fríggjadagur 19. juli 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 82 · 19. juli 2013
6
VIKUSKIFTI
Samrøða
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen
er ikki í iva um tann føroyska vertsskap
in í 2019. Bermuda hevur ikki serliga
gott netsamband nógva staðni kring
lítlu oynna, og tí verður at syrgja fyri
hjá Føroyum at hava allar hallirnar, og
allar vallirnar klárar við »Wi Fi« net
sambandið, sum riggar optimalt. – Tað
næsta er karmarnir, sum eru rundanum
leikirnar. Har standa Føroyar munandi
sterkari enn Bermuda. Hetta síggja vit
eisini aftur í avrikinum hjá føroysku
fimleikarunum. Tey úrslitini eru komin
eftir, at høllin »Fimi« er komin upp at
standa í Gundadali. Karmarnir hava
veruliga munað, slær Heðin fast.
Golf er avbjóðingin
Tað verður golf, sum verður tann stóra
avbjóðingin í 2019. Heðin undirstrikar,
at tað er neyðugt, at kommuna og land
standa saman um golfvøllin. Heðin
Mortensen sigur, at kostnaðurin fyri
golfvøllin kemur at liggja um tær 70
miljónir krónurnar. Ferðaráðið eigur
avgjørt eisini at spæla ein leiklut
viðvíkjandi tí nýggja golfvøllinum í
Føroyum. Nýggi golfvøllurin fer eisini
at verða gagnnýttur av ferðavinnuni.
– Vit eiga at ofra okkum, fyri at fáa
hendan golfvøllin upp at standa, undir
strikar Heðin Mortensen.
– Um vit ikki fáa golfvøllin, so fáa vit
heldur ikki oyggjaleikirnar, so einfalt er
tað, sigur Heðin Mortensen.
– Eg vóni saman við løgmanni og
landsstýrismanninum í mentamálum
at finna eina loysn fyri hesum, slær
borgarstjórin fast.
Shuttlebussarnir
eisini í Føroyum
Oyggjaleikirnir á Bermuda hava havt
eina framúrskarandi tænastu við
shuttlebussum, har ítróttarfólkini,
leiðararnir og miðlafólk verða koyrd til
hallirnar og vallirnar, har kappingarnar
á oyggjaleikunum fara fram. Heðini
Mortensen dámar væl hetta konseptið,
sum hann heldur koyrir einastandandi
væl.
– Skulu vit hava eina líknandi tæn
astu, so mugu vit seta eyka bussar inn,
og tað dugi eg ikki at síggja nakran
trupuleika við. Vit hava somikið góðar
vegir í mun til Bermuda, har tað er av
markað við gongubreytum. Bussrutan
koyrir væl her, men tað er nakað, sum
vit í Føroyum fara at gera minst líka væl,
sigur ein vónríkur Heðin Mortensen,
sum ikki so sjáldan fær sín vilja.
Cruiseskip er loysnin
Heðin Mortensen hevur sítt boð uppá
hvussu vit kunnu loysa trupuleikan við
innivist.
– Tað sum vit uppliva við mjørkanum
nú, sum darvar flogferðsluna er nakað,
sum vit ikki høvdu kunnað livað við,
um vit vóru vertir fyri oyggjaleikunum.
Vóru vit vertir nú, so høvdu vit veru
liga havt ein stóran trupuleika. Mítt
besta boð er, at vit skulu hava eitt stórt
cruiseskip, sum skal sigla úr London,
Bergen ella einum øðrum sentralum
staði, har øll savnast, og øll koma til
Føroya við tí sama skipinum. Ítróttar
fólkini skulu búgva umborð, tí tað
hevði verið tann mest trygga loysnin,
sum vit kunnu brúka. Hetta kemur at
kosta okkum meir, men vit eiga at satsa
uppá hesa loysnina. Talan hevði verið
um eina loysn, har vit høvdu loyst allar
trupuleikar á ein praktiskan hátt. Vit
mugu ikki fáa oyggjaleikirnar til Føroya,
og verða púrasta tengd at, um tað er
mjørki ella ikki mjørki vesturi á flog
vøllinum í Vágum. Hetta er ein vandi,
sum hinar oyggjarnar eisini spyrja um,
staðfestir borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu, Heðin Mortensen.
– Tí er tað best, at vit miðsavna alt
á einum staði, og fáa eitt cruiseskip
til Føroya. Hendan loysnin var roynd
á oyggjaleikunum í Hetlandi í 2005,
og tað riggaði eisini framúr væl. Lat
okkum so, tá fólkini búgva væl umborð
fáa oyggjaleikirnar á landi so góðar,
sum møguligt, har vit ikki eru so tengd
at floglíkindunum vesturi í Vágum,
sigur Heðin Mortensen.
Cruiseskip skal
útvega seingja
pláss til 2019
Borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen er ikki í iva um,
at Havnin megnar uppgávuna at taka ímóti túsindtals ítróttarfólkum
úr øllum heiminum. Eitt cruiseskip skal útvega seingjarplássini
tilvildarlig mynd