mánadagur 22. juli 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 22. juli 2013 · Nr. 83
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
rossaaling
Summer of Love er heitið á tiltaki, sum skal
seta ferð á alingina av føroyska rossinum og
skapa tilvitan millum fólk um rossið. Tað er
Felagið Føroysk Ross skipar fyri.
Føroyski rossastovnurin, sum var um at
doyggja út, telur í dag 69 dýr. Hildið verður,
at stovnurin helst skal koma upp á minst
200 alidýr fyri at vera nøkunlunda tryggur.
14 ryssur og fýra greðingar eru við í
átakinum, sum fer fram undir neyvum
fakligum eftirliti á fýra økjum – í Syðrugøtu
og Norðragøtu og á Kambsdali og Signabø.
Aling af føroysk rossum er farin fram líka
síðani 60-ini.
Umframt aliarbeiðið, sum fer fram í
felagnum Føroysk Ross, skipa einstaklingar
eisini fyri serstakari aliverkætlan í
Suðurstreymi.
Summer of Love