fríggjadagur 19. juli 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannesar var úr Porkeri, Sarina
Muller. Hon kom sum ung genta
við Evensen, prósti, úr Hvalba inn
á Nes. Har var Jóannes húskallur.
Tey giftust og fluttu til Æðuvíkar
at búgva. Hann var fyrsti maður, ið
setti seg niður har.
Emil hevði eisini konu av Toftum
úr Kvíggjargarðinum, Davia Heine
sen. Kristoffur fór sum ungur við
eingilskmonnum, og hann varð ein
vælkendur trolaraskipari í Grimsby,
har hann var búsitandi.
Jógvan sigldi nógv ár sum hov
meistari við "Smirli". Hann var gift
ur við Elisabeth úr Sumba og fluttu
til Havnar.
Jørgen bygdi sær hús á Glyvrum.
Hann giftist við dóttur Símun við
Stein. Tríggjar vóru døturnar. Jó
hanna giftist til Lambar við Jákup
á Gerðinum. Tey fingu sær familju
navni Gaardlykke. Jana og Elkin
giftust til Rituvíkar. Jana við tí tá
vælkenda skiparanum Dánial Peter
Højgaard og Elkin giftist við Elias
Olsen, ið var – minnist meg rætt –
ein undangongumaður tá í tíðini, tá
nógvir føroyingar vóru "til lands" í
Íslandi.
Mamma gamla Jørgin, sum hann
nú varð nevndur, fór inn til dóttrina
á Toftum, tá ið hon var vorðin
gomul. Hagani doyði hon út 97 ára
gomul. Tá hevði hon sitið blind í
umleið 20 ár.
Vanlukkuligur
pálmaleygardagur
Várið 1911 var eitt sera gott vár
til veður. Skipini fiskaðu flest øll
undir Føroyum og sigldu nógv inn
á Skálafjørðin eftir agni. Og nógv
vársild var at fáa har. Tá áttu bæði
Thomsen á Tvøroyri og Dahla
menninir í Vági íshús við silda
goymslum á Skálafirði. Jørgin
røkti eisini sildagørn. Ein morgun
høvdu teir fingið rættuliga væl, teir
vóru bangnir fyri ikki at sleppa av
við hana har á staðnum. Jørgin fór
so sjálvur fjórði norð í Kalsoynna.
Hann visti, at nú var um bestu út
róðrartíð á Norðhavinum og ofta
treyt teimum gott agn. Jú í Mikla
dali sluppu teir av við tær seinastu
sildirnar.
Eisini Pálmaleygarnátt høvdu
teir gørn standandi og fingu eisini
væl av sild, sum teir fóru til Skála
við. Joen Karl Kristiansen átti stórt
íshús. Áðrenn teir fóru, var avgjørt
at farast skuldi til Havnar, tá ið teir
komu út aftur. Farið var, men tá var
komið nakað út á dagin, men veðrið
var gott – eitt lot av útnyrðingi.
Tey, sum við vóru, var Jørgin,
ið tá var 69 ára gamal, 3 abbabørn,
børn hjá Dániali og Lenu. Hesi vóru
Anna Sofía, 16 ár, Ginn, 12 ár og Óli,
10 ára gamal. So vóru 2 dreingir
aftuat. Hans Jacob á Gerðinum, ið
var 15 og Peter í Hoygarðinum, ið
var 14 ár. Ferðin gekst væl suður,
men tíðin varð stutt í Havn, tí ov
seint var farið. Tað skýmdi væl,
áðrenn farið var av Havnini.
Vestligur útnyrðingur var ættin,
tí róðu teir niðan á Hvítanes fyri at
kunna sigla um fjørðin. Teir høvdu
so seglið á, men tá ið báturin var
komin 1-2 snørislongdir úr landi,
kom ein meldurhvirla út av landi,
og teir kollsigldu. Hans Jacob og
Peter slupp straks á kjøl, men Ginn
sum dugdi at svimja sum fiskurin
varð við at mala uttan um bátin fyri
at leita eftir systrini og abbanum,
men tá var vorðið rættiliga myrkt,
og tey sóust ikki aftur.
Hvítanesmenn,
sum
hoyrdu
neyðarróp teirra, komu skjótt út
til teirra og bjargaðu teimum, men
Ginn var so illa farin, at hann doyði.
Dreingirnir, ið reddaðir vóru, vórðu
væl móttiknir og vóru har náttina
yvir.
Pálmasunnudag var nógv fólk
komin til kirkju úti á Nesi. Fáur
mundi tá hava frætt um vanlukku
na, fyrrenn tey komu í kirkju. Nes
menn vóru farnir tíðliga á morgni
suður á Hvítanes. Tá ið komið var til
kirkjutíð komu teir aftur við teimum
trimum, ið reddaðir vóru. Gulak
Jacobsen, ið tá var hjálparprestur
á Nesi, fór oman á Hamar at taka
ímóti teimum, og hann fór síðan
niðan á Garðar. Steðgað var at fara
í kirkju til prestur kom omanaftur.
Tástani ringdi kirkjuklokkan, og
kirkjufólkið hevði bíðað í tolni. Tað
var ein minnisrík syrgigudstænasta
ið varð hildin í Neskirkju hendan
dagin. Undan taluni var bert sálm
urin "Sí, hvør nú Jesus frøðir",
sungin, og aftaná var sungið "Kom
Sandheds Konge. Kristus kom, ind
i min Sjæl du drager". Hesin sálm
ur passaði sera væl til dagin, hvar
millum annað stendur í triðja vers
ið "Kom Livets Fyrste, før min Sag
/ mod Gravens mørke Hære / er
du mig nær, skal Dødens Dag / en
Palmesøndag være".
Tað varð leitað og rikið bæði
seinnapart sunnudagin og teir fylgj
andi dagarnar, men líkini vórðu ikki
funnin. Nakrar dagar aftaná kom
Kristoffur inn við trolara sínum,
eisini hann setti trolið nakrar ferð
men við sama úrsliti.
Langafríggjadag fór Ginn til
gravar. Tað var eitt stórt líkfylgi,
sum kom oman av Gørðum og vísti
honum, og teimum, teirra seinasta
heiður. Tá ið kistan varð sídd niður,
steig Gullak Jacobsen prestur fram
á gravarbakkan og talaði troystarrík
orð og minti millum annað á, hvat
ið stendur skrivað í Opinberingini:
"at Havet også skal afgive sine
døde", og prestur endaði við at lýsa
Guds signing bæði yvir honum, ið
fekk loyvi at hvíla í vígdari jørð, og
teimum, sum høvdu fingið teirra
vátu grøv útfyri Hvítanesi. Meðan
grøvin var kastað til varð sungin
sálmurin “Som den gyldne Sol frem
bryder”.
Tá ið grøvin var kastað til og
áðrenn farið var av grøvini, varð
sungið, sum siður var, hesi bæði
vers:
1. "Nu lader vi dennem sove i Fred.
Vi gaar hver hjem til sit Sted
og ... og til ...,
thi føden kommer og er ej seet.
2. Dertil hjælpe os Kristus vor
Trøst,
som med sit Blod haver os forløst,
fra Djævelens Magt og evige Vee,
Hannem skee Lov, Pris og Ære."
flutti brúðrina
Komandi partur
Í komandi Miðviku verður
greitt frá Dánjal Hansen
úr Skálavík, sum hóast
starblindur var til skips og
gjørdi alt vanligt arbeiði.
Miðvikan
Í miðjuni Jógvan Næsaa, høgrumegin hann systirin Jana, mamma
Niclas og Jørgen Højgaard. Vinstrumegin er Tofta Hanna
Ginn og Anna Sofía, sum druknaðu saman við abbanum, Jørgen, í 1911
Dánjal, sonur Jørgen, og kona hansara, Malena. Tað vóru
teirra børn sum druknaðu saman við abbanum