Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur oyggjaleikir – Nú kann eg ikki gevast. Eg verið við aftur um tvey ár, er staðfestingini frá Boga. Frá báti til súkklu Bogi Kristiansen rør sum ung­ur, men velur í 1992 at gevast. Hann leitar eftir nýggj­ari avbjóðing og nú vil hann sjálvur sleppa at velja nær hann venur. Hann vel­ur at seta seg á eina súkklu og byrjar at venja við súkklu­ felagnum. Tað gerst skjótt greitt, at hann er dugnaligur súkkl­ ari. Orkan er góð og longu í apríl koma góð boð. Oyggja­ leikirnir eru í Isle of Wight um summarið og súkklu­fel­ ag­ið umhugsar at taka Boga við. – Eg fekk at vita, at um eg legði nógv fyri, so slapp eg við. Eg keypti mær nýggja súkklu og útgerð og helt fram at venja, greiðir Bogi frá. Nógva venjingin gevur úrslit og Bogi er við í ferða­ lag­num til Isle of Wight. Í fyrstu kappingini kemur Bogi á mál sum nummar 10. Hann er ovurfegin um úrs­ lit­ið, men er lítillátin um fram­tíðina eftir úrslitið. Við útvarpið sigur hann, at hann ivast um hann heldur fram við at súkkla, tí tað stendur ein langur, kaldur og myrkur vetur fyri framman. – Nú standi eg her – tjúgu ár seinni, sigur Bogi við ein­ um brosið. »Eitt sekund frá sensatiónini« Bogi heldur fram at súkkl­að og í 1995 eru aftur Oyggja­ leikir á skránni. Hesa ferð á Gibraltar, sum liggur sunnan­ fyri Spania. Einkult­starturin fyri lið er á skránni. Talan er um ein tein upp á fýra kilo­ metrar við brættari mót­ brekku. Í Føroyum verður vant nógv, men vónirnar eru lítlar. Isle of Man, sum er súkkluoyggj burturav, er stór­favorittur og hevur síðani ment súkklarar sum Mark Cavendish, sum í dag vinnur etapu omaná etapu á Tour de France. Jens Glerup er venjari og hann hevur lúrt brætta teinin av. Føroyska liðið, sum er mannað av Boga Kristiansen, Gunnari Dahl-Olsen, Rógva Johansen og Jóhan Brend, venur við at súkklað niðan til radarastøðirnar á Sonnfelli. Vit vandu nógv og tak­ tikkurin var, at Jóhan Brend drassaði okkum á langa tein­inum, so eg, Gunnar og Rógvi vóru væl fyri til fjalla­ túrin, greiðir Bogi frá. Í lið­ kappingini eru tað tríggir teir fremstu, ið telja við í samlaðu støðuni. Nógva venjingin gevur úrslit og føroyska liðið gevur favorittunum úr Isle of Man skarpan ganga. Føroyska lið­ ið er bara eitt sekund frá at vinna gull. Vit vóru púra ókendir áðrenn og ongin væntaði nak­að av okkum, men tann kapp­ingin broytti alt, sigur Bogi. Ein telvari á súkklu Bogi flytur í 1998 niður við familjuni at arbeiða. Í byrjan­ ini gongur væl og Bogi stríðir seg upp frá C bólkinum til A bólkin í danskari súkkl­ing. Alt upp á bara eitt kapp­ing­ arár. Millum annað familjulívið ger tó, at Bogi ikki hevur stund­ir at venja nokk til at halda fast í A-bólkinum. Hann endar í einum bólki fyri menn yvir 30 ár, sum eru á støðið við B-bólkin. Tríggjar ferðir er Bogi blivin nummar trý í býar­ koyr­ing, og fleiri ferðir í topp 5 í 100 km; tó uttan at fáa heiðurs­merki á tí teininum á Oyggja­leikunum. Eitt úrslit hann er væl nøgdur við. Í øllum trimum førinum eru tað fulltíðarsúkklarar, sum enda frammanfyri meg. Tí kundi tað illa verið øðrvísi, so tí eru eg væl nøgdur við tey bronsuheiðursmerkini, sig­ur Bogi. Styrkin hjá Boga liggur millum annað í taktiska vit­ inum. Hann verður av mill­ um annað Gunnari Dahl- Olsen lýstur sum ein telvari á eini súkklu. Hann brúkar sjáldan óneyðuga orku og veit akkurát nær hann skal sláa til. Hann er eisini ein maður við nógvum góðum ráð­um til sínar liðfelagar. Fjallasúkkling Bogi hevur á hesum leikunum eisini luttikið í fjallasúkkling. Um veturin er mangan kalt og frost á landavegunum í Danmark og tí verður súkkl­ ingin hildin við líka við at súkkla í ymiskum skógum og plantasjum. Har er læ og frostið hevur ikki somu ávirkan. Eg fann útav, at eg kláraði meg væl á fjallasúkkluni og valdi tí at gera eina roynd. Tað er stuttligt og avbjóðandi. Eg haldi, at tað hevur gingið fínt her eisini, sigur Bogi, sum sostatt luttók í fýra ymiskum súkklugreinum á Bermuda. Klárur til Jersey Boðskapurin er greiðir. Bogi Kristiansen takkar ikki fyri seg í súkkling, eftir eina mis­eydnaða býarsúkkling, tí onkur tilfeldigur súkklari ikki dugur sær hógv á start­ mál­inum. Bogi hevur í tjúgu ár liva lívið sum súkklari og tað held­ur fram. Kappingarandin, viljin til at trýsta seg sjálvan og fáa nýggjar avbjóðingar er til staðar. Bogi hevur øll hesi árini lut­tikið á tíggju Oyggja­leik­ um og hóast hann verður hálvthundrað til komandi leik­irnar, so hevur hann ikki í sinn­inum at gevast. – Súkkling er ein lívsstílur. Eg súkkli til arbeiðis og súkkli heim. Gjarna ein umveg um veðrið er gott. Eg súkkli tí mær dámar tað, sigur Bogi um spurningin hvussu tað ber til at hann framvegis súkkl­ar eftir 20 ár í ítróttini. Tað er ikki til at síggja, at maðurin er 48 ár og tað verður heldur ikki til at síggja, at hann er hálvt hundr­að, tá hann, um alt vil, aft­ur umboðar Føroyar í súkkl­ing á Oyggjaleikunum á Jersey um tvey ár. trondur@sosialurin.fo – Bogi er ein telvari á eini súkklu. Hann hugsar taktist og hugsar einar átta ella tíggju leikir fram í tíð­ina, men vit onnur kanska hugsa tveir ella tríggjar leikir fram, sigur Gunnar Dahl-Olsen, sum er javngamal við Boga Kristiansen. Teir hava verið drúgv­ ir tænastumenn fyri før­ oyska súkkling, men hóast Gunnar Dahl-Olsen eins og Bogi eru gamlir menn í súkkling, so hevur hann ongan hug at gevast. – Um ryggurin og heils­ an vil, so vil eg eisini halda fram við at súkkla, sigur Gunnar. trondur@sosialurin.fo Ein telvari Gunnar Dahl-Olsen: Myndir: Eydbii Myndir 3 4 5 6