mánadagur 22. juli 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
F
øroyska ítróttartjóðin kann fegnast um enn
eitt gott oyggjaleikaavrik. Uttan svimjarar,
bogaskjúttar, og judo-íðkarar eydnaðist
tað okkara ítróttarfólkum at vinna 36
heiðursmerki á teimum fyrstu oyggjaleikunum
uttanfyri Evropa. Sigast má, at talan var um eitt
frálíkt úrslit, sum vit í samljóði kunnu fegnast um.
Greitt er, at oyggjaleikirnir í 2015 verða á Jersey, og
oyggjaleikirnir í 2017 verða á Gotlandi. Men so eru
tað líka leikirnir í 2019? Skulu teir leikirnir verða í
Føroyum er neyðugt, at golf-kríggið verður vunnið.
Tað er ræðuliga lætt og opportunistiskt at verða
ímóti einum golfvølli úti á Glyvursnesi, og fýra av
frasur sum: – Tað er ov dýrt, ella: – Tað er ein ov stór
íløga til eina marginala ítróttargrein í Føroyum.
Dýrt ella marginalt, óannsæð, uttan ein golfvøll á
Glyvursnesi verða eingir oyggjaleikir í Føroyum
í 2019. Vit sleppa ikki við einari hálvari loysn við
níggju holum, ella einum hálvlidnum golfvølli.
Golfvøllurin er høvuðslykilin til oyggjaleikirnar í
Føroyum í 2019. Tá tað kemur til umstøðurnar hjá
hinum ítróttargreinunum er stórt sæð vælstandur
í Føroyum. Tó mugu umstøðurnar hjá Tennis
bøtast munandi. Vit kunnu fyriskipanarliga og
umsitingarliga gera teir bestu oyggjaleikirnar
nakrantíð, um bara vit vilja. Vit fara at avgreiða
nakrar vælskipaðar leikir, har golfvøllurin á
Glyvursnesi verður tað sunnasta kappingarøkið,
meðan skjótibreytin á Sandvíkarhjalla verður tað
norðasta kappingarøkið á oyggjaleikunum í 2019.
Hinar oyggjarnar vilja gjarna koma til Føroyar i
2019, um bara vit bjóða teimum góðar og virðiligar
umstøður at kappast í, og at búgva í. Golf-kríggið
má vinnast skjótast møguligt, so vit í friði og náðum
kunnu fyrireika okkum til tað størsta ítróttartiltakið
í Føroyum nakrantíð. Vónandi megnar neilig
opportunisma ikki at sigra, og forkoma okkum
hendan møguleikan. Golfvøllurin verður eisini
ein stórur trumfur hjá tí føroysku ferðavinnuni
í framtíðini. Sigurin hjá teimum føroysku golf
spælarunum, verður sigurin hjá okkum øllum.
Nú má
golf-kríggið
vinnast
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Heri Simonsen
Spurdur um hvussu nógv
hann saknar teir føroysku
svimjararnar á oyggjaleik
unum, er svimjileiðarin Paul
du Feu púra ærligur. Hann
saknar tað hørðu, men kortini
vinarligu kappingina, sum
hevur verið millum Føroyar
og Jersey teir undanfarnu
oyggjarleikirnar.
– Sjálvandi vil ein sleppa at
síggja teir bestu svimjararnar
til eina kapping, tað kann
bara lyfta kappingina upp,
at svimjarar, sum eru so víða
gitnir, sum Pál Joensen møta
upp til eina kapping. – Ein
eigur ikki at spyrja, hvat ger
ein slíkur stórur svimjari?
Ein skal heldur fegnast,
og verða glaður um, at so
stórir svimjarar møta upp til
oyggjaleikirnar, undirstrikar
Paul du Feu.
Góð kapping
á Bermuda
Paul du Feu undirstrikar
tó, at sjálvt um Føroyar ikki
senda nakran svimjara til
oyggjaleikirnar hesaferð, so
gjørdist talan um eina góða
svimjikapping, har svimjarar
bæði megnaðu at seta oyggja
leikamet, og persónlig met.
–
Tykkara
svimjarar
høvdu veruliga notið at verið
her. Støðið hevur verið høgt.
Tað hevur verið øðrvísi hjá
svimjarunum at svomið í ein
um uttandura hyli. Vit hava
gjørt okkara ítarsta fyri at
halda svimjararnar frá sólini,
so tey ikki verða skoldaði,
men tað hevur víst seg, at
tey hava verið einastandandi
væl fyri í hylinum. Tykkara
avboð hevur so givið øðrum
oyggjum
møguleikan
at
vinna gull, silvur og bronsu
heiðursmerki, og tað kunnu
teir svimjararnir so fegnast
um, men tað hevði verið
stuttligari at havt tykkum
her, undirstrikar Paul du
Feu.
Ikki bestu
umstøður á Jersey
Paul du Feu kann kanska
freista føroyska svimjisam
bandið við einari harðari
kapping á oyggjaleikunum
á Jersey í 2015, men hann
kann ikki freista við góðum
umstøðum.
– Vit hava ein 25 meturs
hyl við átta geilum, men
tíverri so hava vit bara
pláss fyri 120 áskoðarum,
sum sjálvandi er ógvuliga
harmiligt, tá ein hugsar um
hvussu stórur áhugin er fyri
svimjing, viðgongur Paul du
Feu sáttliga.
Tað ljóðar heldur ikki á
jerseybúgvanum, at venj
ingarumstøðurnar
millum
kappingarnar í svimjihøllini
á oyggjaleikunum á Jersey
eru meir enn næstbest.
Stórskíggja í býnum
Paul du Feu vónar, at Jersey
kann ordna tað soleiðis, at
fólk kunnu fylgja svimji
kappingunum á oyggjaleik
unum í 2015 á stórskíggjum
inn í býunum. So fólk kunnu
møtast á ávísum støðum og
fylgja kappingunum.
Paul du Feu metir, at hetta
er tann frægasta loysnin
fyri øll tey, sum hava áhuga
í svimjing, tá teir bert hava
pláss fyri 120 áskoðarum í
sjálvari svimjihøllini.
Vónríkur um Føroyar
Kortini er Paul du Feu vón
ríkur um, at Føroyar hevur
nakrar svimjarar við til teir
komandi
oyggjaleikirnar.
Hann sigur seg skilja, at
tríggir ella fýra teir fremstu
føroysku svimjararnir ikki
verða við, men hann vónar
at síggja føroyskar svimjarar,
ikki minst okkara kvinnuligu
svimjarar, sum altíð eru góðar
hjá kvinnuligu svimjarunum
hjá Jersey at sammeta seg
við.
Komandi oyggjaleikirnir
verða hildnir ta seinastu
vikuna í juni í 2015. Sjáldan
hava oyggjaleikirnir verið
hildnir so seint á sumri,
sum hesaferð á Bermuda, og
møguliga kann tíðarmálið
fyri leikirnar í 2015 verða
meira
høggligt
fyri
teir
føroysku
svimjararnar.
Í
Jersey liva tey í vónini at
uppliva kapping við før
oyskar svimjarar aftur.
Svimjararnir hjá Jersey, sum hava kappast hart við føroysku svimjararnar,
um at gerast tann besta svimjitjóðin á oyggjaleikunum, vóna at
síggja teir føroysku svimjararnar á Jersey í 2015. Svimjileiðarin á
Jersey, Paul du Feu kann tó ikki lova tær allarbestu umstøðurnar
Vóna at síggja føroyskar
svimjarar á Jersey
B36 kannar sær nýggja málverja Trygvi Askham verður helst at síggja á B36 í
seinnu hálvu. Leiðslan í B36 váttar fyri in.fo, at teir hava flutt spælaraloyvi hjá mál
verjanum gjøgnum Transfer Matching System(TMS) úr ÍF Føroyum til B36. Hetta
gevur B36 møguleika at gera sáttmála við spælaran. Tórður Thomsen fekk reytt
kort móti AB og tí skal nýggjur málverja verja málið komandi dyst, skrivar in.fo