Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 vikur, at fingið nýtt pass úr Serbia. – Eg veit ikki heilt, hvussu skipanin er fyri at koma í samband við umboðini fyri sendistovuna í London, men eg havi skilt, at tað skal vera rættiliga høgt uppi í hierar­ kínum, um tú skal kunna ringja hartil, sigur Boban Ilic. Hann heldur, at tað er beiskt, at hava lagt so nógva tíð og orku í venjing av flog­ bólts­landsliðnum, og so ikki sleppa við til leikirnar. – Hetta er harmiligt, ikki minst tá hugsað verður um at leikirnir hesaferð eru eitt so eksotiskt stað sum Bermuda, sigur Boban Ilic. Hann er kortini ikki long­ ur burtur, enn at hann sam­ skiftir við Bartal Eliasen, ið hevur tikið yvir venjara­ starv­ið hjá Boban. – Eg tosi við Bartal hvønn dag og hjálpi til við taktikki og øðrum so væl tað nú einaferð ber til, sigur Boban Ilic. Men hóast tað er beiskt og hóast hann er harmur um, ikki at vera sloppin við, so er hann ikki fallin í fátt. Tað verða aðrir leikir og aðrir dystir, og vit hava lært av hesum, sjálvt um tað hava verið dýrir lærupengar, sigur Boban Ilic, føroyskur lands­ liðs­venjari í flogbólti, sum ikki slapp við til Bermuda. oyggjaleikir uttan boban Bartal mátti traðka til Meiningin var, at Bartal Eliasen skuldi verða hjálpar­venjari hjá føroyska lands­liðnum í flogbólti hjá monnum, men tá Boban Ilic ikki fekk visa, mátti Bartal traðka til sum høvuðs­ venjari. Stóru trupulleikarnir, ið at enda høvdu við sær, at Boban Ilic ikki slapp við til Bermuda, gjørdu, at Fog­ bólts­sambandið knapp­liga stóð við ongum høvuðs­ venj­ara. – Hetta hevur verið rætt­iliga hektiskt, serliga sein­astu tíðina upp undir frá­ferðina. Alt var so ógreitt, hvat fór at henda við Boban, og vit royndu at fáa fleiri venjaraevnir at taka yvir. Men tað bar ikki til upp á so stutt skotbrá, sig­ur Bartal Eliasen. Hann er tí einsamallur venjari á Bermuda. Og tó. – Jan Hentze hevur lov­að at hjálpt mær, um tað stendur á, sigur Bartal Eliasen. Men hann hevur eisini samband við Boban Ilic. – Vit hava alt ár verið rætt­iliga samdir um, hvat vit gera og hvussu vit grípa tað ann, og eg havi avgjørt verið við í avgerðunum, hóast hann hevur veirð høvuðs­venjari, sigur Bartal Eliasen. Hann tosar við Boban um liðuppstillingina, og hvussu liðið skal spæla ímóti tí ein­staka mótstøðuliðinum. – Tá eg havi sett liðið, so tosi eg við Boban um upp­still­ingina, og hann er gjarna púra samdur við mær, sigur Bartal Eliasen. Trupulleikarnir við visa til Boban, sum greitt er frá her á síðunum, gera, at Boban Ilic ikki verður at síggja á oyggjaleikunum. – Tað eri eg ógvuliga kedd­ur um, tí hetta hevur ver­ið eitt fantastiskt ár fyri hann, eitt ár hann ætlaði at enda við einum gullmerki til kvinnurnar, sigur Bartal Eliasen. Ein ambitión, ið Bartal Eliasen nú hevur møguleika at uppfylla. – Eg havi verið við í flog­ bólti í eini 20 ár, so eg veit hvat skal til. Eg havi ikki verið venjari á so høgum stigi fyrr, men eg vil siga, at kvinnurnar eru so mikið góðar, at tær høvdu komið langt, sjálvt um hvørki Boban ella eg vóru her, sigur Bartal Eliasen. leo@sosialurin.fo Starvslýsing: Netumsitari Vodafone hevur sum tele- og breibandsveitari eitt umfatandi net, og krøvini til rakstrarstabilitet eru høg. Dámar tær avbjóðingar, so hava vit starvið til tín. Um starvið Uppgávurnar fevna breitt, og eru m.a.: Netumsiting, -viðlíkahald og -yvirveking Trygdarskipanir Umsiting av VoIP-pallinum og av IP adressum Samstarv við SLA-veitarar Dokumentatión Vera við í ráðleggingini viðv. dagføringum og útbyggingum Tù kemur eisini at loysa ávísar servarauppgávur, eitt nú á okkara VMware palli. Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at tú hevur: hóskandi KT-útbúgving og drúgvar royndir holla vitan um Cisco-tøkni og annan net-útbúnað eitt gott arbeiðslag, er røkin og er ágrítin góð samstarvsevni, men kanst arbeiða sjálvstøðugt og málrættað eitt lætt lyndi og góðan tænastuhugburð og ert skyldurøkin og kann, um neyðugt, arbeiða skeivar tíðir Vit bjóða eitt krevjandi og spennandi starv við skiftandi uppgávum eitt starvsøki, har menningin gongur við rúkandi ferð góðar møguleikar fyri fakligari menning og samstarv við størri fyritøku Løn og setanartreytir verða gjørdar í samráð við leiðsluna. Umsókn Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Kurt Samson á telefon 502062, ella senda ein teldupost til ks@ vodafone.fo Freistin at søkja starvið er 11. august 2013 og um sóknin skal sendast til: Vodafone Att.: Gudny Langgaard Óðinshædd 2 FO-100 Tórshavn ella umvegis teldupost til gl@vodafone.fo Um Vodafone Kjarnuvirksemi hjá Vodafone er mobil- og fast net- telefoni og breiðbandssamband. Vodafone hevur í dag á leið ein triðjing av føroyska marknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum eru góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 30 ársverk eru í Vodafone. Netumsitari til Vodafone vodafone.fo Starvslýsing sleppa inn í Bermuda, men tað hjálpti tíverri ikki Boban, tí passið hevði hann latið til Wolrd Bridge, og skot­bráið gjørdist tí ov stutt at fáa tað sent aftur til Føroya, sigur Jákup Fjallsbak. Bæði føroyski sendi­ maðurin i Keypmannahavn, Sigmundur Isfeldt, og før­oyski sendimaðurin í London, Jóhannes Vitalis Hansen, hava verið inni í mál­inum. – Eg veit ikki, um Jóhannes V. Hansen hevur verið í beinleiðis samskifti við World Bridge, men báð­ir sendimenninir hava gjørt sítt til, at royna at loysa málið, sigur Jákup Fjallsbak. Stóru trupuleikarnir hava staðist av, at Boban Ilic er serbi, og harvið ikki ES-borgari. leo@sosialurin.fo Jákup Fjallsbak, formaður í Flogbóltssambandi Føroya Savnsmynd Byrokratiskt krakkaraveldi gjørdi, at Boban Ilic, lands­ liðsvenjari hjá føroysku flogbóltskvinnunum, ikki slapp við til oyggja­ leikirnar á Bermuda Mynd: Kjartan Madsen