leygardagur 1. mai 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 83 - 1. mai 2004
Nr. 83 - 1. mai 2004
9
»Ein nútímans,
elastiskur og fjøl-
broyttur sjónleikari«,
vóru millum annað
orðini um Olaf
Johannessen, tá
honum var handað
Olaf Poulsens Minde-
legat. Hann greiður
her frá, hvat er avger-
andi fyri hann í yrk-
inum sum sjónleikari
SAMRØÐA
Marjun Dalsgaard
Mynd Bárður Eklund
Tað týdningarmesta, tú skal
duga, er, at umseta tað, tú
vilt fortelja, so tað tú for-
telur, verður tað, tú ynskir
at fortelja. Tað krevur, at tú
ert opin og altíð hevur an-
tennurnar úti í lívinum og á
pallinum. At vera nærver-
andi og til staðar í løtuni er
eitt grundleggjandi amboð
hjá sjónleikaranum, Olaf
Johannessen. Á pallinum
merkir tað í prinsippinum,
at hann aldrin veit, hvat fer
at henda.
– Eg veit sjálvsagt, hvat
stendur í handritinum, men
eg lati aftur fyri tí í tí løtuni,
eg spæli. So kann eg taka
ímóti tí, sum mín viðspæl-
ari ger, og lata tað ávirka
mín leik. Eitt gott dømi um
hetta er, tá vit spældu Gen-
gangere á Kongaliga Teatr-
inum. Tá segði Githa Nørby
eitt kvøldi, tá vit vóru
liðug: "Ja, sådan blev det
nu i aften." Tað var tað
sama sum kvøldið fyri
sjálvandi, men ikki akkurát
tað sama, tí vit vóru til
staðar. Tað ljóðar kanska
banalt, men nærvera er alt-
avgerandi, tí eingin leikur
er eins, og eingin áskoðara-
fjøld er eins. Tað er frustre-
randi at hyggja inn í eyguni
á viðspælaranum og síggja,
at viðkomandi hevur svarið
klárt, áðrenn tú hevur sagt
nakað - so kann tað jú gera
tað sama, hvat tú sigur,
sigur Olaf Johannessen.
Tað er somuleiðis týdn-
ingarmikið at síggja leikin
sum eina heild. At lesa all-
an leikin og royna at for-
telja hann við einum setn-
ingi - so kennir tú kjarnuna
í leikinum og kanst siga:
Hattar er endamálið, og tað
skal mín persónur vera við
til skal lýsa – gera allir leik-
ararnir tað, verður boð-
skapurin týðiligari – og
leikurin betri – tað er tað
sama sum við einum fót-
bóltsdysti – hann er best,
um samanspælið millum
leikararnir er gott.
At merkja áskoðara-
fjøldina
Nærvera snýr seg eisini um
at merkja áskoðararnar.
Onkuntíð verður tosað um,
at hatta var eitt vánaligt
publikum - men tað finst
ikki, sigur Olaf Johannes-
sen. Tað er kanska eitt
annað publikum, men tað
kann ikki vera vánaligt, og
har mást tú eisini vera til
staðar og merkja, hvar tey
eru. Til tíðir seta tey seg
afturá, og tað ringasta tú
kanst gera tá er at signalera:
Hygg eftir mær! Tá skalt tú
heldur halda teg aftur, og
lata tey koma til tín.
– Eg havi haft ein leiklut,
har eg beinanvegin merkti,
at áskoðarirnir als ikki
dámdu meg. Eg merkti tað
bara og visti ikki hví – fann
aldrin útav tí. Hinvegin havi
eg havt ein evarska lítlan
leiklut í einum leiki, har eg
merkti eina øgiliga respons
teir fáu minuttirnar, eg var
á pallinum - tá visti eg
heldur ikki hví - og tað er ilt
at siga akkurát, hvussu tú
merkir, um fólki dámar tað.
Tað er í luftini - hon verður
tøtt og dampar av kon-
sentratión, um tú rakar
nervan - hvør rørsla verður
fylgd 100 prosent av eini
400 áskoðarum - tað er ein
fantastisk kensla, at hava
beinleiðis samband við so
nógv fólk, sigur Olaf og
leggur aftrat: Tað er tað
besta við at vera sjónleikari
- og so er tað eisini stuttligt
at billa fólki inn, at mann er
ein annar enn mann er. Men
tað gert tú bert á pallinum -
summi fólk verða ótrygg,
um tú sigur, at tú ert sjón-
leikari. Tey halda, at tú
spælir sjónleik alla tíðina,
men soleiðis er tað als ikki.
Føddur leikari
Sum barn var Olaf við páp-
anum í Sjónleikarahúsinum
og hugdi meðan tey vandu.
Kvøld eftir kvøld eftir
kvøld. Hann kundi sita har
og tiga í tímar - hugtikin av
at síggja hvussu leikarirnir
kundu siga eina søgu við at
brúka seg sjálvar. Í dag
sigur hann, at hann altíð
hevur vitað, at hann vildi
vera sjónleikari men hevði
ongar ætlanir um tað, fyrr
enn hann var eini 17-18 ár.
Hann var tá farin í læru hjá
SHJ, og eina tíð var hann
ljósmaður í Sjónleikara-
húsinum. Hann var eisini
sangari í einum orkestri í
Havn og hevur sum heild
aldrin kunna havt gittara
hond uttan at skula spæla,
at hann var Louis Arm-
strong.
Avgerðina um at fara
sjónleikaraleiðina tók Olaf
eftir at hava spælt við í tvei-
mum leikum hjá Grímu.
Fyrsti leikurin, hann var við
í, var Haturfuglar. Stutt
eftir tað spældi hann høv-
uðsleiklutin í Skógardrong-
urin. Hann helt, at hetta var
sera stuttligt og gjørdi av, at
royna seg sum sjónleikara.
Hann var 21 ár, tá hann
byrjaði á skúlanum, og tað
var ein heilt onnur mentan,
enn hann var vanur við.
– Eg var skelkaður tá eg
kom á skúlan. Tey vóru so
annaleiðis - og so vóru tey
nógv eldri enn eg - onkur
var 12 ár eldri enn eg. Eg
kendi meg óvitandi og
naivan - lítlan - helt, at tey
høvdu betur bakgrund enn
eg, og eg legði meg eftir at
vera líka sum tey. Inntil ein
lærari segði við meg: Olaf,
tú má finna útav, hvar tú
kemur frá, tí tað er har, tú
skalt hoppa frá. Tá gekk tað
upp fyri mær, at alt hitt var
bara postulat - tú kanst ikki
lata sum um, at tú ert ein
annar enn tú ert tí í fráset-
ingini til allar leiklutir, skal
tú brúka teg sjálvan, sigur
Olaf Johannessen.
Hann heldur, at hann
helst hevur lært nógv tey
mongu kvøldini, hann sat í
Sjónleikarahúsinum. Tað er
tikið inn og goymt, uttan at
hann hevur hugsað um tað
tá. Í heila tikið hevur hann
góð minnir frá Sjónleikara-
húsinum, har hann fekk
sína fyrstu unnustu.
- Eg gekk í fyrsta ella
øðrum flokki, og so bjóðaði
eg henni og nøkrum øðrum
floksfeløgum oman í Sjón-
leikarahúsið - at hini skuldu
við, var bara eitt skálkskjól,
so sluppu vit at spæla har
og royndu hesar spennandi
búnarnar uppi á balkongini
og sovorðið - tað riggaði,
eg fekk hana, fortelur hann.
Gloymdi at fara á
pallin
Sum sjónleikari hevur Olaf
Johannessen roynt eitt sind-
ur av hvørjum. Einaferð
kom hann ikki á pallin.
Hann skuldi inn trýggjar
ferðir, men triðju ferð sat
hann og prátaði og gloymdi
tíðina. So ljóðaði tað í há-
talarunum: Olaf Johannes-
sen til scenen omgående,
men tá hann náddi fram,
var tað ov seint, og hini
høvdu so klára seg uttan
hann tað kvøldið. Eina aðru
ferð stakk hann av óvart sín
viðspælara í lærið við ein-
um svøri.
– Tað var forferdiligt.
Hann mátti á skaðastovuna,
og framsýningin varð sjálv-
sagt støðga. Vit áttu at hava
hesar plastikkdubbarnar á,
men tað hildu vit vera so
keðiligt - hildu ikki, at tað
sá nóg farligt út, so vit
spældu alla tíðina uttan -
tað kundi verið endað við
einari reiðiligari vanlukku,
sigur hann. Spurdur um
bestu upplivingar á palli,
hevur hann ilt við at geva
nakað serstakt dømi - tær
eru so nógvar, men hann
nevnir tó fyrstu ferð, hann
fekk hol á ein leiklut. Tá
hevði hann arbeitt sum
sjónleikari í tvey ár og
varnaðist fyri fyrstu ferð
veruliga, hvussu stuttligt
tað kann vera at spæla sjón-
leik.
– Tað er ringt at siga frá,
men tað var sum um, at hol
kom á okkurt. Eg kendi, at
eg veruliga var hesin per-
sónurin - skilti hann - eg
hevði havt aðrar leiklutir,
men tað var líkasum bara
eitt spæl í mun til hetta. Her
Nærvera er avgerandi
fekk eg veruliga persónin
inn undir húðina og var
hann, sigur Olaf Johannes-
sen. Umstøðurnar vóru ser-
ligar, og hetta var eitt dømi
um, at alt gongur upp í eina
hægri eind onkuntíð. Aldur,
royndir, tíð og so framveg-
is. Tað var ein rættuliga
barskur leiklutur, ein ungur
maður, sum hevur dripið
tvey fólk og síðan sett tey í
eina kavafonn arm í arm -
leikurin snúði seg um
átrúna og sálarfrøði.
- Tá er tað jú, at tú má
leita okkurt heilt annað stað
í tær sjálvum og nýta hug-
flogi - hvørjar kenslur í tær,
kanst tú føra yvir á støðuna
hjá hesum persóninum, og
hvussu hugsar hann -
hvussu gevur tað meining
fyri hann, tað sum hann ger,
sigur Olaf Johannessen.
Tað finnast ikki lítlir og
stórir leiklutir - tú skalt ar-
beiða eins nógv við einum
persóni, sum er stutt á
pallinum, sum einum, ið er
leingi á pallinum. Hinvegin
er tað av sera stórum týdn-
ingi, at persónurin, sum tú
skal spæla hevur nakrar
síður, sum tú kanst kenna
aftur. Tú má vera førur fyri
at skilja kenslurnar hjá
honum fyri at kunna brúka
tann partin av tær, sum skal
forma hendan persónin og
hansara reaktiónir. Tá brúk-
ar tú tínar egnu royndir - alt
títt lív, tínar egnu kenslur,
men eisini hugflogið til at
skapa ein samanhang í per-
sóninum. Um tú sum í
hesum førinum skal spæla
ein persónur, sum hevur
dripið, kanst tú jú ikki
brúka tínar egnu royndir,
men tú kanst royna at skapa
ein samanhang í hansara
gerum, og soleiðis skilja
hann.
Skilja millum privat
og leik
Tá leikurin kemur so tætt
uppá, skal tú ansa eftir at
halda markið millum teg
sum persón og leiklutin, tú
spælir. Onkuntíð er ringt at
sleppa persóninum, sum tú
hevur spælt. Tað merkir, at
um tú spælir ein illur per-
sónur, ert tú illur, tá tú
kemur heim.
- Eg havi havt tað soleiðis
trýggjar ferðir, tann eina
ferðin var júst hesin ungi
maðurin, sum var mítt
fyrsta gjøgnumbrot. Eg
megnaði ikki at halda
markið millum meg og
leiklutin. Tað snýr seg um,
at tú ikki skalt hava kensl-
urnar, sum tín leiklutur
krevur, men siga: Hesar
kenslurnar í mær eru tøkar
til tann leiklut, sum eg skal
spæla - tað sýni eg fram,
uttan at tað verður privat, tí
tú stýrir leiklutinum og ikki
umvent, sigur Olaf Jo-
hannessen.
Sum dømi tekur hann, at
sjónleikarar ofta fella fyri
hvørjum øðrum, tá teir
spæla kærleiksleikir sam-
an:
– Tá er tað, at kenslurnar
broytast frá at vera sjón-
leikur til at verða persón-
ligar kenslur - og so sita
áskoðarirnir bráddliga og
hyggja eftir nøkrum, sum
er privat og puff! So er allur
spenningurin vekk, og so
doyr tað. Jú nærri tú kemur
at tínum viðspælara uttan at
nerta við hann kensluliga,
jú sterkari verður spenning-
urin á pallinum.
Forholdið til viðspælaran
er sum eitt parforhold.
Onkuntíð er kemiin har
beinanvegin - tað klikkar
bara. Aðrar tíðir skalt tú
arbeiða fyri at fáa hana
fram, og onkuntíð er hon
ikki til staðar og kemur
heldur ikki. At vera ein
partur av einum leiki er í
heila tikið sum at vera
partur av eini familju.
– Í fyrstani órógvaði tað
meg nógv, at verða so tætt
knýttur at einum bólki og
brádliga skiltust vit, tí
sýningarnar vóru lidnar -
men í dag er tað ein náttúr-
ligur partur av tí. Tað er av
stórum týdningi at tú kenn-
ir tey væl, sum tú arbeiðir
saman við – um eg ikki
havi arbeitt saman við
leikstjóranum fyrr, brúki eg
eins nógva tíð uppá at lære
hann at kenna, sum eg
brúki uppá mín egna leik-
lut. Hinvegin skalt tú helst
ikki kenna teg alt ov trygg-
an, tí so doyr tað, sigur Olaf
Johannessen. Hetta sum
doyr og livir og er har
onkuntíð og onkuntíð ikki -
tað er ringt at seta orð á.
Men orð sum til dømis nær-
vera og ótryggleiki kunnu
lýsa tað - umringja tað, so
tú fær eina hóming av, hvat
tað snýr seg um.
Neyðugt við ótrygd
Ótryggleiki er góður fyri
menningina. Fyri at um-
støðurnar ikki skulu verða
alt ov tryggar, hevur Olaf
Johannessen tey seinastu
fýra árini verið í farloyvi
trýggjar mánaðir um árið,
og hevur tá arbeitt aðra-
staðni. Eisini orsaka av
hesum hevur hann í fleiri ár
hugsað um at siga seg úr
starvið á Kongaliga Teatrin-
um, men kundi ikki reiði-
liga fáa seg til tað. Í fjør var
hann so uppsagdur, og tað
var eitt hart slag.
– Sum ein gamal bittur
sjónleikari segði einaferð -
alt er fáfongd. Eg var skelk-
aður, og tað var eitt øgiligt
slag, men tað var nokk mest
eitt slag fyri mína fá-
feingiligheit - eg hevði jú
ætlað at siga upp fleiri
ferðir - eg ergraði meg yvir,
at eg ikki var farin sjálvur -
áðrenn - sjálvandi, tað er
aldrin stuttligt at verða
koyrdur, sigur Olaf. Nú
gleðir hann seg tó til
nýggjar avbjóðingar og sær
tað sum eina frígerðing, at
skula gera nakað annað.
– Nú verði eg tvungin til
at finna mín egna eld. Tað
Kongaliga Teatri hevur
givið mær nógvar góðar
avbjóðingar, men ofta vera
leiklutirnir deildir út, tá tú
ert í føstum starvi, so tú
hugsar ikki so nógv um,
hvat tú kundi ynskt tær at
arbeitt við. Tú fær ein leik-
lut og so hugsar tú: Aha,
hattar sær áhugavert út og
ikki umvent. Kanska tað
ger, at tú steðgar eittsindur
upp - men hattar er ein
luksustrupulleiki, leggur
hann aftrat. Hann gleðir seg
til at fara undir nýggjar
avbjóðingar uttanfyri teir
kongaligu múrarnar og er
sera fegin um heiðursløn-
ina, sum hann hevður
fingið.
– Tað er eitt herðaklapp
og eg eri sera fegin um tað
- serliga tí tað kemur frá
mínum starvsfeløgum, og
tað hevur stóran týdning
fyri meg, at teir viðurkenna
mítt arbeiði, sigur hann.
Hartil er tað sera gott fyri
sjálváltið, og ein sjónleikari
uttan sjálvsálit er einki
verdur, sigur Olaf Jo-
hannessen.
Næstu ferð hann er á palli
verður á Mammut Teatr-
inum. Nú er so ferðin byrj-
að inn í eina ótryggari men
vónandi mennandi sjón-
leikaraverð.
Blá bók
Olaf Heine Johannessen
Føddur: 08.07.1961
Debut: Á Dr. Dante 1984
Úbúgvin á sjónleikaraskúlanum í Odense:1986
Århus Teater: 1986-1994
Det Kongelige Teater: 1994 til 2004
Á Kongaliga Teatrinum hevur Olaf Johannessen millum annað verið við í leikunum
Richard III, Livet er en drøm, Engle i Amerika I og II, Prinsen af Homburg, Kjartan og
Gudrun, Jesus, Menneskereden, Fønikerinderne, Det’skam hun er en mær,
Fostbrødrene, Ci-vi-li-sa-tion, Gengangere, Sparekassen, Urene hænder, Celestina, Lyden
af skyer og Den stundesløse. Á Århus Teater var hann millum annað við í Hamlet, har
hann hevði høvuðsleiklutin, Roberto Zucco og Gengangere. Har umframt hevur Olaf
Johannessen verið við í I hired a Contract Killer á Mammutteatret og Dæmonernes port
á Odense Teater, eins og hann var við í Morten Korch sjónvarpsrøðini á TV2.
Olaf Johannessen fekk 28. apríl 2004 handað
virðislønina Olaf Poulsens Mindelegat.Virðislønin, sum
er 30.000 krónur verður hvørt ár latin einum
sjónleikara, sum hevur gjørt serliga vart við seg, av
nevndini Olaf Poulsens Minde. Forkvinna í nevndini er
sjónleikarakvinnan Kirsten Olesen, harumframt eru
millum annað sjónleikarakvinnan, Sonja Oppenhagen
og Peter Thygesen, journalistur á Politiken við í
nevndini.
Olaf Poulsen Minde er grunnur settur á stovn til minnis
um sjónleikaran Olaf Poulsen (1858-1923). Olaf Poulsen
var kendur fyri sínar tulkingar av Holberg, og var størsti
danski sjónleikarin í sínari samtíð.
Í grundgevingini umrøddi Peter Thygesen millum
annað leikin ‘Nei’, sum júst hevur gingið, har Olaf
Johannessen spældi leiklutin sum klokkarin Link: "Din
verdensborger Link er både naiv og indtagende; han
bliver med dig frierkomediens centrale figur, en
slapstic-skikkelse, der serveres med overbevisende
timing, musikalitet og underlivet skudt godt frem, for
nu skal der fries til den underskønne Sofie, der dog kun
kan sige ‘Nej’. Men da han til sidst fremstår med både
hængerøv og stor selverkendelse, holder vi med ham
og synes egentlig, at han havde fortjent en bedre
skæbne. Nu venter kun Klokkeværket i Grenaa. Det er
umanerligt morsomt - og en skarp kontrast til din mere
karske og romantiske rolle som Vilhelm i Heiberg
aftenens anden forestilling De nygifte"
Frá Olaf til Olaf
Olaf Johannessen hyggur at eini nýggjari byrjan. Hann hevur verið í føstum starvi síðan hann
varð útbúgvin í 1986 - men nú skal hann út í tað meira ótrygga sjónleikaralívið. Við sær hevur
hann góðar royndir og eitt herðaklapp á 30.000 krónur
– Tú kanst ikki lata sum um, at tú ert ein
annar enn tú ert, tí í frásetingini til allar
leiklutir skal tú brúka teg sjálvan.
– Eg havi haft ein
leiklut, har eg
beinanvegin
merkti, at áskoð-
ararnir als ikki
dámdu meg. Eg
merkti tað bara og
visti ikki hví - fann
aldrin útav tí.
– Tað er ilt at siga, hvussu tú merkir, um
fólki dámar tað. Tað er í luftini - hon
verður tøtt og dampar av konsentratión,
tað er ein fantastisk kensla, at hava
beinleiðis samband við so nógv fólk.
C
M
Y
K
9
8