mánadagur 22. juli 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Festivalurin
Besti G! Festivalur
nakrantíð
Veðrið setti rættiliga striku undir G! Festivalin, sum Jón
Tyril metir at vera besti G! Festivalur nakrantíð
Leo Poulsen
Hósdagin byrjaði G! Festi
valurin, men veðrið kom ikki
rættiliga fyri seg fyrr enn
fríggjdagin.
– Eg haldi, at hetta hevur
verið besti G! Festivlur nak
rantíð. Alt riggaði framúr
væl, sigur ein væl nøgdur Jón
Tyril.
Veðrið var eisini av tí
allarbesta.
– Vit hava verið øgiliga
heppin við veðrinum, einki
at ivast í tí. Og tað var eisini
við til at gera G! Festivalin so
framúr góðan, sigur Jón
Tyril.
Ólagið
á
flogferðsluni
gjørdi, at eitt útlendskt navn
mátti avlýsast hóskvøldið,
men annars gekk alt sum
ætlað.
– Tað vóru fleiri lutir
lagdir aftrat í ár, og WC-
vognarnir vóru fluttir, alt til
tað betra, sigur Jón Tyril.
Norðlýsið
lá
út
fyri
sandinum, og har var skipað
fyri gudstænastu umborð
sunnudagin. Eisini Thors
havn lá út fyri sandinum, og
har var skipað fyri matstovu
umborð.
- Tað var gjørd ein lítil
flótibrúgv, og haðani vórðu
fólk so róð út á Thorshavn til
ein betri bita við kapp
róðrarbáti. Tað var nakað,
sum fólk gjørdu sær dælt av,
og sum var við til at gera G!
Festivalin enn betri, sigur
Jón Tyril.
Góða veðrið gjørdi eisini
sítt til, at G! Festivalurin
gjørdist so góður.
– Tað var fólk at síggja á
økinum
longu
tíðliga
á
degnum, og tú sá fleiri fólk í
bikini og svimjibuksum, og
fleiri vóru úti í sjónum og
svumu. Tað var næstan sum
í suðurlondunum, sigur Jón
Tyril.
Fjøltáttað skrá
Stemningurin var í topp.
– Hann var heilt fan
tastiskur. Og tað, at Norð
lýsið og Thorshavn liggja á
víkini gevur ein heilt serligan
stemning, sigur Jón Tyril.
Góða veðrið kom eisini
óvart á hjá onkrum útlend
ingum.
– Har var ein bólkur av
útlendingum, sum fóru ein
túr við Norðlýsinum. Túrurin
vardi i einar fýra tímar, og tá
teir komu aftur at landi, vóru
teir reyðir i andlitinum av
nógvu sólini, sigur Jón Tyril.
Hann er eisini fegin um
skránna, ið var løgd fyri G!
Festivalin.
– Har var ein góður bland
ingur av løgnum løgum,
nýggjum løgum og tí góða
gamla. Skráin var fjøltáttað
við bæði kendum og minni
kendum løgum, sigur Jón
Tyril.
Veðrið gjørdi eisini sítt til,
at fólk hugnaðu sær.
– Tað hevði nógv at siga,
at veðrið var so framúr, og
tað gjørdi eisini, at festi
valurin gjørdist betri enn vit
høvdu torað at vóna, sigur
Jón Tyril.
Alt gekk upp á tað besta,
ikki
minst
veðrinum
at
takka.
– Eg havi eisini hug at
takka teimum samstarvs
felagum, ið vit hava sam
arbeitt við, sigur Jón Tyril,
sum altso heldur, at hesin G!
Festivalurin er tann besti
nakrantíð.
- Kul við
kirkju á
festivali
- Eg sat á eini café, og knappliga kom Jón Tyril
innar. Eg fór tá at hugsa, at tað hevði verið kul
við eini festivalkirkju og spurdi so Jón, hvat hann
helt um tað. Hann var ógvuliga positivur fyri
hugskotinum við tað sama, so eg valdi at fara
víðari við tí, sigur Maria, ið er avmyndað í miðjuni.
At standa fyri eini festivalkirkju vildi Maria ikki
gera einsamøll, so hon fekk fólk aftrat sær.
- Eg kontaktaði Theodor E. Olsen og Arna
Zachariassen. Teir vóru ordiliga heitir upp á tað
eisini, so vit tóku tað harfrá, sigur Maria.
- Vit vildu hava tað so tvørkirkjuligt sum gjørligt,
og tað er fyri at avspegla tann ymiskleikan, sum
vit øll umboða.
Kirkjan helt til í gamla fjósinum hjá Hensiu
Jacobsen yvirav Valhøll.
- Vit eru ordiliga glað fyri at hava fingið hetta
fjósið. Eitt krav til hølið var, at tað skuldi vera mitt
í bygdini, so fólk ikki noyddust at fara so langan
veg. Men tað, sum er ordiliga áhugavert, er, at
kristindómurin byrjaði á sinni júst í einum fjósi,
sigur Maria.
- Eitt annað, sum fjósið, ið bæði er rátt og luktar
av seyði, avspeglar, er, at tað snýr seg ikki um
húsið. Kirkjan er, har fólkini eru savnað.
Í festivalkirkjuni var møguleiki at søkja kvirru,
slappa av, tendra eitt ljós og njóta eina muffin,
sum leirvíkskonur høvdu bakað í hópatali.