Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Aftaná 20 ár: Tróndur Arge – Bermuda Sólin stendur ikki hægst á himmlnum longur. Klokkan er farin um sjey, men fram­ vegis kennist hitin drúgvur. Luftin er slavin og stemn­ing­ urin er spentur á Front Street í Hamilton býarpartinum í Bermuda. Á startmálinum standa einir 40 súkklarar klárir til at býarkoyringina. Hon er sein­ asta súkklingin á Oyggja­leik­ unum á Bermuda. Føroyska súkkluliðið hevur fýra mans við. Fremst stendur 23 ára gamli Torkil Veyhe, sum er okkara sterkasti súkklari, men hann er enn ikki so roynd­ur í býarkoyring. Aftanfyri hann eru Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, sum báðir eru legendir í føroyskari súkkling. Aftanfyri teir stend­ur lærlingurin, Jóanis Albert Nielsen, sum er við fyri fyrstu ferð. »Ready«, rópar frásøgu­ mað­urin á málinum og so letur hann eitt skot av. Í einum seta 40 súkklarar ferð á og royna at koma so skjótt avstað, ið til ber. Mitt í roka­ num fara tveir mans um koll. Tá allir hinir eru komnir av­ stað er greitt, at ein annar súkklari hevur rent á Boga Kristiansen, sum fer um koll. Feltið er komin fleiri hundr­að metrar áðrenn Bogi Kristiansen kemur upp á súkkl­una og byrjar at fáa ferð á. Teinurin er stuttur og tað tekur undir tveir minuttir at koma runt teinin, sum hevur fleiri sving í bæði mótbrekku og undanbrekku. Bogi roynir í nakrar umgangir at koma fram til høvðusfeltið, men býarkoyringin er náðileys. Ongin er at hjálpa Boga, sum er púra einsamallur og av­ settur. Hóast hann er djarvur súkklari og dámar væl tøttu teinarnar í býarkoyringini, so megnar hann ikki at inn­ heinta hinar. Oyggjaleikirnir hjá Boga Kristiansen enda stutt seinni, tá royndi súkklarin legg­ur kongin og bremsar fyri seinastu ferð. »Eg gevist ikki soleiðis« Á málinum er lagið gott. Torkil Veyhe kemur á mál sum nummar 7, meðan Gunn­ ar Dahl-Olsen kemur á mál við høvðusfeltinum. Eftir fleiri strævnar súkklingar eru oyggja­leikirnir komnir at enda fyri føroysku súkklar­ nar. Bogi er prátingarsamur á málinum, meðan súkklingini verður viðgjørd og menn meta um síni egnu avrik og av­rikini hjá hinum. Tá prátið fellur inn á fram­tíðina hjá 48 ára gamla súkklaranum verður tónin tó álvar­sligur. – Eg gevist ikki nú. Ikki upp á hendan mátan sigur Bogi avgjørdur. – Eg stóð fastur á málinum og tá eg skuldi fara upp á súkkluna hjá mær aftur, mundi maðurin, sum eg rann saman við, fari við súkkluni hjá mær, greiðir Bogi frá. Nú kann eg ikki gevast Tað er tjúgu ár síðani, at hann gavst at rógva og valdi at seta seg á eina súkklu. Hann luttók sama ár, í 1993, á Oyggjaleikunum og hevur verið fastur fúsur síðani. Hann er ein telvari á eini súkklu. Hann er framsíggin og hevur súkklað á høgum stigi í Danmark. Hann stóð fastur í startinum í býarkoyringini á Bermuda, men hóast hann er 48 ára gamal, so vil hann ikki gevast eftir eitt krasj. Hann er Bogi Kristiansen – Bogi er væl fyri taktist. Hann gevur alltíð góð ráð og hann er líka sum liðskiparin á liðnum, sigur Torkil Veyhe, sum nú hevur føroysku súkklu­ vón­ina á sínum herðum. 23 ára gamli súkklarin er okkara sterkasti súkkl­ ari. Hann er fyri kortum fluttur upp í A-bólkin í donsku kappingini og lut­ tekur javnan í kapping­um í Danmark. Bogi er liðskiparin Torkil Veyhe: 1 2