mánadagur 22. juli 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
AB dumpar ikki aftur
Álop er besta verjan
Sigursrøðin hjá AB helt fram í gjár, tá ið gamla felagið hjá argjamonnum varð sent heim
um aftur ánna við 3-2 tapi og stórum vónbroti, eftir at 2-0 leiðsla varð søplað burtur
Dánjal á Lakjuni, sum fyri stuttum er komin aftur úr Íslandi, gjørdi
orduliga hol í sjógvin í høgra borði, eftir at ÍF í eina løtu hevði ridlað
í verjupartinum, og tað var við at koppa TB til fyrimunar
Jóannes Hansen
Vit flyta ikki niður. Soleiðis
tók AB venjarin, Sámal Eril
Hentze, upp í saman viku
skifti eftir vikuskifti í vár,
tá ið AB aftur og aftur fór
av vøllinum uttan at hava
megnað at vinna nakað stig.
Seks tey fyrstu umførini
vóru argjamenn krøktir.
Ikki fyrrenn í 7. umfari,
sum var í Gundadali ímóti
B36 flaggdagin, eydnaðist
tað at vinna fyrsta stigið. Ta
ferðina var úrslitið 1-1. Út
javnandi málið hjá AB eitt
korter undan leikloki skoraði
Dion B. Splidt. Í dramatisku
grannauppgerðini í Vika í
gjár, tá ið tað endaði við 3-2
heimasigri, átti Dion sín leik
lut, sum vit venda aftur til
um eina skamma stund.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
bendi einki á, at talan skuldi
verða um spennandi uppgerð,
hóast tað úti á vøllinum gekk
javnt á. B36 veteranarnir
Lukasz Cieslewicz og Jákup
á Borg løgdu B36 framum
2-0, og tað vóru argjafólk ikki
so fegin um, sum tey í søgu
ligum høpi plagdu at vera, tá
ið B36 skoraði. Árstalsfelagið
var liðið hjá teimum flestu
uttanfyri
ánna,
har
tað
kendist vera langt til lokala
umboðan í fremstu røð.
Soleiðis er tað ikki long
ur. AB hevur strítt seg
upp í bestu deildina, og nú
gella orðini hjá Sámal Eriki
Hentze við tyngd. Hóast AB
framvegis er undir strikuni,
so sigur gongdin nógvu tey
seinastu umførini, at AB
ikki fer at flyta niður, og at
tað verður okkurt av hinum
feløgunum, sum fer at flyta
niður, um tað yvirhøvur
verður neyðugt at finna ein
ella tveir dumpikandidatar.
Rættur
hugburður
og
trúgv upp á, at tað skal bera
til boygdu B36, sum mundi
kenna seg tvær ferðir missa
á stokkinum. Dygst undan
steðginum minkaði væl upp
lagdi miðvallarin Dion B.
Splidt um munin, tá ið hann
eftir innlegg úr vinstru heil
fluktaði bóltin í málið.
Men hóast AB royndi, so
gekk tað í 2. hálvleiki trekt
at koma aftur í aftur. Heili
vágurin fyri at fáa tað at
eydnast var enn eina ferð at
seta Karstin Højgaard inn í
álopið. Hann varð skiftur inn
í 68. minutti, og seks minuttir
seinni javnaði hann eftir
innlegg úr vinstru frá Bjarti
Kjærbo.
Sjey
minuttir
undan
leikloki varð Sorin Anghel
vístur av vølli, tá ið hann
hevði sæð gult fyri aðru ferð,
og so tevjaði B36 aftur fulla
úrtøku.
Álopsbogin
varð
spentur, men tað slerdi ordu
liga bakk, og tað var øgiliga
dramatiskt.
B36
málverjin
Tórður
Thomsen kendi seg noyddan
uttanvert brotsteigarmarkið
at steðga Karstini Højgaard.
Tað sá málverjin reytt fyri.
Tí noyddist innskifti Súni
Olsen í málverjubúnan. Men
hann megnaði einki at gera
við frísparki hjá Dioni B.
Splidt, sum harvið skoraði
sigursmálið og við triðja mál
inum í ár ímóti B36 syrgdi
fyri, at AB higartil hevur
vunnið fýra stig ímóti grann
unum.
Fótbóltsliga er alt á gosi
á Argjum. Eftir sigrar á
Víkingi, TB, NSÍ og B36 og
javnleik í Klaksvík standa
meistararnir í EB/Streymi
nú fyri tørnið. Tann dysturin
verður á Argjum leygardagin
27. juli, og tað kann fara at
vísa seg at verða vorðið
sum fótbóltsligt ólavsøku
preludium hjá AB, sum við
13 stigum í fimm teimum
seinastu umførunum við
stórum stigum tekur seg inn
á Víking og TB, og tey longri
uppi á talvuni skulu heldur
ikki kenna seg so trygg.
Í
B36
var
vónbrotið
stórt. Hetta var enn eina
ferð staðfesting av, at tað er
torført hjá árstalsfelagnum
at vinna á útivølli. Einastu
sigrarnir higartil í ár aðra
staðni enn í Gundadali hava
verið í Sørvági og í Klaksvík.
Ólavsøkuaftan verður aftur
stór avbjóðing á skránni, tá
ið væl uppløgdu fuglfirðing
arnir koma í Gundadal.
joannes@sosialurin.fo
Jóannes Hansen
Veðrið var framúr. Sólin skein
oman og niðan, og hvítklæddu
áskoðararnir fingu fult fyri
atgongugjaldið – ikki minst
í 2. hálvleiki. ÍF og TB vóru í
sera undirhaldandi uppgerð,
har tað vórðu skorað sjey
mál – seks eftir steðgin – og
har pulsurin var høgur, inntil
Petur Reinert hevði bríkslað
fyri síðstu ferð.
ÍF vann 4-3, eftir at hálv
leiksstøðan var 1-0, og eftir at
heimaliðið beinanvegin eftir
hvíldina økti um leiðsluna. Í
fyrra førinum var tað Øssur
Dalbúð, sum var eirindar
leysur, tá ið rangstøðufellan
kiksaði hjá annars royndu
TB miðverjuni, og í seinna
førinum var tað miðvallarin
Ari Ó. Ellingsgaard, sum í ár
rættuliga hevur fingið høvdið
fyri seg, ið setti bóltin í málið
aftanfyri Ivan Stojkovic.
Hetta var vorðin sum
pøs av vatni hjá TB at fáa í
andlitið beinanvegin eftir
hvíldina. Men í staðin fyri at
geva skarvin yvir og royna
at avmarka tapið, so løgdu
tvøramenn hondina á knæið
og fóru í holtur við at bjóða
mótbrekkuni av.
Miðvallarin Ndende, sum
tykist trívast serliga væl,
tá ið veðrið er so gott, sum
tað var í Fuglafirði í gjár,
minkaði um munin, tá ið ein
tími var farin, og bara tveir
minuttir seinni var javnt.
Ragnar Tausen, sum longu
eftir eitt korter varð skiftur
inn í staðin fyri skadda Chris
H. Craib, var meistari fyri út
javnandi málinum.
So var spenningur, og tað
var ikki frítt, at Poul Ingason
og hinir í framrættaða part
inum hjá TB høvdu fatur
á rætta endanum og aðrar
ferðir vóru um at spæla seg
í vandamiklar støður.
Tað komst eisini av, at
heimaliðið ikki var serliga
sannførandi í verjupartinum.
Bartal Eliasen var ikki tøkur,
og undir upphitingini noydd
ist Poul N. Mikkelsen at geva
avboð orsaka av skaða. Heri
Nesá og Høgni Zachariasen
vóru í miðverjuni frá fyrsta
bríksli, og tað megnaðu teir
væl. Men tíggju minuttir
eftir steðgin noyddist Høgni
Zachariasen skaddur av vøll
inum, og tað darvaði verju
spælinum hjá ÍF heilt nógv,
eisini tí útskiftingin bar
rokeringar á miðvøllinum
við sær.
Lítla løtu seinni var 2-2,
og ÍF var um ein háls. Men
so var tað, at vápnið, sum
oftast verður sagt at vera
tað besta til verju, varð nýtt.
Dánjal á Lakjuni, sum fyri
fáum vikum síðani flutti
aftur úr íslendskum fótbólti
og til barndómsfelagið, varð
settur inn í framrættaða
partin í høgru. Nenad Saric
hevði staðið seg væl, men tá
ið Dánjal var komin á vøllin,
kom av álvara ferð, tyngd og
broddur í, tí Dánjal megnaði
at bjóða av ein ímóti einum,
og innleggini hjá honum
vóru so serlliga neyv.
Dánjal var meistari aftan
fyri bæði málini, sum Clayton
Soares skoraði síðstu tíggju
minuttirnar, og hann átti
eisini innleggið, tá ið Øssur
Dalbúð við høvdinum sendi
bóltin dygst framvið nærra
stólpanum.
Síðstu løtuna spenti TB
álopsbogan. Óli Johannesen
varð fluttur fram í álopið, og
við rimmar fluktara minkaði
hann um munin. Tí var
spenningur í, inntil síðsta
bríkslið ljóðaði.
Heimamenninir fegnað
ust, og ÍF venjarin, Albert
Ellefsen, kundi staðfesta,
at hann í Dánjali á Lakjuni
hevur fingið eitt álopsvápn
aftrat. Í fjør átti Dánjal á
Lakjuni næstsíðsta fótin á,
tá ið Clayton Soares skoraði
fleiri mál. Í gjár sást, at sam
starvið millum Lakjumannin
og Clayton framvegis kann
bera mál og stig og harvið
møguleika
fyri
heiðurs
merkjum við sær. Tað er
neyvan nakar ivi í, at Dánjal
á Lakjuni verður millum teir
fyrstu ellivu, tá ið ÍF ólav
søkuaftan fer í Gundadal at
spæla ímóti B36.
Ólavsøkudag skal TB enn
eina ferð norður í Eysturoy
at spæla. Klokkan 15 henda
dagin verður fyrsta bríkslið
í Sarpugerði, tá ið Víkingur
fær vitjan av TB. Hesi bæði
liðini stríðast fyri at sleppa
av triði aftasta plássinum.
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB
16
11
4
1
39
14
+25
37
2
ÍF
16
8
6
2
34
26
+8
30
3
EB/Streymur
15
7
4
4
30
18
+12
25
4
B36
16
4
9
3
25
19
+6
21
5
NSÍ
15
5
5
5
21
23
-2
20
6
KÍ
16
4
7
5
30
30
0
19
7
TB
16
3
7
6
16
24
-8
16
8
Víkingur
15
4
4
7
17
27
-10
16
9
AB
16
4
3
9
20
34
-14
15
10 07 Vestur
15
1
5
9
14
31
-17
8
1-0: Øssur Dalbúð 30.
2-0: Ari Ó. Ellingsgaardv46.
2-1: Ndende Asama Guéye 60.
2-2: Ragnar Tausen 62.
3-2: Clayton Soares 81.
4-2: Clayton Soares 88.
4-3: Óli Johannesen 89.
Dómari: Petur Reinert
0-1: Lukasz Cieslewicz 11.
0-2: Jákup á Borg 15.
1-2: Dion B. Splidt 45.
2-2: Karstin Højgaard 74.
2-3: Dion B. Splidt 90.+2.
Dómari: Lars Múller
ÍF
4 (1)
TB
3 (0)
AB
3 (1)
B36
2 (2)