Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Festivalurin Nakað heilt serligt at spæla í Gøtu Og G! er eisini nakað heilt serligt fyri meg, sigur Eivør Pállsdóttir Leo Poulsen Tað kennist sum nakað heilt serligt at spæla so nær teim­ um, ið ein kennir. – Eg haldi, at eg eri altíð meira nervøs at spæla i Føroyum yvirhøvur, og so at spæla í Gøtu, har øll kenna meg inn og út. Hava sæð meg tøtla runt niðri á sandinum, tá eg var lítil, so jú, tað er nakað heilt serligt, sigur Eivør Pállsdóttir. Hon heldur, at fólkini í Gøtu taka væl ímóti henni. – Fólkini í Gøtu eru ótrúliga fitt. Tað er altíð so deiligt og hjartavermandi at koma heim, haldi eg. Blíva tikin ímóti við opnum ørmum, og tað kennist, sum tíðin ikki hevur broytt nak­ að. Og tað er nakað, ið gevur frið í sálina, sigur Eivør Pállsdóttir. Seinastu tíðina hava nógv fólk fylgt við á Facebook, har eitt videolag til sangin, Rain, er lagt út á profilin hjá Eivør. – Eg bað Heiðrik á Heyg­ um framleiða videolagið fyri meg. Og hann fekk eitt hugskot, sum eg helt var ógvuliga spennandi. Hann fer aftur í tíðina, Føroyar í 40'inum, ein søga um eina einkju, sum situr eftir á landi, sigur Eivør Pállsdóttir. Bíløgdu brandbil Talan er í veruleikanum um eina kærleikssøgu. – Tað var ógvuliga stutt­ ligt at vera við í einari so stórari framleiðslu. Vit høv­ du brandbilar, tí vit fingu sjálvandi einki regn, tá vit vildu hava tað, sigur Eivør Pállsdóttir. Har vóru ótrúliga nógv fólk, sum góvu eina hond at fáa alt gjørt liðugt. – Vegurin var sperraður, meðan upptøkurnar fóru fram. Eg skuldi koma út úr einum bili, og tað skuldi regna ógvuliga illa, sigur Eivør Pállsdóttir. Men hvussu var so at hava eitt upptøkutól í høvdi­ num alla tíðina? – Eg haldi, at tá mann ger eitt slíkt video, so er mann fyrireikaður upp á tað, og roynir at fara inn í leiklutin. Tað er jú ógvuliga intenst arbeiði, tí tað skal gerast upp á stutta tíð, tí tað er jú ógvuliga dýrt í bæði arbeiðs­ megi og útgerð. So tað krev­ ur, at mann er effektivur, tá mann arbeiðir, sigur Eivør Pállsdóttir. Alt skuldi jú gerast liðugt eftir tveimum døgum. – Tað var rættiliga intenst. Vit byrjaðu klokkan sjey um morgunin og hildu fram út á náttina. Tað tók tveir dagar og eg haldi, at tað verður flott, sigur Eivør Pállsdóttir. Tað var neyðugt við brand­bilunum, tí tað skuldi regna. Sangurin eitur jú Rain. - Eg varð spulað til í tveir dagar, og tað var faktisk nógv verri enn eg helt. Vatnið, ið kemur úr einum brandbili er nógv ógvusligari enn vanligt regn. Tað knallar til. Men tað skal rættiliga nógv til við upptøkutóli fyri at tað sær út, sum tað regnar, sigur Eivør Pállsdóttir. Tí var neyugt at spula Eivør. – Eg misti ondina í heilum. Men tað var stuttligt, so vit tóku filmar av undirvatns senum í Danmark, áðrenn eg kom til Føroya. Talan var um senur, sum skuldu takast undir vatni. Eg var tveitt í ein hyl og fekk lodd bundin um meg, so eg sakk, fyri at tey kundu filma meg á botni­ num, sigur Eivør Pállsdóttir Egin hárlitur So tað var rættiliga dra­ matiskt. Spurningurin er so, nær videolagið verður liðugt. – Eg vænti tað verður klárt teir næstu mánaðirnar, og tað skal i hvussu er vera liðugt til mína turné í Týsk­ landi, sum verður í sep­tem­ ber, sigur Eivør Páls­dóttir. Men tað er einki endaligt dato sett á enn. Eivør er ikki blondina longur, hon er farin heim. - Tað var ein sum vildi vera við, at í 40'unum var eingin blondina í Føroyum, og tá var tað, at vera blondina, kanska eitt sindur meira avdempað. So eg varð litað, tí eg skuldi vera meira náttúrlig, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er hetta faktisk mín egni hárlitur, sigur Eivør Pállsdóttir. So í dag er hon púra nátt­ úrlig. – So tað er stuttligt at vera seg sjálv aftur, sigur Eivør Pállsdóttir. Hon spældi sum kunnugt á G! Festivalinum. – Eg valdi ikki at hava eitt so stórt orkestur við mær hesaferð. Eg havi Høgna Lisberg á trummur, Michael Blak og Tróndur Bogason verða eisini við, sigur Eivør Pállsdóttir, sum var høvuðs­ navnið á G! Festivalinum fríggjakvøldið. Byrta fekk G! heiður Bólkurin Byrta er kosin at vinna ”Væl á veg” heiðurin, sum G! Festivalurin fyri aðru ferð letur saman við Atlantsflogi. Ein bólkur, sum framførir á G! Festivalinum, verður valdur at fáa hendan heiður, sum hevur við sær, at bólkurin sleppur at spæla á Airwaves festivalinum í Íslandi í heyst. Stjórin fyri Iceland Airwaves er sjálvur á G! Festivalinum og var við til at peika á Byrta sum bólkin, ið skuldi hava heiðurin hesaferð. - Byrta hevði eina sera góða framførslu hóskvøldið, og hetta gjørdi, at tey vórðu vald til at fáa ”Væl á veg” heiðurin, sigur Jón Tyril, sum er fyriskipari av G! Festivalinum. - Eitt av endamálunum við G! Festivalinum hevur frá byrjan verið at fáa útheimin at varnast føroyskan tónleik, og hetta er eitt av fleiri átøkum, vit gera í tí sambandi, sigur Jón Tyril við Rás2.