Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 83 - 1. mai 2004 Nr. 83 - 1. mai 2004 5 Ì heyst letur eitt slóð- brótandi virki upp á Eiði sum skal gagn- nýta tann partin av okkara fiskatilfeingi, sum fyri tað mesta verður tveittur í havið SLÓÐBRÓTARAR Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Í heyst letur eitt slóðbrót- andi virki upp á Eiði. Tað er eitt virki, sum skal gagnnýta tann partin av fiskinum, sum í dag verður tveittur aftur í havið. Í fyrstu syftu er talan um eitt virki, sum skal gagn- nýta livrina og innvølin á fiskinum. Men hetta er bara fyrsta stigið, tí ætlanin er at byggja virkið út í fleiri stig- um, so at tað eisini ber til at gagnnýta fiskaryggirnar og skræðuna. Tað er felagið, Faroe Marine Biotech, sum stend- ur fyri ætlanini. Egil Oslen stovnaði Far- oe Marine Biotech fyri nøkrum árum síðani, sam- an við øðrum føroyingum og serfrøðingum úr Íslandi og Noregi, sum hava roynd- ir á økinum. Føroyingar eiga 80% av virkinum og útlendingar 20%. Síðani hevur verið arbeitt við ætlanunum um at stovna eitt bio-tekniskt virki í Føroyum og nú er tað komið so langt, at virkisbygningurin er keypt- ur og at virksemið byrjar í heyst. Egil Olsen, sigur, at teir hava nú keypt virkisbygn- ingin hjá Hydrotech á Eiði og hann verður nú lagaður til, so at hann kann hýsa fyrsta, rættiliga bio-tekn- iska virki í Føroyum. Framleiðsla í trimum stigum Egil Olsen sigur, at bygn- ingurin er sera góður til endamálið. Hann er 1.200 fermetrar stórur, harav 1.000 fermetrar eru fram- leiðsluhøll og 200 fermetr- ar eru starvsfólkahøli av ymsum slagi. Í fyrstuni verður ikki all- ur bygningurin brúktur. Hinvegin hava teir eisini hugsað um framtíðina, tí ætlanin er at byggja virkið út so við og við og teir hava keypt húsið so mikið stórt, at pláss skal fyri øllum virkseminum undir sama taki. Hann sigur, at av tí at virkið er so stórt, er tað ikki so stórar tillagingar, sum skulu gerast. Í Íslandi er tað felagið Lysi, sum eigur íslendska partin í virkinum á Eiði. Lýsi hevur drúgvar royndir við biotekniskari fram- leiðslu og sølu og løtuni eru tvey fólk frá Faroe Marine Biotech yviri hjá Lysi og kunna seg um framleiðsl- una og teknikk. Hann sigur, at ætlanin er at skipa virksemi í trimum stigum. Fyrsta stigið, sum byrjar í heyst, verður at taka ímóti livur og innvølum at bræða hana til lýsi. Kroturnar kunnu gerast til mjøl. Men við serligum teknikki ber eisini til at gera ymsar hávirkaðar úr- dráttir burturúr krotunum og tað væntar hann verður gongdin á virkinum á Eiði. Hann væntar eisini, at fáa eitt gott samstarv við niður- sjóðingarvirkið Kovan í Sandavági, so at tann besta livurin kann fara á Kovan til niðursjóingar. Egil Olsen sigur, at sam- an við bygninginum, verður íløgan í hettafyrsta stigið onkustaðni ímillum tríggjar og fýra milliónir,. Annað stigið verður at byggja virkið út til at gera gelatinu burturúr fiska- skræðu, og at gera protein og kanska eisini mineralir burturúr fiskaryggjum. Egil Olsen væntar, at tað verður longu áðrenn eitt ár er farið. Og í triðja lagi er ætlanin at fara undir meir fram- komna framleiðslu, sum miðjar ímóti at vinna en- sýmir burturúr fiskaslógvi. Men hann væntar at tað liggur longri frammi í tíðini hann hann væntar, at tað ganga eini fimm ár, áðrenn farast kann undir triðja framleiðslustigið. Fiskimenn broyta hugburð Men skal hendan verkætl- anin eydnast, krevur tað, at fiskimenn og fiskavirki á landi broyta hugburð og vilja taka alt tað til høldar, sum teir í dag tveita fyri borð. Hann sigur, at ætlanin hjá virkinum á Eiði er at bjóða ein prís fyri rávøruna, sum ger tað áhugavert at taka hana til høldar. Serliga nú, prísurin á fiski er lækkaður sum heild, og fíggjarliga úrslitið hjá flotanum er versnað, átti tað at verið áhugavert at tikið alt av fiskinum til høldar, sum prísur fæst fyri. Somuleiðis heldur hann eisini, at tað stríður ímóti andanum í fiskidagaskip- anini at tveita ein stóran part av hvørjum fiski aftur í havið, tí har stendur, at onki skal tveitast fyri borð. – Tað, sum fer fram í dag, er tvørturímóti, at ein stórur partur av veiðini, verður tveittur fyri borð. Tí eigir landið at eggja skipum at taka slógvið til høldar í tann mun, keypari er tað. – Eg haldi rætt og slætt ikki, at samfelagið kann góðtaka, at ein stórur partur av okkara fiskatilfeingi verður tveitt aftur í havið, tá ið prísur fæst fyri tað, sigur Egil Olsen. Men hann heldur fyrst og fremst, at tað er ein hug- burðsbroyting, sum skal til. Og tað ber til alla aðra- staðni so hann ivast heldur ikki í, at tað eisini ber til í Føroyum. Men hann vísir eisini til, at alla aðrastaðni er rákið tann vegin, at brúkarin krevur, at alt náttúrutil- feingið verður burðardygt gagnnýtt. – Brúkararnir seta harð- ari og harðari treytir til framleiðararnar. Fyri nøkr- um árum síðani kom kravið um burðardyggan fiskiskap og lond, sum ikki kundu vísa á, at teirra fiskiskapur var burðardyggur, fingu trupulleikar at sleppa av við vøruna. Næsta stigið er, at brúk- arin eisini krevur burðar- dygga gagnnýtslu av øllum tilfeinginum. – Har dumpa føroyingar sum tað munar, tí sum er, brúka vit stórt sæð bara fløkini og tveita sostatt ein stóran part av hvørjum ein- asta fiski aftur í havið, tó at vit nú eisini gagnnýta ein part av høvdunum. – Tað heldur hann kann koma okkum aftur um brekkur aftur, tí brúkarin úti góðtekur ikki, at vit lata so nógv fara fyri skeytið og í longdini loysir tað seg best fyri okkum at ganga á odda á hesum øki, sigur Egil Olsen. Ganga nýggjar leiðir við slóðbrótandi virki á Eiði Bygningurin hjá Hydrotech á Eiði verður nú fyrsta, rættiliga biotekniska virki í landinum. Virksemið byrjar í heyst C M Y K 5 4 TÍÐINDASKRIV Almanna- og heilsumála- ráðið, 29. apríl 2004 Seinastu vikurnar hava vit í ávísum fjølmiðlum fylgt søguni um ein smádrong, sum var komin illa fyri, tí mamma hansara var deyð, og pápi hansara búði í Danmark. »At hjálparleys børn koma illa fyri í lívinum, er syrgiligt. Í hesum føri verð- ur søgan enn syrgiligari, tí ávísir fjølmiðlar bera øllum Føroya fólki upplýsingar, sum ikki eru nóg væl kann- aðar, og sum ikki geva eina sanna mynd av hesum syndarliga máli. Borgarin situr eftir við einari skeivari fatan, tí spennandi og fangandi tíðindi, í hesum føri, verða sett framum sømiliga viðgerð«, sigur landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm. Eisini heldur hann tað vera sera óheppið, at almannakunn- gera so privatar persónligar upplýsingar um einstak- lingar, sum ávísir fjølmiðl- ar hava gjørt í hesum máli. Avgerðarmyndugleiki í Danmark Landsstýrismaðurin í al- manna- og heilsumálum er evsti myndugleikin innan barnaforsorgarøkið í Før- oyum, og hevur lands-stýr- ismaðurin fingið upplýst, at málið um hendan smá- drongin fyrisitingarliga er rætt avgreitt. Niðurstøðan er, at tann danska kommunan, har pápin at dronginum býr, hevur avgerðarmyndug- leika. Kommunan tekur av- gerð ein av komandi døg- unum. Avgerðin, sum kommunan tekur, kann kærast til ein annan kæru- myndugleika í Danmark, men tað ber ikki til at gera meira við málið í Føroyum. Hans Pauli Strøm ásann- ar, at málið er viðgjørt á fullgóðan hátt, bæði løg- frøðiliga og fyrisitingarliga. Hann harmast um ta við- ferð, sum starvsfólk í Tórs- havnar kommunu hava fingið í fjølmiðlunum, tí tey hava einki skeivt gjørt í hesum máli. "Fyri smádrongin og tey avvarðandi er tað hóast teirra sváru neyð gott, at ein avgerð er á veg, so tey sleppa frá teirri óvissu, sum hevur merkt tilveru teirra alt ov leingi", sigur lands- stýrismaðurin at enda. Ósømilig viðgerð – Danska kommunan, har pápin at dronginum býr, hevur avgerðarmyndugleika. Kommunan tekur avgerð ein av komandi døgunum. Avgerðin, sum kommunan tekur, kann kærast til ein annan kærumyndugleika í Danmark, men tað ber ikki til at gera meira við málið í Føroyum, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsu- og almannamálum Tlf. 372 372 · Fax 372 373 REINT UMHVØRVI