Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-18, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. juli 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 82 · 19. juli 2013 8 VIKUSKIFTI Samrøða Hilmar Jan Hansen hilmarjan@sosialurin.fo – Tað er stuttligt at vera komin til Bermuda sum ferðafólk, men tað er ikki sørt av summarfuglum, sum eru í búk­inum mestsum hvønn dag her, tá synirnir kappast. Tað er stuttligt, men eisini nervapirrandi, at fylgja við teimum. Tað sigur Tordis Debes, sum er mamma Olivur og Øssur Debes Eiriksfoss, sum í hesum døgum teljast millum stinnu fimleikararnar, sum kappast á oyggjaleikunum, umframt at Øssur eisini er við í frælsum ítrótti og hevur vunnið heiðursmerki har. Pápin, Hans Suni Eiriksfoss, er ikki spentur upp á sama máta, so hann hevur nervar og situr og bítur negl ella nakað sovorðið, men hann argar Tordis við, at hon viðhvørt kann vera so spent, at hon ikki klárar at vera inni í høllini, har synirnir kappast. – Júmen, tað er meiri enn so komið fyri, viðgongur Tordis, sum tó ikki heldur tað hava verið so illa statt á Bermuda: – Eg havi verið røsk at verið inni í høllini her á Bermuda, hóast eg havi gingið nakað nógv aftur og fram. Men eg eri altso øgiliga spent, kanska tí at eg havi gjørt ítrótt sjálv, men tað er nógv meira spennandi – og serliga til oyggja­leikirnar. Eta nógv og sunt Hans Suni sigur, at ítrótturin hjá syn­ unum hevur fylt sera nógv í lívinum hjá teimum øllum í fleiri ár eftirhondini, tí teir venja nógv og gera nógv við tað. – Teir venja onkuntíð fýra ferðir og onkuntíð fimm ferðir um vikuna. Ofta byrjar venjingin klokkan seks ella hálvgum sjey um kvøldið, og tað tek­ur sína tíð, so teir koma heim seint. Tí verður tað ofta til tað, at vit eta ikki nátturða fyrr enn klokkan tíggu ella hálvgum ellivu um kvøldið, sigur hann. – Harumframt er tað koyring aftur og fram og til kappingar, so hetta hevur fylt nógv hjá okkum í fleiri ár. Eitt er, at máltíðirnar kunnu verða forskotnar, tá venjingin hjá Oluvir og Øssuri er á skránni, men at teir eru ítróttar­menn og taka ítróttin seriøst, hevur eisini ávirkan á, hvat tað er fyri matur, sum kemur á borðið. – Kosturin skal vera í lagi, so tað er okkurt hampuliga sunt, tí teir eta ikki hvat sum helst. Og so eta teir eisini nokk so nógv, tí tá teir venja so nógv, brúka teir eisini nógva orku, sigur Hans Suni. Keða seg ikki Tordis vísir eisini á, at hóast Olivur og Øssur eru sera seriøsir við tí, teir takast við, so heldur hon teir duga øgiliga væl at hugna sær og leggja sína tíð til rættis, og at teir eisini duga øgiliga væl at fáa nakað burturúr. – Eg kann nevna eitt dømi, nú teir eru her á Bermuda, at teir sita ikki inni á einum kamari og keða seg, tí tann eina dagin lokkaðu teir ein fimleikara frá Bermuda við sær, so teir kundu koma eitt sindur runt og eisini leypa út av klettum og svimja í grottum, sigur Tordis. – So sjálvt um teir eru so seriøsir, so veit eg ikki, um teir forsøma so nógv allíkavæl. Vit eru stolt av teimum, og tað er øll familjan eisini, tí tað er ikki uttan stríð, at teir eru komnir so langt. Tað hevur sín kostnað, men tað stuttliga, sum fæst burturúr, er meira enn tað, sum tað kostar av stríði og øðrum. Summar­ fuglar og nervar Foreldrini hjá fimleikabeiggjunum, Olivuri og Øssuri Debes Eiriksfoss, fylgja trúliga við øllum kappingunum hjá synunum á Bermuda. Mamman, Tordis Debes, er kanska eitt sindur spentari enn pápin, Hans Suni Eiriksfoss, sum tekur tað meira róligt Mynd: eydbii myndir