Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Seinastu vikurnar hevur vøkur barnarødd verið at hoyrt syngja føroyskar sang­ir við føroyskum løgum. Talan er um ellivu ára gomlu Mariu á Lakjuni í Fuglafirði. Sangirnir eru av fløguni “Vøk­ur er verðin”, sum verður at fáa til keyps kring landið nú mánadagin. Maria er dóttir Martu og Eyðun á Lakjuni í Fuglafirði. Í sínum dagliga yrki eru tey bæði upptikin av sangi og tónleiki, og tað er sum vera man smittað á næsta ættar­ liðið. Niclas Johannesen hevur produserað fløguna. Hann hevur eisini yrkt og sett løg til, og so spælir hann fleiri ljóð­føri. Saman við honum eru fleiri av bestu føroysku tón­leikarunum og eisini ís­ lendskir strúkarar og altjóða kendur amerikanskur trummu­spælari. Eyðun Eyðun á Lakjuni eigur fløgu­ projektið, og hann greiðir soleiðis frá um dreymin, sum nú er vorðin til veruleika: – Tónleikur hevur altíð fylt nógv í mínum lívi, og heilt frá barnsbeini hevði eg eitt brennandi ynski um og tráan eftir at fáast við tón­ leik. Tað hevur í hvussu er eydnast á tann hátt, at eg í mong ár bæði havi undirvíst í tónleiki og verið kórleiðari – og so spæli eg eisini nakað. Haraftrat havi eg leingi tikist eitt sindur við at skriva løg. Kortini havi eg ongantíð veruliga givið nakað út hjá mær sjálvum, sjálvt um tann hugsanin eisini onkuntíð hevur nomið meg. Tí er tað mær ein frøi – saman við dótt­ur okkara, Mariu, at geva hesa fløgu út. Tíðin rennur avstað, og eg hugsaði, at skal tað vera, so skal tað vera nú, meðan hon enn hevur sína barnarødd. Maria er 11 ár, sigur Eyðun á Lakjuni, og hann heldur fram: – Eg haldi, vit kunnu siga, at temað á fløguni er lætt og ljóst. Vit hava lagt okkum eftir, at tað skal vera ein posi­ tivur andi yvir henni, og eg vóni, at tað hevur eydnast. Í fløguhúsanum ber til at lesa tekstirnar og søguna um løgini. Har verður aftur og aftur undirstrikað, at tað at yrkja og smíða sangbar løg trívst væl millum føroyingar. Eyðun á Lakjuni eigur sjey løg, og henda søgan sigur, at tað kann ganga skjótt fyri seg: – Seinast í juni mánaði í 2009 framførdi 6. flokk­ur í Fuglafjarðar skúla ein barna­ sang­leik í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Leikurin hevði heitið "Ein varmakeldunátt", og tað var Frits Johannesen, ið hevði skrivað tekstin, og Eyðun á Lakjuni gjørdi so tónleikin. Tríggir sangir frá leikinum eru við á hesi útgávu. Hóast bæði løgini á opn­uni her eru ógvuliga ymisk, so eru tey kortini skriv­að sama dag, nevnliga 4. februar 2009. Maria Ellivu ára gamla Maria heils­ ar okkum við hesum orðum: – "Vøkur er verðin" er heit­ ið á hesi fløguni, og tí kann eg av sonnum taka undir við. Verðin, sum eg havi upp­livað hana, er so avbera vøkur og góð. Eg havi so nógv at gleðast um og at vera takk­ som fyri. Eg gleðist yvir, at eg fekk loyvi at vera barn í Før­oy­um, sum tann eini sang­urin á fløguni sigur - at mín vakra verð hevur verið her heima í Føroyum. Men eg havi eisini so nógv annað gott, eg gleðist um - míni foreldur, mítt heim, míni systkin, ommur og abbar, alla mína familju og ikki minst mínar vinir. Eg gleðist yvir øll tey, sum eru góð við meg – og eisini um tey, sum eg fái loyvi at vera góð við. Eg ynski at takka Gudi fyri alt hetta! – Eg fegnist eisini um, at eg – eins og øll onnur menniskju – havi fingið gávur, eg kann brúka at gleða onnur við. Tí er tað mær eisini ein stór æra at sleppa at geva hesa fløgu út og syngja nakrar sang­ir fyri tykkum. Tað hev­ ur verið sera stuttligt og spenn­andi fyri meg at vera við í hesum. Eg má takka mammu og babba fyri, at tey settu hetta í verk fyri meg, og so má eg eisini takka Niclasi Johannesen, sum hev­ur produserað fløguna. Góði Niclas, tú ert ordiliga fittur og tolin, og eg haldi, at tú dugir ótrúliga væl. Babba sigur, at tú ert genialur! Takk til tykkum øll, sum tíma at lurta eftir fløguni. Eg kundi so væl hugsað mær, at mi- omma, sum eg jú eiti eftir, eisini hoyrdi hana, men hon doyði tíverri longu, tá eg var 4 ár. Eg fari at ogna fløguna minninum um hana, sigur 11 ára gamla Maria á Lakjuni. Maria ognar Miommu nýggju og ljósu fløguna 11 ára gamla Maria syngur á fløguni, sum pápin, Eyðun á Lakjuni, leingi hevur droymt um, og sum nú er vorðin veruleiki við 12 løgum, har allir tekstirnir og øll løgini eru upprunalig føroysk Maria ljós og glað – sum fløgan! Myndirnar í fløguhúsanum hava Amy & Edna tikið Maria og Eyðun á Lakjuni við klaverið, har sjey av løgunum eru komponerað (privat foto)