mánadagur 22. juli 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
HB er eirindarleyst
Illa sperdu klaksvíkingarnir løgdu bragdliga fyri, men teir høvdu ikki tyngdina, sum var neyðug, um
teir skuldu svara aftur, eftir at HB hevði sektað mistak og fingið nyttu burturúr deyðbóltum
Jóannes Hansen
Tað hevur onkuntíð verið
lívligari í Gundadali, tá ið KÍ
hevur vitjað HB, enn tað var
ígjár. Heimaliðið vann 3-0, og
síðstu tjúgu minuttirnar var
spurningurin bara, hvussu
stórur sigurin fór at verða. Tí
tá var tað týðuligt, at gestir
nir høvdu mist trúnna á, at
tað skuldi bera til at svara
aftur, og tað var eisini týðu
ligt, at um heimaliðið hevði
kenst trýst á sær, so hevði
tað borið til at trýst meiri
á speedaran og harvið at
økt um sannlíkið fyri størri
leiðslu.
Breiddin á HB liðnum er
stór, royndirnar eru nógvar,
mistøkini eru lutfalsliga fá,
og so hevur tað sera stóran
týdning, at úrtøkan burturúr
møguleikunum
–
serliga
deyðbóltsstøðunum
–
er
stór.
Soleiðis var tað eisini í gjár.
Gott og væl fimm minuttir
undan
steðginum
bóru
heimamenninir skjótt at. KÍ
misti ofta í uppspælinum. Í
hesum førinum var Andrew
av Fløtum, ið er komin seg
eftir skaðasteðg, arkitekturin.
Kristin R. Mouritsen varð
spældur leysur innanfyri
verjuna, sum var á veg fram.
Tað tóktist ikki vera heilt
vandamikið,
tí
miðverjin
Oddmar Marsten var við at
fáa tak á støðuni. Men so
var tað, at KÍ málverjin valdi
at leypa út úr málinum, og
tað varð sektað. Kristin R.
Mouritsen lyfti hegnisliga
bóltin upp um málverjan, og
hann fór inn um strikuna,
áðrenn Heðin á Lakjuni
náddi eftir honum.
Eftir steðgin var HB meiri
ágangandi enn í 1. hálvleiki.
Men inntil miðskeiðis í 2.
hálvleiki var bara eitt mál á
muni, og harvið lúrdi møgu
leikin fyri, at KÍ kundi javn
að. Eftir lítlari løtu nýtti
HB tvær ferðir eitt av bestu
álopsvápnunum hjá liðnum,
og so var 3-0 og liðugt. Vápnið
er at umseta hornaspark til
mál. Jóhan Troest Davidsen
stútaði við nærra stólpan í
fyrra førinum, og í seinna
førinum
var
tað
Fróði
Benjaminsen, sum mitt fyri
málinum skoraði.
Hetta var enn ein sigur
í røðini hjá HB fram ímóti
meistaraheitinum, sum liðið
fer at vinna. Spurningurin er
ikki, um HB verður meistari,
men heldur nær tað verður
staðfest. Sum tað sær út
í løtuni, so verður tað um
minni enn tveir mánaðir.
Stór uppgáva
Hjá Eyðuni Klakstein og
hansara monnum í KÍ er upp
gávan stór. Í fleiri teimum
seinastu umførunum hevur
tað í løtum ikki verið so galið,
men tá ið stig ikki koma á
kontuna, og tá ið fleiri mál
fara ígjøgnum, meðan tað
í hinum endanum tykist
vera torførari at fáa hol á, so
kann ikki sigast annað, enn
at talan er um stórt trýst og
ikki frítt fyri kreppuráka.
Í Gundadali í gjár legði
KÍ væl fyri. Tað kendist vera
avrátt, at heimaliðið skuldi
steðgast frammarlaga á vøll
inum, og at tað so snúði seg
um at fara í skjót mótálop.
Tað riggaði nakrar ferðir, og
ein annar vinkul upp á tað,
sum sást á vøllinum enn at
heimaliðið ikki var væl upp
lagt, kundi verið, at orsøkin
var tann, at verjuspælið hjá
klaksvíkingum riggaði væl.
Áhugin var ikki so stórur
at broyta taktikk, hóast HB
undan steðginum legði seg á
odda. Og fyrstu løtuna eftir
steðgin var um reppið, at tað
eydnaðist at javna. Hjalgrím
Elttør var brádliga – eftir mis
skiljing í HB verjuni – púra
blankur og fyri næstan opn
um máli, men í staðin fyri at
seta bóltin í netið, so brast
bólturin í stólpan.
Sovorðið er eyðkent fyri
tey, sum ikki hava marginalir
nar við sær, og sum eru
tyngd
av,
at
sjálvsálitið
minkar heldur enn at vaksa.
KÍ hevur ikki vunnið síðani
28. apríl, og seinastu tríggjar
ferðirnar – á útivølli ímóti
ÍF, EB/Streymi og HB – eru
tíggju mál farin ígjøgnum.
Sovorðið er ikki bara bara at
rætta upp aftur. Næsti møgu
leikin verður í Sørvági leygar
dagin. Tað eru fýra stig aftur
til niðurflytingarpláss, og
um tað ikki eydnast at vinna
fult á Dungasandi, so verður
orduligt kjøt á krepputos
inum!
joannes@sosialurin.fo
1-0: Kristin R. Mouritsen 38.
2-0: Jóhan Troest Davidsen 69.
3-0: Fróðï Benjaminsen 72.
Dómari: Anders Gjermshus
HB
3 (1)
KÍ
0 (0)
Myndir: Álvur Haraldsen