mánadagur 22. juli 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hóast stórir heiðursmerkjaslúkar sum svimjing, bogaskjóting og judo
slett ikki vóru við á leikunum á Bermuda, endaðu Føroyar við at vinna
ikki færri enn 36 heiðursmerki: 10 gull-, 12 silvur- og 14 bronsumerki
Hilmar Jan Hansen
Bogaskjóting og judo vóru
slett ikki við, men Føroyar
kundu havt svimjarar við, og
sum vit skilja á lagnum, vóru
tíðirnar í fleiri førum ikki
frægari enn so, at har høvdu
vit sum einki kunnað vunnið
nógv gullmerki aftrat, um
framt fleiri silvur- og bronsu
merki.
Men hóast tey, ið ofta
hava vunnið Føroyum flest
heiðursmerki, ið vóru á
Bermuda,
eydnaðist
tað
hinum
ítróttargreinunum
at spíla seg so mikið væl út,
at tað bleiv til eina rúgvu av
heiðursmerkjum allíkavæl.
Og hesi heiðursmerki komu
í einum so jøvnum streymi,
at hýrurin allar leikirnar var
góður og fólk spent, hvussu
tað heila nú fór at hilnast.
Tað vísti seg, at fimleikurin,
sum eisini onkuntíð fyrr
hevur vunnið Føroyum nógv
á oyggjaleikum, stóð seg best
við fýra gull-, seks silvur- og
fimm bronsumerkjum, ella 15
heiðursmerkjum tilsamans.
Her var talan fyri tað mesta
um
einstaklingaheiðurs
merki, men eisini okkurt í
liðkapping.
Síðani kom frælsi ítrótt
urin við átta heiðursmerkjum,
sum vóru tvey gull-, tvey
silvur- og fýra bronsumerki,
og har er kanska serliga vert
at leggja til merkis, at hetta
var fyrstu ferð í 10 ár, at
frælsi ítrótturin vann gull, so
eisini her var nógv at fegnast
um.
Skjótingin fekk sítt besta
úrslit nakrantíð við tveimum
gull- og einum bronsumerki,
badminton fekk fekk eitt
gull-, eitt silvur- og tvey
bronsumerki, flogbóltur eitt
gullmerki,
súkkling
tvey
silvur- og tvey bronsumerki,
og so vunnu vit eisini eitt
silvurmerki í triathlon.
Samanlagt
endaðu
Føroyar nummar sjey, sum
mundi vera á eini góðari leið,
tí vanligu kappingarneytarnir
hjá Føroyum stóðu seg enn
einaferð væl, og hesaferð
kundu teir eisini býta ímillum
sín heiðursmerkini, Føroyar
ikki kundu fáa hesaferð.
Samanumtikið má sigast,
at
væl
gekst
Føroyum,
og
hóast
kanska
bara
marginalar gjørdu munin,
so ikki enn fleiri finalupláss
og gylt heiðursmerki vórðu
vunnin,
kunnu
føroysku
ítróttarfólkini
vera
errin
av sínum góðu avrikum og
síni frálíku umboðan fyri
Føroyar.
oyggjaleikir
Isle of Man . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 36
36
25
Bermuda . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 27
18
31
Jersey . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 23
29
28
Caymanoyggjar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20
19
7
Guernsey . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19
16
24
Gotland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 18
6
8
FØROYAR . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 10
12
14
Saaremaa . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 8
5
2
Hetland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
8
3
Menorca . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5
3
7
Hebridurnar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4
2
4
Gibraltar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
5
8
Ynys Môn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3
3
5
Orknoyggjar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
4
1
Áland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
3
10
St. Helena . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
2
0
Grønland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1
1
1
Isle of Wight . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
3
0
Hitra . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
0
1
Alderney . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
0
0
Falklandsoyggjar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
0
0
Frøya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0
0
0
Heiðursmerkjabýtið
Føroyar vunnu
36 heiðursmerki
Mynd: Eydbii Myndir