mánadagur 22. juli 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Heri Simonsen
Nuka Kleemann, forseti í tí
grønlendska
ítróttarsam
bandinum var til resepsjónina
hjá Jersey, sumvar í Hamilton
á Bermuda, mikudagin í
farnu viku. Resepsjónin var
í samband við, at Jersey skal
hýsa oyggjaleikunum í 2015.
Nuka Kleemann játtaði at
stilla upp til eina samrøðu
um ítróttin í Grønlandi. Nuka
duldi ikki, at hann er fegin
um tað góða sambandið, sum
er millum ítróttarsambondini
í Føroyum og í Grønlandi, og
hann undirstrikar, at Grøn
land bakkar Føroyar upp
í okkara royndum at hýsa
oyggjaleikunum í 2019.
Droymir um 2023
Grønlendska
ítróttarsam
bandið rundar tey 60 árini
í ár, og nógv verður gjørt
burturúr í Grønlandi í sam
bandi við tað runda árið. Í
2023 fer grønlendska ítróttar
sambandið at runda tey
70 árini, og dreymurin hjá
Nuka er, at Grønland skal
hýsa oyggjaleikunum í 2023
í tí grønlendska høvuðsstað
num, Nuuk.
– Ítróttarfólk seta sær
stór mál, og tey droyma
stórar dreymar. Hví skulu vit
grønlendingar ikki eisini seta
okkum stór mál? Tað hevði
havt sera stóran týdning fyri
ítróttin í Grønlandi at hýst
leikunum í 2023.
Arctic Games og
Island Games
Grønland er ein sterk tjóð í
hondbólti og í tae-kwondo,
og har kappast grønlending
ar nógv í altjóða kapping
um.
Grønland hevur eisini
áður spælt seg í HM-enda
spælið í hondbólti gjøgnum
panamerikanskar
undan
kappingar. Hini ítróttarfólkini
í Grønlandi kappast í stóran
mun á Arctic Games, sum eru
vetrarleikir fyri Sámaland,
Alaska, Nunavut í Kanada og
Grønland. Ítróttarfólk, sum
kappast í greinum, sum ikki
eru
vetrarítróttargreinar,
kappast á Island Games
–
oyggjaleikunum.
Nuka
greiðir frá, at vanligi frimulin
er, at seniorar kappast á
oyggjaleikunum,
meðan
juniorar kappast á teimum
arktisku vetrarleikunum.
Gingið illa
hjá Grønlandi
Tá vit prátaðu við Nuka
gjørdist hann hugtungur,
tá vit spurdu hann hvussu
nøgdur hann var við tey grøn
lendsku avrikini á oyggjar
leikunum. Hann segði, at tað
høvdu verið nógv vónbrot
í nógvum ítróttargreinum,
og serliga harmur var hann
um, at stóri grønlendski
badminton-spælarin,
Bror
Madsen ikki fekk heiðurs
merki í einmansleiki.
Seinni í vikuni, tá vit
hittu Nuka aftur, stóð hann
og fegnaðist saman við 50
øðrum grønlendingum um
gullheiðursmerki hjá Bror
Madsen og Tatsii Pedersen
í tvímansleiki. Og hann fór
eisini út á vøllin og klemmaði
teir báðar gullvinnararnar
hjartaliga.
Duppult silvur
í fótbólti
Tað eydnaðist bæði fótbólts
monnunum
og
fótbólts
kvinnunum at vinna silvur,
aftaná
finalutap
ímóti
Bermuda. Í mansfinaluni
kendu grønlendingar seg tó
burturdømdar, tá dómarin
dømdi eitt brotsspark til
Bermuda í teimum allarsein
astu minuttunum.
Sama brotssparkið av
gjørdi dystin, og gav verts
tjóðini
gullmerki.
Grøn
lendskir miðlar hava ikki
verið blíðir um dómara
avrikið í Hamilton farna
fríggjadag.
FIFA-viðurkenningin
verður loyst
Enn
hevur
grønlendskur
fótbóltur ikki fingið altjóða
viðurkenning, men Nuka
undirstrikar, at tað málið
fer at verða loyst av sær
sjálvum:
– Tá Grønland gerst ein
sjálvstøðug tjóð í framtíðini
blíva vit limir í bæði altjóða
fótbóltssamgonguni, FIFA, og
í altjóða olympisku nevnd
ini, IOC. Í hondbólti kapp
ast Grønland í Pan-Amerika,
men grønlendska fótbólts
sambandið vil heldur fara
tann evropeiska vegin, og
gerast limur í evropeisku fót
bóltssamgonguni, UEFA.
–
Sersambondini
taka
suverenar avgerðir, so vit
blanda okkum ikki uppá hvat
grønlendska
fótbóltssam
bandið, og onnur sersambond
gera,
undirstrikar
Nuka
Kleemann, sum gleðir at koma
til Føroya í 2019, og droymir
um taka ímóti føroyingum
á oyggjaleikunum í Nuuk í
2023.
heris@sosialurin.fo
oyggjaleikir
Grønland droymir um
oyggjaleikirnar í 2023
Forsetin í tí grønlendska ítróttarsambandinum, Nuka Kleemann droymir stórar dreymar.
Í ár fyllir grønlendska ítróttarsambandið 60 ár, og dreymurin er, at oyggjaleikirnir í
2023 verða hildnir í Nuuk, tá grønlendska ítróttarsambandið fyllir 70 ár.