Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-19, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. juli 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 19. juli 2013 · Nr. 82 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Summarfrí Skrivstovan er stongd vegna summarfrí frá mánadegni 22. juli. Eru átrokandi boð kann ringjast á telefon 311111 Skrivstovan letur upp aftur mánamorgunin 5. august. FØROYA LÍVSTRYGGING Skrivstovunæmingur Eitt lærupláss í skrivstovuyrkinum – almenn fyrisiting – hjá politinum í Tórshavn, er leyst at søkja til setan 1. septembur 2013. Ein treyt fyri at søkja er, at umsøkjarin hevur staðið FHS-, HH-, Students- ella HF prógv. Lærutíðin verður fastløgd alt eftir, hvat prógv næmingurin hevur framanundan. Í lærutíðini skal næmingurin til Danmarkar á handilsskúla í 13 vikur tilsamans. Løn verður veitt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og HK-felagið. Umsókn, prógv og møgulig viðmæli, verða at senda Landfútanum, Yviri við Strond 17, postsmoga 3018, 110 Tórshavn ella á teldupostbústað FO-personalekontor@politi.dk í seinasta lagi 5.august 2013. Føroya Landfúti, Tórshavn tann 5.juli 2013. John Kølbæk Trøð til sølu Ein Trøð á Tvøroyri (innangarðs), vídd 9.962 fermetrar til sølu. Matr.nr. 709, Tvøroyri Áhugað biðast ringja á tlf. 593655 www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Til búeindirnar verður søkt eftir sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum og heilsuhjálparum – eitt heim har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan Brennir tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri húsfólki? Vilt tú verða við at mynda, menna og skapa eitt nýtt røktarheim? • Har 64 eldri fara at búgva • Har fakliga dygdin av veittum tænastum verður sett í hásæti • Sum áhaldandi er við til at menna heilsu- fremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heima- búgvandi pensionistar • Har starvsfólk trívast, mennast og hava tað gott So er tað tær vit leita eftir at starvast á búeindunum á Boðanesheiminum. Førleikakrøv • Prógv og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari • Prógv sum heilsuhjálpari • Áhuga at arbeiða innan eldraøkið • Góð evni at samskifta í skrift og talu • Evni at nýta tvørfakliga tilfeingi, sum verður á heiminum • KT-førleika á brúkarastøði Vit bjóða tær • Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag • Ávirkan á menningina av tænastunum á heiminum • Eitt nýtt arbeiðspláss, har tú ert við til at skapa mentanina • Eitt heim har tað er vítt til veggja og rúmd er fyri nýhugsan og nýskapan Ábyrgdarøkið Tú kemur at verða við til at skapa rammur fyri einum gerandisdegi, sum er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi. Afturat tí verður tú partur í einum starvsliði, ið fakliga stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett út frá støðu og lívssøgu hins einstaka. Setanarviðurskifti Sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Størvini verða sett skjótast tilber. Umsókn Umsókn saman við góðkenning, prógvum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til Tórshavnar kommunu, Postmoga 32, FO-110 Tórshavn ella til teldupost: torshavn@torshavn.fo. Umsóknarfreistin er 5. august 2013 kl 12.00. Meira fæst at vita Nærri fæst at vita um størvini við at hyggja á www.torshavn.fo ella við at venda sær til Jóngerð Guttesen, leiðara, telefon 224151. Starvsfólk til Boðanesheimið