her í Føroyum hevur henda rørsla havt stóran týdning fyri samfelags- menningina og fyri at bøta um livikorini hjá teimum, sum bert hava hendurnar at líta á. Soleiðis fer tað eisini at verða framyvir og fara vit her at ynskja før- oysku verkamannarørsluni góða eydnu í virksemi- num fyri bøttum lívskorum. DAGSINS MEINING Sosialurin Verkamannadagur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur. http://heima.olivant.fo /~eydgunn/ Á kvinnuráðstevnuni í farnu viku kom fram, at kvinnur eru ov seinar at út- tala seg, tá ið tær vera kon- taktaðar av fjølmiðlunum, tær skulu hugsa seg um og eru ofta bangnar fyri at traðka fram. Við skjótt 8 ára royndum í kommunal- politikki eri eg komin til ta niðurstøðu, at nakað er um hetta, men hetta er so langt ífrá allur sannleikin. Spurningurin er eisini um tað er nøkur ódygd at vera varin við hvørt, sjálvt um tað ikki dugir at vera í politikki og »goyma« seg fyri fjølmiðlunum. Rætt er, at kvinnur vilja tryggja sær, at tað tær úttala seg um er skotsikkurt með- an menn tykjast raðfesta møguleikan at úttala seg framum málið sjálvt. Spurningurin er so, hvat er betur? Um ongin munur er á einum kvinnuligum og manligum politikarum, hvat er so vunnið? Kunnu vit so ikki tað sama bert hava menn í politikki? Havi onkuntíð hoyrt tað við- merking um kvinnuligan politikara, at hon er sum ein kvinna í mannfólka- klæðum, og tað helt eg ikki ljóða positivt. Tað, sum kvinnurørslan vildi í síni tíð var júst at fáa hugsanina hjá kvinnunum við í politikkin fyri at allar síður av einum máli skuldi vera lýst, og tí at ein helt, at kvinnur høvdu nakrar tank- ar og nøkur onnur virðir at koma við, ið kundu tryggja eina meira heildarkenda loysn á málunum. Um allir politikarar eru eins (les. Sum menn) so hevði eg persónliga ikki valt eina kvinnu, tí so hevði tað bert verið tí, at hon var kvinna og ikki útfrá hvat hon hevði av sjónarmiðum. Tíðindaflutningurin í dag er bert merktur av einum og tað er evstamark. Tí er møguligt at tað hevur minni týdning um tú úttalar teg her og nú, uttan at seta teg nakað serligt inn í tað, ið tú skal úttala teg um, tí í mor- gin er søgan ein onnur, og tá hugsar ongin um, hvussu rætt tað var ið tú segði. Mín niðurstøða er, at mátin fjøl- miðlarnir virka uppá ikki passar so væl til kvinnur- nar, og at kvinnur mugu vera meira tilvitaðar um ikki at vera so varnar, sjálvt um eg framvegis ikki haldi ein skal leypa á leistum fyri at sleppa í fjølmiðlarnar. Hinvegin haldi eg eisini, at fjølmiðlarnir kunnu taka nakað í egnan barm. Ein upplivir ikki so sjáldan, at mál har ein kvinna situr við ábyrgdini, er tað mennirnir, ið vera spurdir í fjølmiðlun- um. Sjálv havi eg ongantíð enn upplivað at verið spurd um mál, sum eg ikki bein- leiðis varði av. Vit koma ikki burtur frá, at mátin fjølmiðlarnir arbeiða uppá ikki sampakkar so væl við flestu kvinnum, men tað átti at borið til at lært av hvørjum øðrum, tí tað er ikki altíð at skjótast er best, og tað finnast nokk eisini dømi um, at tað hevði verið betur um ein søga bíðaði ein dag ella tveir. Kvinnur og fjølmiðlar - ein viðmerking Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Samskifti og samstarv mill- um tjóðir, felagsskapir, fyritøkur og einstaklingar eru lyklaorð í heiminum í dag, og føroyingar skulu í nóg størri mun enn higartil inn á altjóða pallin. Ígjøgnum ríkisfelags- skapin hava Føroyar diplo- matiskt samband við um- leið 180 lond, og sendistov- ur í sløkum 70 londum. Harumframt er ríkið um- boðað í stórum altjóða fel- agsskapum sum til dømis ST og ES. Sambandsflokkurin hev- ur í Nýskipanaruppskoti- num lagt upp til, at uttan- ríkismál skulu vera ríkis- mál, ið danska stjórnin formliga skal hava ábyrgd- ina av, men hetta eigur ikki at forða fyri, at føroyingar sjálvir vinna fram í uttan- ríkispolitiskum høpi. Tvørturímóti skulu vit nýta kunnleikan og drúgvu royndirnar, sum Danmark hevur á økinum til at vinna okkum fyrimunir. Heimastýrislógin gevur føroyingum rætt til at seta umboð við sendistovurnar í teimum londum, har Føroy- ar hava serligan vinnuligan áhuga. Hetta skuldi verið ein góður møguleiki hjá føroyingum at mennast í einum góðum umhvørvi saman við fakfólki við drúgvum royndum. Tað eigur at vera uppgáv- an hjá føroyingum at greiða umheiminum frá, hvørji vit eru, og hvat vit hava at bjóða. Føroyingar eru best førir fyri at røkja føroysk áhugamál í umheiminum, og í tøttum samstarvi við onnur gerst úrslitið uppaft- ur betri. Vit eiga tí at seta okkum sum mál, at innan 5 ár skulu í minsta lagi 15 før- oyskir ungdómar starvast við sendistovur ríkisins úti í heimi. Hesi skulu fáa upp- læring og royndir í altjóða samstarvi, fyri at kunna bera hesa vitan heim aftur til føroyska samfelagið. Hetta uppskotið kundi til dømis verið formaliserað í sambandi við at embætis- verkið hjá ríkisstjórnini, saman við føroyskum og grønlendskum embætis- monnum í hesum døgum fyrireika lógaruppskot, har ið Føroyar og Grønland skulu hava víðkaðar uttan- ríkispolitiskar heimildir. Føroyingar skulu á altjóða pallin Heðin Ziska Davidsen MenTón Jú jú. Gleðiligt er, at breið semja var á tingi um spæli- støð kring landið. Tað frøir meg. Men hvat meina fólk við, tá tey siga spælistað. Eg las í Sosialinum eina viðmerking hjá John Jo- hannesen, har millum ann- að verður sagt: »... at ungu og evnaríku tónleikararnir fáa spælistøð at venja í á ymisku plássunum...« Tit mugu orsaka, um eg virki grenjutur ella so, men tað eg eri eftir, at hann sigur: »...at venja í...« Tá eg og aðrir tónleikarir tosa um spælistað, so meina vit við eitt stað at framføra tónleik, t. v. s. konserthús. Eitt stað at venja í, rópa vit venjingar- høli. Eg vil bara vera vísur í, hvat menninir meina við, ella um teir vita, hvat teir tosa um. Konserthús ella venjingarhøli. Tað er stórur tørvur á báðum, men tað er ikki eitt og sama ting. Vildi bara vita, hvat eg skuldi gleða meg til. Venj- ingarhøli ella konserthús. Ella bæði, kanska? VIÐMERKINGAR Einaferð enn. Hvat er eitt spælistað? Nina Dahl Da jeg flyttede til Torshavn for et par og tyve år siden, stod der ved Bacalao nogle skure og campingvogne. De kunne sikkert ikke leve op til de sundhedskrav, der stilles til en bolig - - men de havde den fordel, hvis man ellers kunne holde lugten fra egningarskurene ud, en husleje, der kunne betales af en arbejderløn. I dag er de væk, erstattet af moderne boligbyggeri med lejligheder til enlige og par - - - sådan burde det have været. Skurene er væk. I stedet flyttede arbej- derne ind på værelser og i kælderlejligheder hos pri- vate, og huslejepriserne steg endnu en gang. Mange af os bruger en stor del af vores voksenliv på at bo til leje hos andre, mens vi sparer op til et grundstykke - - og siden et hus - - for så at bo til leje hos banken størsteparten af vores voksenliv og arbejds- liv. Skal det være sådan? Eller er det på tide, arbej- derbevægelsen går forrest og er med til at udforme en boligpolitik og boligbygg- eri, der kan betales af en arbejderløn? Den gang som nu kan du finde annoncer, hvor der står: Ungt fredeligt par, der hverken ryger eller drikker, uden børn, ønsker lejlighed – er det rimeligt?! Det gode arbejdsliv, hvad er det? Det ville være rime- ligt og ønskeligt, hvis der på Færøerne var en special- arbejderskole, og starten på et arbejdsliv begyndte med et introduktionskursus, ar- bejdsmiljø, personlig sikkerhed, forebyggelse af ensidigt gentaget arbejde – og derpå kursus til de en- kelte grene af industrien og erhvervslivet. En skole, man kan vende tilbage til gennem et arbejdsliv med supplerende kurser. Det burde være en tværfaglig opgave for arbejdsgivere og fagforeninger. Det ville også være en fordel, hvis arbejdsløse kunne tage ud- dannelsesorlov mere end de seks uger, som der nu er åb- net op for i ALS, og dermed forøge chancerne for at komme i arbejde igen. Over skatten betaler vi til under- visning: folkeskolen, stu- denterskolen, handelssko- len, sygeplejeskolen, sø- mandsskolen, maskinmes- terskolen, universitetet o.s.v. Da vi kom til håndvær- kerne, var der lidt – da vi kom til arbejderne, var der ingenting! Arbejdspladsen Er arbejdstiden lagt til rette, så man kan nå at afle- vere børn i institutioner, vuggestuer, børnehaver og fritidsordninger og hente dem igen? Og ved børns sygdom, hvad så? Huslejen og faste udgifter bliver ikke mindre, fordi man er hjemme hos syge børn – børn ingen hindring! Ensidigt gentaget ar- bejde, er man opmærksom på det? Hvad koster det den enkelte? Hvad koster det arbejdsgiveren? Hvad kos- ter det samfundet? Samar- bejder ledelsen, tillidsre- præsentanter og sikker- hedsrepræsentanter? Gør arbejspladsen nok for at få valgt tillids- og sikkerheds- repræsentanter? Gør arbej- derbevægelsen? Er der gode kantineforhold? Kan man eventuelt købe et mål- tid mad til en pris, der sam- svarer en arbejderløn? Bli- ver der taget hensyn til æl- dre medarbejdere, er der plads til handicappede? Gør man noget for at få det rart sammen efter arbejds- tid? – Listen er lang. Vi op- holder os på arbejdspladsen en stor det af vores liv. For- andringer tager tid. Noget skal bare have et lille skub, andet er en lang proces, men vi, du og jeg, kan være med til at stikke kursen ud. Hvad med ALS? ALS er til for at holde købekraften i samfundet oppe i tilfælde af massiv arbejsløshed, men hvad med den arbejds- løse! – For en familie, hvor den ene eller begge bliver arbejdsløse, er det en kata- strofe. 70 % af en arbejder- løn, hvordan skulle man kunne betale afdrag på hus, faste afdrag, købe mad? Man kan eksistere, ikke mere. Kravet til ALS må være, at den minimum kommer op på 90% af en arbejderløn. Virker fiski- dagaskipanin? Hvordan kan to med samme indtægt få forskellig udbetaling? Er Als i større eller mindre grad endt som et sted for nedslidt arbejdskraft, især kvindelig, der mere hører under almannastovuni end ALS. ALS ejes af parterne på arbejdsmarkedet. Den løser opgaver, som burde være samfundsopgaver, lige så vel som det er en samfundsopgave at sørge for, at vi får en folke- pension, vi kan leve af ved slutningen af arbejdslivet. Det skal ikke være fagfor- eningens opgave. Hvis de velbjærgede så vil spare op ved siden af, er det en pri- vat sag, de har råd til det. Det absolut mest posi- tive, der er sket på arbejds- markedet i mange år, er lov om barsilsskipanina. Ret til fuld løn 4 uger før og i særlige tilfælde optil 13 uger, ret til 24 uger med fuld løn efter fødsel, fædres ret til barselsorlov med løn - - men det blev altså for meget, og der skal lægges loft på, så højeste udbeta- ling er 20.000, og tiden skal kortes ned. I bemærknin- gerne til loven står der dog klart og tydeligt: "Áseting- in ger ikki inntriv í a_ra lóggávu ella sáttmálar, sum tryggja løntakarum rætt til løn ella endurgjald í sam- bandi vi_ barsilsfarloyvi". Altså, hvem blev Askepot. Ufaglært arbejdskraft ud- gør ca. 7000 mennesker, deraf ca. 4000 fuldtidsjobs, Når vi så samtidig medreg- ner den gruppe af børn og unge, som vi er forældre til, er vi den langt største grup- pe i samfundet. Men hvor- dan er vi repræsenteret i lagting og landstyre? Er vi stort set andet end stemme- kvæg? 1. mai 2oo4 Máttmikla stríðssól Ljómandi stríðssólin skæra samhaldsføst sýnir sín mátt árvakin vil okkum læra stríðsfús alra daga og nátt sum soppar í køstagarði spekulantarnir vála um vøll Proletaranna stríðsfúsi skari Stríðsfylking ljómandi snjøll ríkmansins løður á tremur á sjógvi og landi eitt kraddaralið ágang mót proletarunum fremur margbøðlar geva ongum grið tænaralið fólksins til harrafólk vorðið grammleikans margbøðlar dusa sær tær bløðandi hendur vælferðina borið ránsmannaliðið hástóra lær alneyðugt stættarstríð-stríðssól vil skína! privatkapitalisman so karrotin er gullbarónaliðið brátt vil dvína kapitalisturin kúgan og neyð í skjøldri ber av ræðslu við bløðandi hondum Proletarar um verøld vítt leinkjaðir vóru við trælabondum Kollvelting! Fólkið tá frælst og frítt! eitrandi,kúgandi tjóvsvætti víða hjartað av dramblæti fylt mót oyðandi kreftum socialisman vil stríða droyrreyða stríðsmerkið geisandi gylt stríðssólin brimandi logar arbeiðarafjøldin mergjað og sterk Solidariska rósan boðar vælferðin er tykkara verk altjóða proletarar, sjónarringur víði móti órætti,hungri og neyð í blánanum reyðhanin blíði saman at standa okkum tað beyð ! Proletarar! Kollvelting í eygsjón tann kúgandi stættin mønusting fá samanhald,brøðralag, styrki og vón Stríðsmerkið reyða í húnar há! í eystri tann blóðreyði roði ein fylking sum bjartasta ljós tann solidariska skaran eg skoði Kammerátar! Vit eru á rættari kós prúða solidariska landi at hóma Proletarskarin frælsur á ferð lat javnrættarkvæðið ljóma Socialisman mót hæddum meg ber Sólmundur Joensen 2004 1. Mai Í dag kl. 17.00 skipar Tjóð- veldisflokkurin fyri al- mennum fólkafundi á dokt- aragrund. Á skránni verða røður, felagssangur og tónleikur. Birgir Nónsgjógv ferð at standa fyri tónleikinum og felagssanginum. Røðarar á fundinum vera: Annlis Bjarkhamar, lærari Vígdis Johannesen, fakfel- agsforkvinna Marianna Debes Dahl, rit- høvundur Tórbjørn Jacobsen, løg- tingsmaður Eftirfólkafundin verður tjóðveldiskafé, har upplest- ur verður. Fólkafundur á Doktaragrund C M Y K 11 10