Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan Jørgen á Nesi: Burturf Tað er eingin ivi um, at tørvur er á at savna saman tað tilfar sum finst um teir “gomlu, góðu” útróðrar­ mennininar, har Jørgen á Nesi var ein. Í hesum partinum verður trivið í nakað av hansara søgu Óli Jacobsen 2. partur Við sínum nógvu børnum eigur Jørgen ein hóp av eftirkomarum. Ein abbadóttir er 96 ár gamla Hjørd­ is Háberg í Havn. Hon hevur greitt frá ommuni, og hvussu tað gekk til, tá ið omman og abbin skuldu fáa hvørt annað: Omma æt Katrina Sofía og var norðan av Syðradali. Hon var bóndadóttir, og abbi var bara van­ ligur fiskimaður, so foreldur henn­ ara vildu ikki, at hon skuldi giftast við honum. Abbi hevði tríggj­ar systrar, sum vóru giftar har norðuri á Kalsoynni, og var hann ofta har norðuri og vitjaði systrarnar. So onkuntíð, tá hann hevur verið har norðuri, hava tey nokk avtalað, nær hann skuldi koma eftir henni. Telefon var jú eingin. Hann fór so við róðrarbáti eina nátt norður. Hon tænti tá hjá prestinum á Viðareiði, so hann mátti heilt norður til Viðareiðis eftir henni. Onkur vildi vera við, at prestur hjálpti henni, so har stóð hon klár á lendingini við eini kistu, har hon hevði øll síni ting í. Eg minnist, at kistan stóð uppi á loftinum hjá okkum har heima í Magnus Heinasonargøtu. Pápi, Jógvan, sonur Jørgen, hevði hana við klæðum, tá hann fór til skips. Inni í lokinum stóð eitt árstal skrivað. Eg haldi tað var 1784, men tað er tíverri málað útyvir tað. Nú stend­ur henda góða kistan hjá mær. Jørgen og Katrina Sofía giftust so í Nes kirkju 22. juli 1862. Hann var 21 ára gamal, og hon var 22 ár. Tey hildu stórt brúdleyp, men á Syðradali vóru tey so ill, at eingin vildi koma í brúdleypið. Men tað rættaði seg eftirhondini, tí eg haldi at okkurt av børnunum blivu upp­ vaksin har norðuri. Tey fingu eisini heili 11 børn, sum komu til. Abbi misti pápa sín, tá hann var 14 ára gamal. Hann var einasti sonur og mátti tí sum hálvvaksin drongur taka við sum húsfaðir. Sum 17 ára gamal var hann við á eini vandaferð eftir lækna suð­ uri í Havn. Dóttir Pryde prest var vorðin sjúk, og menn vóru bid­nir um at fara eftir lækna. Veður­lík­ ind­ini hava ikki verið góð henda morgun 26. september 1857, men stórur bátur við 8 monnum fór av Nesi til Havnar. Læknan fingu teir í øllum góðum umborð, men á heimferðini umkomust 6 mans. Ein genta á landi sá tilburðin. Ov lítið av fólki var eftir á Nesi, so tað mátti sendast boð út á Toftir. Men tá toftamenn komu á staðið, sótu bert 3 mans eftir á kjøli og vórðu bjarg­aðir: Læknin, abbi og ein sum æt Justines. Abbi, sum dugdi væl at svimja, hevði hjálpt hinum báðum uppá kjøl. Jørgen var brandur Kelda til restina av hesi frásøgn er Olaf Petersen, ættaður úr Saltnesi og kendur lærari á Argjum: Kathrina Sofía og Jørgin búðu uppi á Gørðum alla ævi sína og fingu ein stóran barnaflokk, 8 synir og 3 døtur. Jørgin var óivað ein góð­ ur sonur, maður og faðir. Jørgin á Nesi var í seinri helvt av 19. øld ein væl kendur maður. Serliga sum dúgligur útróðrarmaður, og var óivað eisini skilamaður á sjónum. Men hann bar orð fyri at leggja nógv fyri, sum mangur føroyingur gjørdi – og farið var bert í bát við árum og segli. Tá vórðu nesmenn, sum føroy­ ingar flestir, allir við stórum bátum um háveturin og til várróður, men um summarið róðu teir út við smærri bátum. Tá ið várróðurin var fyri, róði Nesbáturin sum oft­ ast norð á hav. Tá ið farið var, og tað viðraði, vóru teir heila viku frá húsum og avreiddu teir fiskin, sum tað best lá fyri. Sum oftast avreiddu teir á Húsum og ofta í Vík. Í hesum bygdum hevði Jørgin nógv skyldfólk og kenningar, sum hann og bátsfelagir hansara kundu støkka inn á gólvið hjá og fáa sær eina hvíld. Ein morgun komu teir til Víkar og ætlanin var at fara norð á hav. Jørgin fór inn á Kýrheyg at fáa teim­um upp í kaggan. Húsmóðirin Elin var á fótum. Hon skuldi siga við hann: "Nú systkinabarnið, tit fara ongan veg í morgun, tit eru alt ov seinir á sjóvarfallinum, líkindini eru heldur ikki góð, og okkara menn eru langt síðani farnir". Sáttligur, sum Jørgin altíð var, segði hann bert: "Vit ætla at rógva norð um Víkarnes og hyggja, hvussu líkindini eru". Teir fóru so, men illveðursdagur varð. Víkarbátarnir komu aftur í øllum góðum, men teir longdust mikið eftir Nesbátinum, tí hann øtlaði nógv veðrið á landnyrðingi. Nesbáturin var tann síðsti báturin inn gjøgnum Eiðisflógvan tann dag­in, og menn undraðust, hvussu fremm­andi bátur skuldi koma. Jú teir høvdu bæði sett og fingið lín­ una aftur í bátin í øllum góðum og eisini fingið væl av fiski. Fiskin av­ reiddu teir á Selatrað og so aftur á Nes. Um summarið, tá ið róð var við smábáti, og synir hansara vóru komnir so mikið til, at teir kundu koma við á bát, róði Jørgin mest út við teimum. Hvussu langt hann fór bara við 4 synum sínum hevur verið greitt frá í Dimmalætting í apríl mánað í 1960, tá ið Jóannes sonur hansara fylti 90 ár, og Jóhan Høj­gaard hevði havt eina samrøðu við Jóannes. Har segði hann frá einum út­ róðrar­degi. Teir settu línuna suðuri undir Stóru Dímun. Meðan línan stóð, løgdu teir at landi. Dánial og Dávur, sum tá vóru á 14. og 12. ári, fóru niðan á oynna at síggja seg um, meðan Ólavur og Jóannes, sum vóru yngri, fóru bert niðan á bak­ kan. Tá ið teir høvdu fingið línuna aftur í bátin, og tað ikki var sjóðað norð um fjørðin, lógu teir nátt í Skúvoy. Postflutningur At tíðin er nógv broytt við sam­ ferðslu og postsambandi prógvar ein onnur ferð. Jørgin var biðin at fara til Klaksvíkar við einum brævi og hava skrivligt svar aftur við sær. Hann fór við synum sínum við báti norður fyri Bjørg. Teir høvdu snøri við. Komnir norð á Gøtu­bogar, fóru teir at dyrgja eftir upsa og fiskaðu rættuliga væl. Veið­una avreiddu teir í Klaksvík, meðan teir bíðaðu eftir svari. Tá ið teir høvdu fingið brævið, fóru teir suðuraftur. Ikki mundi Jørgin halda tað hasta við brævinum, tí hildu teir á suður­ferð­ ini út um Larvassa­grynnu at fiska, og tá ið vestfallið kom aftur, fóru teir inn til Havnar við brævinum, og avreiddu hesa seinru veiðuna í Havn. Stóran barnaflokk Synirnir Dánjal og Dávur bú­sett­ ust á Nesi. Dánjal hevði konu úr Vest­manna, hon æt Lena Hald­an­ sen. Dávur giftist inn á Kvíggjar­ heygg. Kona hansara var Maria Magnus­sen. Ólavur, Jóannes og Emil settu búgv í Æðuvík. Ólavur hevði konu úr Niðristovu á Toftum, hon æt Daniella Johannesen. Kona Jógvan Næssaa, pápi Hjørdis, og mamman Elisabeth, ættað úr Sumbæ Abbadóttir Katrinu Sofíu og Jørgen, Hjørdis Háberg, situr á kistuni omman hevði við sær, tá ið hon varð burturflutt av abbanum