mánadagur 22. juli 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fráboðan um
umhvørvisgóðkenning
Við hesum verður gjørt kunnugt, at Umhvørvisstovan tann 17. juli
2013, við heimild í § 29 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988,
um umhvørvisvernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá
22. desember 2008, og § 1, nr. 4 í kunngerð nr. 54 frá 3. mai 1994,
um at leggja eftirlits- og umsitingaruppgávur eftir umhvørvis-
verndarlógini til Umhvørvisstovuna, sum broytt við kunngerð nr.
90 frá 28. september 2007, hevur góðkent
alivirksemi í Fuglafirði hjá P/F bakkafrost
Góðkenningin liggur alment frammi á Umhvørvisstovuni. Avgerðin
kann kærast til landsstýriskvinnuna við umhvørvismálum. Møgulig
kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í
seinasta lagi fýra vikur frá dags dato.
Góðkenningin kann somuleiðis síggjast á heimasíðuni hjá Um-
hvørvis stovuni, www.us.fo.
Umhvørvisstovan
Postboks 2048 · FO-165 Argir · tlf.: 342400 · www.us.fo
Lýsing og endurlýsing
eftir starvsfólkum til
Trivnaðardepilin – eind 7 –
børn og vaksin við fjølbreki
Søkt verður eftir
8 starvsfólkum har starvsstaðurin er eind 7. Eisini verður søkt
eftir avloysarum og fólki at arbeiða annaðhvørt vikuskifti.
Talan er um
• 1 fulltíðarstarv sum námsfrøðingur - starvsstaður Sambýlið
Eirargarður 16, til setan 01.09.13
• 1 starv 30 tímar um vikuna, sum sjúkarøktarfrøðingur -
starvstaður Sambýlið Eirargarður 16
• 1 starv 30 tímar um vikuna, sum námsfrøðingur,
farloyvisstarv frá 01.09.13- 31.08.14
• 2 størv 20 tímar um vikuna, við heilsufakligari útbúgving,
starvsstaður náttarvaktartoymi í Norðurstreymoy
• 1 starv 20 tímar um vikuna, barnsburðarfarloyvi til 01.03.14
starvsstaður náttarvaktartoymi í Tórshavn
• 1 starv 28 tímar um vikuna, sum fysio-/ergoterapeutur,
starvsstaður fjølbrekatoymi Tórshavn
• 1 starv 15 tímar um vikuna, stuðul aftaná skúlatíð til barn við
likamligum breki - starvsstaður í Vágoynni
Størvini fevna um alt samdøgrið, dag-, kvøld og náttarvaktir.
Størvini
Arbeiðið er at virka fyri, at borgarin fær tann neyðuga stuðulin
og umsorgan, soleiðis at viðkomandi fær ein tryggan, skipaðan
og mennandi gerandisdag.
Førleikakrøv
Námsfrøðingar, ergo-/fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar,
heilsurøktarar, heilsuhjálparar ella líknandi útbúgving. Um
eingin søkir við útbúgving, kann starvið verða fyribils sett við
hjálparfólki.
Vit vænta at
• tú ert við til at leggja til rættis námsfrøðiliga og praktiska
arbeiðið á arbeiðsplássinum
• tú hevur áhuga í at arbeiða eftir ávísum pedagogiskum leisti,
har útgangsstøðið verður tikið í tí einstaka borgaranum
• tú ert fakliga, sálarliga og likamliga væl fyri
• tú hevur KT-førleika á byrjanarstøði
• tú tolir broytingar bæði í mun til arbeiðsuppgávur og
arbeiðsstað
Trivnaðardepilin kann bjóða
Vit bjóða eitt starvsøki, sum er í støðugari menning og
broyting, har alla tíðina verður strembað fram ímóti at geva
eina betri tænastu til borgarar. Vit bjóða eisini eitt starvsøki við
møguleika fyri persónligari og fakligari menning, ein virknan
starvsfólkahóp og samávirkan á gerandisuppgávur.
Setanartreytir
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðardepilin
eind 7. Tann, ið settur verður, má kunna tola broytingar í
starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna
um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jónu Olsen,
eindarleiðara, Almannaverkið á tlf. 297420.
Umsókn
Umsókn saman við CV, prógvum og møguligum viðmælum
kann sendast til starv@av.fo.
Til ber eisini at senda umsókn sum bræv til:
Almannaverkið
Trivnaðardepilin - Eind 7
Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Att: Jóna Olsen
Vinaliga merkið brævbjálvan “Umsókn Eind 7”
Umsóknarfreist: 1. august 2013 kl. 12.00
Starvslýsing
Trivnaðartænastan
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya størsta arbeiðspláss við 1700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga.
ArbeiðArAfelAgið
Hæddin
Summarfrí
Skrivstovan er stongd frá 22. juli
til 19. august 2013.
Arbeiðarafelagið Hæddin
Sosialurin 341800
Bíleggið kalendaran nú
og sendið hann út í heimin
Tel. 341800
Johanna Vang · johanna@sos.fo
Ann Christiansen · ann@sos.fo
2014