Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-07-22, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 22. juli 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Orð&myndir: Dánjal Højgaard – Stormur, kom, kom. 21-ára gamla Signa Joen­ sen ger hetta eyðkenda klikk- ljóðið við tunguni, sum rossa­ fólk ofta nýta, tá ið tey kalla á rossini ella vilja skunda und­ir tey. – Kom, kom, Stormur, róp­ ar hon og klikkir við tunguni. Í hondini hevur hon ein gráan posa við turrum hoyggi. Langt uppi í brekkuni uppi undir bøgørðunum oman fyri Kaldbakskamb ganga fimm ross. Tá tey hoyra rópini og klikkini og síggja gentuna við tí gráa posanum, koma tey spakuliga omaneftir. Á odda gongur greðingurin Stormur. – Tað er hann, sum heldur saman upp á fylgið. Soleiðis skal tað vera, staðfestir Signa, tá ið rossini eru koman oman á vegin og fáa sær av hoy­num, sum Signa hevur stroytt út á vegin. Stormur vísir initiativ Vit eru stødd á trøðni eyst­an fyri bóndagarðin á Signa­bø, eysturmóti gomlu hvala­ støðini Sperm. Eitt stórt øki, sum í summar er karmur um royndirnar at nøra um før­ oyska rossastovnin. Krumtappurin í eksperi­ mentinum á staðnum er Stormur. Ein fýra ára gamal greðingur, sum er folaður og uppvaksin her á garðinum á Signabø, sum hevur hoyrt til ættina hjá Signu og teimum í fleiri ættlarlið. Fyri tveimum vikum síð­ ani fekk Stormur vitjan av fýra ryssum, sum eru komnar ymsa­staðni úr landinum. Her eru tær eldur dam­ur­ nar, 29 ára gamla Blanka úr Syðrugøtu og 26 ára gamla Lyngheiða úr Sandavági. Og so tær yngru, 13 ára gamla Luna úr Sumba og 6 ára gamla Chanel við eigara í Skop­un. Signa kundi skjótt stað­ festa, at hennara Stormur var ógvuliga fegin um vitjanina. Tað gekk ikki long tíð so sprakk hann á ta yngstu, og í dag heldur Signa, at hann hevur verið saman við øllum ryssunum. Uttan kanska teirri elstu, Blanku. Greðingin vísir initiativ. Ryssurnar ganga á rið. Tað vil siga at tær eru klárar til paring. – Stormur er pápi at ein­ um fyli, sum kom fyrr í juni. So vit vita ið hvussu so er, at hann virkar, brosar Signa, sum er sjónliga errin av sín­ um myrkabrúna gangara. Spenningur um ryssurnar Stóri spenningurin er hin­ vegin knýttur at, hvussu tær fremmandi ryssurnar fara at kvidnast. Hvussu tær verða gitnar, og fáa fostur, ið er lív­ ført. – Eg hevði verið glað um tær ungu, Chanel og Luna, høvdu blivið kvidnar. Lyng­ heiða og Stormur høvdu eis­ini givið eitt flott fyl. Lyng­heiða er ein flott og góð ryssa, við góðum sinni og gott reiðross. Og tað er Storm­ur eisini. So tað kann bara blíva gott. Men avbjóðingin er stór. Kanningar hava staðfest, at ryssurnar kunnu hava bakteriur í lívmóðurini, sum gera, at tær ikki kvidnast. Ryss­urnar, sum hava havt trupulleikarnar við at kvid­ n­ast, eru tískil allar kann­að­ ar og viðgjørdar á Bún­aðar­ stovuni. Tær báðar eldru, Blanka og Lyngheiða, hava havt fyl, men hava ikki viljað kvidnast í seinastuni. Luna hevur onki avkom fingið enn, hóast hon hevur verið hjá fleiri greðingum. Og Chanel hevur heldur einki fyl fingið enn. Hon bleiv tó kviðin seinasta summar, men kastaði burtur í vetur. – Tað allabesta hevði ver­ ið, at allar ryssurnar blivu kvidnar, men tað er eitt sind­ur optimistiskt. Fleiri av hesum ryssunum hava havt hesar bakteriurnar í lív­móðurini leingi, so vit vita ikki hvat, ið kann hava gjørt varandi mein. Men um onkur av hesum viðgjørdu ryssunum høvdu blivið kvid­ nar so hevði tað verið fan­ tastiskt. Spenningurin er stórur á Signabø. framhald ➥ REPORTASJA Alt er væl fyriskipað. Kortini gongur alt ikki eftir ætlan. Sosialurin hevur fylgt nøkrum av rossunum, sum eru við í verkætlanini Summer of Love, sum skal vera við til at seta ferð á alingina av føroyska rossinum rossaaling Tað heita summarið SIGNABØ Signa Joensen saman við rossunum á trøðni á Signabø. Uttast høgrumegin stendur greðingurin Stormur, sum Signa sjálv eigur Vit føroyingar hava verið øgiliga raskir at útrudda sovorið, sum er serføroysk. Vit mugu royna at hava okkurt eftir Signa Joensen, rossaánari, Signabøur