Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Rokningin fyri nýggju mál­ talvuna í Gundadali er ein hálv millión krónur. Umframt meirvirðisgjald. Fyri einum mánað síðani boðaði kommunan sjálv frá nýggju máltalvuni. Í tíð­ indaskrivi av býráðs­skriv­ stov­uni á Vaglinum stóð mill­um annað at lesa, at nýggi klokkuskíggin hevði ikki færri enn 185.000 LED- ljós­diodur og er nærum 20 fer­metrar til støddar. Eisini boðaði kommunan frá, at skígg­in er tann størsti í Føroyum. Einki varð tó nevnt um rokningina. Ítøkiliga kostar máltalvan 345.950 krónur, og hartil kost­ar tað 142.395 krónur at seta hana upp. Í báðum før­ um er talan um prísir, har meir­virðisgjald skal leggjast aft­urat. Við mvg er samlaða rokningin 610.431 krónur. Bóðu ikki um tilboð Tað er smápartafelagið Inn­ spark, sum bæði hevur latið skíggjan og sett hann upp. – Nei, tað varð ikki bjóðað út, váttar Jákup Simonsen, leiðari á Mentadeildini hjá Tórshavnar Kommunu. Jákup Simonsen dugir ikki at svara fyri, hví kommunan ikki bað um tilboð hjá fleiri veitarum. Men sambært menta­deildar­leiðaranum kann­aði hann prísirnar áðr­ enn. Hóast talan er um hálva millión krónur, umframt mvg, so hevur málið ikki verið fyri í Tórshavnar Býráð. Har finst einki skjal í mál­ inum, uttan rokningarnar fyri skíggjan og uppsetan. Raðfestu talvuna Tá Miðlahúsið bað um innlit í málið, ómakaði Tórshavnar Kommuna sær tó at skriva ein stuttan tekst um skíggjan, har tað millum annað verður víst á, at skíggin eisini kann nýtast til útigudstænastu. – Hetta er goldið av eini rakstrarkonto hjá komm­un­ uni, sum er til uttandura vall­ ir. Í ár valdu vit so at rað­festa hesa íløguna, sigur Jákup Simon­sen, sum sjálvur hevur bestan hug at tosa um allar møgu­leik­arnar við skíggj­ anum, heldur enn prísin. Á nevndu rakstrarkonto standa umleið 3,4 milliónir krónur. Máltalvan í Gunda­ dali er størsta, einstaka játt­ an í ár, sambært Jákupi Sim­ on­sen. Í ár hava altjóða dystirnir hjá feløgunum verið spældir á Tórsvølli, heldur enn á Ovara vølli í Gundadali. Tað kemst av, at vøllurin hevur mist sína altjóða góðkenning, tí grasmáttan ikki lýkur øll krøv. – Vit ætla at skifta gras­ máttuna í Gundadali næsta ár, sigur Jákup Simonsen. Máltalva fyri hálva millión Tórshavnar Kommuna fór djúpt í lumman, nú áskoðarar í Gundadali skuldu fáa betri møguleika at fylgja við í tí dysti, sum tey annars hyggja at. Leo Poulsen Tað sá einki serligt út í leygarmorgunin, tá fjall­ menn møttust undir Botna­garði í Nólsoy klokk­an átta. Men har var ikki so nógv at gera, tí tað er longu so nógv liðið út, og næsti leygardagur er ólavsøkuaftan, og tá var ikki væntað, at nógv fólk var at taka av. Tí var gjørt av at fara avstað, sjálvt um líkindini ikki vóru av teimum bestu. Fyrraparturin var heldur einki at rópa hurrá fyri, tí hóast tað var klárt niðari við, var mjørki á oynni. Tí vistu menn heldur ikki, um alt var komið við í vestari gongu, tá hon var komin á rætt nakað seinni enn vanligt. Men um miðdagin byrj­ aði at klárna, og áðrenn menn komu á rætt við Dalagonguni, skein sólin av einum skýfríum Himli. Teir vóru farnir niðan á oynna aftur, og fingu einar 60 seyðir við sær, sum teir ikki fingu fyrru gonguna. Seinnaparturin skein sólin av tí allarbesta, so nólsoyingar kundu av­ greiða sína royting í allar besta veðri. Royting í allar­ besta veðri Nólsoyingar kundu leygardagin avgreiða roytingina í allar besta veðri – Tað kann als ikki góð­ takast, at sáttmálin um Eyst­uroyartunnilin er loyni­ligur, sigur Janus Rein, tingmaður. Hann sigur eisini, at eftir tí, hann hevur roknað seg fram til eftir teimum upplýsingunum, sum fyri­liggja, er avkastið hjá privata felagnum eisini heilt óvanliga høgt. Janus Rein segði her­ fyri, at hann ætlaði sær ikki at taka nakra avgerð um Eysturoyartunnilin í óðum verkum, tí hann vildi hava stundir at hugsa seg um. Tað hevur nú hann havt, men hann er kortini ikki komin so øgiliga nógv nærri eini avgerð. – Tað eru alt ov nógv viðurskifti, vit ikki kenna til í hesum sambandi. Janus Rein vísir ikki einum privatum tunli frá sær, men hann vil hava fult innlit í sáttmálan. Hann veit heldur ikki um ein privatur tunnil skal verða gjørdur eftir hes­um leisti, sum nú ligg­ ur á borðinum. – Tað haldi eg, at við­ gerðin í Løgtinginum skal vísa. Tá ið tað avtornar, fari eg at atkvøða við hjart­anum og fyrrenn eg fái fult innlit í málið, ber ikki til at taka støðu, sigur Janus Rein. Áki Bertholdsen Poul Michelsen, formaður í Framsókn, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stovna eitt alment partafelag til endamálið. Samstundis leggur flokk­ urin uppskot fyri Løgtingið um eina verklagslóg, so at farast kann undir arbeiðið beinanvegin. – Tunnilin skal gerast, fíggj­ast og rekast eins og Vágatunnilin og Norð­oyar­ tunnilin, hvørki meira ella minni, sigur Framsókn. – Framsókn vil heldur hava eina trygga, kenda og búskaparliga skilabetri loysn í 2018 enn eina ivingarsama og ókenda í 2024 - ella kanska slett onga loysn, leggur hann afturat. Privat skal verða skilabetri Í grundsjónarmiðnum er Framsókn fyri at gera ein privatan Eysturoyartunnil. – Men fortreytin er, at ein privatur tunnil verð­ ur ein skilabetri íløga enn ein almennur tunnil, bæði hvat íløgukostnaði, fíggjar­ kostnaði og rakstri viðvíkur. – Framsókn heldur ikki, at tað sum higartil er upplýst frá landsstýrinum um eina privata verkætlan í sambandi við Eysturoyartunnilin, livir upp til hesa fortreyt. - Fólkaræðisliga er dulda mannagongdin í sam­bandi við ætlanina eisini full­komi­ liga burturvið, leggur flokk­ urin afturat. Hann heldur, at tað er avg­ erandi, at verkætlanin er ein partur av samlaða føroysk samferðslukervinum, at rakst­urin og vinningurin eru í føroyska samfelagnum, og at føroyskir myndugleikar ikki missa ávirkan og av­ gerðarrættin á eini so týdn­ ingarmiklari farleið í 30 til 50 ár. Framsókn ætlar, at P/F Eysturoyartunnilin skal fáa 200 milliónir krónur í parta­peningi, sum verða játt­aðar á fíggjarlógini yvir sjey ár. Íløgan verður aftur­ goldin eftir sama leisti, sum fyri Vágatunnilin og Norð­ oyatunnilin. Framsókn vil hava alment tunnilsfelag Tað skal vera eitt alment partafelag, sum skal gera tann illa umstrídda Eysturoyartunnilin, heldur Framsókn Eg fylgi hjartanum Framman fyri máltalvuna eru tað borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, næstytst til vinstru og mentadeildarleiðarin hjá Tórshavnar Kommunu, Jákup Simonsen, ytsti til høgru avmyndaðir saman við formonnunum í HB og B36, Finnboga Arge, ytst til vinstru, og Sámal Ímundarson