hósdagur 18. juli 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 82 · 19. juli 2013
7
Samrøða
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Fyrrverandi ÍSF-forsetin og NSÍ-for
maðurin, Sølvi Reinert Hansen er sum
altíð róligur og siðiligur, tá hann greiðir
frá í lobby´ini á Fairmont Princess
Hotel í Hamilton á Bermuda.
– Vit, sum eru vald í altjóða oyggja
leikanevndina eru vald inn, fyri at um
boða allar oyggjar, men tað er einki
at ivast í, at tað kann lætta um sam
skiftið hjá Føroyum við altjóða oyggja
leikanevndini, at ein føroyingur situr í
nevndini. Ikki minst nú strongt verður
á, at oyggjaleikirnir í 2019 skulu verða
í Føroyum, sigur Sølvi, tá hann verður
spurdur, um tað er ein fyrimunur, at
Føroyar hava ein lim í altjóða oyggja
leikanevndini.
Sølvi var afturvaldur saman við
tveimum øðrum fólkum, sum sótu
í nevndini frammanundan, so talan
verður um eina stabila nevnd tey kom
andi árini.
Einki broytt við 2019
Á aðalfundinum hjá altjóða oyggja
leikasambandinum var gjørt greitt frá
føroyskari síðu, at vit ynska at ger
ast vertstjóð í 2019. Víst var eisini á,
at ynskið um at fáa oyggjaleikirnar
til Føroya í 2019 hevur góðan stuðul
millum politikkarnar. Tað var eitt jaligt
signal hjá Føroyum at senda bæði
løgmann, mentamálaráðharran, og
borgarstjóran í Havn vóru hjástaddir,
sum eygleiðarar.
Eingin kappbjóðing longur
Fyrr var talan um eina kappbjóðing
millum oyggjarnar, um hvør skuldi hýsa
leikunum. Kappast var millum tvær ella
tríggjar oyggjar at fáa leikirnar, men
tann mannagongdin er so broytt tey
seinastu árini. Nú samráðingar eru
millum altjóða oyggjaleikanevndina
og oyggjarnar, sum ynska at skipa fyri
leikunum. Og tá hevur ein gjørt eina
tíðarætlan, har ein hevur sett Føroyar
á sum vertstjóð í 2019, og Minorka sum
vert í 2021. Um tað gongur væl við
fyrireikingunum, og um Føroyar leyp
andi kunna um, hvat ætlanin er at gera,
so fáa Føroyar uttan iva leikirnar í 2019.
Umsóknin um oyggjaleikavertsskapin
fyri 2019 skal latast inn í september í ár,
og tað er ikki sannlíkt, at nøkur onnur
oyggj letur umsókn inn tá.
Hastar ikki við fleiri oyggjum
Spurdur um leitað verður eftir einari
oyggj aftrat at koma uppí oyggjaleika-
samstarvið, svarar Sølvi, at tað er
nakað, sum ofta er uppi og vendur á
aðalfundum. Málið hevur ikki verið
uppi og vent í ár, men tað var umrøtt
í fjør. Har eru ymisk atlit, sum skulu
takast. Nevndin hevur spurt seg fyri hjá
aðalfundinum, um aðalfundurin ynskir,
at nevndin leitar eftir einari oyggj aftrat
at koma uppí oyggjaleikasamstarvið.
Tað hevur aðalfundurin fyribils ikki
ynskt, og tað er tí, at leikirnir á Bermuda
eru millum teir minstu, tí tað er so langt
og dýrt at fara til Bermuda.
Tí vil altjóða oyggjaleikanevndin
bíða til komandi oyggjaleikir á Jersey,
fyri at vita hvat tað er fyri slag av oyggj,
sum ein leitar eftir. Valið er millum at
velja millum eina oyggj, sum hevur eitt
lítið íbúgvaratal, sum ikki økir so nógv
um luttakaratalið, ella um ein skal velja
eina stóra oyggj, sum kann fyriskipa
oyggjaleikunum. Summir leikir hava
havt millum 2.500 og 3.000 íðkarar,
og tað hevur kravt sítt frá fyriskipar
unum.
Tvey spennandi ár
aftrat hjá Sølva
Sølvi Reinert Hansen kemur eisini at sita í nevndini í altjóða
oyggjaleikasambandinum tey næstu tvey árini. Tað verður í hesum
tíðarskeiðnum, at avgerðin endaliga fellur hvør skal hava leikirnar í
2019. Tað hastar ikki, at leikirnir skulu gerast størri, enn teir longu eru
Mynd: eydbii myndir