mánadagur 22. juli 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Festivalurin
Gøtusandur var eitt
G! 2013 er nú farið aftur um bak, og eftir standa minni, sum neyvan vera gloymd við bræði. Í 2007 var bakandi
sól í Gøtu, og tað ber næstan ikki til at nevna G!, uttan at fólk minnast aftur á 2007. Soleiðis verður ivaleyst eisini
við 2013 – í øllum førum tá hugsað verður um veðrið. Sandurin í Gøtu var fríggjadagin og leygardagin stúvaður
við lættklæddum fólkum, sum runnu ímillum sjógvin og hitapottarnar og úti á vánni sóust bátar í hópatali. Børn
og vaksin hugnaðu sær í góðveðrinum, og umstøðurnar á sandinum í Gøtu vóru avbera góðar til júst slíkt veður.
Okkurt árið hevur veðrið verið so vánaligt, at ein nærmast noyddist at samla sær mót fyri at fara oman á sandin,
fyri ikki at tosa um hitapottarnir. Men í ár gekk alt upp í eina hægri eind, og við yvir 20 hitastigum bleiv gøtusandur
til eitt satt paradís. Veðrið hevur mangan sett sín neiliga dám á G! festivalin, men í ár vóru veðurgudarnir parti við
gøtufólkunum, og heildarupplivingin gjørdist har eftir.
Barbara Holm
Umrøða av G! 2013
Fagnaðu tónleikin
Í fjør blivu nærum øll høv
uðsnøvnini avlýst í síðstu
løtu, men soleiðis skuldi
tíbetur ikki vera í ár. Ein
avlýsing var á skránni hós
kvøldið, tá ið Reptile Youth
ikki fingu lent til tíðina. Men
eingin neyð var kortini í
Gøtu, tí punkbólkurin 200
traðkaði til í evstu løtu, og
megnaðu at geva fjøldini eitt
brak á sandinum. Seinni
hetta kvøldið var tað svenska
Alina Devecerski, sum legði
fyri við tí fyrsta útlendska á
G! í ár.
Fríggjakvøldið vóru tað
tey føroysku høvuðsnøvnini,
sum áttu pallin. Eivør og
Teitur framførdu bæði hetta
kvøldið á sandinum, og til
báðar konsertirnar var stúva
á sandinum. Eivør hevur sítt
høvuðssæti í Gøtu, og tað
merktist. Fólk í øllum aldri
leitaðu sær oman á sandin
at uppliva Eivør í sínum
heimaumhvørvi.
Ásgeir Trausti
fangaði føroyingar
Eitt av høvuðsnøvnunum á
G! í ár var íslendarin Ásgeir
Trausti. 21 ára gamli sangarin
gav í fjør út sína fyrstu fløgu,
og beinan vegin gjørdist
hann kendur í Íslandi og
kring Evropa. Eisini í Før
oyum er íslendarin fagnaður,
og fyri mong var hann tað
mest áhugaverda navnið á G!
í ár. Tað var leygarkvøldið
klokkan 22.55, at Ásgeir trein
á pallin á spæliplássinum í
Gøtu, og saman við sínum
tónleikarum, har ímillum
bróður hansara var, megnaði
hann at rúnabinda áhoyrar
arnir við sínum vakra ís
lendska
tónleiki.
Ásgeir
hevur bæði enskar og ís
lendskar útgávur av løgum
sínum, men eingin ivi kann
vera um, at hann tók røttu
avgerðina leygarkvøldið, tá ið
hann valdi at framføra síni
løg á íslendskum. Fyri einum
fullum spæliplássi framførdi
hann í okkurt um ein tíma,
og var tað fløga hansara í
fullum líki og onkur stakløg
aftrat, sum vóru á skránni,
og sigast má, at huglagið á
spæliplássinum var av tí
besta hesa løtu.
Sangskattar í
bossanova útgávu
Í besta veðrið varð skipað
fyri einari stórari sangløtu
leygarkvøldið, og sangskattar
sum 1001 nátt, Eitt dýpi av
dýrari tíð, Forelskaður sjón
leikari og fleiri onnur løg
vóru framførd á stóra palli
num á sandinum. Túsundtals
festivalgestir høvdu leitað
sær oman á sandin til hesa
forkunnugu løtu, og saman
við Eivør Pálsdóttir og Teiti
Lassen framførdi bólkurin
Konfekt hesi løg, og uppruna
sangararnir komu út á pallin
at
syngja
fyri,
meðan
teksturin til løgini stóð á
einum stórskíggja á palli
num.
Nógv fólk høvdu leitað