Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 7 Mentamálaráðið hevur saman við leiðsluni í Sjómans- skúlanum og Maskin- meistaraskúlanum í Havn tikið avgerð um at leggja skúlarnar saman. 1. stigi av hesi ætlan verður tikið 1. august, tá skúlarnir fáa felags fyrisiting og stjóra. 1. januar 2005 verða skúlarnir formelt lagdir saman. Ætlanin er, at skúlarnir innan fimm ár eisini skulu undir somu tekju SAMANLEGGING Eydna Skaale Eydna@sosialurin.fo – Tað hevur leingi verið tosað um hesa ætlanina, at leggja maritimu skúlarnar saman, men tað er aldri blivið til meira enn tos. Ikki fyrr enn týsdagin eftir páskir blivu veruligu sam- ráðingarnar realitetur, og nú er avgerðin so endiliga tikin. Hetta segði landsstýr- ismaðurin í mentamálum á einum tíðindafundi hósdag- in. Hann segði, at hetta júst er rætta tíðin at gera tað í, tí í august fara stjórarnir á báðum skúlunum frá. Stjór- in á Sjómanskúlanum, Dánjal Johan Poulsen fer frá fyri aldur og stjórin á Maskinmeistaraskúlanum hevur søkt um farloyvi. Tí- skil er upplagt at royna eina ætlan sum hesa júst nú. – Vit hava avgjørt, at eingin skal sigast upp og tí er tað so heppið at báðir stjórarnir fara frá í senn. Tað letur hurðarnar upp, staðfesti Jógvan á Lakjuni. Hann greiddi frá, at sam- anleggingin er eitt ynski frá báðum skúlastjórunum. Landsstýrismaðurin segði eisini, at tað er full politisk semja um málið í samgong- uni. Kunnað hevur eisini ver- ið úti á skúlunum um ætl- anina, og bæði næmingar og lærarar sýntust at taka væl undir við henni. Lærar- arnir fara at fáa høvi at seta Jógvani á Lakjuni spurn- ingar um samanleggingina, tá hann um eina viku fer út á skúlarnar at tosa við teir. Fyrimunir og vansar Jógvan á Lakjuni vísti á nógvar fyrimunir við at leggja skúlarnar saman. – Teir hava nógvar av somu lærugreinunum, og sjálvsagt er upplagt at gera hesar tímarnar til felags tímar. Hetta fer eisini at skapa eitt nógv breiðari grundarlag, t.d. fara nógvir nýggir møguleikar fyri tvørfakligum verkætlanum allarhelst eisini at vísa seg. Fyrsta og fremsta málið er ikki at spara, men sjálv- sagt verður hendan skipan- in bíligari. Hetta er ein sera skilagóð samanlegging, helt landstýrismaðurin. Samstarv er altíð gott. Ætl- anin er, at báðir skúlarnir skulu hava eitt felags støð- isár. Sum er hava báðar útbúgvingarnar somu tvungnu grundlærugreinir, so tað er upplagt at leggja hesar tímarnar saman. Jógvan á Lakjuni nevndi eisini, at betri møguleiki verður fyri eftirútbúgving- um og fyri at bøta um og samanleggja simulator- lærugreinarnar. Ein annar fyrimunur, sum varð nevndur á fund- inum, var tann, at ein leiðsla fyri báðar skúlarnar ikki fer at verða so tætt knýtt at lærarum og næm- ingum, sum leiðslurnar í dag eru. Eindirnar gerast so lítlar, um stjórnin er ein partur av gerandisegnum. Tað er ein fyrimunur at hava leiðslurnar eitt sindur omanfyri, varð sagt. Tað er eisini ein fyrimunur at hava eitt og sama stýrið til báðar maritimu skúlarnar í Havn- ini, soleiðis, at greitt verður arbeitt fram ímóti einum og sama máli fyri báðar skúl- arnar. Einasti vansi, sum kom landsstýrismanninum til hugs, var tann, at skúlarnir liggja hvør sær, og hvørgin skúlin hevur pláss at taka allar næmingarnar frá hin- um skúlanum inn. Klaksvíkar Sjómansskúli er ikki við í hesi saman- leggingini, tí hann koyrir meira fyri seg sjálvan har norðuri. Men mentamála- ráðharrin avnoktar ikki, at Klaksvíkin kanska fer at koma uppí part um nøkur ár. Á fundinum varð undir- strikað, at eingin fór at verða uppsagdur á skúlun- um, og at teir næmingar, sum longu eru undir aðrari av útbúgvingunum, ikki fara at merkja nakran koll- veltandi mun. – Henda samanleggingin fer at henda so við og við. Fyrst verður søkt eftir einum felags stjóra. Hetta verður gjørt nú í næstum. Síðani verða skúlarnir formelt samanlagdir. Til hetta fara vit at draga øll viðkomandi fakfeløg uppí, so alt gongur rætt fyri seg, sigur hann. Nýggj høli Hendan skipanin við at leggja maritimar skúlar saman er, sum skilst, ofta roynd áður við góðum úrsliti. Onkustaðni hava skúlaleiðslurnar tó lagt saman, uttan at nakað hevur verið gjørt við at leggja skúlarnar saman fysiskt. Skúlarnir hava ligið hvør sær, sum teir gera her, og næmingarnir hava síðani skift skúla 10. hvørja viku. Henda skipanin hevur tó ikki verið serliga væleydn- að, sum verandi loysn. Skúlastýrini og mentamála- ráðið hava tí í felag gjørt av, at arbeiðið við at fáa skúl- arnar undir somu lon, skal verða byrjað innan fimm ár. Skal skúlin fáa sítt fulla virði, so mugu karmarnir fáast í rættlag, skjótast til- ber. – Gongd má fáast á ar- beiðið áðrenn luftin fer úr ballónini, segði Gordon Hofgaard, stjóri á Maskin- meistaraskúlanum. Mentamálaráðharrin hevði einki boð uppá hvar nýggi skúlin fer at vera. Hann vildi ikki siga, hvørt ætlanir vóru um at byggja nýggj høli, ella um ætlanin er at útbyggja ein av núver- andi skúlum. Men á báðum skúlum er tó avmarkað hvussu nógv kann byggjast út. Jógvan a Lakjuni segði tó, at eingin trupulleiki fer at standast av, at skúlarnir, antin annar ella báðir, fara at standa tómir, tí tað eru jú sum kunnugt alstórir hølis- trupulleikar í Havnini, m.a. hevur Fróðskaparsetrið út av lagið vánalig hølisviður- skiftið. Tilgongdin lækkað Fyri nøkrum árum síðani vóru sjómansútbúgving- arnar ógvuliga vælumtókt- ar. Tað komu eini 200 næm- ingar inn á Sjómasskúlan árliga. Her er tó komin vend í. Higartil eru tað bara 7 sum hava søkt til næsta skúlaár. Eisini maskinmeistara- skúlin hevur havt eina afturgongd í næmingatalin- um, um hon ikki er so stór sum á Sjómansskúlanum. Teir hava fingið 13 um- sóknir til næsta skúlaár. Teir báðir stjórarnir duga ikki at siga hví so stór afturgongd man vera, men teir vóna, at samanlegging- in kann bøta um hesi viður- skiftini. Teir siga eisini, at afturgongd hevur verið inn- an maritimu vinnurnar í fleiri londum seinastu árini. – Miðnámsskúlarnir fara avstað við øllum ungdóm- inum eftir 10. flokk. Har kunnu næmingarnir byrja beinanvegin, uttan nakað hóvasták. Hjá okkum skulu teir hava siglingartíð fyri at koma á Sjómansskúlan og grundskeið á Tekniska skúla fyri at koma inn á maskinmeistaraskúlan. Hetta ger, at hinir skúlarnir »fanga« næmingarnar fyrst, søgdu skúlastjórarnir. Teir vóru á einum máli um, Sjómansskúlin og Maskin- meistaraskúlin samanleggjast Dánjal Johan Poulsen, stjóri á Sjómansskúlanum, Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður og Gordon Hofgaard stjóri á Maskinmeistaraskúlanum á kunningarfundinum um samanleggingina Leygardagin hevði Javni aðalfund. Javni er felag hjá menningartarnaðu, familjum og avvarð- andi teirra. Enda- málið hjá felagnum er at stuðla teimum menningartarnaðu og avvarðandi teirra og virka fyri áhuga- málum teirra Í nýggju nevndini hjá Javna sita nú: Malena Arnholdsdóttir, formaður (var í fjør bein- leiðis vald av aðalfundinum sum formaður fyri tvey ár. Óli Wolles heldur fram sum næstformaður og Torfinn Hentze heldur fram sum kassameistari.Haldis Mat- ras, nevndarlimur. Bogi Andreasen, nevndarlimur. Anette Olsen, tiltakslimur. Maud Wang Hansen, til- takslimur Av teimum, sum stóðu fyri vali, tók bert Torfinn Hentze ikki við afturvali. Úr nevndini fóru: Jarvin F. Hansen, Tórshavn, Turið B. Jacobsen, Tórshavn, Sigrun Wardum, Tórshavn. Nevndin hevur býtt økini í stevnumiðnum ímillum sín, soleiðis at hvør starvs- nevndarlimur hevur sítt høvuðsøki. Ábyrgdarbýtið sær so- leiðis út: Óli: Lívið - heimasíð- ina. Bogi: Familjan - Frítíð. Torfinn: Bústaðarviður- skifti - Sjálvsavgerðarrætt- ur. Haldis: Heilsa og Aldur- dómur. Maud: Arbeiði og Sam- lív. Anette: Útbúgving. Økisnevndirnar Í Javna eru eisini fimm økisnevndir, hvør við trim- um nevndarlimum, tær eru: Norðoyggjar: Anna Maria Joensen, Bergfríð Klakkstein og Elin Nora Reines Eysturoy: Annette Søren- sen, Ingun Joensen og Lea Wolles Streymoy og útoyggjar: Ása Hansen, Fía Petersen og Jórunn Dánjalsdóttir Vágoy og Mykines: Diana Magnusdóttir, Her- fríð Falkvard og Sigrun Nattestad Suðuroy: Charlotta Thomsen, (her manglar ein) og Sóley P. Andreassen. Alt vikuskiftið er sølustevna í ítróttarhøllini í Trongisvági, har nógv ymiskt er á skránni Alt hetta vikuskiftið er stór handils- og sølustevna í tróttarhøllini í Trongisvági, har einir 25 handlar og fyritøkur kring alt landið vísa, hvat tær hava til sølu. Úrvalið er fjølbroytt, heilt frá bilum til gosbað, teldur og flogferðir. Í skúlagarðinum er eisini hoppiborg, tarvaríð-ing og annað til børnini. Tað er TB og Tvør-oyrar Svimjifelag, sum skipa fyri. Stevnan er opin í dag og í morgin afturat. Í dag er opið frá klokkan 14 – 21. og í Morgin er opið frá klokkan 16-19, tá ið stevnan endar. Umframt handilsigu til- tøkini, er eisini ymiskt undirhald á skránni hvønn dagin, bæði mótasýning, dansigentur, Trøllapætur o.s.fr. Javni havt aðalfund at nógv meiri arbeiði má verða gjørt úti á fólkaskúl- unum, fyri at kunna ung- dómin um maritimu út- búgvingarnar. Draga vinnuna uppí skúlan Eitt annað, sum ætlanir eru um í samband við saman- leggingina, er at fáa vinn- una við uppí skúlagongd- ina. – Higartil hevur tað næstan verið so, at skúlarn- ir hava hugt ein veg, meðan vinnan hevur hugt hinveg- in, segði Gordon Hofgaard. – Tað hevur ikki verið nakað samstarv. Tað er í grundini sera óheppið, tí tað er jú vinnan, sum skal nýta hesar menninar tá teir eru lidnir við útbúgvingina. Tað er upplagt, at vinnan er við at seta dagsskránna. Teir, ið arbeiða í vinnuni dagliga, vita jú best hvat tørvur er á og hvat teir ynskja av teirra komandi arbeiðsfólki, segði hann. – Vit hava veruliga sakn- að sambandið millum skúl- an og vinnuna. Tí er ætlanin at seta ein ráðleggingarbólk við bæði lærarum og fólki úr vinn- uni, sum í felag kunnu líta frameftir og koma við hug- skotum til at tillaga útbúgv- ingina til tørvin á arbeiðs- marknaðinum. Á henda hátt verður størst møguleiki fyri framburði í vinnuni. Bygnaðarbroytingar í útbúgvingunum Ætlanin er sum sagt, at allir næmingar nú skulu hava eitt felagsstøðisár, við kravdu lærugreinunum. Síðani verða tvær linjur, ein navigatørvegin og hin maskinvegin. Talan hevur eisini verið um at byggja uppá útbúgv- ingarnar, so møguleiki verður at lesa til verkfrøð- ing og at taka bachelor og masterútbúgvingar eisini. Hetta hevði uttan iva eisini gjørt útbúgvingarnar meiri attraktivar. Gordon Hofgaard segði, at ynskiligt hevði verið um teir næmingar, ið taka maskinmeistaraútbúgving- arnar, kundu nýtt síðsta árið at specialisera seg innan ávíst økið í fakinum, t.d. køling á landi ella maskin- arbeiði á sjónum. Maersk er farið undir eina nýggja útbúgving, nevnd dual-officer. Hetta er ein útbúgving, ið saman- tvinnar navigatørútbúgv- ingina og maskinmeistara- útbúgvingina. Ætlanin er, at maðurin á brúnni, skal kunna traðka til í øllum møguligum neyðstøðum. Hann skal hava nóg breiða vitan til at vita hvat skal gerast, óansæð hvat tað er sum er galið. Á fundinum varð nevnt, at møguleiki er fyri, at dual-officer útbúgvingin eisini verður eitt tilboð her heima. – Men, varð sagt, hetta kemur alt at avhanga av vinnuni. Ynskir vinnan at vit skulu útbúgva dual-off- iserar, so fara vit at um- hugsa tað. Um vinnan har- afturímóti ikki setur fram ynski um hetta, so er eingin orsøk at fara undir tað. Vit fara ikki at gera ein skúla, sum framleiðir arbeiðs- loysi. Tvørturímóti. Enn er ikki greitt hvussu nýggi skúlin fer at eita. Ein háttur at loysa hølistrupulleikarnar kundi verið at bygt Sjómansskúlan út, so rúm verður fyri báðum skúlunum undir sama taki Stórt og smátt á sølustevnu á Tvøroyri Giktafelag Føroya ger í hesum døgum eitt stórt upplýsingartiltak um týdningin av at røra seg. Felagið mælir øllum til at gera eina íløgu í framtíðina við at røra seg meira GIKT OG RØRSLUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Við slagorðinum, »Rør teg – tað loysir seg«, hevur Giktafelag Føroya latið prentað 5 faldarar, um hvønn týdning tað hevur fyri heilsuna at røra seg. Fýra av hesum falda- rum, verða um dagarnar sendir út um alt landið til støð, har Giktafelagið metir tað vera gagnligt at faldarin er at finna, eitt nú á apotekum, sjúkra- kassum og læknahølum. Faldararnir geva góð ráð, um tú hevur smá- vegis trupulleikar við gikt. Men ikki minst eru hesir útgivnir, tí tað hev- ur stóran týdning, at tey, sum er plágaði av gikt, røra seg. Aftrat tí, eru faldararnir ein eggjan til øll um at verða aktivari og gera nakað fyri at bøta um heilsuna. Seinni í heyst kemur ein faldari út aftrat, og í honum er ein venjingar- skrá, sum øll kunnu nýta, eisini fólk sum hava gikt. Felagið sendir eisini øllum 3. flokkum í Før- oyum ein faldara um rulluskoyting, umframt eina plakat, sum flokkur- in kann hava hangandi inni í skúlastovuni. Boðskapurin við hes- um faldaranum og plakatini er, at tað er eisini góð og gagnlig mótión at renna á rullu- skoytum. Tað er stuttligt at renna á rulluskoytum, og tí kann spæl eisini teljast við í ta tilmæltu dagligu motiónina, sum er tilrádd í dag. At røra seg meira, er at gera eina íløgu í fram- tíðina. Giktafelagið mæl- ir øllum til sjálvi at gera nakað fyri heilsuna. – Okkara fremsta mál má vera at hava ábyrgd fyri egnari heilsu og fyri- byrgja har, vit kunnu, sigur Giktafelag Føroya at enda í tíðindaskrivi, sum er sent fjølmiðlun- um. Stuðlað tiltakinum hava Fyribyrgingarráðið og Happadráttargrunnur- in. Rør teg - tað loysir seg C M Y K 7 6